Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 Leygardagin skipaði Hvirl­ an fyri opnari kapping í trim um greinum í frælsum ítrótti. Tað endaði við trim­ um bólkametum, trimum felags metum og ikki færri enn 17 persónligum metum Lagt var fyri við spjótkasti, har sjey kapp aðust. Helgi Geyti hevði sett sær fyri at røkka 40 metrar, men hóast tað ikki eydnaðist, kom hann so nær, at bara seks sentimetrar rest aðu í at røkka málinum. Tann, sum tó hevði størstu framgongdina, var Hallur Simonsen, ið kastaði spjót ið yvir fimm metrar longri, enn hann hevði gjørt áður. Steinolvur Geyti og Tróndur Arge megn aðu báðir at kasta spjótið long ri enn í fjør. Sjálvt um talan var um eitt spjót, sum vigaði 100 gram meiri enn spjótið, teir kastaðu í fjør, nú teir eru fluttir ein aldursbólk upp, so megnaði Steinolvur at kasta tveir metrar longri og Tróndur ein metur longri. Hanus Bergsson bøtti eisini um sítt persónliga met við hálvum metri. Framgongd í klingru Í vetur hava fleiri ítróttargreinar havt trupulleikar av nógva kava­ num, sum hevur ligið leingi, og so hev ur eisini verið í klingruvarpi, og tí vóru kanska ikki so stórar vónir um tey stóru úrslitini. Men allíkavæl eydnaðist fleiri av íðkar u num at seta góð, persónlig met. Serliga Helgi Geyti og Hallur Simon sen gjørdu ein ordans vørr. Helgi betraði bólkametið við yvir tveim um metrum, so hann bara var 23 sentimetrar frá at røkka út á 30 metr ar, og Hallur gjørdi enn eina ferð størsta lopið í framgongd, tá hann betraði persónliga met sítt við yvir hálvumsjeynda metri. Hallur var leygar dagin í øllum sínum vørpum væl betur enn gamla met sítt. Eisini Hanus Bergsson betraði sítt persónliga met, eins og Tróndur Arge, Steinolvur Geyti og Trygvi Laksá foss allir settu nýggj persónlig met, nú teir fyri fyrstu ferð kapp­ aðust við hálvtannað kilo tungu klingr uni. Væl er vant At enda var so kappingin í trístøkki, har Trygvi Laksáfoss betraði sítt met við yvir einum metri og er í nánd av at røkka upp á 11 metrar. Hallur Simon sen kom fyrstu ferð út um nígg ju metrar, og Tróndur var bara seks sentimetrar frá at røkka tað sama. Hanus Bergsson var fyri fyrstu ferð við í trístøkki, men kortini megn aði hann at koma út á 8,75 metr ar. Meifríð Hansen, sum mest fæst við klingruvarp, royndi seg eisini í trí støkki leygardagin, har hon kom út á 7,69 metrar. Hetta er fyrsta kapp ing í trístøkki hjá Hvirluni, so tí gjørdist talan um felagsmet hjá kvinn um. Samanumtikið vísti kappingin leygar dagin, at tey ungu hava vant væl í vetur, og í Hvirluni rokna tey við, at enn størri framgongd verður at síggja í summar. Eisini fegnast tey um, at Rógvi Højgaard er sloppin av við skaðan, sum hevur darvað síðstu tvey árini, so hann leygardagin hevði sítt longsta spjótkast síðani Oyggja leikirnar á Rhodos í 2007. – Vit hava sett okkum fyri, at vit umleið triðjuhvørja viku skulu hava opnar kappingar, so tey ungu sleppa at royna seg og koyra ígjøgnum tær ymsu greinarnar, sigur Heri Ziska, næstformaður og venjari í Hvirluni. – Á Tórsbreyt hava vit umstøður til at íðka allar frælsar ítróttargreinar uttan stangarlop, so tí royna vit at geva teimum ungu møguleikan at sleppa at royna alt tað, sum tey kunnu royna. Heri sigur, at av tí at so nógvar rennikappingar eru, hevur Hvirlan í hesum opnu kappingunum lagt størstan dent á tær teknisku greinarnar, sum fevna um lop og kast. – Tað kann tó eisini henda seg, at vit fara at royna onkra av »skeivu« renningunum, ið ikki verður so nógv runnin, tí vit vilja fegin, at eingin av greinunum skal vera púra ókend. Opnu kappingarnar hjá Hvirluni byrjaðu leygardagin, tá tey kappaðu spjótkasti, klingruvarpi og trístøkki. Umframt teir fimm ungu íðkararnar, sum eru í aldursbólkunum 14­15 ár og 16­17 ár, vóru tvey vaksin við í kappingini, Meifríð Hansen og Rógvi Højgaard. hil Keane aftur til Spurs Hetta hálvárið hevur enska felagið Tottenheim leigað álopsspælaran Robbie Keane til skotska felagið Celtic, men venjarin í Tottenham er ikki í iva um, at Keane kemur aftur til Tottenham at spæla, tá ið leigusáttmálin gongur út í juni. – Hann er okkara liðformaður, og tað er púra vist, at hann kemur aftur til felagið. Hann er ein spælari, sum frameftir skal hava ein týðandi leiklut her í felagnum, sigur Joe Jordan, hjálparvenjari. Um vikuskiftið skoraði Keane hattrick fyri Celtic. Rooney nógv at læra Um vikuskiftið skoraði hann mál nummar 31 og 32 fyri Manchester United í ár, men Wayne Rooney heldur sjálvur, at hann hevur nógv eftir at læra sum álopsspælari. – Eg havi nógv eftir at læra, og eg kann betra meg nógv komandi ár, sigur Rooney við The Sun. Hann sigur, at hann ynskir at verða roknaður sum ein av teimum heilt stóru, tá ið hann gevst at spæla fótbólt. Rooney er toppskjútti í ensku Premier League. Hann hevur skotið 25 mál, og tað eru fýra fleiri enn Didier Drogba hjá Chelsea. Heri Ziska roknar upp á úrslitini, meðan ungu íðkararnir spentir fylgja við Mynd: Álvur Haraldsen Fleiri opnar kappingar Góð úrslit á Tórsbreyt Rógvi Højgaard, sum vit besta kenna við spjóti í hond, roynir seg her í klingruvarpi Mynd: Álvur Haraldsen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen