leygardagur 29. desember 2001síða 21
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 250 - 29. desember 2001
Jónleif Sólsker tekur
endaliga avgerð um, at
hann skal venja føroyska
kvinnulandsliðið í
hondbólti. Seinni í
mánaðinum tekur hann
fyrsta bruttohópin út
1. desember
Hjalgrím Elttør hevur gjørt av, at
hann eisini komandi árið fer at
spæla við KÍ.
FCK leggur fram ársroknskap-
in. 22 milliónir er yvirskotið.
4. desember
Jónleif Sólsker hevur endaliga
játtað, at hann tekur við sum venj-
ari hjá kvinnulandsliðnum í
hondbólti.
Fram er aftur á odda í flogbólts-
kappingin, men ÍF á øðrum plássi
hevur ein dyst færri,
Hjá kvinnunum fær TB aftur
gongd á, tá tær vinna á ÍF, men nú
tykjast klaksvíkskvinnur veruliga
at hava funnið stevið.
Í
kvinnuhondbólti
vinnur
Stjørnan, soleiðis at bert tvey stig
eru upp til VÍF, áðrenn oddaliði
kemur á vitjan. Hjá monnunum
vinnur VÍF trygt á Kyndli.
Havnar Talvfelag vinnur stórt á
Vestmanna, og er nú á øðrum
plássinum í kappingini. Hálvt stig
aftan fyri Klaksvíkina.
EM-undanakappingin fyri U-
21 lið í manshondbólti verður í
Føroyum. Umframt Føroyar eru
Russland, Cypern og Jugoslavia í
bólkinum. Dystirnir verða helst
leiktir mei mánaði.
5. desember
Flogbóltssambandið ger av, at
dysturin millum Fleyr og ÍF skal
spælast umaftur, eftir at Fleyr
hevur kært eina dómaraavgerð.
Jens Erik Rasmussen, sum
hevur leikt við Leiftri, fer kom-
andi árið at virka sum leikandi
hjálparvenjari hjá FS Vágum.
Bill Justinussen fer komandi
árið at verða hjálparvenjari hjá
Jógvani Martin Olsen í NSÍ.
6. desember
FCK tapir aftur í útidystinum
móti Borussia Dortmund, og aftur
hesa ferð er úrslitið 1-0.
7. desember
Súni Merkistein gevur út bók um
HM-undankappingina í fótbólti
2000/2001.
Bæði í hond- og flogbólti er
spenningurin stórur undan viku-
skiftinum. Í Klaksvík spæla
Stjørnan og VÍF oddadyst í
kvinnuhondbólti, meðan Fram og
SÍ spæla toppdyst í mansflog-
bólti.
11. desember
Hanna Dalsgaard av Argjum gerst
Miss Galaxy Føroyar, tá hon er
einasti av føroysku luttakarunum,
sum megnar at fullføra allar
greinarnar, tá altjóða kapping er í
Høllini á Hálsi.
Fleyr leggur seg á odda í
flogbóltskappingini, tá teir vinna
oddadystin í Sørvági. Hjá kvinn-
unum er Mjølnir um at tapa á
Kambsdali, men tær fáa tó vent
dystinum móti ÍF til egnan
fyrimun.
VÍF-kvinnurnar vinna útidystin
á Stjørnuni, og strykja harvið um
oddastøðuna. Samstundis tapir
VB heldur óvæntað í Havn fyri
Kyndli.
Hjá monnunum vinna bæði
Neistin og VÍF aftur hetta viku-
skiftið.
12. desember
Janus M. Joensen, Palli August-
inussen, Tór-Ingar Akselsen og
Pól Næs Joensen eru allir nýggir í
landsliðshópinum, sum Jógvan
Martin Olsen tekur út til venj-
ingarleguna á Cypern komandi
vár. Enn er tó ikki avgjørt, hvør
verður nýggjur landsliðsvenjari.
FSF hevur ásett leikdagarnar
fyri komandi kappingarár. Lands-
kappingin byrjar ætlandi fyrsta
vikuskiftið í mei.
13. desember
Stjørnan hevur óvæntaðar trupul-
leikar, men vinnur kortini eftir
longda leiktíð í 1/4-finaluni í
steypakappingini á StÍF.
14. desember
Neistamenninir
tryggja
sær
atgongd til hálvfinaluna, tá teir
basa grannunum úr Kyndli.
Serligt við dystinum er annars, at
dómarapar úr Kyndli dømir, og
hetta birtur undir kjakið um, at ov
fáir hondbóltsdómarar eru.
Eisini H71 tryggjar sín hálv-
finalusess, tá teir vinna tepurt á
næst bestu neistamonnunum.
Hjá kvinnunum ger VÍF bart, tá
tær vinna sína 1/4-finalu ímóti
Tjaldri.
Fótbóltsárbókin kemur út 10.
árið á rað.
B86 verður komandi árið styrkt
í álopspartinum. Danskur áleyp-
ari skal avloysa Súna Fríða
Johannesen.
15. desember
Seinastu dystirnir í grundspæl-
inum i flogbóltskappingini skulu
leikast um vikuskiftið.
Í hondbóltinum verður bíðað
við spenningi, nú VÍF og Neistin
tørna saman í Vestmanna.
18. desember
Í meistaradeildini hjá monnum er
púrasta javnt, nú farið verður
undir endaspælið, eftir at Fleyr
vinnur grannauppgerðina ímóti
SÍ. Hjá kvinnunum halda TB og
Mjølnir fast um kósina móti
tindunum.
Oddadysturin í manshondbólti
verður avlýstur, men í kvinnu-
deildini ger VÍF bart móti Neist-
anum, og tá Stjørnan samstundis
tapir í Vági, tykist kvinnukapp-
ingin
longu
avgjørd,
hóast
grundspælið enn ikki er liðugt.
Uni Arge legst afturat teimum
24 leikarunum, sum upprunaliga
vórðu úttiknir til venjingarleguna
hjá landsliðnum.
19. desember
Stjørnukvinnurnar megna kanska
ikki at taka VÍF aftur, men tær
hava so gjørt nakað, sum eingin
annar hevur. Nú ber til at keypa
ein myndakalendara, sum verður
prýddur av klaksvíkskvinnunum.
HSF ger av, at útsetti odda-
dysturin millum VÍF og Neistan
skal spælast 9. januar.
20. desember
Bridge Sambandið hevur gjørt
avtalu við Svend Novrup um, at
hesin skal gerast landsliðsvenjari
hjá Føroyum.
NSÍ setur 32 ára gamla Áka
Andreasen í starv sum samskip-
ara hjá felagnum.
Jónleif Sólsker hevur tikið
fyrsta bruttohópin út til kvinnu-
landsliðið í hondbólti.
21. desember
Heldur óvæntað missa menninir
úr Vestmanna stig móti H71, so-
leiðis at støðan gerst enn spentari
í hondbóltsoddinum.
Heðin á Lakjuni hevur enn ikki
gjørt av, hvar fótbóltsframtíðin
liggur. Her heima liggja bæði KÍ
og B36 framvið.
22. desember
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF,
gevur ilt av sær, nú formaðurin í
grunninum fyri Tórsvøll tosar um
stórar útbyggingar til bæði gist-
ingarhús og matstovur við leik-
vøllin.
28. desember
Neistin vinnur stórsigur á KÍF, og
úrslitið inniber, at nú er púrasta
javnt í oddinum. Eisini málmun-
urin er hin sami sum hjá vest-
menningum.
Menninir hjá Fleyr tapa púra
óvæntað fyri ÍF, og SÍ er aftur á
odda, eftir at teir finna heima-
dystin á SÍ.
TB hevur fingið tilgongd av
Gudrid Nolsøe, men avrikið er
lítið sannførandi, tá tær vinna 3-1
á Drátti.
Hondbóltskvinnurnar
hjá
megna ikki at gera nakað við
Neistan, sum vinnur dystin um
triðja plássið í grundspælinum.
ÍTRÓTTARÁRIÐ
Desember:
Landsliðsvenjarin settur
Altjóða uppgávurnar verða ikki fyrr enn í 2003, men longu nú er landsliðsvenjarin farin í holt við arbeiðið við
kvinnulandsliðnum, og ætlandi verða onkrar avbjóðingar á skránni komandi árið
C
M
Y
K
40
Nr. 250 - 29. desember 2001
41
BROT ÚR 2001
SITAT
Eyðun Klakstein
Gjøgnum árið verða nóg orð søgd í
fjølmiðlunum. Sumt er bundið av eini
serligari støðu ella árstíð, meðan annað er
meira at meta saman við
ævigar sannleikar.
Sumt verður sagt
spontant í eini ser-
ligari løtu, meðan
annar er væl
umhugsað og
v u r d e r a ð ,
áðrenn
tað
verið latið
blaðfólki
upp
í
hendi.
Á
hesi
síðu hava
vit savnað
okkurt av
tí, sum var
sagt umveg-
is Sosialin í
árinum sum
fór.
- Hetta tók fast
Signar á Brúnni, fyrr-
verandi landsstýrismaður,
3. januar, um at nýggjur
landsstýrismaður var settur í hansara stað,
áðrenn kanningin av hansara embætis-
førslu reinsaði hann.
- Tað verður ikki serliga samfelagsgagnligt
at fáa eina vinnu afturat, sum leggur hald á
nógv fólk.
Herman Oskarsson, formaður í Búskapar-
ráðnum, 16. januar, um oljuvinnuna.
- Eg má siga sum er, at eg hevði aldrin
verið til eina rockkonsert áður, fyrr enn eg
var til Prix finaluna.
Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlanda-
húsinum, 20. januar
- Stuðulin til og harvið møguleikin fyri at
reka privat útvarp í Føroyum kom ikki
haðani, eg hevði roknað við. Hevði fyri-
gyklað mær, at størstu privatu fyritøkurnar
í landinum fóru at tryggja raksturin saman
við kommunum. Og at tað skipaða ment-
anarlívið fór at tryggja innihaldið. Men so
varð ikki. Als ikki.
Óla Jákup Rólantsson, táverandi pro-
grammleiðari á Rás 2, 3. februar, um at
reka privata útvarpsrás í Føroyum.
—Vit royna alla tíðina at bøta um trygdina.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni,
22. februar, tá Strandferðslan hevði
keypt sær tól at gera rúsdrekka-
royndir av sínum starvsfólkum.
- Mítt ynski skal vera, at
menn verða meira sjónligir í
javnstøðuarbeiðinum. Og
samstundis má eg spyrja,
hvar allar tær ungu
kvinnurnar eru, ið fingu
javnstøðu í vøggugávu.
Hvar eru tær?
Augusta
Mikkelsen,
skrivari í Javnstøðu-
nevndini, 10. mars
— Tað hevði verið
rímiligt at yvirtikið
fólkakirkjuna í 2006,
men tað er eitt drastiskt
lop at flyta hetta til 2002.
Fram til 2006 kundu vit
umrátt okkum og fyrireikað
yvirtøkuna. Men við nýggju
ætlanini er ikki tíð til nakað sum
helst.
Hans Jacob Joensen, bispur, 17. mars,
um framskundaðu yvirtøkuna av fólka-
kirkjuni.
— Næstan annaðhvørt fólk í
Havn, sum er í vinnu, hevur
alment starv.
Økismenningarbólkur í
áliti, 11. apríl.
- Í Føroyum verða
djór betur vard enn
børn.
Sólrun
Jacobæus,
fráfarandi stjóri á
Barnaheiminum,
21. apríl.
—
Vit
læra
í
skúlanum, at Føroy-
ar eru so ómetaliga
demokratiskar, men
so er ikki, tí vit eru
heldur á markinum til
eina bananrepublikk.
Óli Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimannafelag, 1.
mai.
— Tey menningartarnaðu hava
einki merkt til, at tíðirnar eru vorðnar
betri í tí føroyska samfelagnum, og meðan
politikarar tosa um metyvirskot, er einki
eftir til tey veikastu
Diana í Puntabyrgi, formaðurin í Javna,
16. mai
- Eg eri harmur um at fara, men her eru
ongi tár.
Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi lands-
stýrismaður, 1. juni, tá hann legði frá sær
sum landsstýrismaður við mentamálum
— Tá eg ivist í onkrum einstakum orði,
plagdi eg spyrja meg fyri hjá Eivindi
Weihe. Tí hann sigur mær, hvussu fólk
siga, meðan aðir málfrøðingar í Føroyum
hava lyndi til at siga, hvussu teir kundu
hugsað sær, at fólk søgdu.
Michael Barnes, enskur professari, sum
lærir bretar at tosa føroyskt, 7. juli
- Eg haldi, at tað áttu at vera fleiri kvinnur
í tinginum, tí hetta er ikki meira enn rætt-
víst, men tær, sum eru, eru ikki allar ov
góðar.
Eivind Jacobsen, sambandsmaður á
Strondum, 21. juli
—Eg havi ikki nortið eitt
køkustykki seinasta trífjórð-
ingsárið. Sukur eti eg als ikki
meira, og alt sjónigt feitt skeri
eg burtur.
Anfinn Kallsberg, løgmaður,
sum hevur mist meira enn 15
kilo, 28. juli
-Høvuðsidelogiin er, at vit
hava eitt land, sum eitur
Føroyar, og her er ætlanin, at
fólk skulu búleikast á øllum
oyggjunum.
Olga Biskopstø, forkvinna í
útoyggjanevndini, 4. august
— Tørvurin eftir stuðulsfólki er
komin áðrenn skipanin, og tað
hevur havt við sær, at økið er ein
hurlivasi.
Sámal Petur í Grund, landsstýris-
maður, 17. august
— Myndatólið hevur altíð verið mín besti
blýantur.
Zacharias Hammer, sjónvarpsmaður, 19.
september, tá hann varð heiðraður
fyri serligt mentanaravrik.
—
Vit
rýmdu
av
skúlanum um náttina
av ótta fyri álopi.
Teir
muslimsku
prestarnir hava
øst fólkið upp
móti teimum
kristnu
og
hvítum, og tí
var tað vand-
amikið
hjá
okkum
at
vera verandi.
H ø g n i
Johannesen,
trúðboðari,
sum
rýmdi
undan ófriði í
Pakistan,
25.
september
- Tað er ikki lætt at
vera
formaður.
Beinanvegin tá okkurt
gongur galið, so er tað
tú sum hevur skyldina.
Karl Johansen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag, 13.
.oktober
- Eg vil eisini gjarna siga
tykkum, at eg altíð havi verið
stoltur av umboða land tykk-
ara, og at eg alla tíðina havi
kent meg sum ein av tykkara.
Allan Simonsen, fyrrverandi
landsliðsvenjari, tá hann gavst
sum føroyskur landsliðsvenjari.
Og tárini trillaðu.
- Tað undrar meg, at so nógvar
plágur eru kvennkynsorð; orkan,
tora, lús, sjúka, øvundsjúka, yvir-
vekt og so plágan sjálv.
Urd Johannesen, 27. oktober
- At skriva og framleiða eitt hitt er helst
størsta avbjóðingin hjá einum tónasmiði og
framleiðara. Tað er lætt at skriva eitt lag,
trupult at skriva eitt gott lag og øgiliga
trupult at skriva eitt hitt.
Kári
Jacobsen,
sangskrivari,
24.
november.
-
Eysturoyingar
og
serliga
mítt
nærumhvørvi harta meg fyri tað, sum er
hent í mínum privata lívi.
Sámal Petur í Grund, politikari, um vánligt
fólkatingsval.
- Emma bukar Britney
Sosialurin, 8. desember, um M’as Blues
Band, sum setir heimsstjørnur upp á pláss
á føroyska marknaðinum.
— Tú kann gott siga, at vit við hesum hava
ótálmaða atgongd til pengar. Tað er ein
øgilig rúgva.
Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, um at
fáa nógvar pengar til politiskt arbeiði í
fólkatinginum.
Tað søgdu tey
Michael Barnes, bretskur professari
Hans Jacob Joensen,
bispur
Allan Simonsen, tá tárini
trillaður á tíðindafundi
Helga Hjørvar, stjóri í
Norðurlandahúsinum
M’as Blues Band
(Emma)
41