Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Við sigri í gjár syrgdu StÍF- kvinnurnar fyri, at tær við vissu ikki kunnu enda aftastar í Sunset-kapp- ingini Tilsamans níggju dystir hevði StÍF spælt, síðani liðið hálvan november vann á VB, og allir vóru taptir. Men nú VB aftur var mótstøðuliðið, bragd aði langt um leingi hjá StÍF- kvinn u num, sum í gjár vunnu við trim um málum. Serliga fyrstu løtuna av dystinum var tað StÍF, ið var spælstýrandi. Í løtum var talan eisini um góðan hond bólt, og í øllum førum var av rikið so mikið sannførandi, at VB als ikki fekk fótin fyri seg, men rætti- liga skjótt var aftanfyri við seks og sjey málum. Men eftir eina lovandi byrjan við góðum verjuspæli, nógvum skjót- álop um og vilja at vinna, steðgaði full k omuliga upp hjá StÍF síðstu minuttirnar av fyrra hálvleiki, og tá møgu leikin var har, tók VB av og skjeyt fýra mál síðstu løtuna, meðan StÍF einki fekk. Togan aftur og fram Eftir steðgin helt VB fram í somu øði og var um reppið at fara ordiliga av stað, og tað skuldi vísa seg, at sein ni hálvleikur skuldi gerast ein tog an um sigurin, tí viðhvørt slapp StÍF avstað, men VB kom afturíaftur hvørja ferð. Seks minuttir inn í seinna hálvleik stóð á jøvnum, 15-15, og hóast StÍF fekk tikið sær um reiggj aftur eina løtu og vunnið seg framum við fimm málum, svaraði VB enn eina ferð aftur og fór framum 21-20 mitt í hálvleikinum. Síðsta vørrin gjørdi VB, tá 10 minutt ir vóru eftir, tí tá vóru vágs- kvinn ur á odda 24-23. Men so fekk StÍF aftur gongd á, og hesa ferð varð ar beiðið gjørt liðugt, hóast VB ímóti endanum ta einu løtuna fekk mink- að munin niður í eitt mál. Meira rakk tað ikki til, og tí kann endaliga stað- festast, at VB verður aftast í kvinnu- kappingini í vetur. Tað var nokk so týðiligt, at hvørki Stjørnan ella VÍF høvdu tað heilt stóra at spæla fyri. Serliga Stjørnan legði lítið fyri, men heldur ikki VÍF skræd di seg sundur, tí her stóð snøgt sagt ov lítið upp á spæl. Fyrstu løtuna streyk Stjørnan av stað og var á odda 6-0, áðrenn tað fyrstu ferð bragdaði hjá VÍF, sum kom sera seint í gongd, tí tá 20 minutt ir vóru farnir, høvdu vest- man na kvinnur bara skotið tvey mál. Sostatt gjørdist á ongan hátt talan um eina endurtøku av steypa- finaluni millum somu lið, tí til tað var munurin longu í hálvleikinum blivin ov stórur. Tá fyrri hálvleikur var av, var Stjørnan longu sjey mál á odda, og tað bleiv eisini munurin á lið- unum, tá avtornaði. Í seinna hálvleiki lá heldur betur fyri hjá VÍF at spæla við, samstundis sum Stjørnan sá út til at royna ymiskt, ið helst skal brúkast í FM- finalu num ímóti Tjaldri. Men hóast VÍF var betur við síðsta hálva tíman, gjørdist tað ongantíð spennandi. hil Bæði Adina Petrea og Cornelia Rimbu sótu á áskoðaraplássunum, tá Tjaldur í gjár tók ímóti Neistanum. Adina var sjúk og Cornelia hevur ein skaða at dragast við, ið ger tað iva- samt, um hon yvirhøvur verður klár til finalurnar ímóti Stjørnuni. Neistanum skal sigast til rós, at lið ið tók av, nú møguleikin var har, og eftir fyrstu jøvnu løtuna fóru tær bláu avstað. Nokk so tíðliga blivu eini fimm mál á muni, og tann mun- in megnaði Neistin at halda allan veg in, og onkuntíð var hann eisini størri enn tey fimm málini. Í fyrra hálvleiki hevði Neistin gott tak á skjótálopunum, og serliga Unn Kragesteen var ofta skjót avstað. Tað gav bæði brotskøst og útvísingar við sær, tí spælararnir hjá Tjaldri ferð eftir ferð vóru um ein háls. Fyri Neistan var tað hugaligt at vinna á øðrum av teimum báðum frem ru liðunum, tí hetta er fyrsti sigur in av tí slagnum hjá bronsu- vinn ar unum. Hinvegin man tað neyv an smakka væl hjá Tjaldri, at liðið fær enn ein ósigur, tí so hvørt sum finalurnar ímóti vælkoyrandi Stjør n uni nærkast, hevur liðið held- ur brúk fyri sjálvsáliti. hil StÍF-VB 31-28 (14-11): VB verður aftast Stjørnan-VÍF 29-21 (16-9) 10 min: 5-0 20 min: 12-2 40 min: 23-13 50 min: 27-15 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 8 (1), Durita Christophersen 5, Durita Mikkelsen 4, Annika Ljósstein 3, Joan Midjord Joensen 2, Una Olsen 2, Judith Hansen 1, Bára Skaale Klakstein 1, Ella Petersen 1, Anna Kristina Samson 1, Valentina Suciu VÍF: Heidi Joensen 7 (1), Liljan Djurhuus 6 (2), Tóra Seloy 3, Halla Midjord 2, Agnas Olsen 2, Finngerð Jensen 1 Brotskøst: Stjørnan 3, VÍF 3 Útvísingar: Stjørnan 6, VÍF 1 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen Tjaldur-Neistin 16-21 (8-13) 10 min: 2-3 20 min: 5-8 40 min: 9-16 50 min: 11-17 Málskjúttar Tjaldur: Alina Olaru Anghel 9 (3), Mary-Ann Zachariasen 3, Jóhanna í Króki 1, Heidi á Lakjuni 1, Heidi Sevdal 1, Annika Thomsen 1 Neistin: Lina Andriulyte 3 (2), Jacklin Durhuus 3, Anja Heinadóttir 3, Rakul Augustinussen 2, Marjun F. Danberg 2, Unnur Danielsen 2, Katrin á Neystabø 2 (1), Birita Wardum 2, Louisa Andreasen 1, Unn Kragesteen 1 Brotskøst: Tjaldur 3, Neistin 3 Útvísingar: Tjaldur 3, Neistin 4 Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen StÍF-VB 31-28 (14-11) 10 min: 5-3 20 min: 12-6 40 min: 19-16 50 min: 23-24 Málskjúttar StÍF: Roxana Bodirlau 12, Fríðrún Danielsen 7, Anna Petersen 3, Adriana Dobra 3 (1), Rósa Danielsen 2, Birita Poulsen 2 VB: Migle Senvityte 8, Rannvá Johannesen 5, Svava Vestergaard 5, Sára Samuelsen 4, Una Egillsdóttir 3 (1), Christina Holm 2, Bára K. Mortensen 1 Brotskøst: StÍF 1, VB 2 Útvísingar: VB 1 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA Tjaldur-Neistin 16-21 (8-13): Neistin koppaði Tjaldri Stjørnan-VÍF 29-21 (16-9): Stjørnan vann trygt Hóast StÍF fyrstu 20 minuttirnar sá út til at fara avstað, bardi VB seg innaftur í dystin, so tað bylgjaði aftur og fram allan seinna hálvleik Mynd: Álvur Haraldsen Alex Ferguson sá Jóan Símun Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin á høgra vongi, tá U18- liðið hjá Newcastle var á vitjan hjá Manchester United, sum millum sínar áskoðarar hevði ongan minni enn Premier League-venjarin hjá Manchster United, Alex Ferguson. Newcastle kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki við máli frá miðvallaranum, Greg McDermott, men Paul Pogba javnaði fyri Manchester United undan hálvleikssteðginum. Jóan Símun hevði onkran møguleika í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist honum ikki at skora hesa ferð. Dysturin endaði 1-1, og U18-liðið hjá Newcastle hevur ikki tapt í nýggja árinum. Komandi dysturin verður leygardagin á heimavølli ímóti Crew Alexandra.