Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 Longu undan seinasta lands kappingardystinum hevði SÍ so mikið av sett­ muni, samanborið við TB, at sjálvt ikki ein sen s a tionel­ l ur KÍF­sigur vildi tikið odda sessin frá SÍ Alt hetta kappingarárið hava SÍ og KÍF havt sítt fasta pláss á stigatalvuni – í hvør sínum enda. Longu frá byrj­ an hevur SÍ verið oddaliðið, øll hini hava roynt at runnið aftaná, og hin­ vegin hevur KÍF í allan vetur verið lið ið, sum til fánýtis hevur roynt at strítt seg av aftasta plássinum. Henda støða broyttist heldur einki, tá nummar sjey leygardagin tók ímóti nummar eitt í ítróttar høll­ ini í Kollafirði. Men sjálvt um dyst ur­ in hvørki kundi flyta eitt ella annað, skuldi hann spælast. SÍ skal leygardagin og sunnudagin spæla tvær FM­finalur ímóti TB, men í Kollafirði var tað ikki á øllum pláss­ um sterkasta uppstillingin hjá SÍ, sum var inni. Og aftur hesa ferð varð Karin Mikkelsen spard, tí hana vilja sør vingar hava í besta standi áðrenn finalur nar, sum verða spældar á Eiði. Fáur mundi vænta, at tað kortini gjørdi tann stóra munin fyri dystin, tí sjálvt við bonki og eykaspælarum skuldi SÍ fingið mynstrað eitt lið, ið átti at vunnið á tí niðasta í deildini. So var eisini, og burtur sæð frá fyrra partin av fyrsta setti, so var stórur mun ur á liðunum. KÍF gjørdi so ein vørr í fyrsta setti, tá tað eydnaðist at fylgja SÍ upp til 14­14, men so fór SÍ upp á 17­14 og koyrdi á víðari, so tað stóra kortini ikki spurdist burtur úr hjá ungu kvinn un um í Kollafirði. Í teimum báð um seinnu settunum var SÍ alla tíð ina sannførandi frammanfyri, og ser liga í triðja setti leyp SÍ avstað og kom á odda 13­3. Bæði lið hava tó dystir eftir at spæla, tí meðan SÍ skal savna tank­ ar nar um finalurnar ímóti TB, sum hava til endamáls at finna meistara­ liðið í Eik­liguni í vetur, skal KÍF tvey tey næstu mikukvøldini spæla upp­ og niðurflytingardystir ímóti Tern u­ ni av Toftum. TB­Dráttur 3­1 (25­17, 22­25, 25­21,25­18): Allar sluppu at spæla Fyri nøkrum vikum síðani hevði tað óivað verið meira spennandi at sæð ein dyst millum TB og Drátt, enn tað var leygardagin. Fyrst og fremst var orsøkin, at hesa ferð hevði dysturin púrt ongan týdning, tí TB longu hevði tryggjað sær finalupláss og Dráttur hvørki kundu fara ein ella annan veg av sínum fimta plássi. Hevði TB sett nøsina upp eftir einum góðum fyrireikingardysti, nú tað stundar ímóti finalunum ímóti SÍ, so var heldur ikki tað stóra at heinta, tí eitt nú høvdu bæði Helga Nordendal og Herborg á Mýrini forfall og vóru ikki komnar suður við Drátti, sum tískil manglaði vanligu slagkraftina. Í staðin gjørdist hetta ein dystur, har TB læt nógvar av teimum spælarunum sleppa framat, sum kanska ikki hava fingið so nógva spælitíð á besta liðnum í vetur. Í tveimum av settunum byrjaði TB við sterkastu manning, men valdi at skifta út, tá leiðslan var blivin rímiliga stór, og annars vóru tað fyri tað nógva tær yngru, ið mannaðu liðið. Dysturin stóð sum ein stórur kontrastur til tann vikuna frammanundan, tá Mjølnir var og vitjaði, tí hesa ferð var sera friðarligt í høllini, og sjálvt ikki spælararnir gjørdu tað stóra burturúr. Her var snøgt sagt ov lítið at spæla um, og tað merkti eisini sjálvan dystin. TB hevði undan dystinum leygardagin vunnið 11 av 12 dystum síðani í november, teirra millum tveir ímóti SÍ, og hóast Dráttur fekk tikið eitt sett í Trongisvági sunnudagin, helt góða gongdin fram hjá TB, sum endar landskappingina tvey stig aftan fyri SÍ, men fýra stig framman fyri Fleyr. hil Feitur fótbóltsspælari Danski fótbóltsspælarin, Peter Degn, hevur eitt hægri BMI enn nógvir aðrir fótbóltsspælarar, men hann stendur seg væl á liðnum hjá Silkeborg í superliguni. Hann sleppur tó ikki undan, at hann javnan verður kallaður »feita svín«. – Tað nervar meg als ikki. Eg havi gingið í hørðum skúla í AGF, og tá tú fært eitt slag á kjálkan, so svarar tú aftur, sigur Peter Degn. Beckham ikki til HM Kappingarárið er liðugt fyri David Beckham, eftir at hann sunnukvøldið fekk álvarsligan skaða í dysti hjá AC Milan. Tað var ímóti endanum av dystinum, at Beckham fekk ein snudd í hælsinuna, og hann varð borin tárandi av vøllinum. Beckham spælir neyvan aftur í hesum kappingarárinum, og tí er helst eisini líkt til, at stóri HM­dreymurin hjá ensku stjørnuni er í knúsi. KÍF­SÍ 0­3 (16­25, 14­25, 13­25): Oddasessurin staðfestur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Toppur og botnur hittust í Kollafirði leygardagin, og munur sást eisini á liðunum, tí SÍ vann 3-0 á KÍF Mynd: Álvur Haraldsen