mánadagur 15. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51
KÍF hevur nú tapt tríggjar
ferðir upp í slag. Fyri trim
um síðan vóru koll firð ingar
á finalukós, men tann
dreymurin er ikki serliga
ítøkiligur longur
Tað er fá fet millum viðgongd og
mótgongd.
Tað mugu kollfirðingar í øllum
før um sanna, nú teir aftur stríðast
fyri at sleppa undan aftasta plássi
num. Fyri trimum vikum síðan vóru
koll firðingar á finalukós. Men liðið
hev ur nú tapt tríggjar ferðir upp í
slag, og seinasta tapið var í gjár, tá
Neist in vitjaði í Kollafirði.
Fyri steðgin høvdu gestirnir úr
høvuðs staðnum fult tamarhald á
dysti num. Neistin rann avstað bein
an v egin, tí kollfirðingarnir nærmast
gav gestunum ókeypis atgongd at
royna seg móti Óla Kristiani Djur
huus.
Serliga
høvdu
Tróndur
Kragesteen og Jugoslav Djumic lætt
spæl.
Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum,
framdi fleiri broytingar í seinna
hálvleiki. Hann fyrireikar í løtuni
liðið til finaluna, og tí er neyðugt at
allir sleppa framat at vísa sítt virði.
Og við einari tryggari leiðslu sluppu
Kris tian Dulavík, Heini Ragnarsson
og Jens Mohr millum annað á vøllin.
Hesa løtuna stríddi heimaliðið seg
aft ur í dystin.
Tað eydnaðist teimum tó ikki at
koma upp á javnleiki, hóast munurin
einu løtuna bara var eitt mál. Neistin
vann við 3735.
Komandi vikuskiftið skal KÍF til
Vest manna, har kravið er tvey stig,
um kollfirðingar skulu verða partur
av FMfinaluni.
Nervar darvaðu spælinum
í samfullar 45 minuttir á
Skála í gjár. Men so slepti
H71 bremsuni og rann StÍF
um koll
Tað loysti seg at sleppa bremsuni
seinastu løtuna.
Tað er greiða niðurstøðan, nú
H71, sum hevur verið í tungum
sjóg vi seinastu vikurnar, eru farnir
und ir seinastu royndina at sleppa í
FM finaluna. Hoyvíkingar vunnu í
gjár við 2618 á útivølli móti StÍF.
Men í samfullar 50 minuttir var
tað ikki serliga áskoðaravinarligt.
Lið ini løgdu líka í, um áskoðararnir
sótu við afturlatnum eygum. Leik
ferð in var lág og málini vóru fá. Sum
heild var hondbóltsdysturin vána
ligur.
Orsøkin er fyrst og fremst, at øll
stig hava stóran týdning í løtuni. Tí
val du liðini at vera sera ansin í sín
um spæli. Hóast bæði strandingar
og hoyvíkingar vóru til dystin fús,
vóru eingin tekin um tað í spælinum.
Mongu
nærdystirnir
seinkaðu
spæli num og einstaklingarnir vístu
einki dirvi at brúka hugflogið. Óttin
at tapa var av sonnum størri enn
vilj in at vinna.
Liðini fylgdust undan hvíldini.
Gest ir nir úr Hoyvík vóru omaná alla
tíð i na, men seinastu løtuna vórðu
teir meira frísinnaðir í sínum spæli
og runnu heimaliðið um koll. Tað
gav av sonnum úrslit. H71 vann
2618.
StÍF og H71 eru trý stig frá finalu
plássinum í løtuni. Fýra stig eru eftir
at spæla um. Á pappírinum hava
strand ingar torførastu uppgávuna.
Teir skulu tvær ferðir til høvuðs stað
in at spæla móti Neistanum og
Kynd il. Komandi uppgávurnar hjá
H71 eru Kyndil og KÍF á heimavølli.
Bæði liðini hava tørv á fýra stigum,
sam stundis sum VÍF skal tapa báðar,
um annaðhvørt StÍF ella H71 skal í
finaluna.
Atli við í sigri
Landsliðsspælarin Atli Danielsen spældi við allan
dystin, tá ið FC Roskilde um vikuskiftið vann
venjingardyst ímóti eykamonnunum hjá superliga
felagnum FC Nordsjælland. Bert eitt mál kom í
dystinum, og tað skoraði Roskilde nakað fyri
hálvleikssteðgin. Atli Danielsen spældi á
miðvøllinum, og hann hann fekk allar 90
minuttirnar í hesum dystinum, sum var tann 9.
venjingardysturin hjá Roskilde í ár. Roskilde spælir
í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Løkin vann
Bogi Løkin spældi við besta liðnum hjá Frem í síðsta
venjingardystinum, áðrenn kappingin nú verður
tikin uppaftur. Bogi byrjaði á miðvøllinum og var
eisini við í uppspælinum til fyrsta málið í 32
sigrinum hjá Frem ímóti Hvidovre. Men tíðliga í
dystinum fekk hann ein lítlan snudd og mátti lata
seg skifta út stutt fyri steðgin.
StÍFH71 1826 (99):
H71 vann nervakríggið
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Bárður Brimvík í H71 og Borgar Danielsen í StÍF stríðast um
bóltin
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF-H71 18-26 (9-9)
10 min: 23
20 min: 55
40 min: 1315
50 min: 1619
Málskjúttar
StÍF: Leivur Justinussen 4,
Pauli G. Hansen 3, Christian
Preda 3, Jóannes Prestá 2,
Borgar Danielsen 2, Sune
Ernotsson 2, Jógvan Berg 1,
Marius Joensen 1
H71: Dánjal Torgarð 7, Janus
Sørensen 6, Esbern Patursson
5, Karolis Dainys 3, Poul
Kjartan Dam 3, Rógvi
Sørensen 1, Rúni Højgaard 1
Brotskøst: H71 4
Útvísingar: StÍF 4, H71 3
Dómarar: Rúni Mohr &
Ragnar Simonsen
FAKTA
KÍF-Neistin 35-37 (16-22)
10 min: 27
20 min: 1115
40 min: 2230
50 min: 2934
Málskjúttar
KÍF: Rógvi Weyhe 8, Teitur
Joensen 7, Andrias Nielsen 5
(1), Ási Dam 4, Niklas Reginsson
4, Tony Weyhe 3, Regin
Petersen 2, Ingi Johannesen 1,
Bergur Lutzen 1
Neistin: Jugoslav Djumic 7,
Tróndur Kragesteen 7, David
Edvardsen 7, Sjúrður
Thomassen 5, Heini
Hanusarson 5, Finnur Hansson
5, Kristian Dulavík 1
Brotskøst: KÍF 3, Neistin 1
Útvísingar: KÍF 4, Neistin 2
Dómarar: Heri Petersen &
Dánial Samuelsen
FAKTA
KÍFNeistin 3537 (1622):
Kollfirðingar sakna stig
Neistin hevði takið á KÍF í
gjár, tá kollfirðingar taptu
triðja dystin upp í slag
Mynd: Álvur Haraldsen