Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2010 Fáir skaðar og rímiligar rakstrar­ útreiðslur vóru høvuðsorsøkirnar ril, at Trygd kann vísa á eitt metstórt avlop fyri 2009 á 24 milliónir krónur TRYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 24 milliónir krónur í avlopi. Tað vísir botnlinjan hjá Trygd fyri 2009, og tað er met hjá felagnum. Síðani 2005 hevur rokn­ skapurin víst eitt avlop, men tey hava verið rættiliga avmarkað. Avlopið hevur tó verið vaksandi hesi árini, og frá 1,7 milliónir krónur í 2005 til ávikavist 5,7 milliónir, 6,9 milliónir og 9,4 milliónir krónur næstu árini gjørdi roknskapurin eitt skarvslop í 2009 til áður­ nevndu 24 milliónirnar. Størsti einstaki posturin, sum hevur ført til góða úrslitið, eru skaðaendur­ gjøldini, ið fyri 2009 vóru 36,9 milliónir krónur móti 50,3 milliónir krónur fyri 2008. ­ Góða veðrið hevur havt ein avgerandi týdning fyri lágu skaðaendurgjøldini, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd. Tryggingargjøldini í 2009 vóru tilsamans 92 milliónir krónur, og tað er ein hækking á 1,3 milliónir krónur samanborið við 2008, svarandi til 1,4%. Hesin vøksturin stavar lut­ víst frá meirsølu og lutvíst frá prísjavningum, sum vórðu gjørdar á heysti 2008 og í 2009. Havast skal eisini í huga, at hesin vøkstur hevur verið hóast Trygd gavst við at tekna skipa­ tryggingar 1. januar 2009. ­ 2009 gjørdist eitt gott ár fyri Trygd. Eitt samanfall av góðum veðri og lutfals­ liga fáum skaðum og stór­ skaðum gjørdi sítt til, at árið eydnaðist væl. Tað fegnast vit um, sigur Jean Djurhuus. Trygd í menning Trygd er í støðugari menn­ ing sum tryggingarfyritøka, og ein skynsamur rakstur við dugnaligum starvsfólk­ um skal tryggja føroyingum kappingarførar tænastur á tryggingarmarknaðinum. Rakstrarútreiðslurnar, sum vóru 22,4 mió. kr. í 2009, øktust nakað samanborið við 2008, men eru tó á einum hóskandi støði. Fallið í búskapinum seinastu tíðina hevur havt við sær, at vinnufyritøkur hava havt tað trupult, eins og sølan av bæði sethúsum og bilum hevur verið lág. ­ Búskapargongdin hevur gjørt sítt til, at marknaðurin hevur verið nakað stirvin. Tað hevur ikki verið nógv keyp og søla av ognum, ið skulu tryggjast, men vit eru hóast alt nøgd við, at felagið alsamt styrkir um støðu sína á føroyska tryggingar­ marknaðinum, sigur Jean Djurhuus. Fíggjarligu inntøkurnar í 2009 vóru 5,0 mió. kr. samanborið við 6,5 mió. kr. í 2008. Høvuðsorsøkin til lækkingina er lægri rentu­ stig á fíggjarmarknaðunum. Fyri árið 2009 verða 12 milliónir krónur útgoldnar í vinningsbýti til eigaran, sum er Føroya Banki. Sostatt er eginognin hjá Trygd við ársbyrjan 2010 82,7 milliónir krónur. Onga lívstrygging – enn Sum kunnugt keypti Føroya Banki í fjør íslendska tryggingarfelagið Vørður. Enn tilskilar lógin ikki íslendska trygingarfelagn­ um at operera á føroyska marknaðinum, eins og íslandssáttmálin ikki heim­ ilar tí heldur. Stjórin í Trygd heldur kortini tætt inn at kroppinum tá talan er um eina møguliga útbjóðan av lívstryggingum. ­ Lógin heimilar tí ikki sum er, men sjálvandi halda vit eygu og oyru opin, sigur Jean Djurhuus. Hann vil tó einki siga um eina møguliga lívstrygging hjá Trygd, men vil heldur ikki útihýsa møguleikanum. Hann vísti tó á, at eitt samstarv og ein samskipan er í gongd við Vørður, og í tí sambandi er hann eisini komin í nevndina hjá før­ oyska tryggingarfelagnum í Íslandi. Eitt annað nevndarskifti fór fram á aðalfundinum hjá Trygd, var varð hildin 26. februar. Tá tór Jens Erik Christensen við sum nevndarlimur í staðin fyri Súna Schwartz Jacobsen. Jens Erik Christensen er næstformaður í nevndini í P/F Føroya Banka, er útbúgvin aktuarur og hevur sera drúgvar royndir innan tryggingarvinnuna í Evropa. Hann hevur millum annað verið forstjóri í Codan tryggingarsamtaki­ num í fleiri ár. Í nevndini hjá P/F TRYGD sita nú: Janus Petersen, formaður, Jens Erik Christensen, Christian Andreassen, Tummas Hanus Dam og Niels Juul Andersen. Trygd við metavlopi Jean Djurhuus, stjóri í Trygd, fegnast um góða úrslitið hjá felagnum Mynd: Jens Kristian Vang Heimsins minsti maður deyður 74,61 sentimetrar. So stuttur var 21 ára gamli He Pingping, sum doyði í italska høvuðsstaðnum Rom í gjár. Hetta upplýsir Guinness World Records, sum gav He Pingping pláss í tiltiknu metbókum sínum í 2008. He Pingping, sum er kinverji, var í Rom í samband við nakrar sjónvarpsupptøkur, men varð innlagdur á sjúkrahús um vikuskiftið, tí hann hevði pínu í bringuni. Trupulleikarnir í bringuni var eisini tað, sum kostaði heimsins minsta manni lívið. Tit finna tvey lík... Ein álvarsom sjúka bleiv ov tung hjá einum 80 ára gomlum hjúnum. Maðurin skjeyt konuna og síðani seg sjálvan í Ishøj. Gamli maðurin ringdi fáar minuttir áðrenn klokkan 7 seinasta sunnumorgun til 112 og segði, at løgreglan um fáar minuttir kundi finna tvey lík á einum bústaði í Ishøj. ­ Vit vóru frammi innan 15 minuttir. Har funnu vit hjúnini liggjandi, bæði deyð, fortelur Brian Larsen, vaktleiðari hjá Vestegnens Politi við eb.dk. – Hjúnini høvdu verið saman í meira enn 50 ár, fortelur Brian. Tað er ongin ivi um, at maðurin, ið sjálvur ávaraði um sorgarleikin, hevur skotið konu sína við eini riflu, og síðani seg sjálvan. Brian Larsen fortelur, at kvinnan var álvarsliga sjúk, og at sjúkan var blivin ein tung byrða fyri gamla parið.