Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 15. mars 2010 35 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Maria Jørgensen, fødd Olsen, ættað úr Hvalvík, búsitandi í Rønne á Bornholm, andaðist miku­ kvøldið, 89 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 15. mars. Sakarias, deyður ár 752. Hann var grikki, ið var valdur til páva í 741. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t­posti til isak@ football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. 85 ára føðingardagur Mánadagin 15. mars verður Sigurd Sofus Nybo, Hósvík, 85 ár. 95 ára føðingardagur Týsdagin 16. mars verður Johannes Mortensen, trúboðari, Argir, 95 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 17. apríl hava Helga og Jørgin Gleðisheygg Nes, Gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík, kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tey ið vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga frá innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876 Diamantbrúdleyp Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík 26. mars kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleðast saman við teimum hetta kvøld, biðjast siga frá, seinast hósdagin, tann 18. mars, á tlf. 444 332, fartelefon 744 332 ella við telduposti hg.vang@ kallnet.fo Brúdleyp Leygardagin 27. mars kl. 12 giftast í Kelduni í Skálafirði, Birita Ingolfsdóttir Heinesen, Norðagøtu og Levi Tróndarson Nybo, Hvítanes. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16. Opið hús verður kl. 21 í Oasuni, Kirkjustrætið 4, Hoyvík, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið. Brúdleyp Leygardagin 27. mars giftast Linda Ziska Jacobsen, Tórshavn og Gunleif Lyngvej Poulsen, Sandvík. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11. Móttøkan verður í Miðlahúsinum í Tórshavn frá kl. 13­15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv 9. mars tók Leivur Persson, Hoyvík prógv sum løgfrøðingur (cand.jur. ) á Universitetinum í Keypmannahavn. Merkisdagar Týsdagin 16. mars verður Johannes Mortensen, trúð­ boðari, á Argjum 95 ár. Foreldrini hjá Johannesi vóru Rachel og Mortan Mort­ ensen á Geil á Argjum. Tey fingu tilsamans 12 børn. Sum flestu ungir dreingir tá fór Johannes til skips. Síðani fór hann til Íslands, har hann arbeiddi á bónda­ garði í tvey og eitt hálvt ár. Kom heimaftur og fór hann í smiðjulæru hjá bróðrinum Palla í Vági. Í 1937 fór Johannes til Danmarkar, har hann fekk arbeiði hjá einum smiðju­ meistara í Højen norðanfyri Svendborg, og har varð lívsleið hansara løgd. Hesin smiðjur var missiónsmaður, og í bygdini var dugnaligur prestur, sum tók sær av teimum ungu. Hann hevði bíbliutímar saman við teim­ um heima hjá sær sjálvum og dugdi sera vær at fara við teimum. Johannes ynskti nú at fáa eitt arbeiði, sum var innan tað kristna virki, og ráddi presturin honum til at fara á diakonskúla í Århus. Hann kom hagani í praktikk eina tíð á Hald uttan fyri Viborg, har hann møtti Elmu, sum hann giftist við í 1943. Tá var hann liðugur sum diakonur, fekk hann arbeiði sum trúboðari innan KFUM og K og Indre Missón í Tønder í Suðurjyllandi og seinni í Jelling. Í 1949 fluttu tey til Havn­ ar, har Johannes var biðin um at vera KFUM skrivari. Hann var við til at byggja KFUM, sum varð vígt í 1952. Við í arbeiðinum sum KFUM skrivari var eisini umsiting av Kristiligt Ung­ mannablað. Á KFUM var hann til 1960, tá tey fluttu til Fugla­ fjarðar sum trúboðarapar, og í 19 71 gekk leiðin til Vestmanna. Hóast Johannes varð pensioneraður sum 70 ára gamal, hevur hann verið virkin í missiónsarbeiðinum í mong ár. Elma og Johannes fingu sjey børn: Gertrud, Ragn­ hild, Hjørdis (sum bert gjørdist 2 ár), Karin, Gud­ mund, Sólbjørg og Jens Mortan. Elma andaðist fyri 9 árum síðani, 87 ára gom­ ul. Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni. - red Johannes Mortensen 95 Jan Müller, fyritaksstjóri og ábyrgdarblaðstjóri á Sosial­ inum, er farin í farloyvi næsta hálva árið. Jan Müller hevur leingi arbeitt við ein­ um bókaverki um føroysku oljuvinnuna, og næsta hálva árið fer hann at gera hetta burturav. Jan Müller hevur innlit í føroysku oljusøguna sum fáur, tí eingin hevur skrivað so nógv sum hann um evn­ ið. Hann hevur fylgt við og skrivað um evnið, síðani byrjað var at tosa um før­ oyska oljuvinnu longu í sjeyti­ og serliga áttatiárun­ um. Meðan Jan er í farloyvi røkir hin blaðstjórin upp­ gávuna sum fyritaks­ og ábyrgdarblaðstjóri. Blaðstjórin fer í farloyvi Meðan Jan Müller er í farloyvi røkir Eirikur Lindenskov uppgávuna sum fyritaks- og ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum Lesið Sosialin - so eru tit við