Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Fleyr, sum fyri góðum mán­ aði síðani var fullkomuliga av skrivað til toppin í Eik­ ligu ni hjá kvinnum, kom sterkt aftur ímóti endanum og vann bronsuna – enntá frá Mjølnir, sum fyri ein ari viku síðani mist gull kjan­ s in og nú einki heið urs­ merki fekk Tá kvinnurnar hjá Fleyr fyrst í febru­ ar mánaði á heimavølli taptu fyri Drátti, tóktist tað sum endin á øllum møguleikum hjá Fleyr at fáa nakað sum helst burturúr hesum kapp ing­ ar árinum. Nú var gloppið ov stórt upp til tey plássini, har tað stuttliga hendi. Men best sum alt var avskrivað, raknaði Fleyr við ímóti endanum og fór brádliga at vinna dystir. Í Trongis­ vági var tað fyrst TB, ið kendi sviðan av endurreista Fleyr­liðnum, ið endi­ liga fór at spæla frígjørt, nú alt trýst­ ið var burturi. Burtur úr tí kom ein ordans endabrestur við fýra sigrum á rað. Leygardagin gav tað so eisini ein vinning av sær, tí tann fjórði var ímóti Mjølnir, sum annars í allan vet­ ur hevur verið liðið, ið sá út til at orka best at renna aftan á SÍ. Men nú avgerandi dystirnir skuldu spælast, var soðið ov tunt hjá Mjølnir, ið fyrst misti finalukjansin við at tapa fyri TB, og nú í allarsíðsta dystinum misti bronsukjansin eisini. Av teimum trimum kvinnu dyst­ un um hetta síðsta umfarið, var hetta tann einasti, ið hevði ávirkan á nakað sum helst, tí her stóð bronsan upp á spæl. Vinnandi liðið fekk bron su og tapandi liðið fekk fjórða­ plássið. Undan dystinum var Mjølnir eitt stig framman fyri Fleyr. Alt riggaði bara At tað kann gera nógv við eitt lið, at tað ikki spælir undir trýsti, gjørdist Fleyr sostatt besta dømi um, tí leyga r dagin var eingin slingur í valsi num. Tað sá út, sum bar alt til hjá liðnum, sum á pappírinum átti at verið eitt avgjørt topplið – við ikki fær ri enn fimm landsliðs spælar­ um… Mjølnir fekk ongantíð fótin fyri seg, tí hóast Fleyr hevði nakrar servu feilir, gekk alt sum fótur í hosu. Allarflestu servurnar kom hart og væl yvirum og skaptu trupulleikar hjá mótstøðuliðnum, og haraftrat var álopsspælið varierað og gott, so Mjøl nir hvørki á gólvinum ella í blokki num megnaði at venda dysti­ num. Og tá so Mjølnir royndi, vóru tær hjá Fleyr sera ídnar at fáa bóltarnar uppaftur, um tær ikki longu høvdu blokkað klaksvíkskvinnur frammi við netið. Gjøgnumgangandi spældi Fleyr tað besta, sum liðið hevur avrik að í vetur, og verður hesin tráð­ ur in tikin upp, tá nýggja kappingin byrjar aftur, verður ikki stuttligt at vera fyri! Í fyrsta settinum fylgdust liðini upp til 12­12, men so fór Fleyr av stað. Og liðið helt fram í øðrum setti, tá ein leiðsla varð vunnin bein­ an vegin og hildin allan vegin. Tað var heldur javnari í triðja setti, men fram vegis ikki øðrvísi enn so, at Fleyr eisini vann tað trygt. Komandi kappingarár skulu kvinnurnar hjá Fleyr hava nýggjan venjara, tí eftir fýra ár í sessinum fer Hans Mikkelsen at royna aðr ar avbjóðingar – eisini í ítróttar heiminum Dysturin ímóti Mjølnir leygardagin gjørd ist tann seinasti hjá Hans Mikkel sen sum Fleyr­venjari í hesum um farinum. Hann hevur vant kvinn­ ur nar hjá Fleyr síðstu fýra árini, men hevur nú hug at royna aðrar av bjóðingar. – Hetta hava verið fýra góð ár, har vit hava spælt okkum úr 1. deild upp í Eik­liguna og verið í einari steypa­ finalu, men nú haldi eg, at tað er klárt hjá onkrum øðrum at taka yvir. Tað verður eisini deiligt at sleppa undan at venja, nú tað hava verið fýra venjingarkvøld um vikuna hesi fýra árini, segði Hans eftir dystin ímóti Mjølnir leygardagin, sum tryggj aði honum og Fleyr­ kvinnunum bronsuheiðursmerkini. Tað var hann eisini nøgdur við, so leiðis sum kappingarárið hevur hátt að seg: – Sum tað endaði hjá okkum, kenn ist tað gott at standa við bronsu heiðursmerkjunum, tí um vit taka alt kappingarárið, hevur tað verið sera skuffandi, sigur fráfarandi venjarin, ið ikki minst man hugsa um, hvussu nær Fleyr var at koma í steypafinaluna hjá kvinnunum, men tvær ferðir tapti fyri Drátti og tí ikki rakk allan vegin. – Nú veit eg ikki, hvussu liðið verð ur mannað næsta kappingarár, men eg rokni bara við, at sum heild verða tað tær somu, ið halda fram. Sum eg havi sagt fyrr, so er eingin ivi um dygdirnar á liðnum, tí tá Fleyr spælir væl, er tað eingin annar, ið spæl ir betur. Hóast leikluturin sum venjari er liðugt spældur hesa ferð, merkir tað ikki, at Hans Mikkelsen púrasta slepp ur ítróttinum. Hann fer bara at leggja seg eftir øðrum ítrótti í staðin: – Eg eri knýttur at kvinnu lands­ liðnum í hondbólti sum fysiskur ven jari, so har verður eitt sindur at gera komandi tíðina. So fari eg eisini at fáast meira við klintring í Coast­ Zone North Atlantic, har vit eru nakr ir, ið ætla okkum at fáa in struk­ tør prógv innan fyri tað næsta árið. Ferrari var fremst Spanski Fernando Alonso og brasilski Felipe Massa syrgdu fyri dupultsigri til Ferrari, tá fyrsta Grand Prix­ kappkoyringin í Formel 1 var í Bahrain í gjár. Lewis Hamilton í McLaren var nummar trý, framman fyri Sebastian Vettel frá Red Bull, sum byrjaði fremst og leingi var á odda, men kortini ikki megnaði at halda fast um oddasessin og datt niður á fjórða plássið. Schumacher væl við Størsti spenningurin undan kappkoyringini í Bahrain í gjár stóð um 41 ára gamla týskaran, Michael Schumacher, sum eftir trý ár frá motorítróttinum gjørdi »come­back« í einum bili hjá Mercedes. Men hóast hann hevur verið burtur frá Formel 1, stóð hann seg væl og kom á mál sum nummar seks. Sostatt fekk sjeyfaldi heimsmeistarin stig burtur úr kappingini. Fleyr­Mjølnir 3­0 (25­16, 25­19, 25­20): Fleyr tók bronsuna Hans gevst sum venjari einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Leygardagin fekk Fleyr alt at rigga í »bronsufinaluni« ímóti Mjølnir, sum ongantíð veruliga kom inn í dystin Mynd: Álvur Haraldsen Hans Mikkelsen heldur, at tað er eitt gott Fleyr- lið, hann nú letur upp í hendurnar á komandi venjaranum hjá havnarkvinnunum, sum endaðu árið við at vinna bronsu Mynd: Álvur Haraldsen