Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2010 - Hóast vit tosa okkara okkara deyva- mál og tey hoyrandi sítt tungumál, kun nu vit saktans tosa sam- an. Einasta treytin er, at viljin til at skilja hvønn annan er til stað ar, sigur 24 ára gamli Høgni Høj- gaard. Hann hevur ver ið deyvur alt sítt lív Deyvur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: - Vit eru eini 40 deyv í Føroyum. Men eg kann viðhvørt kenna meg einsa mall an, sigur ungi runa vík ing urin. Likamliga brek hansara hevur hvørki tikið lívs- gleði na ella vónina um eina góða framtíð frá honum. Gerandisdagurin hjá Høgna er ikki nógv øðrvísi enn hjá javnaldrum sínum: Hann hevur lærupláss; hann hevur damu; hevur koyri kort; honum dámar væl at hyggja í sjónvarp; hann er formaður í Deyva- felagnum; og hann hevur har aftrat eitt positivt sinna- lag. - Nei, eg haldi ikki at eg havi mist nógv orsakað av deyvleika mínum. Eg hevði bara ynskt, at tað var lættari at samskifta við tey hoyr- andi. - Eg eri heldur ikki kedd- ur av støðuni, men eg kann ofta verða irriteraður, tí eg ikki fái sagt tað sum eg æt laði við hini, sigur Høgni Høj gaard. Vit settu honum stevnu eitt kvøldi í Deyvahúsinum, saman við deyvatulkinum Edny Poulsen. Endamálið er at fáa hann at lýsa, hvussu gerandisdagurin er hjá einum deyvum før oy- ingi. Í kvøld fær hann sagt júst tað, sum hann ætlar - og júst so um hann ætlar. Kløkkaðist ikki Høgni er ein teirra sum er fødd ur deyvur. Hann veit, at nakað úti í familju hansara eru onnur, sum bera sama brek sum hann, m.a. brøðurnir Hermundur og Jan Zachariasen. - Hetta sambandið er onga tíð vorðið kannað nærri, - eg veit ikki hví. Eg havi hoyrt, at summi hava kann að sína bakgrund fyri at finna fram til, hví tey eru deyv. - Eg var deyvur, tá eg varð føddur, og eg havi so onga tíð gjørt hetta, sigur Høgni. Hóast Høgni var føddur deyv ur, heldur hann ikki, at hetta brekið hevur ávirkað hann stórvegis í barna ár u n- um og seinni sum unglingi. - Mamma mín hevur for- talt mær, at eg fungeraði sum ein hoyrandi, tá eg var lítil. Tað var líka tað, at eg ikki altíð svaraði aftur, tá hon spurdi meg um nakað. - Eg haldi, at eg mundi vera umleið tvey ár, tá tey fun nu útav, at eg veruliga var deyvur. Tey plagdu at kasta okkurt niður í gólvið fyri at vita, um eg eg bleiv kløkk ur av larminum. Men Høgni reageraði als ikki uppá larmin, og soleiðis vaks illgrunin um, at okkurt bagdi hoyrn hansa ra. Tey fingu síðani sam band við lækna fyri at gera nærri kanningar, og her varð brekið staðfest. - Eg var totalt deyvur, men ein hevur altíð eina evarska lítla hoyrn, sum koyr ir meiri uppá nøkur ávís ljóð. Mentist í skúlanum Barnaárini gingu við at hann royndi ymisk sløg av hoyri tólum. Og so kom dag ur in, tá lítli Høgni á – Eg eri jú bara deyvur Høgni Højgaard er í løtuni í læru sum snikkari. - Eg veit ikki, hvat eg skal gera tá eg verði liðugur. Eg havi góðan hug at halda fram her, sigur hann Mynd: Jens Kristian Vang ” Eg royndi at fáa arbeiði, men tá varð sagt, at eg mátti hava nakrar arbeiðsroyndir at vísa á. Men altso, hvussu kundi eg fáa royndir, tá eg ikki fekk nakað arbeiði?! Bryan Rice í Fuglafirði Leygarkvøldið verður Bryan Rice í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað er Rúni Djúrhuus, ið hevur tikið stig til hettar, og verður hettar allarhelst eitt av teimum heilt forkunnugu upplivingunum, vænta tey í Fuglafirði. Fyri at fáa eitt heilt kvøld burturúr verður ungi bólkurin Timburmenn eisini at spæla til dans. Grand Prix tónleikur í Rex Grand Prix tónleikur verður á skránni í REX um vikuskiftið. Fríggjakvøldið verður tað Bryan Rice, sum stendur fyri tónleikinum, meðan Jens Marni band verður leygarkvøldið. Bryan Rice kemur fríggjadagin til Føroya, har hann fer at framføra í REX. REX bjóðar Grand Prix tónleik um vikuskiftið, nú tað styttist til Eurovision finaluna í Oslo. Leygarkvøldið verður Jens Marni band í REX.