Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 51 - 15. mars 2010 viðmerkingar Tað er ótrúligur lesnaður og ógvuliga hugstoytt at lesa tað álit, sum ein arbeiðs bólkur hevur skriv­ að um maritimu útbúgv­ ingarnar, har mælt verður landsstýriskvinnuni til at leggja alt tað maritima undir eina leiðslu og á einum stað – í Tórshavn! Sum borgarstjóri í Klaks víkar Kommunu, her tveir av teimum stovnum liggja, sum verða umrøddir í nevnda áliti, kann eg undir ongum umstøðum góðtaka ta mannagongd og framferð, sum Menta mála­ ráðið undir leiðslu av Helenu Dam á Neystabø, landstýriskvinnu, í løtuni stendur fyri í málinum um maritimu útbúgvingarnar í Føroyum. Trygdarmiðstøðin ikki umboð í bólkin Fyri tað fyrsta er tað grund leggjandi, tá ið ein slíkur arbeiðsbólkur verður mannaður, at teir stovnar, sum umrøðast skulu, verða umboðaðir í bólkinum, tí bert á tann hátt fært tú eitt álit, ið tú kanst líta á. Í hesum føri er talan um tríggjar stovnar, tveir í Klaksvík og ein í Tórs­ havn, men so løgið, tað ljóðar, so er tann eini stovnurin í Klaksvík, Trygdarmiðstøðin, als ikki við í bólkinum, sum ístaðin er mannaður við trimum persónum, sum arbeiða í Tórshavn og einum í Klaksvík. Hetta er ein ótrúliga týð­ andi feilur at gera, sum kann fáa álvarsligar avleið­ ingar, tí ein slíkur arbeiðs­ bólkur, og tað álit, hann skrivar, leggur linjurnar fyri, hvat hægsta fyri­ sitingarvaldið á skúlaøk­ inum, landsstýriskvinnan, fer at gera víðari í hesum máli. Her skurrar álvarsliga við lutfallinum í mun til stovnarnar, og harvið er grundarlagið longu lagt fyri, hvønn veg hetta álit fer at venda – úrslitið er so at siga givið framman ­ undan. Lat meg gera púra greitt, at eg sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, har tveir av hesum stovnum í dag liggja, als ikki góðtaki slíka mannminkandi fram­ ferð, at ein stovnur soleiðis verður yvirsæddur, og tað gongur eisini út yvir góðsk una í álitinum, sum er rættiliga tunt og einki­ sigandi á teimum økjum, sum Trygdarmiðstøðin umsitur. Sjónlig slagsíða Álitið er ógvuliga ein síð­ ugt í sínum tilmæli, har bert fyrimunir og ongir vansar verða nevndir at vera av at flyta alt til Havnar og so kemur til­ mælið (sitat): “Nevndin mælir til at savna allar maritimar útbúgvingar og skeið í Tórshavn” og nakað seinni stendur: “... í hølun­ um hjá Vinnuháskúlanum”. Ein røð av fyrimunum verður reksað upp – eitt nú verður sagt, at ein saman­ legging fer at gera um sit­ ingina og undirvísingina bíligari og skynsamari – og so kemur at enda eitt sera stutt reglubrot, ið skal eitast at viðgera vansarnar við tilmælinum – brotið er soljóðandi: “Vansar við at savna stovnarnar saman Nevndin metir ikki, at tað eru nakrir beinleiðis fakligir, námsfrøðiligir ella fíggjarligir vansar við at savna hesar tríggjar stovnar í ein stovn á einum staði. Men ein broyting av slíkum slag er sjálvandi ein avbjóðing fyri bæði leiðslur, starvsfólk og næmingar”. Sig so tað! So einfalt er tað at mæla til at rykkja tveir stovnar úr Klaksvík til Havnar undir heitinum av at vera fakkunnleikin. Ikki eitt orð um, at vit hava við eitt heilt samfelag at gera. Vit rykkja bara tveir stovnar úr Klaksvík og í tí síggja vit ongar vansar! Bara tað er stórt so verður alt gott Vit eru nú í einari tíð, har tað er “in” at tosa um at leggja stovnar og deildir saman í stórar felags eindir, har fólk ganga og halda, at bara eindin er nóg stór, so verður alt so øgiliga nógv betri og bíligari. Líkt er til, at hesin hugsunnarháttur eisini er partur av hesum áliti um maritimu útbúgvingarnar. Men so einfaldur er veruleikin als ikki. Tvørtur ímóti vita vit av royndum, at samanlegg­ ingar geva ikki sparingar, og rakstrarliga vita vit eisini fleiri dømi um, at tann stóri stovnurin ofta er nógv fløktari, stirvnari og inneffektivari enn hin lítli, har fleksibilitetur og samleiki eru nógv sterkari, so hetta, at alt er so nógv rationellari í einari stórari eind, er og verður í besta føri ein pástandur, sum ofta ikki er í tráð við veruleikan. Sum borgarstjóri í næst­ størsta býi í landinum, har fiskivinnan er høvuðs­ grundarlagið, kenni eg tað sum mína skyldu at átala, at ein av trimum stovnum verður hildin uttanfyri ein so týðandi arbeiðsbólk, sum elegant letur vera við at lýsa allar tættir í hesum álvarsama máli. Eg eri vónbrotin av, at álitið als ikki tekur uppá tungu, at vit, við at seta ein monopolstovn innan hetta skúlaøkið, eru í vanda fyri (1) at missa ta nátúrligu og sunnu kapping, sum altíð er millum stovnar, (2) at ferðin og dynamikkurin av tí sama er í vanda fyri at minka, (3) at ein missur nyttuna av teimum eldsálum, sum hava bygt upp stovnarnar í Klaksvík, (4) at krøvini og trýstið á myndugleikarnar verða nógv størri í einum stórum stovni, (5) at tað er dýrari at trýsta allar stovnar saman í sama bý, har so nógv annað frammanundan liggur, tí hetta elvir til eina lutvísa yvirupphiting, og tí fært tú minni fyri hvørja krónu. Ein kundi hildið á at nevnt fleiri viðurskifti. Samfelagið Føroyar verður stýrt av teimum fólkavaldu, hvørs uppgáva er at taka atlit og støðu til allar partar av landinum. Ein arbeiðsbólkur hevur tí skyldu til at síggja sína uppgávu út frá hesum heildarsjónarmiði – nakað sum hesin arbeiðsbólkur als ikki livir upp til. Einki ítøkiligt um Trygdarmiðstøðina Sum nevnt, slapp leiðarin fyri Trygdarmiðstøðina, sum í dag er skipaður undir Fiskimálaráðnum, sum tann einasti av viðkomandi skúlaleiðarum, ikki við í hendan arbeiðsbólkin, sum hevur skrivað álit um hesar tríggjar útbúgvingarstovnar. Og hetta sæst tíverri eisini í ólukkumát aftur í álitinum, tí Trygdarmiðstøðin verður elegant gloymd í niðurstøðuni. Einki um, hvar og hvussu hon skal skipast framyvir. Hon verður bara smart og ónevnt løgd undir Vinnuháskúlan í Havn – so mugu vit bara gita restina, hvat so fer at henda. Hetta er ikki bara vánaligt, men eisini ófólkaligt av einum aðalráði og einum arbeiðsbólki at gera, og eg vóni so sanniliga, at okkara fólkavaldu eru sína uppgávu vaksnir og krevja eitt nýtt álit frá landsstýriskvinnuni, sum livir upp til nøkur minstukrøv, so sum hetta, at allir viðkomandi partar eru umboðaðir, og at allir viðkomandi útbúgvingarstovnar, sum álitið viðgerð, verða viðgjørdir javnbjóðis og greidliga í tilmælinum. Ein sjálvstøðugan skúladepil í Klaksvík Soleiðis sum gongdin er í løtuni, er landsstýris­ kvinnan í skúlamálum í holtur við at leggja útbúgvingarstovnarnar, sum liggja í Klaksvíkar Kommunu – ein fyri og annan eftir – undir aðrar leiðslur, sum liggja aðrastaðni í landinum, soleiðis at hesir at enda antin verða fullkomuliga niðurlagdir ella í besta føri sleppa at halda fram sum deildir uttan egna sjálvstøðuga leiðslu og heimild, sum hvørt ár framyvir verða í vanda fyri skerjing og striking, tá ið fíggjarætlanir fara at verða gjørdar. HF­Skúlin í Klaksvík liggur longu undir Studentaskúlanum á Kambs dali, Tekniski Skúlin í Klaksvík skal sambært depilsætlanunum hjá landsstýriskvinnuni sama veg og verða ein deild undir depilsleiðslu hinumegin fjør, Trygdar­ miðstøðin skal leggjast undir Vinnuháskúlan í Havn, Klaksvíkar Sjómans skúli skal sama veg og skal helst niður­ leggjast og í besta føri sleppa at ana í eina tíð. Hesar ætlanir fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka, og vit vænta veruliga eina reaktión frá okkara fólkavaldu lands­ politikarum! Um hetta við deplum er eitt ultimativt krav frá landsmyndugleikum, so vil eg heldur mæla til, at allir úbúgvingarstovnarnir í Klaksvík – ístaðin fyri at verða lagdir undir fleiri ymiskar deplar og skúlar aðrastaðni í landinum – heldur verða lagdir saman í ein væl samanhangandi depil í Norðoyggjum við egnari, sjálvstøðugari leiðslu. Fáa ikki fund við landsstýriskvinnuna Tað er sjálvandi ikki altíð lætt hjá landsstýrisfólkum at fáa stundir til fundir, men tað er kortini undrunar samt, at eg nú í rúma tíð havi roynt at fingið ein fund við landsstýriskvinnuna og embætisfólk hennara um teir skúladeplar, sum hon hevur í hyggju at gera, men enn havi eg ongan fund fingið. Høvuðsevnið á hesum fundi, sum eg enn bíði eftir at fáa, er at lýsa málið um skúladeplar, har vit hava møguleika at viðgera teir miðnámsskúlar, sum liggja í Norðoyggjum, og hvussu vit á besta hátt í framtíðini kunnu gagnnýta teirra felags fasilitetir og resourssir. Eisini kundi eg hugsað mær at greitt landsstýris­ kvinnuni og embætis­ fólkunum frá, at tá ið sjálvsognarstovnurin fyri Klaksvíkar Sjómansskúla í sjeytiárunum handaði landsstýrinum skúlan, varð felt niður í ta avtaluna, sum landsstýrið skrivaði undir, sum ein treyt, at stovnurin framhaldandi skuldi verða her á staðnum. Tað kann ikki annað enn vekja ein illgruna, at sitandi landsstýri ikki ynskir at koma á tal við eina kommunu, her fleiri vælvirkandi útbúgvingar­ stovnar í dag liggja, herundir tveir av teimum maritimu stovnunum, sum álit júst er skrivað um, og tá ið ein so sær eitt álit sum hetta, og eisini sær, hvussu arbeiðsbólkar verða mannaðir, so styrkist illgrunin enn meira. Tosa í eyst handla í vest Í sambandi við avdúkanina av standmyndini “Fípan Fagra” í 2008, helt Helena Dam á Neystabø, lands­ stýriskvinna, eina røðu, har hon millum annað segði seg taka undir við, at tær maritimu útbúgvingarnar heilt nátúrliga liggja í Klaksvík. Hetta er nakað, sum ein kann taka fult undir við, tí tað er ógvuliga hóskandi, at tað maritima útbúgv­ ingarverkið verður lagt á einum plássi, sum í fleiri mannaminni hevur bygt á og bygt upp tað maritima. Eg fari tí at enda hesa grein við at minna lands­ stýriskvinnuna á orð hennara henda dagin í Vágstúni, sum eg fram­ vegis vóni og vænti, at hon sum landsstýriskvinna fer at liva upp til saman við restini av okkara fólkavaldu. Klaksvík á Grækarismessu 2010 Allar maritimar útbúgvingar í Klaksvík rykkjast upp við rót? Borgarstjóri í Klaks­ víkar Kommunu Gunvá við Keldu Kirkjunnar bjarging! Nú eitt politiskt ung­ manna felag hevur skotið upp, at Fólkakirkjan skal skiljast frá tí politiska valdinum, hevur tað skapt órógv nógvastaðni í sam­ felagnum. Sjálvur havi eg ofta fört fram, at tað eru áhugabólkar, sum vilja Kirkjuni alt annað enn tað góða. Tað eri eg framvegis sannfördur um. Men hetta uppskotið er ikki av tí slag­ num, soleiðis sum eg havi uppfatað tað. Verður rætt borið at, so er tað tann besti mátin at geva Kirkj­ uni veruligt sjálvstýri, soleiðis at hon ikki verður ein tannleysur felags skap­ ur. Verður hon tannleys, fara tey evangeliskt trúgv­ andi at missa mótið, og finna tey onga aðra sam­ komu, verða tey heimleys. Fólkakirkjan er – sum hon altíð hevur verið – tann týdningarmesti felags skap­ urin fyri tey kristnu í Föroy um. Hvör er vandin, um hon verður leys av tí politiska valdinum? Eg kann best svara spurningin við at sammeta við tað sum hendi, tá ið Anfinn Kalls­ berg og Högni Hoydal vildu, at Föroyar skuldu fáa veruligt sjálvstýri. Teir vildu hava fimmtan ár til at umskipa samfelagið, men "Faðir Danmark" á Christiansborg segði, at um teir ikki vildu eyðmýkja seg, skuldu teir verða útblakaðir innan fyri fýra ár. Latið okkum hava ein heilt annan anda mótvegis Kirkjuni! Biskupur hevur eitt gott uppskot, um eg havi fatað tað rætt. Bæði Kirkjan og aðrar samkom­ ur eiga at fáa ein rættvísan part av einum almennum kirkjuskatti. Heilt avgjört. Og tað er hetta, sum skal geva Kirkjuni neyðugan tryggleika, soleiðis, at vit ikki fáa "lógloysi" ella ruðuleika. Hon skal ikki uppliva fíggjarligan ótrygg leika. Meðan vit fáa eina nýggja lóggávu, sum gevur öllum samkomum sámulig rættindi – helst í mun til ein veruligan limalista – so skal Fólkakirkjan verða tryggjað ta játtan hon nú hevur. Tað kann halda tingmenn frá at draga málið út. Men tað avgerandi er, at Kirkjan alt fyri eitt – soleiðis sum hon nú er samansett – uttan drál fær fullt sjálvstýri, áðrenn nakar politikari fær fótin innum kirkjugáttina. Nakað heilt annað: Um ein strikar möguleikan til lögtingsval í ótíð, so kunnu tingmenn reka politikk í minsta lagi trý ár. Sum nú er, halda teir valröður alt valskeiðið. Thorbjörn brochs