Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2010 fyrs ta sinni trein inn um skúlans gátt. - Tá eg kom í 1. flokk, royndu tey at læra meg at tosa við røddini, men eg upp fangaði als ikki røddir- nar. So har var í roynd og veru einki at gera. Nei, tað riggaði ikki, staðfestir Høgni. Tá Høgni hevði gingið nøk ur ár í vanligum skúla, flutti hann til Havnar. Her gjørd ist hann næmingur á Venj ing arskúlanum og bleiv eisini partur av deyva- flokkinum sum hoyrdi til skúl an á Trøðni, har hann og onnur deyv kundu fáa ser undirvísing í teknmáli. Hetta var ikki ein nýggj støða hjá Høgna, tí hann hevði havt samband við skúl an á Trøðni tvær ferðir um vikuna heilt síðani hann gekk í barnagarði. - Har mentist eg rættilig nógv. Her var eg saman við øðrum deyvum, og her varð eisini teknmál okkara ment nógv meiri, tí tað gekk skjótari fyri seg. Nakað seinni fór Høgni á ein eftirskúla fyri deyv í Dan mark, har hann mentist upp aftur meiri saman við øll um hinum deyvu, sum vóru har. - Tað er fantastiskt at kunna samskifta við onnur, sum tosa sama mál og sum skilja tað sum eg sigi. Tað vísir seg, at samtalan bara gongur, og at ein her heilt spontant fær úttrykt júst tað sum ein vil. Eitt dømi um, hvussu ymisk deyvamál og tungu- mál eru, er setningurin “Maður in stendur á brúnni, sum gongur tvørtur um án na”. Fyri at ein deyvur skal skil ja henda setningin til fuln ar, má tulkurin fyrst greiða frá, at ein brúgv er har, og síðani siga frá, at mað ur in altso stendur á brún ni. Annars heldur tann deyvi bara, at maðurin dett- ur niður í ánna, tí har er eingin brúgv. Meistarin lærdi seg teknmál Eftir at vera afturkomin av eftir skúlanum í Danmark, var spurningurin, hvat Høgni so skuldi takast við. - Eg hevði onga útbúg v- ing, og byrjaði tí at arbeiða sum landari á Toftum. Men tja, eg veit ikki, hetta var ikki ordiliga tilfredstillandi, sig ur Høgni sum arbeiddi her í níggju mánaðir. Her mátti onnur leið veljast, og fór Høgni nú und ir at taka koyrikort til last bil. Kanska kundi hetta gerast lívsstarv hansara? Men gakk, hetta bar ikki til. - Eg fekk einki arbeiði sum lastbilførari, tí hetta ar beiðið jú er tengt at tí, at ein skal kunna tosa í telefon og annars at kunna sam- skifta við kundarnar. - Eg royndi at fáa arbeiði, men tá varð sagt, at eg mátti hava nakrar arbeiðs royndir at vísa á. Men altso, hvussu kundi eg fáa roynd ir, tá eg ikki fekk nakað ar beiði?! Høgni var kortini heppin. Hann kom í samband við Jákup Joensen, sum hevði eitt snikkaravirki á Ritu- víkar hálsi. - Ja, meistarin góðtók meg beinanvegin. Og hann var enntá so framsíggin, at hann fór sjálvur á skeið at læra teknmál, sigur Høgni, sum verður útlærdur sum snikkari í oktober mánað í ár. Enn hevur Høgni ikki av gjørt, hvat hann fer at gera, tá lærutíðin er lokin. Hann hevur góðan hug at halda fram sum snikkari, men kundi kanska einaferð sein ni hugsað sær at flutt til Dan mark. - Har búgva nógv av vin- fólkum mínum. skrivstovufólk / lærlingur vit sóknast eftir skrivstovufólki ella lærlingi til skrivstovu okkara í vatnsoyrum í Geilini 2 FO-385 Vatnsoyrar Tel.: +298 332177 www.hdygd.fo post@hdygd.fo HDYGD er størsti vindeyga- og hurðaframleiðari í Føroyum og leggur altíð dent á at veita bestu dygd og tænastu. Í løtuni starvast 31 fólk hjá HDYGD. Meira fæst at vita við at venda sær til Jóhan á 33 21 77, 22 11 20 ella á post@hdygd.fo vit bjóða: eitt spennandi starv tryggar arbeiðsumstøður gott arbeiðsumhvørvi umsókn: umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi innan 31. mars løn: løn sambært avtalu vit vænta av tær: at tú vísir ágrýtni og nær lagni at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni at tú ert fyrikomandi og álítandi Ein av týdningarmiklu egin leikunum hjá menn- iskj um er at kunna sam- skifta við onnur. Hetta ger seg ikki minst galdandi, tá deyva málið og tungumálið hittast. Høgna dámar væl at hyggja í sjónvarp eftir tíð- ind um - altso feskum tíð- ind um. Serliga væl dámar hon um, tá føroysk tíðindi eru á skránni. Hinvegin, - skal hann bæði síggja og “hoyra” før oysku tíðindini hjá Kring varp inum, má hann bíða eitt heilt samdøgur, inn til tey verða tulkað í sjón varpinum. - Hóast mær dámar væl tíð indi, so er tað hvørki ser liga stuttligt ella áhuga- vert at hyggja eftir tíð ind- um sum eru daggomul. Er tað okkurt í tíðindunum sum tykist vera áhugavert, so biði eg ofta tey, sum eg siti saman við, um at siga mær, hvat tað snýr seg um. - Um sendingarnar ikki hava tekst undir, fái eg ikki nakað sum helst burt- ur úr. Soleiðis er tað bara, sig ur Høgni Højgaard. Keypa bensin uttan orð Eitt dømi um, at tað ber til at samskifta við onn- ur, sum ikki duga tekn- mál, var ein dagin ið Høg ni skuldi keypa ben- sin á eini bensin støð. Hann fylti bensin á og fór til diskin fyri at gjal- da. Har stóð handils- kvin na, sum Høgni ikki hevði sæð áð ur. Trupul- leik in var, at hann fekk jú ikki sagt við orð um, hvør ji ørindi hansara vóru. - Eg brúkti ikki munn- in, men vísti bara við var r un um á orðið “ben- sin”. Eg fekk somuleiðis sagt henni úr hvørjum tan ga eg hevði fing ið ben sin ið. - Tað sjáldsama var, at hon skilti faktiskt hvat eg segði. Hetta vísir mær, at um fólk veruliga vilja skilja okkum deyvu, so let ur tað seg væl gera, hóast vit so at siga tosa tvey ymisk mál. 7:00 Vekkarin ringir, ella rættari sagt: Hann vibrerar so mikið, at Høgni vaknar av tí. Smurdi matpakka og gjørdi seg kláran at fara til dagin. Hann setti damuna av við bussin til Havnar, og fór síðani til arbeiðspláss sítt á Rituvíkarhálsi 8:00 Arbeiðsdagurin byrjar. Hann tosar fyrst eitt sindur við starvsfelagar sínar. Arbeiðsformaðurin hevur eitt arbeiði, sum hann ynskir at Høgni skal byrja uppá í dag 8:10 Høgni koyrir headsettið um oyruni, fyri at hann ikki skal fáa tinnitus. Hann byrjar at líma eina trappu saman. Klokkan gongur skjótt, tá hann er í sving, og áðrenn hann veit av er kaffi á skránni 9:30 Kaffisteðgur. Hann og hinir starvsfelagarnir tosa saman. 10:00 Høgni fer undir aftur trappuna 12:30 Matsteðgur. Vinarlagið er gott teirra millum. Høgni fær ikki altíð alt við, tá hinir tosa ov títt saman. Einur teirra gevur honum ein lítlan samandrátt um dagsins evni, sum er kappróður og kajakrógving 13:00 Aftur til arbeiðis við sama góða hugi 16:00 Arbeiðsdagurin endar. Høgni fer til hús. Slappaði av, hugdi eftir sjónvarpi og annað 18:00 Át døgurða 19:00 Setti seg við telduna at skriva formansfrágreiðing sína til aðalfundin hjá Deyvafelagnum, sum verður í morgin, leygardagin 23:00 Til songar Dagsskráin mánadagin 1. mars 2010 ” Tey plagdu at kasta okkurt niður í gólvið fyri at vita, um eg eg bleiv kløkkur av larminum ” Eg eri heldur ikki keddur av støðuni, men eg kann ofta verða irriteraður, tí eg ikki fái sagt tað sum eg ætlaði við hini Ljóðleyst sjónvarp HUXA tiltak fyri ung ”Vilt tú vera ungur politikkari? Hevur tú hugsanir at deila við onnur? Ert tú í iva um, hvønn flokk tú hellir til? Hevur tú hug at vita meiri um, hvussu tú kemur úr skápinum sum ungur politikkari?” Soleiðis skrivar politiska ungmannafelagið HUXA á síni heimasíðu. HUXA skipar nevniliga fyri einum hugnaligum og læruríkum tiltaki leygardagin, og tey siga, at tiltakið er júst ætlað tær, sum tey taka til. – júst fyri tær. Útyvir, at tú fært eina lætt skiljandi gjøgnumgongd av konservatismu og borgarligum politikki í Føroyum, at tú kemur at kenna munin á konservatismu og liberalismu og fáa upplegg um kapitalismu og sosialismu, kemur eisini ein journalistur at greiða frá og geva góð ráð um, hvussu tú fært tín boðskap út í fjølmiðlarnar á bestan hátt. Tiltakið hjá HUXA verður leygardagin 20. mars klokkan 15.00 í kantinuni í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og endar við mati og víni klokkan 19. Tiltakið kostar 50 krónur, men limir í HUXA sleppa ókeypis við. Tilmelding fer fram við at ringja til Eyð á 581189 ella við at senda eina teldupost á eyd.hammer@huxa.fo