Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2010 tíðindi Hesi seinastu árini er fólkatalið á Norðoyri tvífaldað. Gongst sum tey hjá byggifritøkuni Norðhús ætla, fer tað at hækka uppaftur meiri í framtíðini Bygging Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðoyri: Tað hevur verið arbeitt við málinum í longri tíð. Men nú er komið so mikið væl áleiðis, at klárt er at fara undir byggingina. Byggifyritøkan Norðhús í Klaksvík hevur sett sær fyri at byggja smærri íbúðir á Norðoyri, ið liggur beint við Klaksvík. Fyri mong kan slíkt tykjast sum óðamannaverk. Men fólkini handan Norð­ hús hava í øllum førum sett sær fyri at geva fólki ein annan møguleika at seta føtur undir egið borð í nánd av Klaksvík. Í dag hevur verið kunn­ andi fundur um hesa ætlan­ ina, og verður meiri at frætta frá hesum seinni. Áður hevur verið frammi, at her varð talan um 12 smærri íbúðir, hvør uppá 72 fermetrar. Hetta er tó ikki fyrsta stóra byggiætlanin hjá Norðhús. Fyritøkan hevur frammanundan luttikið í byggingini av m.a. Bad­ mintonhøllini, Bónus­ handlinum, Reyni­service og Klingruni í Klaksvík. Mesta nakrantíð Seinastu 20 árini er talið av íbúgvum á Norðoyri nærum fimmfaldað. Í 1988 búðu ikki fleiri enn 20 fólk í bygdini, men bara tvey ár seinni var fólkatalið komið uppá 54. Og síðani hevur tað bara gingið ein veg. Í dag búgva sostatt sløk 100 fólk her, og er tað tað mesta nakrantíð. Nú er ikki óhugsandi, at talið fer at vaksa upp aftur meiri, tá fólk so líðandi fara at flyta inn í íbúðirnar á Norðoyri. Sagt verður, at bygdin er vinarlig bæði fyri yngri og eldri, eins og útsýnið er sera vakurt við góðum sólargangi. Av Norðhús verður sagt, at økið har bygt verður á, er slætt og tí vælegnað sum bústaðarøki. Meiri verður at frætta um hesa íbúðarbyggingina í Sosialinum og á Rás2 teir komandi dagarnar. Smærri íbúðir gerast á Norðoyri Nesvík: Aftur í ár sleppa børnini á eitt sangskeið, sum bara er ætlað teimum. Á heysti 2008 var eitt slíkt sangskeið fyri børn hildið á Strond­ um. Hetta eydnaðist so mikið væl, at ætlanin er at endurtaka tað í ár, hesaferð í leguhúsinum í Nesvík. Skeiðið byrjar fríggjadagin í komandi viku og heldur fram til skírisaftan, mikudagin 31. mars tá alt tiltakið endar við eini fram­ førslu í ítróttarhøllini á Skála. Á skeiðnum í 2008 vóru øll børnini í sirk­ usi, sum var ein partur av upplegginum. Í ár verður farið á skatta­ veiðu saman við einum góðum skipara og hansara manning. Skráin er sjálvandi merkt av nógvum sangi, men tíð verður eisini til bíbliutímar, spæl og hugnað. Sagt verður, at leskiligur og heilsugóður matur er á skránni. Undirtøkan til fyrsta skeiðið var sera góð. 120 børn vóru á skeiðn­ um, og tá framførslan var, vóru omanfyri 500 fólk og lýddu á. sb. Leita eftir skatti á páskum - Hyggja vit at støðuni í fólkakirkjuni í dag og hugsa um javnvágina millum kvinnur og menn, so kann verða sagt, at samskiftið er bæði gott og jaligt, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur KirKjan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í farnu viku varð altjóða kvinnudagurin, 8. mars hildin kring allan heimin ­ eisini her á landi. Í hesum sambandi hevur biskupur gjørt eitt lítið yvirlit, sum lýsir lutfallið millum kvinnur og menn í størvum, ráðum og tænast­ um í kirkjuni. Jógvan Fríðriksson stað­ festir stutt, at kvinnurnar eru væl við í nevndum og ráðum, og at í einum ráðið, nevniliga Próstadømisráðn­ um eru tær í meiriluta. Hinvegin vísir hann á, at í 7 av 14 prestagjøldum eru 213 kirkjutænarar, og í hes­ um støðum liggur parturin hjá kvinnunum ikki eftir. Øðrvísi lutfall Tá talan er um prestar í fólka­ kirkjuni eru teir 24 í tali, og av hesum er 4 kvinnur. Væl javnari er býtið, tá talan er um deknar í teimum 7 prestagjøldunum, sum eru við í uppgerðini. Hesir eru 89 í tali, harav 47 % teirra eru kvinnur. Bert 17 % av urguleik­ arunum eru kvinnur, meðan einans kvinnan er klokkari av teimum 77, sum eru við í uppgerðini. Annars er full javnstøða á skrivstovuni hjá dómprósti og biskupi, men í Prósta­ dømisráðnum hava kvinn­ urnar meirilutan. Tá talan er um kirkjuráðs­ limir eru 45% av teimum íalt 371 limunum kvinnur. ­ Hugsa vit um løntar og óløntar tænastur í fólkakirkjuni, so er talið av kvinnum munandi økt ta seinastu fjórðings øldina. Lutfallið er væl øðrvísi í dag, enn tað var, tá undir­ ritaði byrjaði tænastuna sum prestur í fólkakirkjuni, slær Jógvan Fríðriksson, biskupur fast. Føroyska kirkjan er fyri øll, og mong eru tey sum gera lønta og ólønta tænastu í kirkjuni savnsmynd Rættiliga javnt í kirkjuni Norðoyri er nógv vaksin seinastu árini. Tá hesar íbúðirnar hjá Norðhús gerast veruleiki, fer fólkatalið at vaksa uppaftur meiri Siamesiskar bananir Mangan hava vit sæð undarlig epli, gularøtur ella aðrar samanvaksnar fruktir á myndum. Hesar fruktir kunnu viðhvørt líkjast ymiskum løgnum, sum vit ikki skulu gera burturúr her. Herfyri fekk Sosialurin tvær samanvaksnar bananir frá einum av okkara lesarum. Lesarin, sum reguliga keypir bananir og aðrar fruktir, helt, at okkara lesarar kundu havt gleði av at sæð eina mynd av hesum báðum bananunum. Tá tú tók skalið av, vóru kortini tvær rímiliga heilar bananir innaní skalinum. Hví slíkt undarligt hendir í umhvørvinum, bæði í plantuheiminum, dýraheiminum og millum menniskju, skulu vit heldur ikki nerta við her. Men nú hava so okkara lesarar sæð hesar báðar samanvaksnu bananirnar, sum eru øðrvísi enn tær, vit vanliga keypa í handlunum.