mánadagur 15. mars 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2010
33
viðmerkingar
Fyrsti partur
Í Dánielsbók lesa vit, at
Nebukadnezar bábels kong
ur hevði ein dreym, sum
hann ikki kundi minnast, tá
ið hann vaknaði. Gud opin
beraði Dániel dreymin og
segði honum eisini, hvussu
hann skuldi útleggjast, eftir
at Dániel og vinmenn
hansara høvdu biðið.
Nebukadnezar hevði
droymt eina prýðiliga
mynd sera glæsiliga og
øði liga. Høvdið á myndini
var av gulli, bróstið og
armarnir av silvuri, búk
urin og lendarnar av kop
ari, beinini av jarni og
føturnir fyri ein part av
jarni og fyri ein part av
leiri.
Útleggingin er hendan:
Gullhøvdið var Bábels
ríkið, har Nebukadnezar jú
var kongur, og Dániel livdi
í útlegd og tænti kongin
um.
Silvurið var Medara og
Persararíkið.
Kopari var Grikkalands
ríkið
Jarnið var Rómararíkið,
og føturnir eitt ríki, sum
skal koma upp av Róm
verjaríkinum, tað ríkið er
ikki komið enn.
Kongurin sá í dreymi
sínum, at ein steinur var
loystur, men ikki við
hondum, og hann rakti
myndina á føturnar, og alt
sorlaðist sundur. Men
steinurin vaks til eitt stórt
fjall, sum fylti upp alla
jørðina.
Um tey fýra ríkini er at
siga, at tað gekst júst, sum
dreymurin segði.
Kýrus persarakongur
breyt seg óvænta inn í tað
sterka Bábelsríkið og
sigraði á tí.
Eftir at ein tíð so var
gingin, kom Alexander
tann stóri vestanfrá,
sæddur av Dániel í sjón
sum ein bukkur við einum
stórum horni, hann vann á
medarum og persarum,
sæddir í sjónini sum ein
veðrur við tveimum
hornum, Alexander sigraði,
og grikkar vóru nú
heimsmakt.
Søgan sigur okkum, at
seinri løgdu rómverjar alt
undir seg, sum var av
týdningi og gjørdust harrar
í heiminum.
Eftir stendur nú upp fyll
ingin av fótunum í dreym
inum. Sum longu sagt, tað
kemur eitt ríki at rísa upp á
síðstu tíðum. Um hetta rík
ið ljóðaði útleggingin so
leiðis: Sum jarn og leiður
ikki samtykkja, so skal
verða við hesum ríkinum.
Har skulu verða tíggju
kongar, og tað sigur okkum
beinan veg, at her gerst
trupult, og tað segði
profeti in eisini. Eins og
jarn og leiður ikki sam
tykkja, so verður hetta
ríkið. Tað verður bara fyri
ein part sterkt, men
samstundis veikt. Vit
síggja eitt forspæl av
hesum fyri okkum í
Europa í dag, sum teir hava
reint at sameina, tað hevur
eisini lukkast, men bert
fyri ein part, tey nógvu
kongaríkini og tjóveldini
eru sum leiður, ið ikki
samtykkir við jarn. Eisini
er tað nógva tosið í dag,
sum vit hoyra um heims
samfelagið, helst eisini eitt
forspæl. Hetta stóra veldið
við tíggju kongum er
framman fyri okkum, helst
ógvuliga tætt frammanfyri.
Dániel sá seinni sjálvur í
sjónum hetta sama. Hann
sá tað á ein annan hátt,
sum fýra djór. Tað fjórða
djórið hevði 10 horn (teir
10 kongarnir), men so sá
hann eitt lítið horn, sum
vaks upp, og trí av hinum
vóru avslitin. Hesin er
einki at ivast í Antikristus.
Men tað stendur, at hann
verður forkomin. Tá kemur
endin og ríki Guds (stein
urin) skal valda øllum.
Satan og alt tað sum til
hann hoyrir verður
forkomið.
Síðani kemur ein undur
full tíð, fyrst her á jørðini í
túsund ár og síðan í allar
ævir saman við Gudi og
øllum heilagum í himli.
Framhald.
Í næstum verður nýggj
miðnámsskúlaskipan sett í
verk. Hvussu henda fer at
síggja út er eitt stórt
dulsmál, bæði fyri teimum,
ið starvast í skipanini, og
fyri fólki sum heild.
Í fleiri ár hevur verið
arbeitt við einari nýggjari
miðnámsskúlaskipan. Tað
var meðan Jógvan á
Lakjuni sat sum
landsstýrismaður í
mentamálum, at
Mentamálaráðið setti sær
fyri at umskipa alt
miðnámsskúlaøkið og
binda tað betur saman við
fólkaskúlan. Nú skuldi
føroyingar endiliga fáa
eina heimagjørda ætlan, ið
var lagað okkara egnu
viðurskiftum. Fleiri enn
fimmti bólkar hava sitið og
snikkað uppskot til, og
lærugreinabólkar
umboðandi bæði fólka og
miðnámsskúla hava skrivað
lærugreinakunngerðir.
Hetta arbeiðið skuldi bæði
vera vegleiðandi fyri ráðið,
men eisini gerast
kunngerðirnar hjá
lærugreinunum
–útgangsstøðið, sum alt
frálæruarbeiðið er grundað
á.
Tillaging til hvat?
Bólkarnir hava herfyri
latið síni avrik inn, og
eftirfylgjandi arbeiðið er
farið í gongd. Men nú er
vent í holuni, og fakfólkini,
ið starvast fyri MMR í
hesum arbeiði, kenna ikki
longur sítt arbeiði aftur.
Tillagingar eru nú gjørdar,
og fakfólk á økinum sett til
viks. Var hetta til tað betra,
tænti tað
útbúgvingarskipanini ella
kunnleikastøðinum,
ungdómi landsins, so var
onki at vera tykkin um.
Men trupulleikin er, at
tillagingin er tillagað
ókend viðurskifti.
Hvagar gongur leiðin
Nú skal sigast, at
fortreytirnar fyri
arbeiðinum ongantíð hava
verið lýstar. Alt arbeiðið er
gjørt, uttan at hvørki
faklærarar, næmingar ella
Føroya fólk hava fingið
nakað at vita um, hvat
endamálið við reforminum
er. Skulu lærarar okkara
gerast dugnaligari, eiga teir
at leggja á annan bógv, so
vit gerast eins framkomin
og onnur, skulu teir
dagførast? Ella eru krøvini
broytt til víðari lesnað,
sum vit sjálvandi eiga at
laga okkum eftir? Ella er
kunnleikastøðið ov lágt
–skulu vit lyftast, eins og
norðmenn hava sett sær
fyri? Hvat er endamálið
við reforminum? Hetta er
ongantíð orðað, ið hvussu
er ikki hart ella alment.
Eitt ráð hevur sett sær fyri
at broyta alla
miðnámsskúlaskipanina,
og einasta endamálið, ið er
komið til sjóndar, er at
gera lógararbeiðið
einfaldari!
Og hetta snýr seg um
vitan, um framhaldslestur,
um eina skipan, har vit
helst skulu hava omanfyri
90% av ungdómi okkara
ígjøgnum. Eitt so
fátæksligt endamál kann
bert geva eitt líka so
fátæksligt úrslit –tíverri!
Bara lúsin útlendsk er
Men uppaftur verri er, tí
nú er farið at prutla undir
lokinum, síðan Yrkisfelag
Studentaskúla og
HFlærara alment talaði at,
at felagið púrt onki fekk at
vita, og enn minni slapp at
vera partur av arbeiðinum:
Tað frættist, at tað verða
uppgávur úr Danmark,
tann føroyski ungdómurin
skal sita við til próvtøku!
Verða tað danskar
uppgávur, so skilji eg
betur, at tillagingar eru
neyðugar. Tí tað verður
Tina Nedergaard, ið skal
gera av, hvat vit fáast við
og hvussu. Hetta er ikki
ókent fyri okkum, tí herfyri
var Bertil Haarder farin at
halda, at danskur
ungdómur var dovin og
repiteraði ikki nóg nógv.
Umgangandi komu boð út
á skúlarnar í Føroyum, at
føroyski ungdómurin fekk
styttri lesifrí til próvtøku.
Skulu uppgávurnar verða á
donskum, hví skulu
føroyingar so gjalda í
dýrum dómum fyri
arbeiðið, ið kundi verið
fingið úr Danmark? Hví
umseta vit ikki bara danska
reformin?
Nú vóni eg, at hetta bert
er óndsinnað slatur ella
misskiljing, tí vit hava í
nógv ár gjørt egnar
uppgávur á flestu økjum,
hóast MMR á summum
økjum krevur “eftirliti” frá
donskum serfrøðingum og
enn bíleggur danskar
uppgávur á summum
økjum.
Vit duga sjálv
Eg vóni inniliga, at
landsstýriskvinnan í
mentamálum er so mikið at
sær komin, at hon sær, at
ungdómur okkara eigur
náttúrubornan rætt til at
arbeiða út frá egnum
fortreytum og ikki
donskum. At hon sær, at
tað er alt annað enn heppið
at flyta vitanartunga vinnu
av landinum einaferð
enn.
Latum okkum vóna, at
tað hevur hjálpt, at YF
hevur talað at hesi
mannagongd. Tí í
felagnum húsast tey, ið
dagliga fáast við vitan og
ungdóm –tey hava fakligu
vitanina og bestu fortreytir
fyri at vera við í
arbeiðinum at gera av,
hvussu hesi viðurskifti áttu
at verið skipað. Tí tungur
er tigandi róður....
Óluvá
KlettsKarð
Vit skulu sjálv
Kringvarp Føroya
snork svevur!
Kringvarpið sendi Dagur & Viku og eina nýggja
føroyska sending, Frætt og Fregna, samstundis sum
Anna stríddist í X-faktor.
Anna Nygaard sang sum ein dreymur fríggja kvøldið í
Xfaktor, og var tað púra óvæntað, at hon gleið út og
ikki fekk møguleikan, at vera partur av finaluni í
Parkini 27. mars.
Flestu føroyingar eru stoltir av at eiga eina stóra
stjørnu, og Anna Nygaard hevur gjørt eitt bragd fyri
Føroyar.
Tað verður ofta tosað um at branda Føroyar og
brúka okkara vørur til at gera landið kent. Hetta
hevur Anna gjørt væl og virðuliga, meðan okkara
støðsti fjølmiðil »Kringvarpið« snork svevur í
tímanum.
Kringvarpið sendi Dagur & Viku og síðani eina
nýggja føroyska sending, Frætt og Fregna, sam
stundis sum Anna stríddist í Xfaktor. Ístaðin fyri at
síggja møguleikan í Onnu!
Tað burdi verið eitt krav, at Kringvarpið er við til at
stimbra okkara brand. Men hetta sá man einki til í
kvøld, har ein opin møguleiki hevði verið at samsent
Xfaktor við DR, soleiðis at allir føroyingar fingu
møguleikan at síggja sendingina, og at atkvøða. Hetta
hevði heilt greitt givið Annu eina betri plasering, tí
talan var um eina sera javna kapping.
At senda Xfaktor tveir tímar eftir, at alt er liðugt,
er burturspiltur peningur. Vit hyggjarar, ið gjalda fyri
at síggja og hoyra tað, ið rørur seg á frontunum, fáa
ikki ágóðan av hesum.
Eg haldi, at tað burdi verið eitt krav, at ein almenn
ur miðil var meira kunnaður um, hvat rørir seg í
almenna rúminum, og hvat flestu hyggjarar eru
áhugaðir í at síggja ella hoyra. Hetta hevur Kring
varpið ikki gjørt nóg gott hesuferð.
Hetta er ein innilig heilsan til okkara almenna
miðil. Kunnið tykkum um, hvat rørur seg runt landið,
og hvat lurtarin ynskir at síggja ella hoyra.
Varð hetta gjørt, varð Xfaktor sammsent við DR
fríggjakvøldið, og Anna Nygaard kundi verið aftur at
síggja í næstu viku í Xfaktor.
vinjard
johansen
Dániel profetur og ríki Guds
richard
danielsen