Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Toppdysturin í hjá flog­ bólts monnunum kundi farið báðar vegir, men tá av tornaði var SÍ kaldari í fimta setti og streyk avstað við oddasessinum og heima vøllinum í møguligu triðju finaluni SÍ vann sær oddasessin í seinasta dysti num í Eik-liguni hjá monnum, tá tað á útivølli eydnaðist at vinna á Mjølnir leygardagin. Mjølnir hevur annars verið á odda líka síðani okto- ber mánað, men í evstu løtu eydn- að ist SÍ at yvirhála. Dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík var bæði endurtøka av steypa finaluni og ein finalu for- smakkur hjá monnunum, tí leingi hev ur verið greitt, at SÍ og Mjølnir skulu spæla FM-finalurnar. Í løtum livdu liðini eisini leygardagin upp til, at tey eru finalistar, men aðrar løtur var tað kanska heldur linligari. Sørvingar løgdu væl út í fyrsta setti og vóru á odda 8-4, áðrenn Mjøln ir raknaði við. Liðini fylgdust up p eftir til 15-15, men so fór Mjølnir fram um 17-15 og megnaði at halda stand og vann fyrsta sett. Hinvegin var SÍ á odda fyri tað nógva í øðrum setti, sum SÍ eisini vann, so nú stóð 1-1 í settum. Javnt fimta sett Triðja sett gjørdist tað besta í dysti- num, tí har vóru nógvar duellir og drúgv ir bóltar. Mjølnir vann tær flestu av teimum og sá út til at skula taka settið. Men SÍ fylgdi væl við, so Mjølnir ongantíð slapp avstað. Støð- an var 23-23, tá spælandi Mjølnir- venjarin, Boban Ilic, var óheppin at smasja í netið, so SÍ slapp framum, og so lá væl fyri hjá sørvingum at taka síðsta bóltin og settið. Skelkurin var tó ikki størri enn so hjá Mjølnir, enn at liðið veruliga tók seg saman í fjórða setti og herjaði á. SÍ fekk ikki eitt bein til jørðina, men fekk ein veruligan avsmurning. Mest sum beinanvegin kom Mjølnir fra m um 13-3, og henda leiðslan var bara útbygd gjøgnum setti. Sostatt stóð 2-2 í settum og eitt fimta og avgerandi sett skuldi spæl- ast. Her gjørdi seg aftur galdandi, at liðið fylgdust øgiliga væl, umframt at tey eisini spældu væl og góvu á skoð ar unum gott undirhald. Fyrstu løtu na var tað Mjølnir, sum fór eitt stig framum, áðrenn SÍ javnaði, og síðani var tað SÍ, ið fór hetta eina stig ið framum og Mjølnir javnaði. Flestu bóltarnir vóru bara sera, mót tøka og smasj, men sum setti- num leið, vórðu álopsspælararnir báðu megin netið varnrari og tordu ikki ordiliga at avgera. Men tá støð- an var 12-12, fekk SÍ í evstu løtu spælt seg betur ígjøgnum og tikið sett ið og sigurin. Tað merkir, at verður einki avgjørt, eftir at SÍ og Mjølnir hava spælt tær báðar fyrstu finalurnar leygardagin og sunnudagin, verður tað SÍ, sum í Sør vági fær heimavøll í triðju finalu- ni. Mjølnir­SÍ 2­3 (25­20, 21­25, 23­25, 25­12, 12­15): Finaluforsmakkur við fimm settum ÍF­Fleyr 0­3 (18­25, 19­25, 18­25): Skuldi bara spælast Dysturin á Kambsdali leygar- dagin, har menninir hjá ÍF tóku ímóti Fleyr, var í roynd og veru uttan týdning fyri nakran, tí ÍF slapp ikki av stigaleysa botn- plássinum og Fleyr fekk bronsu na, óansæð úrslitið. Hetta var longu greitt fyri fleiri vik um síðani. Hvørki av liðunum hevur havt eitt kappingarár, ið verður skriv að í søguna hjá feløgunum. ÍF, sum vann greipuna í fjør, hev ur havt eitt nógv yngri og óroynd ari lið í ár, og hóast onk- ur sett eru vunnin, er talan um 18 tap í 18 dystum. Hetta árið skulu fuglfirðingar bara gloyma sum skjótast. Fleyr fekk eftir dystin leygar- dagin handað bronsumerkini, men tað er neyvan tað, liðið hevði ætlað sær, tá árið byrjaði. Ikki færri enn seks ferðir hevur Fleyr spælt fimmsettarar ímóti teim um báðum ovaru liðunum, SÍ og Mjølnir, men av teimum eru fimm taptir. Marginalarnir hava bara ikki verið við. Leygardagin kom ÍF betur frá byrj an og var á odda 17-12 í fyrsta setti, men tapti tað kort- ini 18-25. Í teimum báðum sein- nu settunum var Fleyr skjótari úr startholinum, og hóast ÍF hevði hug at nærkast, vann Fleyr bæði settini trygt, so talan gjørd ist um ein 3-0 sigur, áðr- enn manningin hjá havn ar lið- num fekk bronsu heiðurs merk- ini handað. hil Messi skoraði hattrick Argentinski stórspælarin Lionel Messi var í hopla í gjárkvøldið. FC Barcelona spældi á heimavølli ímóti Sevilla, og eftir ein málleysan fyrra hálvleik tók Messi fat í seinna hálvleiki. Stutt eftir steðgin skoraði hann til 1-0, eftir ein góðan solotúr ígjøgnum verjuna. Eftir at Valenica síðani fekk ein spælara útvístan, skoraði Messi tvey mál afturat, og tryggi sigurin ger, at Barcelona heldur seg í hølunum á oddaliðnum Real Madrid. Higuain dugir eisini Ein annar argentiskur spælari skoraði eisini hattrick í sponsku landskappingini í gjárkvøldið. Gonzalo Hiuguain spælir fyri oddaliðið Real Madrid, og hann var í rætta essinum í dystinum ímóti Valladolid. Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda, og síðani skoraði Higuain trý mál fyri kongafelagið, sum vann dystin 4-1. Harvið heldur Real Madrid fast um oddastøðuni í sponsku landskappingini. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Fimm sett máttu til, áðrenn toppdysturin í Eik-liguni hjá monnum millum Mjølnir og SÍ kundi avgerast Mynd: Álvur Haraldsen