Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Wayne Rooney, Didier Drogba og Nicklas Bendtner skoraðu allir um vikuskiftið, og støðan er óbroytt millum tey trý í oddanum í Premier League. Tveir av komandi dystinum hjá Manchester United eru ímóti Liverpool og Chelsea Tað eru áleypararnir hjá oddaliðnum, ið stjala forsíðurnar fyri tíðina. Wayne Rooney skoraði tvey fyri Manchetser United, Didier Drogba gjørdi tað sama á Stamford Bridge, meðan Nicklas Bendtner skoraði avgerandi málið í evstu løtu fyri Arsenal. Tað er væl hugsandi, at meistaraheitið fellur tí felagnum í lut, sum hevur besta áleyparan síðstu átta dystirnar. Hóast Bendtner ikki kann sigast at vera á sama stigi sum Rooney og Drogba, so hevur hann síðstu vikuna víst, at hann kann gerast týdn ingar­ mikil fyri Arsenal. Eftir ein vánaliga dystin móti Burnley fyri góðari viku síðani, hevur danin skorað fýra mál í tveimum dystum. Tað er langt síðani, at tað hevur verið so spennandi í oddanum í Premier League. Trý lið liggja stavn um stavn, nú bara átta umfør eru eftir at spæla. Eingin avskrivast Hevur kappingarárið í ár lært okkum nakað, so er tað ikki at avskriva nakað lið. Fyri einum góðum mánað síðani tapti Arsenal greitt fyri bæði Manchester United og Chelsea. Tá vóru tað fá, ið vóru samd við Arsenal venjaranum, Arsene Wenger, tá hann segði, at Arsenal enn hevði møguleika at vinna Premier League. Í dag eru tað fleiri fótbólts við­ merkjarar, ið halda, at Arsenal hevur lættari dystir eftir, enn Manchester United og Chelsea. Chelsea var eisini eitt tíðarskeið greitt á odda, men hevur eisini mist óvæntað stig. Sir Alex Ferguson segði tá róliga, at um teir vóru í nánd av Chelsea eftir jól, so var hann fegin. Manchester United vann um vikuskiftið á heimavølli móti Ful­ ham. Aftur hesa ferð var tað Wayne Rooney, ið hevði høvuðsleiklutin við tveimum málum. Sir Alex og Rooney eru í tí støðu, at teir kunnu avgera alt sjálvir. Teir fáa nevniliga vitjan av Chelsea fyrst í apríl, og tað kann í nógv mátar blíva dysturin, ið verður avgerandi fyri, hvør vinnur Premier League. Vinnarin av dystin kemur í eina góða støðu, men endar hann javnt, so er klárt hjá Arsenal at traðka fram. United yvirhálar Veddingarfyritøkan William Hill hevur Manchester United og Chelsea sum favorittar at vinna Premier League. Bæði geva peng­ arnar aftur hálvatriðju ferð aftur, meðan Arsenal gevur pengarnar hálvafjórðu ferð aftur. Teir meta sostatt, at Manchester United og Chelsea hava líka góðan møguleika at vinna Premier League, meðan møguleikarnir hjá Arsenal eru eitt sind ur verri. Flestu veddingar fyri­ tøkur hava áleið somu odds. Øll trý liðini eru enn við í Champ­ ions League. Manchester United og Arsenal eru komin víðari til fjórð­ ingsfinaluna, meðan Chelsea týs­ kvøldið fær vitjan av gamla venj ar­ anum, José Mourinho, og hansara Inter Milan. Manchester United fær komandi vikuskiftið vitjan av Liverpool, sum hevur vunnu síðstu tríggjar inn an­ hýsis dystirnar teirra millum. Vinnur Manchester United enska meistara­ heitið í ár, so er tað nummar 19, eitt fleiri enn Liverpool. Hetta er tí ikki bara ein vanlig grannauppgerð, men seinasti møguleikin hjá Liver­ pool at forða Manchester United í at gerast felagið við meistara heit un­ um í Onglandi. Arsenal fær vitjan av West Ham, meðan Chelsea skal til Blackburn. So er spurningurin bara, um tað verður Rooney, Drogba ella kanska »outsidarin« Nicklas Bentdner, ið fer avstað við forsíðuni komandi viku­ skifti… Robben bjargar Bayern Niðurlendski vongspælarin Arjen Robben var stóri maðurin, tá ið týska oddaliðið FC Bayern um vikuskiftið vendi ein hóttandi tapi til sigur. Freiburg var á vitjan í München, og teir løgdu seg á odda 1­0. Í seinna hálvleiki kom Bayern rættiliga fyri seg, og Arjen Robben skoraði tvey mál seinasta korterið av dystinum, so Bayern vann 2­1 og varðveitti sína oddastøðu í týsku bundesliguni. Nesta undir skurð Italski verjuspælarin Alessandro Nesta skal skurðviðgerast í knænum, og tí spælir 34 ára gamli Nesta neyvan aftur í hesum kappingarárinum. Nesta hevur drigist við ein skaða í knænum, og nú er staðfest, at hann sleppur ikki undan einari skurðviðgerð. Nesta sjálvur vónar, at hann hóast viðgerðina kann spæla fyri AC Milan móti endanum av kappingini í ár. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Man Utd. 30 21 - 3 - 6 70 24 46 66 2 Chelsea 29 20 - 4 - 5 69 27 42 64 3 Arsenal 30 20 - 4 - 6 71 33 38 64 4 Tottenham 29 15 - 7 - 7 53 28 25 52 5 Man City 28 13 - 11 - 4 53 36 17 50 6 Liverpool 29 14 - 6 - 9 45 29 16 48 7 Aston Villa 27 12 - 10 - 5 37 21 16 46 8 Birmingham 29 12 - 8 - 9 30 31 -1 44 9 Everton 29 11 - 9 - 9 46 42 4 42 10 Fulham 29 10 - 8 - 11 32 32 0 38 11 Stoke 29 8 - 12 - 9 28 33 -5 36 12 Blackburn 29 9 - 7 - 13 31 48 -17 34 13 Bolton 30 8 - 8 - 14 36 54 -18 32 14 Sunderland 29 7 - 10 - 12 37 45 -8 31 15 Wigan 29 7 - 7 - 15 27 57 -30 28 16 West Ham 29 6 - 9 - 14 37 49 -12 27 17 Wolves 29 7 - 6 - 16 23 47 -24 27 18 Burnley 30 6 - 6 - 18 31 63 -32 24 19 Hull 29 5 - 9 - 15 27 61 -34 24 20 Portsmouth 28 5 - 4 - 19 24 47 -23 19 Úrslit, Premier League Leygardagin Tottenham­Blackburn 3­1 Birmingham­Everton 2­2 Bolton­Wigan 4­0 Burnley­Wolverhampton 1­2 Chelsea­West Ham 4­1 Stoke­Aston Villa 0­0 Hull­Arsenal 1­2 Sunnudagin Manchester United­Fulham 3­0 Sunderland­Manchester City 1­1 argetrondur@ofir.dk Tróndur Arge Status quo í oddanum Didier Drogba er toppskjútti hjá Chelsea, sum kappast við Manchester United og Arsenal í oddanum í Premier League