Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2010 Annika Olsen vil hava eina skjóta loysn á vegaføringini ígjøgn­ um Leirvík í sa m­ ban di við Norð oya­ tunnilin NorðoyatuNNiliN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg miði eftir at hava eina loysn á máinum um vega- før ingina ígjøgnum Leirvík í ár. Tað staðfestir Annika Ol sen, landsstýriskvinna í inn lendismálum. Enn er ongin niðurstøða í málinum um illa umstrídda vegin ígjøgnum Leirvík í sam bandi við Norð oy a- tunnilin. Men nú fer Annika Olsen at leggja málið um vega- føringina ígjøgnum Leirvík fyri á næsta lands stýris- fundi. Hetta er eisini eitt krav frá býráðnum í Eystur- kommunu, sum nú hevur mist tolið og hevur sett hart ímóti hørðum. Tað endaði við, at bý ráð- ið herfyri brádliga samtykti at íbindingarloyvið verður ikki longt og at vegurin bein an vegin skal gravast upp, sáast við grasi og lend ið handast kommununi aftur í sama standi, sum tað á sinni varð latið til vegin. Hetta hevur býráðið gjørt fyri at framprovokera eina av gerð í politisku skipanini. Men borgarstjórin stað- festi eisini, at tey vórðu sinn að at geva samgonguni stund ir at koma við einum útspæli. Loysn í ár Og tað útspæli kemur vænt- an di eftir næsta lands stýris- fund, sum ikki er endaliga ásettur enn. Annika Olsen hevur gjørt eitt upprit til landsstýrið um vegaføringina, men hon vil ikki siga, hvat stendur í tí, fyrrenn tað er lagt fyri lands stýrið. Men í øllum førum kann hon siga, at hon mælir til, at málið verður loyst í ár. Og tað er ikki óhugsandi, at hon fer at biðja um eykajáttan til endamálið. Hetta sigur hon, hóast um boð fyri samgonguna meiri enn einaferð hava gjørt greitt, at eykajáttan verð ur ikki latin til íløgur í ár. Trupulleikin er, at játtan- in upp á 40 milliónir, sum Løgtingið hevur sett av til vega føringina ígjøgnum Leir vík, røkkur ikki, tí ar beiðið er mett at kosta 50 milliónir. Tí er neyðugt við meiri peng um, men tað hevur Løg tingið ikki viljað játtað. Annars heldur lands- stýris kvinnan, at vegurin ígjøgn um Leirvík er eitt ser stakt mál, tí hon metir tað, sum eina verkætlan, ið er ígongd. - Hetta er sostatt ikki talan um eina nýggja verk- æt lan og tí eigur hon at verða gjørd liðug, sigur Annika Olsen. Hinvegin hevur Annika Ol sen eisini boðað frá, at hon er í samskifti við ar beiðs takaran um at fáa prís in niður. - Eg helt, at vit vóru í ein- um góðum samskifti um at fáa prísin niður og tí kom tað óvart á meg, at býráðið brádliga reageraði so harð- liga. Hon vil ikki siga, hvat hend ir, vissi Kommunan ger álvara av málinum við teirri avleiðing, at Norð- oya tunnilin verður stongdur - Tað taki eg upp, skuldi tað komið so langt, at vegur in verður grivin av. Men eg haldi, at ognartøka er eitt øgiliga stórt inntriv, so tað verður ikki tað, vit fara eftir við tað fyrsta, sig- ur landsstýriskvinnan. - Tað er ikki mátin at sam skifta upp á í einum fólka ræði, leggur lands- stýris kvinnan afturat. Løgtingið hevur nú enda liga samtykt ætlan in at byggja flog v øllin í Vágum út, hóast tað eru bara tvær vikur til ein kann ing fyri ligg ur sum vísir, hvar í Før­ oy um ein flog vøll ur liggur best FlogvølluriN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Løgtingið hevur í morgum enda liga avgreitt málið um at byggja flogvøllin í Vá g- um út á 1799 metrar. Útbyggingin varð ei n- mælt samtykt og kostar 365 milliónir. Hetta hendir hóast tað bara eru tvær vikur til úrs- lit ið fyriliggur av eini kann- ing sum vísir, hvar í Før- oyum, tað er best at leggja ein flogvøll. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur nevni- liga, at seinni í hesum mánaði num er úrslitið nevni liga klárt av eini stórari kanning sum hevur til endamáls at vita, hvar í Føroyum, tað er best at legg ja ein flogvøll. Í fleiri ár eru veður mát- ing ar gjørdar á Glyvursnesi og í Søltuvík fyri at kanna flog líkindini á hesum støðu num. Hendan seinasta tíðin er brúkt upp á at greina upp- lýsingarnir, sum eru fingnir til útvega í hesum mát ing- un um. - Endamálið við kann ing- ini er at vita, hvar ein flog- vøllur liggur best, tá ið hugs að verður vind, turbu- lens, sýni og regularitet, sig ur stjórin á Landsverki. Og arbeiðið er nú komið so langt, at í seinasta lagi um tvær vikur fáa vit greiði á, hvussu floglíkindini eru á Glyvursnesi og í Søltuvík aftur ímóti í Vágum, sigur stjór in á landsverki. Einstakir politikarar hava annars fýlst á, at Løgtingið tekur endaliga avgerð um at byggja flogvøllin í Vágum út fyri fleiri hundrað millión ir, áðrenn vit vita, hvar ein framtíðarflogvøllur ligg ur best. Vit spurdu Oyvind Brim- nes um hann heldur at tað er samfelagsliga rætt, at politiski myndugleikin tek- ur eina so stóra avgerð, tá ið vit um bara tvær vikur fáa at vita, hvar tað er best at gera íløgur í ein framtíðar flog vøll. Men tað vil hann ikki svara upp á, tí hann sigur, at tað er ein politiskur spurn- ingur. Nakrir fáir politikarar hava verið ivingarsamir um út byggingina, serliga John Johannessen og Poul Michel sen. Eitt nú hava teir víst á, at tað er rætt at bíða eftir kanningini, sum Lands verk fer at almanna- kunn gera um tvær vikur. Men teir stúra eisini fyri, at verða 365 milliónir brúkt ar til at byggja vøllin í Vág um út fyri, fer at tað skjóta allar ætlanir um ein fram tíðartryggjaðan flog- vøll eini 25-35 ár fram í tíð- ina. Gongst sum Annika Olsen vil, verður ein endalig loysn á umstrídda vegnum ígjøgnum Leirvík, funnin í ár Umhugsar at biðja um meiri pening til Leirvík Vildu ikki bíða í tvær vikur Færri íslendingar Fyri fyrstu ferð í meiri enn eina øld minkaði fólkatalið í Íslandi í fjør. Tann 1. januar í 2010 búðu 317.630 fólk í Íslandi samanborið við 319.368 eitt ár frammanundan. Sostatt minkaði fólkatalið eitt hálvt prosent í fjør, og tað skal samanberast við, at undanfarin fimm ár hækkaði tað 1,6 prosent í meðal um árið, skrivar Morgunblaðið. Hagstovan í Reykjavík sigur, at fólkatalið minkaði í øllum pørtum av landinum í fjør, men at størsta minkingin var á Eysturlandinum og Vesturlandinum. Ófriður í Jerusalem Fleiri hundrað palestinar gingu í morgun mótmælisgongu í tí gamla býarapartinum í Jerusalem, har tey mótmæltu ísraelsku avgerðini at byggja 1600 íbúðir afturat í Eystur- Jerusalem. Ísraelska løgreglan legði uppí og spjaddi mótmælisgonguna. Teir seinastu dagarnar hava fleiri samanbrestir verið millum løgregluna og palestinar, sum eru í øðini um ísraelsku byggiætlanina. Bæði ST, USA, ES og Russland hava eisini mótmælt ætlanini, men Ísrael tykist ikki hava hug at slaka, skrivar AFP.