leygardagur 29. desember 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2001
39
Tórshavnar Golfklubbi er
komin væl ávegis fyrireik-
ingunum at gera ein 18
hola stóran golfvøll í hoy-
víkshaganum
1. november
Telvarin, Hans Kristian Simon-
sen, ger veruliga um seg í sterkari
unglingakapping í Spania.
Fýra ungir havnardreingir fara
til Onglands, har teir skulu
royndarvenja við Nottingham
Forest.
Klaksvíkingar vinna øll heið-
ursmerkini, tá dystast verður um
Haldor Holm steypið í billard.
2. november
Neistin og VÍF bresta saman í
manshondbólti. Bæði hava fult
stigatal undan dystinum. Undan
dystinum er greitt, at John Peter-
sen nú er lagstur afturat liðnum
hjá Neistanum
Lars Nedergaard hevur úttikið
fyrsta bruttohópin til hondbólts-
landsliðið.
Bæði brøndby og FCK gera um
seg í Europa. FCK vinnur úti móti
Ajax og Brøndby vinnur á kroat-
iska Vartaks.
Neistin ger stuðulsavtalur við
Smyril Line og Statoil.
6. november
Neistin og VÍF spæla javnt í
oddadystinum, og hondbólts-
kappingin er enn púrasta opin.
Jákup Mikkelsen hevur fingið
nýtt tilboð frá Molde, og hesa
ferð tekur landsliðsmálvejin av.
Í Onglandi gongst væl hjá
Julian
Johnsson,
og
um
vikuskiftið vinur Hull 3-0.
Eli Dahl Christiansen vinnur
FM í triathlon frammanfyri
Gunnar Dahl Olesen.
Fram vinnur grannauppgerðina
á Fleyr og er framvegis fremst í
flogbóltskappingini. Hjá kvinn-
um tapir Mjølnir triðja dystin í
slag, meðan TB stevnir móti
gullinum við fullari ferð.
7. november
Skála styrkir um liðið. Komandi
ár fara Dánjal Hansen úr NSÍ og
Kári Nielsen úr B71 at spæla við
liðnum.
Í talvkappingini er Vestmanna
talvfelag á odda, eftir Havnin og
Klaksvíkin telva javnleik í Havn.
8. november
Todi Jónsson er nú í Eysturríki,
har ein serlækni heldur seg hava
funnið orsøkina til mongu vødda-
skaðarnar.
10. november
B36 hevur aftur eitt gott ár.
600.000 kr. í yvirskoti sigur
roknskapurin.
VÍF vinnur tepurt á H71, og
heldur fast í hondbóltsoddinum.
13. november
Fyri fyrstu ferð í ár vinna menn-
inir hjá Tjaldri landskappingar-
dyst. 25-28 sigur máltalvan á
Strondum, tá grannauppgerðin er
av.
Mjølnir vinnur langt um leingi í
kvinnudeildini, men TB stimar
framvegis við fullari ferð. Hjá
monnunum vinnur Fram tepurt á
botnliðnum, ÍF.
Klaksvíkingar vinna á vest-
menningum í talvi, og nú er javnt
í oddinum.
14. november
Nýggja PILA-spælið verður sýnt
á Torginum, og fótbóltsspælið
tykist fáa góða móttøku.
15. november
Tað gongst illa hjá kyndils-
monnum. Í eini roynd at bøta um,
verður Bárður Johannesen nú
aftur á liðnum.
16. november
Tórshavnar Golfklubbi er komið
væl áleiðis í fyririekingunum til
at gera ein 18 hola stóran golfvøll
í Hoyvíkshaganum.
17. november
Tomislav Sivic verður helst
nýggjur landsliðsvenjari í Jordan.
20. november
FSF hevur árliga fundin við
feløgini. Eingi stórmál eru á
skránni, og yvir høvur er talan um
ein siðiligan fund.
Oddaliðið í kvinnuflogbólti,
TB, hevur sagt venjaran úr starvi,
men kortini vinna tær á Drátti. Í
Havn er sannur ruðuleiki, tá Fleyr
og ÍF dystast í kvinnudeildini. ÍF
vinnur, men eftir dystin sendir
Fleyr kæru inn.
Hjá monnum vinna bæði SÍ og
Fram sínar dystir.
21. november
Formansstríðið í FSF er byrjað,
og millum heitastu evnini tykjast
vera Dánjal Andreasen, Ísak
Mikladal og Christian Andreasen.
TB hevur til komandi kapp-
ingarárið
styrkt
fótbóltsliðið
munandi. Tveir jugoslaviskir
verjuleikarar koma helst felag-
num til hjálpar.
22. november
Neistin spælir javnt á Skála, og
missur harvið eitt týðandi fet í
oddastríðnum, har VÍF er hin
parturin.
23. november
FCK eru óhepnir, tá teir tapa 1-0
á heimavølli fyri týska Borussia
Dortmund.
Rúni
Orloff
og
Ragnar
Rasmussen
standa
seg
í
íslendskari badminton-kapping.
Teir vinna millum annað á
íslendskum landsliðsleikarum.
27. november
Pól Thorsetinsson sigur í viðtali,
at hann allar helst fer at spæla við
NSÍ komandi kappingarárið.
Í
hondbóltsoddinum
vinna
bæði
Neistin
og
VÍF
hjá
monnum, meðan kvinnurnar úr
Vestmanna tykjast ver púra
einaráðandi. Hesa ferð fær VB av
at vita frá meistarunum.
Allan Mørkøre fer komandi
árið at spæla við KÍ.
SÍ vinnur oddadystin í flogbólti
móti Fram, og nú er aftur javnt í
flogbóltsoddinum.
Mjølnir kvinnurnar taka øll á
bóli, tá tær eftir eina søguliga
vánaliga
kappingarársbyrjan
brádliga vinna uppibornan sigur á
Tvøroyari. Fleiri av gomlu leik-
arunum eru við aftur, og hetta
tykist gera munin.
Bæði í Hollandi og Onglandi
missa føroysku fótbóltsútisetarnir
á heimavølli, tá Hull og Zwolle
spæla javnt móti veikari liðum.
Olaf Berg og Ólavur Simonsen
gerast fremstir, tá Havnar Telv-
ingarfelag hevur árligu HT-Open
kappingina.
29. november
Sóljan vinnur botndystin móti
Kyndli, og sleppur sær harvið úr
botninum í hondgbóltskappingini
hjá kvinnum.
Hjalgrím Elttør ivast í, hvørt
hann skal halda fram í KÍ ella
taka av tilboði frá B36.
HB leitar uttanlands eftir leik-
arum, sum kunnu styrkja liðið til
komandi kappingarár.
30. november
Kyndil fær eitt sindur av luft, tá
menninir vinna grannauppgerð-
ina móti hoyvíkingum. Sam-
stundis heldur VÍF fast um odda-
sessin, tá teir vinna sera tepurt á
Skála. Bert eitt mál skilir teir og
StÍF.
ÍTRÓTTARÁRIÐ
November:
Golfvøllur ávegis
550.000 fermetrar, ella tað sama
sum 110 fótbóltsvøllir. Somikið
stórur er ætlaði golfvøllurin, sum
skal gerast í Hovyíkshaganum
39
38
Nr. 250 - 29. desember 2001
Kenslurnar fingu frítt at
fara, tá Allan Simonsen á
tíðindafundi segði farvæl
við føroysku tjóðina.
Seinni í mánaðinum varð
greitt, at Luksemburg
verður nýggi arbeiðsgevari
hansara
2. oktober
B68 hevur gjørt avtalu við Frank
Skytte um, at hann skal venja
besta manslið felagsins komandi
kappingarárið.
VB hevur longu tryggjað sær
útlendskan styrk til komandi
kappingarárið. Talan er um 25 ára
gamla
jugoslavan,
Slobodan
Madzar. Eisini er ætlanin, at ein
jugoslaviskur álopsleikari skal
koma til felagið.
B36 tapir, men fær tó FM
steypið í Vági. HB sendir FS
Vágar í aðru deild, tá Gunnar
Mohr skjýtur sítt 100. mál í fyrstu
deild í 8-2 sigrinum. GÍ fær
silvur, B68 tryggjar sær bronsu í
evstu løtu, og B71 skal spæla
móti Skála um upp- og niður-
flyting.
Regin Vágadal fer til Afrika,
har hann skal luttaka í kappingini
um at gerast heimsins sterkasti
maður.
3. oktober
Nú hann gevst sum venjari í
Føroyum, hevur Tomislav Sivic
móttøku í B36-húsinum, har hann
greitt sigur frá, hvussu hann
hevur upplivað Føroyar og før-
oyskan fótbólt.
4. oktober
Tað er framvegis ikki greitt, hvørt
Allan Simonsen fer at halda fram
sum landsliðsvenjari í fótbólti,
men væntandi verður avgerðin
tikin skjótt.
5. oktober
Føroyska landsliðið fer avstað til
seinastu uppgávuna í ár. Eingir
skaðar tykjast darva fyrireiking-
unum hjá liðnum.
KÍ-kvinnurnar vinnur fyrsta
dystin í Europa-Cup kappingini.
Dysturin móti Landhause úr
Eysturríki endar 2-1 til føroya-
meistararnar.
6. oktober
Fyrireikingarnar til landsdystin í
Slovenia ganga, sum ætlað, men
ivasamt tykist vera, hvør skal av-
loysa leikbannaðu Julian Johns-
son og Fróða Benjaminsen á
miðvøllinum.
KÍ hevur gjørt avtalu við
Aleksander Djordjevic um, at
hesin eisini verður við liðnum
komandi kappingarár.
9. oktober
Føroyar
tapa
landsdystin
í
Slovenia 3-0. Slovenia verður so-
statt nummar tvey í okkara bólki.
Kurt Mørkøre boðar eftir dystin
frá, at hann nú gevst á lands-
liðnum, og samstundis váttar
hann fyri fyrstu ferð, at hann er í
samráðingum við KÍ um at gerast
venjari komandi kappingarár.
Skála vinnur 4-1 í fyrra upp- og
niðurflytingardystinum móti B71.
KÍ-kvinnurnar tapa greitt móti
italsku og finsku meistarunum.
KÍ vinnur sær rætt til fram-
haldandi tilveru í aðru deild, tá
teir vinna 3-0 á Royn í seinna
upp- og niðurflytingardystinum.
Hondbóltskappingin er farin í
gongd. Meistararnir úr VÍF hava
fri hjá bæði monnum og kvinn-
um, og rokmiklasta hendingin er í
Klaksvík, har Stjørnan vinnur
tepurt á Kyndli.
10. oktober
B71 sigur Kára Reynheim úr
venjarastarvinum.
AB ætlar sær nú upp í aðru
deild, og hevur sett Sámal Erik
Hentze sum venjara.
11. oktober
Føroyska U-17 liðið í fóbtolti fer
til Sveis, har EM-undankapping
er á skránni.
12. oktober
Tá sandoyingar taptu fyri Skála,
vórðu klæðini hjá dómaranum
tveitt í brúsuna. Tilburðurin er
fráboaður FSF.
Kyndil kærir eina avgerð hjá
dómarunum í dystinum móti
Stjørnuni í Klaksvík.
Í luksemburgiskum miðlum
frættist, at har vil fótbóltssam-
bandið hava Allan Simonsen at
gerast nýggjan landsliðsvenjara.
13. oktober
TB hevur riggað seg til, nú
flogbóltsárið byrjar, og hava tey
útlendskan venjara og tveir
útlendskar leikarar á liðnum.
16. oktober
Allan Simonsen hevur gjørt av, at
hann
takkar
fyri
seg
sum
føroyskur landsliðsvenjari. Eftir-
mælini eru frá øllum síðum sera
positiv,.
Flogbóltsárið er farið ígongd,
og mett eftir fyrstu umførunum
eru SÍ og TB favorittarnir hjá
ávíkavist monnum og kvinnum
Í hondbóltskappingini vinna
neistamenn tepurt á grannunum
úr Kyndli, meðan VÍF vinnur hjá
bæði monnum og kvinnum.
Skála tapir 1-0, men vinnur
samanlagt 4-2 á B71, og er fyri
fyrstu ferð í fyrstu deild í fótbólti.
Christian Høgni spælir fyri
fyrstu ferð í donsku superliguni,
tá hann kemur í 2-0 sigrinum hjá
Esbjerg á OB.
Talvkappingin fer í gongd, og
fyrsta umfarið er bert talan um
favorittsigrar.
17. oktober
HSF hevur sett danan, Lars
Nedergaard, í starv sum venjara
hjá manslandslinum í hondbólti.
Ætlandi skal Jónleif Sólsker
venja kvinnurnar, men hetta er
ikki endaliga staðfest.
Nýggja felagið í fyrstu deild,
Skála, hevur gjørt avtalu við
Mathias Davidsen um, at hann
skal verða venjari komandi árið.
19. oktober
Føroyska U-17 liðið spælir 1-1
ímóti Wales, og skal nú spæla um
at vinna seg víðari í kappingini.
VÍF líkist aftur í ár einum
favoritti, tá bæði menn og
kvinnur vinna trygt á StÍF.
Hanus og Bartal Elieasen úr
Fuglafirði fara til Zwolle at
royndarvenja.
Helgi L. Petersen og Óli Han-
sen, sum seinastu tvey árini hava
spælt við GÍ, fara nú aftur til
barndómsfelagið, NSÍ.
20. oktober
Ikki eitt eyga er turt, tá ein
grátandi Allan Simonsen takkar
fyri seg á tíðindafundi í FSF-
húsinum.
Í kappingini í manshondbólti
vinnur Neistin triðja dystin í slag
við einum máli, tá Tjaldur vitjar í
Havn.
23. oktober
Fram vinnur oddadystin í flog-
bólti móti SÍ, og eru nú á odda í
meistaradeildini hjá monnum.
Komandi ár fara Føroyar at
spæla landsdyst móti Polandi og
Íslandi.
Í hondbóltinum halda liðini hjá
VÍF á at vinna, men Stjørnan og
Neistin tykjast eisini ætla sær at
gera mótstøðu.
24. oktober
Allan Simonsen boðar frá, at
hann fer at gerast venjari hjá
Luksemburg.
Molde vil broyta leiguavtaluna
við Jákup Mikkelsen til ein veru-
ligan sáttmála.
U-19 landsliði í fóbtólti fer til
Eysturríkis, har teir skulu royna
seg móti Skotlandi, Slovenia og
Grikkalandi.
25. oktober
Fleiri tykjast at vera um boðið, at
fáa Jákup Mikkelsen at verja
málið, men enn hevur landsliðs-
málverjin onga avgerð tikið.
26. oktober
Føroyska U-19 landsliðið taptir
2-1 fyri Skotlandi, og í føroysku
leguni iðra teir seg um, at tað ikki
eydnaðist at fáa stig.
27. oktober
Ein ábending um ein komandi
meistara fæst kanska, tá VÍF og
Stjørnan
bresta
saman
í
Vestmanna.
Í
flogbóltskappingini
hava
oddaliðini, TB og Fram, frí hetta
vikuskiftið.
30. oktober
Jákup Mikkelsen tekur ikki av til-
boðnum, sum Molde hevur givið
honum, og fer nú at leita eftir
nýggjum felagi. Molde missir
annars møguleikan fyri europe-
iskum fótbólti í seinastu minutt-
unum av tippeliguni.
B71 og GÍ hava fingið bót frá
FSF fyri atgerðir, sum eru gjørdar
móti dómarunum undir heima-
dystum teirra.
VÍF vinnur oddadystin ímóti
Stjørnuni, og í Havn staðfestir
Neistin støðuna sum avbjóðari
hjá monnunum, tá teir vinna
grannauppgerðina á H71.
Gallakvøld verður skipað fyri
fótbóltsleikarunum, og Fróði
Benjaminsen og Kristian Eyð-
bjørnsdóttir verða kosin sum
ársins leikarar.
Føroyska U-19 liðið tapti fyri
bæði Grikkalandi og Slovenia,
men serstakliga iðra teir seg um
tapið móti Slovenia, har Føroyar
høvdu hópin av møguleikum.
31. oktober
Í Klaksvík er aftur galið við
vøllinum, sum ikki er førur fyri at
standa ímóti nógva regninum,
sum hevur verið um vikuskiftið.
ÍTRÓTTARÁRIÐ
Oktober:
Allan Græt
Tárini trillaðu niður eftir kjálkunum hjá Allani Simonsen, tá hann í tíðindafundi fríggjamorgunin segði farvæl við
landið, sum hann hevur tænt í átta ár
C
M
Y
K
38