mánadagur 15. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51
Tá Ægir leygardagin skip
aði fyri stórari svimji
stevnu, blivu fleiri føroysk
met og juniormet sett
Eitt av føroysku metunum, sum var
sett leygardagin, settu fýra kvinnur
úr Ægir, tá tær svumu fýra ferðir 200
metra frísvimjing við tíðini 8:58.93
minuttir. Hetta var ein munandi
betring av gamla metinum upp á
9:13.10 sum Tvøroyrar Svimjifelag
se t ti í einari kapping í Havn í fyri
fimm árum síðani.
Tær fýra úr Ægir – Cecilia
Eysturdal, Eva Trygvadóttir, Turið S.
Christiansen og Monika Biskopstø –
settu samstundis nýtt juniormet á
hesum teininum, tí tær allar eru nóg
ung ar til at seta juniormet. Einki
junior met var áðrenn, men Svimji
sambandið hevði sett eina kravtíð
upp á 9:50.21, sum Ægirsvimjararnir
væl og virðiliga kláraðu, tí tíð teirra
var 51 sekund og 28 hundraðpartar
betri enn kravtíðin!
Eitt annað føroyskt met setti
Poula Øssursdóttir Mohr úr Fugla
fjarðar Svimjifelag, tá hann svam 50
metra firvaldsteinin við tíðini 30.29
sekund. Harvið tók hon metið upp á
30.50 sekund, sum Astrid Foldar
skarð úr svimjifelagnum Flot setti í
landsdystinum ímóti Íslandi í heyst.
Eitt av elstu metunum, sum stóð
fyri skotum leygardagin, settu fýra
svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag,
tá teir svumu fýra ferðir 200 metra
frí svimjing
við
tíðini
8:11.26
minuttir.
Svimjararnir
Eyðbjørn
Joen sen, Jón Hofgaard, Sofus Bech
og Pál Joensen tóku sostatt metið
upp á 8:11.62 minuttir, sum Bogi
Len vig, Heini Harryson, Kristoffur
Hentze og Kristian Martin Joensen
úr Havnar Svimjifelag settu í føroya
meistarastevnuni afturi í 1999!
Fleiri onnur met
Í kappingini leygardagin gjørdist
Cecilia Eysturdal gjørdist fyrsti
svimja ri á Ægirliðnum, sum setti
nýtt føroyskt juniormet í 200 metra
frísvimjing, sum hon svam við tíðini
2:09.82 minuttir.
Eisini settu Hjørtur á Fløtti, Alvi
Hjelm, Sigmund Mørkøre og Bjarni
M. Petersen úr Ægir nýtt føroyskt
junior met í fýra ferðir 200 metra frí
svimj ing hjá monnum, tá teir fingu
tíð ina 8:46.71. Her var einki junior
met áðrenn, men Svimjisambandið
hevði ásett eina kravtíð upp á
8.52.44 minuttir, sum teir fýra eisini
fóru eitt fitt petti niðurum.
Finalurnar á 50 metra teinunum
vórðu svomnar sum eitt slag av
»út skilj ing a rkapping«, har spaku
ligas ti svimjarin varð tikin burturúr
eftir hvønn riðil, og síðani svam rest
in finaluna umaftur og umaftur við
bara tveimum minuttum millum
hvønn riðil. Tann svimjarin, sum
síðst ur var eftir, varð so vinnari.
Her gjørdust vinnararnir hesir:
Poula Øssursdóttir Mohr úr Fugla
fjarðar Svimjifelag í 50 metra firvaldi
hjá kvinnum og Pál Joensen úr
Suður oyar Svimjifelag hjá monnum,
Birita Debes úr Svimjifelagnum Flot
í 50 metra ryggsvimjing hjá kvinn
um og Magnus Jákupsson úr Havn
ar Svimjifelag hjá monnum, Tanja
Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag í
50 metra bringusvimjing hjá kvinn
um og Jón Hofgaard úr Suðuroyar
Svimjfelag hjá monnum, og at enda
Cecilia Eysturdal úr Ægir í 50 metra
frísvimjing hjá kvinnum og Pál
Joen sen úr Suðuroyar Svimjfelag
hjá monnum.
Heilt
upp í
65 ár
Umframt vanligu svimjararnar,
sum høvdu meldað seg til
Ægir stevnuna í Klaksvík um
viku skiftið, vóru eisini 12 kvinn
ur og 29 mans frá árgangi 1945
til 1983 við í kappingini, sum
sostatt spenti víða í aldri, frá 12
ár um upp í 65 ár.
Seinnapartin leygardagin var
eisini kapping fyri Masters
svimj arar, sum eru svimjarar
eldri enn 25 ár. Har lá serliga
væl fyri hjá Havnar Svimjifelag,
sum eisini hevði fleiri svimjarar
við har, enn nakað av hinum
feløgu num.
At knotur enn eru í fleiri av
teim um, sum vit fyrr hava hoyrt
nógv um, sæst av, at millum
vinn ar arnar vóru svimjarar sum
Karina Petersen, Hákun Stein
gríms son, Árni Winther, Aksel
Harald sen, Eyðun Hús garð,
Petur Heðin á Fløtti, Eyð un
Bærentsen, Bogi Hansen, Høgni
Mikkel sen og Jon Hestoy.
hil
Fleiri svimjimet
í Klaksvík
Fleiri føroysk met og
juniormet blivu sett
leygardagin, tá Ægir-stevnan
var í Svimjihøllini í Klaksvík
Mynd: Svimjisambandið
Klettskarð aftur mál
U21landsliðsspælarin, Páll Klettskarð, sum spælir við
Vanløse í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, skoraði í
venjingardysti leygardagin. Hetta er triðja dystin á rað,
at klaksvíkingurin fær mál, og harvið sær út til, at Páll
Klettskarð veruliga hevur skotið seg heitan, nú
kappingin leygardagin verður tikin uppaftur eftir
vetrarsteðg.
Galla fyri tey ungu
Eins og síðstu tvey árini, skipar H71 aftur í ár fyri
gallaveitslu, sum er fyri spælararnar í deildunum gentur
17 og dreingir 17 ár. Karmurin er eisini tann sami, aulan í
Hoydølum, har spælararnir úr ymsu feløgunum møta
gallaklæddir leygarkvøldið 20. mars. Borðreitt verður við
sjálvtøkuborði og endar borðhaldið við, at bestu
spælararnir verða heiðraðir, áðrenn dansurin byrjar.