mánadagur 15. mars 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 51 - 15. mars 2010
viðmerkingar
Føroyingar kunnu fram
vegis drekka alskyns løg,
sterkari enn 5,8%. Einasta
treytin er, at tað ikki er øl,
og at vøran er framleidd
uttanlands.
Enn einaferð er málið
um at broyta rúsdrekka
lógina felt, hóast stór
undirtøka tykist vera fyri
tí. Nøkur fá tingfólk sleppa
at ráða og gera av, at før
oyingar bert tola veikt øl,
men gjarna mugu drekka
vín, heitvín og brennivín –
bara tað er útlendskt.
Endamálið við broyt ing
unum í rúsdekkalógini var
heilt einfalt at taka burtur
tann mismun, sum í dag
verður gjørdur millum
útlendska og føroyska
vinnu, og at geva
bryggjarí vinnuni møgu
leika at mennast – bæði í
egnum landi, og uttanfyri
landoddarnar. Vit hava í
løtuni í minsta lagið tvær
fyritøkur, umframt verandi
bryggjarí, sum kundu
hugsað sær at framleitt í
Føroyum. Onnur teirra
útflytur vatn, framleiðir
uttanlands, og flytur
innaftur brennivín.
Hví skulu vit, sum búgva
í Føroyum, ikki sjálvi
kunnu gera av hvat slag av
øli vit drekka, tá vit kunnu
drekka tað okkum lystir av
eitt nú víni? Og hví skulu
útlendingar frítt sleppa at
framleiða vørur til okkara
marknað, sum vit nokta
okkara egnu vinnu at fram
leiða? Hetta er at leggja
nakrar púrasta órímiligar
forðingar fyri føroyskari
framleiðslu og yvirfor
myndandi bond á borgaran.
Øl hevur søguliga longst
siðvenju í norðurlendsku
mentanini, er tí er ilt at
skilja, hví mjøður er settur
í skammikrók. Forboðið at
fara upp um 5,8% er ser
føroyskt, og alla aðrastaðni
er loyvi at bryggja sterkt
við undantaki av einstøk
um londum, sum hava
fullkomið bann fyri rús
drekkaframleiðslu og sølu.
Felt fyri aðru ferð
Tá málið um at broyta
rúsdrekkalógina varð lagt
fram í undanfarnu tingsetu,
varð tað felt, millum annað
við teirri grundgeving, at
landsstýrismaðurin fór at
koma við einum líknandi
uppskoti. Men tá lands
stýrismaðurin boðaði frá,
at hann ikki slapp at leggja
uppskotið fram, valdu vit
at leggja málið framaftur.
At andstøðan leggur slík
uppskot fram, tykist vera
einasti møguleiki fyri at
lata Løgtingið sleppa at
siga sína hugsan um málið.
Ímeðan landsstýrismaðurin
fyrru ferð mælti Løgting
inum til at fella málið, gav
hann hesaferð samgonguni
grønt ljós at atkvøða sam
bært egnari sannføring. Tey
vóru sostatt ikki bundin av
at vera loyal yvirfyri lands
stýrismanninum. Men
málið varð kortini aftur
felt.
Atkomuligheit óbroytt
Lógaruppskotið broytti
ikki uppá útsølumynstrið
ella atkomuligheit til øl og
rúsdrekka. Bryggjaríini
skuldu framvegis varðveita
sínar útsølur við somu
vørum sum í dag, ímeðan
alt, sterkari enn 5,8%
einans kundi seljast
gjøgnum handlarnar hjá
Rúsdrekkasølu landsins –
júst sum í dag.
Og vit kunnu nú fram
vegis fara beina kós í
Rúsuna og keypa eina
fløsku av Cognac úr
Fraklandi, andalusiskt
sherry, spanskt vín úr,
Ålborg akvavit, finskt
vodka og skotskt whisky.
Men føroyskan hvonnsnaps
ella rabarbuheitvín? Tað
skal framvegis vera bannað
...
At arbeiðsbólkurin hjá
Helenu Dam á Neystabø er
komin fram til, at allar tær
maritimu útbúgvingarnar
skulu flytast til Havnar er
ikki meira enn nátúrligt.
Víð teim serútvaldu fólk
unum, sum hon hevur út
valt til sín havnararbeiðs
bólk var ikki annað vænt
andi. Úrslitið var ikki
óvænt að við slíkari saman
seting.
Nei Helena, onki skulu
tær maritimu útbúgving
arnar til Havnar. Ongin
arbeiðsbólkur úr Havnini
kemur at avgera, hvar allar
tær maritimu útbúgving
arnar skulu vera. Tíbetur
verða tað okkara politik
arar, sum skulu avgera tað
og ikki bara tú og tín kæri
arbeiðsbólkur. So væl
spælir klarverið heldur
ikki.
Gloym ikki, at vit hava
landspolitikarar, sum hava
skyldu til at arbeiða fyri
øllum landinum og ikki
bara Suðurstreymi. Tær
maritimu útbúgvingarnar
liggja mest nátúrliga í
Klaks vík, eisini í søgulig
um høpi. Klaksvíkin hevur
verið ein av størstu drív
kraftunum í føroyskari
fiskivinnu í meir enn eina
øld og er tað framvegis.
Klaksvíkin hevur soleiðis
verið við til at goldið sín
part av landshúsarhaldinum
í ríkiligt mát og skal hetta
nú veruliga verða tøkkin,
eina vána tøkk má sigast.
Gloym ikki, at tað eru vit
norðoyingar sum í stóran
mun hava upparbeitt tørvin
á teim maritimu útbúgv
ing unum, og Havnin í nógv
minni mun.
Skúlar í Havn
Mestsum allar útbúgvingar
í Føroyum í dag eru í
Havn. Burtur úr rúgvuni
kunnu nevnast Fróð skapar
setrið, Føroya Læraraskúli,
Pedagogútbúgving, Sjúkra
røktarfrøðiskúlin, Tekniski
skúlin, Vinnuháskúlin, Før
oya Fólkaháskúli (fluttur
úr Klaksvík), Studenta
skúlin, Handilsskúlin.
Stovnar í Havn
Á netinum kann man
síggja ymsar stovnar, sum
eru í Havn og upp á 10
min kundi man síggja
hesar: Føroya fornminnis
savn, landsbókasavnið,
landsskjalasavnið, náttúru
gripasavnið, Kringvarp
Føroya, mentannargrunnur
landsins, innlendis mála
ráðið, uttanríkisráðíð,
mentamálaráðið, almanna
málaráðið, heilsu mála
ráðið, løgmansskrivstovan,
fíggjarmálaráðíð, vinnu
málaráðið, ALS, lands
fólkayvirlitið, Hagstovan,
vinnuhúsið, samtak, altjóða
skrivstovan, kommunu
samskipan Føroya, Føroya
kommunufelag, Amnesty
International, Føroya
deild,, javnstøðunevndin,
fiskimannafelagið, fiski
málaráðið, fiskiveiði
eftirlitið, vinnu frama
grunnurin, listasavn Før
oya, Norðurlandahúsið,
Tjóðpallur Føroya, Bóka
miðsølan, Skúlabóka
grunnurin, Fólka skúla
ráðið, virðislønanevndin,
yrkisútbúgvingarráðið,
granskingarráðið, gransk
ingargrunnur, royndar
støðin biofar, gransk ingar
depilin fyri økis menning,
Norðoyatunnilin (skuldi
sjálvandi ligið í Klaksvík)
Sum sæst omanfyri, so
eru flest allir skúlar í Havn
og so ein rúgva av øðrum
almennum stovnum.
Vónandi verður hetta eisini
ein partur av metingini hjá
okkara landspolitikarum,
tá støða skal takast til, hvar
Vinnuháskúlin skal
staðsetast. Sum sæst her,
so er ovmikið at taka av í
Havn og er tað tí ikki meir
enn rímiligt at Klaksvík
fær vinnuháskúlan.
Eg veit, at fíggjarlógin
var við at verða koyrd í
”tusen bitar”, um norðingar
fingu tunnil norður um
fjall, ella sandingar fingu
undirsjóvartunnil. Tit fingu
yvirtalað meirilutan um, at
tað var skeiv raðfesting. Tá
tað snúði seg um at byggja
marknagilsskúlan tá bar
betri til. Vit ivaðust í, um
tað var Lady Di, tann tíð
tað var, sum blitzini brustu
í andlitid á tykkum øllum.
Nú var veitslurómur tí onki
var so nátúrligt sum at
marknagilsskúlin skuldi
byggjast. Ein íløga uppá
fleiri hundraðtalsmilliónir.
Nakað seinni kemur
fram, at Heilsutrygd skal
til Klaksvíkar. Hvat
hendir? Jú fleiri havnar
politikarar ganga fullkomi
liga amok, tí nú skulu uml.
8 nýggj arbeiðspláss til
Klaksvíkar. Skulu nú allar
tær maritimu útbúgving
arnar úr Klaksvíkini aftur
fyri ella hvat?
Okkara fólkavaldu
umboð her norðuri ”Verið
vakin”, tí tað næsta, sum
kann henda verður, at ein
havnararbeidsbólkur verð
ur settur um sparingar. Tað
kann vera sera skjótt ja er
longu nú at teir finna
útav, at sparast skal í
útjaðaranum. Eitt er heilt
sikkurt, at tað verður
trupult hjá havnarfólki at
spara í Havn.
Eri rættuliga vís í í
úrslit inum, um ein arbeiðs
bólkur bleiv settur at kanna
hvat loysti seg best fíggjar
liga. At allir føroyingar
blivu fluttir til Havnar, ella
teir búðu spjaddir runt
Føroya Land. Skuldu vit so
avtoftað allar býir og
bygdir runt Føroya land og
flyta alt til Havnar? Er tað
tað vit vilja? Nei neyvan
hevði havnararbeiðs bólk
urin ætlað tað. Onkur skal
jú gera tað tunga arbeiðið.
Spurningurin er, hvussu
vit skulu yvirliva her
norðuri. Vit hava kanska
brúk fyri eini líka so
lokalari Helenu her norð
uri. Men vit hava valt og
fingið eina rúgvu av lands
politikarum her norði frá.
Eg vil heita á tykkum og
vænti eisini av tykkum, at
tit nú standa saman,
soleiðis at Helena ikki
dregur tykkum eftir
hárinum. Tit mugu reisast
nú og geva krút og tala
okkara søk her norðuri.
Ikki einans nokta Helenu
at gera sum henni lystir. Tit
eiga eisini at klára at skaffa
okkum fleiri arbeiðspláss.
Til okkara landspolitik
arar, skaffið okkum fleiri
føst, støðug og vitannar
tung arbeiðspláss. Vit eru
ein stórur partur av land
inum. Tit skylda okkum
hetta. Sum tit vita, hava vit
bráðfeingistørv á hesum
størvum. Vit missa og hava
longu mist stóran part av
okkara lærda ungdómi.
Um onki munagott verður
gjørt beinanvegin koma vit
framhaldandi at missa fólk.
Allur okkara lærdi
ungdómur endar í Havn, tí
har eru størvini og høgu
lønirnar. Fyrr ella seinni
endar allur kapitalurin har
eisini. Tá verður alt stýrt úr
Havnini, og tað er júst tað,
sum er við at henda nú.
Nú tit hava fingið tað álit
frá okkum her norðuri,
eiga tit at brenna fyri
hesum øki og kempa til tað
síðsta fyri at vit skulu
yvirliva sum ein býur.
Tit eiga at vísa okkum
tað virðing og liva upp til
tað álit norðingar vístu
tykkum. Tit standa í skuld
til okkum veljarar. Handlið
nú.
Innast inni havi eg tað
álit á tykkum, at vit fara at
ríða henda vandasjógv av
okkum.
Javnaðarflokkurin
sigur nei til lønar
steðg við lóg
Tað er ein løgin samanbering, formaður Fólkaflok
sins kemur við, tá ið hann sigur, at fimm ára
lønarsteðgurin hjá Fólkaflokkinum bert er eitt
framhald av uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um
tvey ára lønarsteðg. Tað er also ein markantur munur
á at steðga lønum við lóg, sum Jørgin og
Fólkaflokkurin vilja, og so onga lønarframskriving at
gera, sum vit mæla til.
Borgarligi vongurin í samgonguni, t.e. serliga
Fólkaflokkurin heldur, at vit skulu seta fría rættin til
samráðingar um lønir úr gildi komandi fimm árini.
Ikki nóg mikið víð tí, so mæla teir eisini til
setunarstegð í sama tíðarskeiði. Hvat skulu ungir
vælútbúnir føroyingar hugsa, tá teir liggja á ferð at
koma heimaftur. Heim til eitt land, har lønirnar eru
fastfrystar í fimm ár, og har eingin verður settur í
starv hjá tí almenna í sama tíðarskeiði.
Tað, sum vit hava sagt er, at vit ynskja ikki at
frramskriva við nakrari lønarhækking komandi tvey
árini. Hetta merkir, at samlaði lønarposin verður tann
sami, men vit leggja okkum als ikki út í, um lønirnar
hækka ella ikki. Hækka tær, so verður posin við
pengum ikki størri av tí orsøk, og tað merkir so aftur,
at tilsvarandi sparingar skulu fremjast. Men vit leggja
okkum ikki út við lóg at forða pørtunum í at føra
samráðingar.
Annað er so, at vit ikki vænta, at feløgini fara ikki
at leggja seg so nógv eftir lønarhækkingum til
heystar, men ivaleyst fara at leggja stóran dent á
onnur viðurskifti í sáttmálunum. Men tað fáa vit so at
síggja til ta tíð.
Men aftur til Jørgin á Vágaportalinum. Nei, als ikki
hava Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin somu
sjónarmið viðvíkjandi lønarstegði. Tit vilja lóggeva
lønarsteðg, vit vilja steðga lønarframskrivingum av
lønum.
Skál fyri útlendskari framleiðslu!
Tjóðveldi
Bjørt
SamuelSen
eyðgunn
SamuelSen
Vána tøkk til lokomotivið í føroyskari
fiskivinnu í meir enn heila øld
býráðslimur í Klaksvík
elSeBeth gunn
l eygS dóttur
hanSen