Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Kyndil-VÍF 29-30 (12-15) 10 min: 4-6 20 min: 9-10 40 min: 18-22 50 min: 23-24 Málskjúttar Kyndil: Josef Abrahamsen 8(2), Bárður Johannesen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(2), Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 3, Tummas Pauli Hanusarson 3, Ken Zachariassen 1 VÍF: Sámal Joensen 12(5), Agnar Joensen 5, Bjarti Joensen 5, Magnus Müller 3, Áki G. Olsen 2, Áki Olsen 1, Joen Pauli Høgnesen 1, Sjúrður Poulsen 1 Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 5 Útvísingar: Kyndil 6, VÍF 6 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Marginalarnir spældu við VÍF, tá teir fingu avgerandi málið í gávu frá óhepna Kyndils-málverjanum Enn er finaluplássið hjá VÍF ikki bók- að, men tað er nær við. Fjórði sigurin av fýra møguligum við Haraldi Bjørg vin sum venjara kom til høldar sunnu dagin, og nú er VÍF trý stig und an hinum fýra liðunum. Bara tveir dystir eru eftir, og tí er ein sigur í øðrum av hesum nóg mikið hjá vest menningum, um teir aftur í ár skulu verða partur av FM-finaluni. Seinnu umførini hevur VÍF eisini spælt sum ein komandi FM-biðil, og tað var ikki líkt til, at teir skuldu fáa teir heilt stóru trupulleikarnar av Kyndli. Uppgerðirnar millum liðini hava mang an verið bæði harðar og inten s ar, men fyrstu 40 minuttirnar sást mest sum einki av hesum. Dóm- ar arnir hildu spælarunumr í stuttum tjóðri, soleiðis at spælið ongan tíð gjørdist harðligt, og leikliga var VÍF so mikið greitt við yvirlutan, at spenn ingur at kalla ikki var í dysti- num. Ov seinført spæl Hjá Kyndli gekk spælið hinvegin alt ov seint fyri seg, og tí munaði tað so lítið, at Magnus Matras hevði ein av sínum góðu døgum í málinum. Í málum var munurin kanska ikki so ovurstórur, men vest men n ing ar- nir komu munandi lættari til síni, og tá teir stutt eftir steðgin øktu munin til seks mál, mundu tey flestu halda, at nú var leyst og liðugt. Í eini roynd at venda dystinum, val di Kyndil at verja 4-2, soleiðis at Áki Olsen og Sámal Joensen vórðu mest sum tiknir úr spælinum. Og tað gav eisini at bíta hjá VÍF, sum nú av álvara kom í trupulleikar. Eli Müller spældi tó ein branddyst í málinum, og hetta saman við nøkr- um ordans høggum frá Magnusi Müll er, tá mest stóð á, syrgdi fyri, at Kyndil ongan tíð kom framum, hóast trýstið var stórt. Tvær ferðir komu teir upp á javnleikin, men tað eydn aðist teimum ongan tíð at toga seg avgerandi málið framum. Ógloymandi endi Og so gjørdist talan um ein enda, sum tey fægstu munnu gloyma í bræði. Kyndil hevði javnað til 29-29, tá Áki G. Olsen royndi seg við undir- honds skoti. Bólturin tók fyrst og vinst ra og síðani í høgra stólpa, áðr- enn hann rakti bakið á Erlendi Johanne sen í Kyndils-málinum. Bólt ur in lá at kalla stillur, men tað visti málverjin ikki av, og tá hann skund aði sær at snara sær á, kom hann at skumpa bóltin í meskarnar. Ein mest sum syrgiligur endi á dysti- num fyri Erlend, sum annars hevði mest sum lukkað málið av seinasta kort er ið. Áki G. Olsen fekk løtu seinni møgu leikan at køva allan spenning, tá hann fangaði bóltin, meðan Kynd il hevði skapt yvirtal við at skif- ta útispælara inn fyri málverjan. Men av miðum vølli tveitti hann bólt in við síðuna av málinum, og so fekk Kyndil enn ein møguleika, sum tó endaði við einum seinasta og úrslitaleysum tríggjametra-kasti. Finaluklárir Sigurin ber við sær, at VÍF nú er trý stig undan restini í kapprenningini um pláss í FM-finaluni, har Neistin er mót støðuliðið. Og tað er øll orsøk at rokna við, at VÍF staðfestir hetta plássið, tá teir næs tu ferð eiga heimadyst móti KÍF. Síðani venjaraskiftið hava vest- menn ing arnir verið at kalla flúgv an- di, og skal nakar skala annars su ve- rena Neistaliðnum, so er VÍF í løtuni so nógv tað besta boðið. Kyndil, KÍF, H71 og StÍF gerast mest sannlíkt ov stutt í hesi kapp- ren n ingini, men tað man vera ein læt ti fyri hesi, at niður flyt ing ar- spurn ingurin nú neyvan verður aktuell ur. Ræðulig sekund Áki G. Olsen hevði ráð at hava tað stóra smílið á andlitinum, tá dysturin móti Kyndli var av, men hann viðgekk uttan at blunka, at seinastu sekundini vóru alt annað enn stuttlig. – Eg hevði tað ræðuligt. Eg hevði jú eitt tómt mál at skjóta í, men ístaðin fyri at skora og lukka dystin, rakti eg við síðuna av. Og so fær Kyndil ein hampuliga góðan møguleika, sum teir tíbetur ikki skora uppá, sigur Áki G. Olsen. Um dystin sjálvan helt hann, at tað var vantandi neyvleiki, sum mundi kostað VÍF heilt nógv. – Vit hava fult tamarhald á tí mesta, og eg haldi, at munurin gjørdist eini seks mál. Men so byrja vit at brenna ov nógv, og so verður tað heilt spennandi her móti endanum. Og tit eru nú heilt nær finaluni. Er tað hana, sum tit nú hugsa um? – Als ikki. Tað eru bara fýra umfør síðani, at vit vóru niðasta liðið í deildini. Nú hava vit so vunnið fýra dystir á rað, og vit hugsa eina og aleina um tann dystin, sum nú stendur fyri framman. -mørk Nýggj í nevndini Aðalfundur var í Róðrarsambandinum leygardagin, og har kom ein nýggjur limur í nevndina. Tað var Súnhild Holm, sum var vald fyri Árna Andreasen, sum ikki stillaði uppaftur. Jan Herman Hansen og Paula Eikhólm blivu bæði afturvald uttan mótvalevni. Hinir nevndarlimirnir eru Poul John Æðustein og Jakku Guttesen, og tiltakslimir eru Mayfinn Norðoy og Høgni Midjord. FM í barnaróðri Tríggjar av kappróðrarstevnunum í summar verða eisini FM-stevnur fyri børn. Ein trímannabólkur skal gera reglugerð fyri róðurin og aldursbólkar, umframt uppskot til, hvørjar stevnur, talan skal verða um. Fyri Norðoyastevnu verður so hildin eykaaðalfundur, sum skal taka endaliga støðu. Hóast tríggjar stevnur nú verða FM-stevnur, verður barnaróður sum vanligt á hinum fýra stevnununum. Kyndil-VÍF 29-30 (12-15): Sjálvmál sendi VÍF í finaluna jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk VÍF vann í gjár sín fjórða sigur av fýra møguligum við Haraldi Bjørgvin sum venjara og er nú bara eitt stig frá finaluni Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir