týsdagur 16. mars 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 52 - 16. mars 2010
Málararnir Stein
bjørn Zachariasen
og Martin í Nesi
hava havt eitt langt
málararív saman.
Martin byrjaði hjá
Stein bjørn og Stein
bjørn endaði hjá
Martini
Málaralív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Málararnir báðir Martin í
Nesi og Steinbjørn Zacha
ria sen hava havt eina langa
søgu saman.
Tað er ein søga, sum byrj
aði fyri 40 árum síðani og
sum akkurát nú er endað.
Søgan byrjaði, tá ið Mart
in í Nesi fór í læru hjá
Stein birni og har varð hann
ver andi í samfull 20 ár.
Men nú tíðin var komin
til at Steinbjørn ætlar at
leggja frá sær fyri aldur,
endaði hann sína yrkisleið
sum málari hjá sínum gamla
lærlingi, Martini í Nesi.
Mestsum av tilvild
Martin í Nesi sigur, at tað var
mestsum av tilvild, at hann
18 ára gamal fór í mál ara
læru hjá Steinbirni Zach aria
sen tann 25. mai í 1970.
– Eg hevði spurt Arnbjørn
Mouritsen um eg kundi
sleppa í málaralæru hjá
hon um, men tað bar ikki til,
tí hann var í veruleikanum
ikki málari, men bakari,
sum bara var farin at mála
sigur Martin í Nesi.
Men so sá Martin eina
lýs ing í bløðunum, har
Stein bjørn søkti eftir lær
lingi og hann søkti og fekk
læruplássið.
Tá hevði Steinbjørn bara
verið málari í eitt ár og
Martin var fyrsti lærlingur,
sum hann tók og hevði í
læru øll fýra árini. Annars
hevði hann tveir lærlingar,
men teir hevði hann yvir
tik ið frá einum øðrum
meist ara og skuldu bara
gera læruna lidna.
Steinbjørn letur sera væl
at Martini, sum lærlingi.
Eg havi havt tríggjar lær
lingar úr Hvalba, Martin í
Nesi, Heina Holm og Óla
Jen sen og teir hava hvør
ver ið raskari og dugnaligari
enn annar.
– Hjá teimum var ongantíð
neyðugt at fara aftur um
aftur.
Ætlanin var bara at fáa
sveina brævið,
so
skuldi
Mart in fara suðuraftur at ar
beiða.
Men mongum brestur
ætl an og tað gjørdi tað
eisini hesuferð.
Martin
og
Steinbjørn
sving aðu so mikið væl sam
an, at Martin varð verandi
hjá honum í samfull 20 ár,
áðrenn hann flutti til Suð
ur oyar aftur og byrjaði fyri
seg sjálvan í mars í 1990.
Men hóast teir báðir ikki
hava arbeitt saman, hava teir
alla tíðina havt gott sam
band og hava átikið sær
yms ar uppgávur í felag. Og
hevur annar havt brúk fyri
hjálp, hevur verið heitt á hin
og tað hevur riggað væl.
Løgdu vatn í Stakkin
Martin og Steinbjørn gjørd
ust rættiliga væl og høvdu
nógv saman, eisini uttanfyri
arbeiðstíð.
Soleiðis var Martin og
hjálpti Steinbirni, tá ið hann
bygdi og teir vóru eisini
mangan og dyrgdu og skutu
fugl.
– Tá hevði mann tíð til
slíkt, men nú hevur ongin
tíð til nakað, sigur Stein
bjørn.
Teir vóru eisini onkur ár í
Stakkinum í Tjørnuvík og
fleygaðu.
– Tað vóru eisini vit báð
ir, sum saman við Albert
Han sen, løgdu vatn út í
húsið í Stakkinum, fortelja
Martin og Steinbjørn.
Tá varð ansað væl eftir,
hvør slapp í Stakkin at
fleyga. Men teir báðir
høvdu so fingið loyvi at
fara í Stakkin at fleyga.
– Vit funnu so upp á, at
vit skuldu leggja vatn út í
húsið í Stakkinum og sum
sagt, so gjørt og soleiðis
fingu tey vatn út í Stakkin.
Annars var tað óhandugt
og tungt at dragsa dunkar
við vatni við sær.
Fimm tons av máling
Men sum málarar hava teir
eisini havt nógvar uppgávur.
Og ein tann størsta upp gáv
an, teir báðir hava havt í
fel ag, hevur verið at mála
Nor rønu mestsum alla sum
hon var bæði innan og
uttan.
Martin hevði ikki verið
sjálvstøðugur meiri enn
einar tveir mánaðir, tá ið
Steinbjørn fyrstu ferð sendi
boð eftir honum at hjálpa
honum at mála Norrønu.
Tað var Uni Zachariasen,
sum hevði arbeiði, men
hann fekk so fleiri afturat
sær og Steinbjørn fekk so
eisini Martin við.
Teir málaðu Nørrunu í
fleiri umførum.
Fyrstu ferðina var í 1990
og tá brúktu teir heili fimm
tons av máling til at mála
hana við og hetta var bara
uttan, heilt frá sjónum upp í
skorsteinin.
Teir vóru 14 mans um
arbeiðið og teir brúktu 11
dagar um at smyrja tey
fimm tonsini av máling upp
á Norrønu, so skilligt er, at
tað vóru drúgvir dagar.
Tað var stórarbeiði og teir
dagarnar var onki gjørt uttan
at arbeiða, sova og eta.
Arbeiðið
skuldi
vera
liðugt eina ávísa tíð, men
teir vóru so óvanir við slíkt
arbeiði, at teir dugdu ikki
so væl at meta um tíðina.
Sostatt díktu teir á fyri
heldur at hava nakað at
geva av í síðsta enda.
Endaði hjá Martin
Nú hevur Steinbjørn Zach
ariasen lagt pensilin, tí hann
ætlar at gevast.
Men so fekk Martin í
Nesi litið upp í hendurnar
at mála kirkjuna í Hvalba
innan og tað var so mikið
stórt arbeiðið, at hann heitti
á Steinbjørn um at hjálpa til
og tað stóð ikki á.
Men hetta verður nokk
eitt tað seinasta, Steinbjørn
málar.
Sonur
hansara,
Magn us, er eisini málari og
tað,
Steinbjørn
málar
hereftir, verður bara at rætta
soninum
eina
hjálpandi
hond, tá ið umstøðurnar og
hugurin talar fyri tí.
Tað seinasta, Martin í
Nesi og Steinbjørn Zach
aria sen hava verið saman
um, er at mála kirkjuna í
Hvalba.
Og teir báðir hava fingið
tað skoðsmál, at hetta er
hand verk á allarhægsta støði.
So væl, sum tað hevur
borið til, hava teir málað
kirkjuna soleiðis sum hon
sá út fyrr.
Tað eru minst fimm ár
síðani eg fór at leita eftir
myndum av kirkjuni fyri at
kunna fáa litirnar og bord
ar nar fram afturat. Tað
eydn að ist
eftir
mikið
leitingar arbeiðið at finna
eina mynd, sum Leivur
Nygaard síðani skannaði og
størkaði og gjørdi skabelónir
eftir.
Tað eydnaðist kortini
ikki at finna mynd av bord
anum á prædikustólinum,
so hann hevur áðurnevndi
Leivur Nygaard, teknað.
Súlurnar eru lagdar við
blaðgulli og tað hevur
Stein bjørn gjørt tað mesta.
Stór afturgongd
Annars halda teir báðir, at
málarafakið hevur verið
fyri
stórari
afturgongd
hend an seinasta mans ald
urin.
– Nú gongur hvør Hanus
og Janus við pensli í hond,
uttan at hugsa um hand
verkið.
Fyrr var alt træverk
grund að við oljumáling,
síðani full spartlað og málað
fýra ferðir. Nú er viðurin
við gjørd ur fyri rotið og so
verð ur máling bara klínd
útyvir.
Eg ivist eisini í um teir
yngru málararnir yvirhøvur
duga at tapesera. Tað kunnu
teir ikki hava lært, tí ongin
brúkar tað longur, heldur
Stein bjørn fyri.
Nú er ikki so frægt sum
varmi komin á, so verður
skundað undir málararnar
at fáa teir inn. Fyrr var ikki
hugsingur um hjá einum
málara at fara til verka,
fyrr enn húsini høvdu staðið
púra liðug í einar tveir mán
aðir.
Ein feilur er eisini, at nú
skal alt ganga so skjótt og
tað skal helst onki kosta,
halda teir báðir.
Meistarin og lærlingurin
Lýkka hóttir kópaveiðina
Veturin hevur verið óvanliga lýggjur í Kanada, og tað hevur
millum annað havt við sær, at næstan eingin ísur hevur verið í St.
Lawrenceflógvanum. Tað kann bjarga nógvum túsund kópum, tí
tann ísurin, sum er í flógvanum, er so tunnur, at veiðimenn kunnu
ikki fara út á hann. Kanadiskir veiðimenn plaga at veiða umleið
300.000 kópar í mars, men í ár verður tann siðbundna veiðan
kanska av ongum, sigur CBC News. Kanadiski fiskimálaráð
harrin, Gail Shea, sigur, at ísurin í St. Lawrenceflógvanum hevur
ikki verið so tunnur tey seinastu 70 árini.
Ung fáa pensjón
Støðugt fleiri danir fáa fyritíðarpensjón á ungum árum.
Tey seinastu hagtølini vísa, at í fjør fingu 1.358 fólk í
aldrinum 19 til 29 ár tilsøgn um fyritíðarpensjón. Tað
talið er 29 prosent størri enn í 2006. Hagtølini vísa, at
sálarligar líðingar eru tann vanliga orsøkin til, at fólk fáa
fyritíðarpensjón, áðrenn tey hava fylt 30. Men tað er ikki
vist, at sálarligar líðingar eru varandi, og tí hevur tað
verið frammi at broyta skipanina, soleiðis at fólk kunnu
fáa fyritíðarpensjón í avmarkaða tíð fyrst. Fleiri politiskir
flokkar taka undir við hugskotinum, og teir fara at
viðgera tað í summar, sigur DR.
Steinbjørn Zachariasen,
vm, og Martin í Nesi leggja
síðstu hond á Hvalbiar
Kirkju. Aftanfyri teir hómast
sermerkti bordin í altarinum