Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 15. mars 2010 31 tíðindi Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Góðu omma og abbi. Vit hava nú verið á hosp­ italinum og kanna okkum fyri CTD. Takk fyri, at tit fortaldi okkum um sjúkuna. Gleða okkum at síggja tykk­ um í summar. Heilsan vit í Danmark. Soleiðis kundi ein heilsa í útvarpinum ljóðað í hesum døgum. Tí hóast donsku myndugleikarnir nú bjóða føroyingum at verða kann­ aðir fyri CTD, er tað fram­ vegis upp til fólk sjálvi at kunna seg um møguleikan at verða kannað. Tilboð um kanning Men eitt framstig er tað, at føroyingar í Íslandi og í Danmark nú kunnu verða kannaðir fyri CTD, um teir venda sær til egnan lækna. Tí myndugleikarnir í hesum báðum londum hava nú sett í verk tilbúgvingar, til tess at føroyingar kunnu verða kannaðir. Vit hava tíverri hoyrt fleiri dømi um, at útisetar hava kent seg avvístar av heilsumyndugleikunum í eitt nú Danmark, tá teir hava biðið um at verða kannaðir fyri CTD. Orsøkin hevur einamest verið, at læknar og heilsuverk hava havt ov lítlan kunnleika til sjúkuna. Eftir at Sosialurin í januar varpaði ljós á trupulleikan við, at útisetar verða hvørki kunnaðir ella kannaðir fyri CTD, lovaði landsstýrismað­ urin í heilusmálum, Aksel V. Johannesen, at taka málið upp í fyrisiting sínari. Hin 4. februar sendi so Høgni D. Joensen áheitan til donsku myndugleikarnar um at fáa í lag eina skipan fyri útisetar, átøk tí før­ oysku, har øll kunnu verða kannað við einari einfaldari blóðroynd. Kommunulæknar kunnaðir Sambært danska heilsumála­ stýrinum, er nú ein slík skip­ an sett í verk, sum umfatar kunning til kommunulæknar í Danmark, umframt tilboð um kanning til føroyingar, búsitandi í Danmark. Kanningin fer fram við einari blóðroynd, har stað­ fest verður, um fólk eru sjúk ella ikki. Eins og gjørt verður her í Føroyum. Sostatt er ikki talan um eina genkanning, sum annars hevur ligið í kortunum í Danmark fleiri ferðir. Á heimasíðuni hjá Sund­ hedsstyrelsen, www.sst.dk, og á heimasíðuni hjá íslendska landssjúkrahúsin­ um, Landspitalin í Reykja­ vík, http://www.lsh.is/, verður greitt frá um sjúk­ una, bakgrundina fyri til­ boðnum til føroyingur, og hvussu læknarnir skulu fara til verka, tá føroyingar venda sær til teirra. Ongin kunning Men framvegis liggur eftir, at kunna útisetarnar um vandan við CTD. Í januar skrivaði Sosialurin, at teir umleið 25.000 føroysku úti­ setarnir vita onki um hervi­ ligu dreparasjúkuna CTD, um teir ikki fylgja við í før­ oyskum miðlum. Ongin almenn kunning fer fram uttanlands, har vanligir læknar heldur ikki kenna sjúkuna. Til hetta sigur Peter Saug­ mann­Jensen, deildarlækni í Sundhedsstyrelsen, við Sosialin, at ongar ætlanir eru um at seta í verk eina landsumfatandi kunningar­ herferð ella á annan hátt, at royna at røkka føroyingum í Danmark. Stýrið roknar við, at úti­ setar frætta um vandan við CTD frá avvarðandi í Føroy­ um, ella at donsku komm­ unulæknarnir eru varugir við tað, tá teir koma í sam­ band við føroyskar sjúk­ lingar. Í løtuni er tað sostatt upp til føroyingar, sum kenna til sjúkuna og tilboðið um at lata seg kanna, at kunna familju, vinir og kenningar uttanlands um, at tey eiga at lata seg kanna fyri CTD. Útisetar verða nú kannaðir fyri CTD - men ikki kunnaðir Í januar varpaði Sosialurin ljós á trupulleikan við útisetum og CTD. Tá lovaðu føroyskir myndugleikara at kanna møguleikarnir fyri, at føroyingar kundu verða kannaðir, og ikki minst kunnaðir, uttanlands eisini Bæði í Danmark og í Íslandi kunnu føroyingar nú lata seg kanna fyri CTD. Men føroyingar mugu sjálvir kunna ætt, vinir og kenningar um tilboðið, tí føroyingar uttanlands verða ikki kunnaðir á annan hátt