týsdagur 16. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 52 - 16. mars 2010
Missa bilarnar
Í fjør høvdu nógvir norðmenn ilt við at gjalda billánið, og tað
hevði við sær, at 40 prosent fleiri bilar vórðu seldir á
tvingsilssølu í fjør enn árið fyri. Tað skrivar blaðið
Aftenposten. Blaðið skrivar, at tað tað eru bilasølur og
fíggingarstovnar, sum taka bilarnar aftur, tí eigararnir megna
ikki at gjalda. Gevur uppboðssølan meiri, enn eigarin skyldar í
bilinum, fær eigarin munin, Men gevur sølan harafturímóti
minni enn tað, sum eigarin skyldar, skal hann gjalda tað, sum
restar í. Tað er kreppan, sum ger, at nógvir bileigarar hava ilt
við at gjalda, skrivar Aftenposten.
Koralriv í vanda
Fleiri stovnar og felagsskapir í Noregi eru sera misnøgdir
við, at myndugleikarnir hava gjørt av at loyva
oljufeløgum at leita eftir olju á leiðum, sum eru kend fyri
síni koralriv. Bæði Havrannsóknarstovnurin og Stýrið
fyri Náttúruumsiting mæltu myndugleikunum frá at loyva
oljuleiting á leiðum við koralrivum, men til fánýtis.
Granskarar hava víst á, at koralrivini hava stóran
búsksparligan týdning, tí fleiri fiskasløg halda til har.
Myndugleikarnir siga, at tað kann eisini fáa stóran
búsksparligan týdning, um olja verður funnin á teimum
nýggju leiðunum.
Bíða eftir
nevn inga
tingi
Varðhalds fongsl
ingin av tveimum
litavum í Føroyum
varð mánadagin
longd við fýra
vikum. Teir koma
helst at sita longur
enn so, tí teir skulu
væntandi fyri
nevningating, ið
skal fyrireikast
Føroya rættur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tveir litavar, sum hava
sitið varðhaldsfongslaðir
síðan november í Føroy
um, góðtóku í gjár, at
varðhaldsfongslingin
varð longd við fýra vik
um.
Menninir eru skuld
settir fyri at hava innflutt
stóra nøgd av sterkum
rúsevnum í bili sínum.
Rúsevnini
vóru
ikki
ætlað til føroyska markn
aðin. Menninir høvdu
ætlað sær at farið beint
til Íslands, men tollar ar
nir kannaðu bilin so væl,
at teir blivu ov seinir, og
seinni vórðu so rúsevnini
funnin í bilinum.
Líka til fyri tveimum
vikum síðan sótu menn
inir avbyrgdir, men tá ið
Føroya rættur ikki vildi
tað meira, varð annar
mað urin fluttur til Dan
markar at sita í varðhaldi,
so menninir ikki fingu
tosað saman.
Tað gongur ein tíð enn,
til málið kemur fyri rætt
in, tí teir skulu væntandi
fyri nevningating. Enn er
arbeiðið við at fyrireika
nevningating ikki farið í
gongd.
Kassameistarin
hjá EB/Streymi,
sum eisini var
bók haldari hjá
Formula.fo, endaði
í einum óhepnum
dupultleikluti, tá
hann flutti felag
sínum ov nógvan
stuðulspening frá
arbeiðsplássi sínum
Sum so nógvar aðrar fyri
tøkur, hevur Formula.fo
stuðulsavtalur við ítróttar
felag. Ein av hesum er við
EB/Streym, men við árslok
í fjør gjørdi bókhaldarin hjá
Formula.fo leiðsluna í fyri
tøkuni varuga við, at EB/
Streymur hevði fingið ov
stóra upphædd flutta.
Men
samstundis
sum
mað urin var bókhaldari hjá
Formula.fo, var hann eisini
kassameistari
hjá
EB/
Streymi, so her var hann
endaður í einum serstakliga
óhepnum
dupultleikluti,
sum hann eisini hevur átikið
sær fulla ábyrgd av.
– Viðkomandi persónur
var sera keddur um feilin
og kom sjálvur inn á skriv
stovu mína og segði seg úr
starvi. Hann hevði gjørt ein
bukk av stórum ósketni, tók
alla ábyrgd av feilinum og
vildi sjálvur gjalda peningin
aftur, sigur forstjórin í
Formula.fo., Fróði Magn
ussen, við Norðlýsið.
– Vit gjørdu greitt, at
pen ingurin mátti gjaldast
aft ur og tað skal sigast bein
an vegin, at talan er ikki um
meira pening, enn at ein
van ligur persónur sjálvur
hevði kunnað goldið okkum
tað aftur. Vit eru nøgdir við,
at málið verður avgreitt.
Umframt, at bókhaldarin
hevur
sagt
starvið
hjá
Formula.fo frá sær, hevur
hann eftirfylgjandi eisini
sagt seg frá sum kassa
meistari í EB/Streymi, har
tey ikki síggja hetta sum
eitt mál, ið hevur nakað við
felagið at gera.
– Hetta er ikki eitt mál
hjá okkum, tí vit eru ikki
blandaðir upp í tað, og hetta
hevur heldur onga ávirkan
á tað virksemi, sum vit
hava. Sum eg skilji, er hetta
avgreitt millum viðkomandi
og arbeiðsplássið og hevur
einki við sjálvt felagið at
gera, sigur formaðurin í
EB/Streymi, Rólant Høj
sted, í stuttari viðmerking.
hil
Leygarkvøldið 20.
mars kl. 19 skipar
stuðulsfelagið
»Dragin« fyri stórum
borðhaldi við sangi,
undirhaldi og dansi
HuGNaKVøLD
Seinastu vetrarnar hevur
tað verið fastur táttur hjá
Stuðulsfelagnum »Dragin«
at skipa fyri einum hugna
kvøldi í Skálanum. Undir
tøkan hevur altíð verið sera
góð, og tað er tíðiligt, at
tey tilkomnu eisini av og á
treingja til at fara út og
stuttleika sær eins væl og
tey ungu.
Leygarkvøldið 20. mars
kl. 19 verður so hugna
kvøld ið, har skipað verður
fyri borðhaldi við (heitum)
mati, sangi og undirhaldi.
Borðhaldið verður frá kl.
19 22.30. Frá kl. 23 verður
góður gamlamannadansur,
har Flemming og vinmenn
spæla.
Inntøkurnar frá tiltakinum
fara allar til at stuðla
Skúlsskipinum »Dragin«,
har skúlaungdómurin lærir
sjómansskap umborð um
vet urin, og eisini lærir at
sigla
við
seglum
um
summarið.
tíðiNDasKriV
Nú ber til at keypa ferðaseðil
við Norrønu beinleiðis á
heimasíðuni
hjá
Smyril
Line. Nýggja tænastan er
um ráðandi liður av ar beið
inum hjá Smyril Line at
laga seg til tørvin hjá kund
unum. Í hesum døgum er
tað sera umráðandi, at
kund in kann keypa sín
ferða seðil alt samdøgrið og
at tað er einfalt og lætt.
Skipanin er ment saman
við veitaranum av book ing
skipanini hjá Smyril Line,
Novedas, og í fyrstu syftu
verður skipanin tøk á før
oysku heimasíðuni. Seinni
verður hon løgd á ensku,
donsku og týsku heima
síðurnar.
Ov nógv kom inn
Stórt hugnakvøld
í Skálanum
Keyp ferðaseðilin beinleiðis á smyrilline.fo