mánadagur 15. mars 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2010
29
Helena Dam á Neysta
bø, landsstýriskvinna
við mentamálum, og
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, vóru eisini
við á Hvonn Live og
tey megnaðu bæði
at gera XFactor
politiskt
X-Factor
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Vit eru øgiliga errin av
Annu, sum setir Føroyar á
heimskortið.
Soleiðis segði Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna, tá hon slapp
framat mikrofonini og Kaj
Leo Johannesen fór sama
veg.
– Hetta er heilt ótrúliga
flott. Børnini hava glett seg,
mammur og pápar, hóast
páparnir ikki hava vilja
innrømmað tað. Tey hava
øll sett seg frammanfyri
sjón varpstólunum fríggja
kvøld, segði Kaj Leo Jo
hannesen, løgmaður, sum
viðgekk, at lagið ikki var
nakað serligt, tá Anna var
send úr kappingini.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna viðgekk
somuleiðis, at hon var sera
forharmað, at Anna ikki
kom víðari.
Mentanin bjargar
Føroyum
Helena Dam á Neystabø
nýtti eisini høvið at greiða
frá síni meting, at evnini
hjá listafólkum í Føroyum
eru tað, sum skal fáa Før
oyar úr kreppustøðuni, sum
er í dag.
– Tað verður føroyska
mentanin, sum fer at lyfta
okkum úr hesi kreppuni. Eg
vóni at øll fáa eyguni upp
fyri tí. Eisini tey, sum sita á
pengakassanum. Tað eru
fólk sum Anna, sum vit
skulu stuðla allan vegin,
segði Helena Dam á Neysta
bø.
Men Kaj Leo Johannesen
vildi ikki geva vantandi
peng um skuldina fyri, at
talentir koma fram.
– Øll hava fingið eyguni
upp fyri, at vit hava ein
ung dóm, sum er einastand
andi. Hvør situr á penga
kassanum ella ikki, so
hevur tú fingið prógvað, at
tað eru talentir. Og eg trúgvi
ikki, at tú kanst halda einum
talentið
niðri.
Óansæð,
hvussu nógvir pengar eru,
so vil eitt talent koma fram
so ella so, segði Kaj Leo
Johannesen.
Politikkur kom í X-Factor
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, vildi fegin nýta Annu Nygaard til at fáa meiri pening til mentan, men Kaj Leo Johannesen vildi ikki spæla við, og helt fyri at talentir koma fram óansæð
Tá Anna Nygaard lendi í Føroyum var hon móttikin sum hetja
Fleiri fólk vóru komin inn á Hvonn at síggja Annu Nygaard, enn tað vóru tvær vikur
frammanundan, tá Lars Løkke Rasmussen, forsetisráðharri, var við í Hvonn Live