Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 51 - 15. mars 2010 Skal ikki enda sum Linda Andrews x-factor Barbara Holm barbara@sosialurin.fo – Eg eri glaður fyri, at Anna reyk úr kappingini á topp inum. Hon gav sína bestu framførslur nakrantíð fríggjakvøldið, og fór út sum ein stjørna. Tað er gott, at hon ikki endar sum Linda Andrews, sigur Remeé við ekstrabladet.dk. Linda Andrews vann X-Factor 2009, men er mest sum dottin í bakgrundina síðani. Hon hevur givið eina fløgu út eftir X-Factor, men síðani hevur hon ikki verið serstakliga sjónlig hvørki í Danmark ella Føroyum, og sjálvt DR ynskir ikki stjørnuna frá í fjør til stóru finaluna í Parkini. Eisini føroysku ummæl ararnir Malan Eyðunsdóttir og Uni Leitistein Hansen halda, at tað var best fyri Onnu, at hon fór úr kapp ingini sum ein stjørna. – Taka við The Dreams sum dømi, so fóru teir í Grand Prix – ikki tí teir ætlaðu at vinna kappingina, men tí teir vildu hava reklamuna. Og júst hetta hevur Anna eisini fingið. Hon hevur ikki fingið X-Factor vinnara heitið, og er tí enn óspilt. Hon er eisini vorðin kend bæði í Føroyum og Danmark, og hevur fingið ótrúligan stuð ul, siga tey bæði við Rás2. Tá valið fríggjakvøldið stóð ímillum Jesper og Onnu, so er Anna eisini nøgd við, at hon fór og ikki Jesper. – Eg hevði allarhelst havt tað verri, um eg stóð eftir, og Jesper bleiv sendur heim, sigur Anna Nygaard. Kemur sterkt aftur Anna Nygaard byrjaði sína songkarrieru í føroysku kapp- ingini Ársins Song rødd, sum hon vann í 2008. Føroyingar fingu tá eyguni upp fyri henni, og nú er hon nærum vorðin ein landshetja her á klettunum. Og hóast dómararnir í byrjanini av kappingini sáddu iva um, hvørt hon fór at megna at útvikla seg nóg nógv, so hev ur hon, á hennara X-Factor leið, ment seg til at verða sterkasta song røddin, ið nakrantíð hevur staðið á X-Factor pallinum. Og spurd um, um hon aftur ætlar at halda fram við sang- karrieruni sigur hon. – Ja! Avgjørt. Eg komi sterkt aftur, sigur vakra songkvinnan Anna Ny gaard, sum eisini avdúkar, at hon fer at útgeva eina fløgu í næstum.