Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2001 37 B36 vann fyri fyrstu ferð í søgu felagsins greipuna, tá teir eisini tryggjaðu sær FM-heitið. Hjá kvinnn- unum er KÍ fullkomuliga einaráðandi, og vinna tær somuleiðis greipuna 1. september Landsliðið leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Luksmeburg. Stóri spurningurin er, hvør skal loysa leikbannaða Øssur Hansen av. 4. september Í oysandi regni vinna Føroyar 1-0 á Luksmburg við brotssparksmáli av Jens Kristian Hansen. Mett verður, at nógva regnið kostaði FSF hálva millión, tí nógv settust eftir. Enska 1. deildarfelagið, Birm- ingham, sigst hava áhuga í at keypa Toda Jónsson. Ólavur Sionsen vinnur íslands- súluna í talvi. 5. september Russiska landsliðið er komið til Føroyar at spæla landsdyst í fótbólti. Stór bridgekapping varð skipað í samband við vitjanina hjá Svend Novrup. Ikki færri enn 27 pør luttóku. 6. september Tað kemur fram, at teir báðir landsliðsleikararnir, Jóhannus Joensen og John Petersen, kunnu fáa drúgt leikbann. Hetta um teir verða funnir sekir í ákærunum, sum eru reistar eftir útvísingar- nar, sum teir nýligani hava fingið. 7. september Føroyar taptu dystin móti Russ- landi 3-0. Yvirhøvur var talan um russiska uppvísing, og um nakað var sigurin í minna lagi. 8. september Torleif Sigurðsson heldur, at FSF nú eigur at leggja áherslu á, at fáa húsini við Tórsvøll gjørd liðug, so vøllurin kann fáa endaliga altjóða góðkenning. 11. september Við einum máli eitt korter fyri leiklok heldur B36 fast um oddasessin í fyrstu deild. Sam- stundis heldur kreppan í HB fram. Teir tapa 3-2 á Sandi, og nú ganga søgur um, at venjarin skal fáa sekkin. Hóast teir eru í oddinum í aðru deild, so sigur Skála rumenska venjaran, Eugen Voda, úr starvi. Tapið fyri Sumba var hin væl kendi dropin. Í Molde er Jákup Mikkelsen aftur á liðnum, sum vinnur stór- sigur á Odd Greenland. 12. september Venjarin hjá HB. Ion Geolgau, hevur gjørt av at siga seg úr starvinum. Fyribils verður Ingi Rasmussen settur at taka sær av liðnum. FCK fær aftur nýggjan venjara. Kent Karlsson megnar ikki trýstið í felagnum, og fyribils tekur Niels Christian Holmstrøm yvir. KÍ kvinnurnar eru meistarar, hóast tað enn resta tvey umfør at leika. 13. september Kappingarnevndin hjá FSF ger av, at Jóhannis Joensen skal hava leikbann í fýra dagar fyri atburðin í sambandi við útvísingina móti NSÍ. Samstundis verður sligið fast, at John Petersen bert fær leikbann í ein dag. 14. september Eftir áheitan frá leikarunum hevur Ion Geolgau gjørt av, at hann kortini heldur fram í venj- arasessinum í HB. Óli Johannesen telist millum málskjúttarnar, tá Hvidovre vinn- ur 4-0 á Glostrup í donsku steypa- kappingini. GÍ og HB spæla útsettan dyst. GÍ vinnur 3-2, eftir at HB vinnur seg úr 0-2 upp á javnt. 15. september Trið-seinasta umfarið í lands- kappingi stendur fyri framman. B36 skal til Klaksvíkar, meðan GÍ spælir heima móti NSÍ. Dómsnevndin hjá FSF hevur endaliga staðfest, at Skála vinnur kæruna ímóti HB. 18. september Málsviðgerðin í sambandi við leikbanni hjá Jóhannis Joensen setur fleiri spurningar, enn hon gevur svør, og partarnir í málin- um tykjast ørkymlaðir av avgerð- ini hjá kappingarnevndini. B36 vinnur í Klaksvík, og GÍ tapir heima móti NSÍ, so liggur alt til, at árstalsfelagið kann rópa seg meistara, tá árið er av. Enntá við at vinna komandi heimadystin móti HB. Í aðru deild vinnur Skála á ÍF, sum nú er á triðja plássi. TB er nummar eitt. 19. september Dómarafelagið er misnøgt við málsviðgerðina hjá Kappingar- nevndini í FSF, men formaður hjá dómarunum, Erling Eysturoy, sigur, at dómararnir ikki hava heimild at gera nakað við málið. Jógvan Martin Olsen verður nýggjur venjari hjá NSÍ. Sam- stundis er spæliloyvi hjá Christ- ian Høgna Jacobsen endaliga út- flýggja Esbjerg. Sambært FSF røkist ikki fyri, at ætlaði landsdysturin móti Noreg kann spælast. 20. september Hóast stór ónøgd er um sonevnda Jóhannis Joensen málið, so er kortini líkt til, at málið sleppur at tagna, tí eingin partur ætlar at kæra avgerðina. 21. september Í Klaksvík verður leitað eftir nýggjum venjara, og Ioan Geol- gau og Kurt Mørkøre teljast millum heitastu evnini. Í Havn verður lokaluppgerð, sum kann gera B36 til meistarar. Tveir gamlir kenningar úr báðum feløgunum, Eirikur Rasmussen og Árni Rein, hugleiða um dystin. 22. september Meðan bíða verður eftir dyst- unum í fyrstu deild um viku- skiftið, frættist, at Niclas á Líðar- enda, dómari, hevur kært kapp- ingarnevndina, tí nevndin ikki hevur tikið støði í dómarafrá- greiðingini, tá Jóhannis Joensen málið varð viðgjørt. 25. september So er B36 meistari. Heðin á Lakjuni skjýtur einasta málið í dystinum ímóti HB, og so kann eingin taka B36. TB tryggjar sær uppflyting til fyrstu deild, tá teir vinna 1-0 í Sumba. Skála gerst nummar tvey, meðan vónbrotnu fuglfirðingar- nir mugu ásanna, at teir ikki sleppa upp hetta kappingarárið. Í HB siga tey, at tað so ikki verður Ion Geolgau, sum skal venja KÍ komandi árið. Hann hevur framvegis sáttmála við HB, eru boðini. 26. september Allan Simonsen hevur tikið hópin til seinasta landsdystin á árinum út. Allan Mørkøre er ikki úttikin, men harafturímóti er Klæmint Matras nýggjur í hópinum. 27. september Stórur fagnaður var í Klaksvík, tá KÍ-kvinnurnar fingu handað FM steypið. Nú gongur leiðin út í Europa, og kvinnurnar hava longu savnað 170.000 kr. til ferðina. 28. september Gunnar Dahl-Olsen vinnur fyrstu FM-kappingina í býarsúkkling. Felagið hjá Øssuri Hansen, B93, er í tungum fíggjarligum sjógvi, og noyðist at selja fleiri av bestu leikarunum. 29. september Spenningurin í fyrstu deild snýr seg nú um, hvørt tað verða B71 ella FS Vágar, sum skulu bein- leiðis niður í aðru deild. Spurn- ingurin verður svaraður um viku- skiftið. Tá fer B71 til Gøtu, með- an vágamenn vitja HB í Havn. Meistararnir úr B36 fara til Vágs eftir FM-steypinum. ÍTRÓTTARÁRIÐ September: B36 varð meistari Heðin á Lakjuni smekkar til. Løtu seinni er bólturin í málmeskunum, og B36 er ávegis fyrstu greipuni í søgu felagsins 37 36 Nr. 250 - 29. desember 2001 Heidi Andreasen og Esther Hansen standa seg væl í EM-Svøríki, og hava fleiri heiðursmerki við sær aftur til Føroya 1. august Regin Vágadal vinnur annað árið á rað egnu kapping sína, Atlantic Giant. Sjálvur heldur Regin, at sigurin kom lættari til høldar í ár. Ein av sterku monnunum í kappingini, litaviski Zydrunas Savickas, kemur illa fyri, tá hann verður skaddur undir kappingini. Bogi Kristiansen vinnur sein- asta umfar í +konto kappingini, men hóast hetta er Gunnar Dahl Olsen greiður vinnari samanlagt. Stjørnan hevur fingið nýggjan útlendskan málverja til komandi kappingarárið. 2. august Heidi Andreasen vcinnur gull, tá EM-kapping í svimjing fyri brek- að verður hildin í Svøríki. 3. august Julian Johnsson sigur seg trívast væl í hørðu kappingini í Hull, har hann tykist hava vunnið sær fast á liðnum, sum ætlar sær at flyta upp í ensku 2. deild. Føroyska U-17 stendur seg væl, men tapir kortini 4-1, tá teir spæla Onglandi í NM-kappingini. Allan Mørkøre telist ikki millum leikararnar, sum Allan Simonsen hevur tikið úøt til dystin móti Jugoslavia. Metmað- urin á landsliðnum er vónbrotin um, at hann hevur fingið boð ígjøgnum fjølmiðlarnar og ikki frá venjaranum sjálvum. John Arni Nielsen er sera nær við at vinna sær ein IM-norm í talvi, men í seinasta dystinum í Politikken cup má hann lúta fyri einum sterkum dana. 4. august Heidi Andreasen ger aftur um seg, Hon setir heimsmet á 200 metra blandaðari svimjing, og samstundis fær Esther Hansen bronsu í somu kapping. Føroyska U-17 liðið í fótbólti tapir greitt fyri Noreg. 3-0 er úr- slitið, men sagt verður, at spælið var langt ífrá tí, sum liðið sýndi ímóti Onglandi. 7. august Helgi L. Petersen er smáskaddur, og hevur givið avboð til dystin móti Jugoslavia. Í hansara stað verður Jóhannis Joensen úr HB boðsendur. U-17 liðið hjá Føroyum ger ein rættiligan vørr hetta vikuskifitð. Í teimum báðum seinastu dystun- um vinna fyrst 2-1 á Finnlandi og spæla síðani javnt, 2-2, móti Íslandi. Onnur úrslit í bólkinum laga seg tó soleiðis, at Føroyar kortini enda aftast í bólkinum. Fyri fyrstu ferð í ár missur GÍ stig, tá teir bert fáa javnleik á Mølini móti EB/Streymi. Mál- skjútti hjá uppflytarunum er fyrr- verandi GÍ-leikarin, Jón Sigurd Gleðisheygg. B36 vinnur sam- stundis á B71, og minkar soleiðis munin niður í trý stig. Kurt Mørkøre skorar í fyrsta landskappingardystinum fyri KÍ, tá teir vinna 2-1 á HB í Gunda- dali. Í Danmark hevur Rógvi Jo- hansen tikið lut í einum testi, har elitusúkklarar hava roynt kroppin, og Rógvi er bestur í hesum roynd- um. 8. august FCK hitar upp til stórdystin móti Lazio. Italiumenn eru nú komnir til danska høvuðsstaðin, men fleiri ivamál eru í leikarahópin- um. Heidi Andreasen og Esther Hansen fáa stórfingna móttøku, nú tær koma aftur úr Svøríki. 9. august Hans Áki Dal-Christiansen fer í vetur at spæla við Neistanum. Annika Ljósstein fer sama veg sum sjeikurin. Hon fer at spæla við Kyndli komandi kappingar- árið. HB og GÍ gera seg til euro- peisku uppgávur sínar. HB spælir heima móti Grazer AK, meðan GÍ á útivølli skal royna seg móti FK Obilic. 10. august FCK vinnur heimadystin móti Lazio 2-1. Italiumenn eru annars á odda, men í seinastu minuttun- um verður alt snarað á høvdið. Todi Jónsson er enn skaddur, men hann hevur vónir um at gerast tøkur til seinna dystin. 11. august HB er frammanfyri 2-0 móti Grazer AK, men má taka til takkar við 2-2 javnleiki. Bárður Mortansson skorar bæði málini hjá HB. GÍ tapir 4-0 á útivølli fyri Obilic. 14. august Hjalgrím Elttør er spildurnýggjur maður í landsliðshópinum hjá Allan Simonsen. Hjalgrím er úttikin fyri Pól Thorsteinsson, sum ikki hevur hug ella orku at vera landsliðnum í løtuni. B36 vinnur stórsigur á EB/ Streymi, og hevur av álvara lagt trýst á GÍ, sum tó hevur ein dyst til góðar. Í botninum sær nú svart út hjá B71, sum tapir 2-1 vesturi í Vágum. Í aðru deil der HB framvegis á odda, eftir at teir vunnu útidystin á Skála 2-0. Julian Johnsson er við í allar 90 minuttirnar, tá fyrsta umfar av ensku kappingini verður leikt. Hull vinnur fyrsta dystin 3-1. 15. august Allir mans eru tøkir hjá Allani Simonsen, og størsti spurningurin tykist vera, hvørt venjarin velur at spæla við einum ella tveimum áleyparum. Christian Høgni Jacobsen fær sáttmála við Esbjerg. Hesi tíðindi ber Útvarpið úr Beograd. Føroyar vinna ein sjáldsaman stórsigur á Íslandi, tá landsdystur verður leiktur í talvi. 16. august TB styrkir seg til uppflytingar- stríðið í aðru deild. Sasja Rado- savljevic, sum áður hevur leikt við felagnum, kemur nú aftur til Føroya. Skála hevur kært til FSF, at HB hevur nýtt tveir ólógligar leikarar í oddadystinum í aðru deild. HB vann dystin 2-0. VB-kvinnurnar styrkja seg á hondbóltssíðuni. Umframt Re- ginu Radó, sum á triðja árið verður í felagnum, hevur felagið fingið ungverskan venjara og tveir leikarar. 17. august Føroyska fótbóltslandsliðið fær eitt slag av uppreisn, tá teir á útivølli tapa tepurt, 2-0, fyri Jugoslavia. Súni Olsen hevur gyltan møguleika at minka um munin í seinasta minuttinum, men hann misnýtur. 18. august Í fyrstu deild er spenningurin stórur, nú oddaliðini bæði, GÍ og B36, skulu bresta saman í Gunda- dali. 21. august FCK ger seg til at fara á vøllin móti Lazio, men ivasamt er, um Todi Jónsson verður við. Vinnur FCK, merkir tað, at hópatals milliónir streyma inn á banka- bókina. Úti við 1.800 áskoðarar eru í Gundadali, tá B36 vinnur odda- dystin ímóti GÍ 3-1, og er fyri fyrstu ferð í ár á odda í bestu deildini. Í botninum sær nú heilt svart út hjá FS Vágum, sum tapir 3-2 fyri EB/Streymi. Samstundis er HB veruliga afturúrsiglt, eftir at VB vinnur 2-0 í Vági. Guttorm Sørensen er júst afturkomin úr Íslandi, har hann hevur vunnið marathon kapping í Reykjavík. 22. august Bridge-sambandið fær vitjan av kenda danska bridge-skrivaran- um, Svend Novrup, sum skal halda skeið av ymsum slag. Vitjanin verður í døgunum, 30. august-3. september. 23. august Bæði HB og GÍ skulu aftur royna seg í europeiskum høpi, og ikki minst tykist uppgávan hjá HB at vera trupul, eftir at teir spældu javnt á heimavølli móti Grazer AK. FCK tapti 4-1 í Rom fyri Lazio, og er úti av europeisku meistara- kappingini. Todi Jónsson byrjar inni, men verður skiftur út í seinna hálvleiki. 24. august HB sendir umsókn um at flyta landskappingardystin móti NSÍ. HB ferðast við bussi til Eystur- ríki, og klára ikki at verða í Dan- mark, áðrenn føroyaflúgvarin fer til Føroyar. Andrijana Milodanovic verður eisini í Stjørnuni komandi ár. Diego Maradona boðar frá, at hann ætlar sær at spæla enn ein dyst fyri Argentina. Tann móti Brasilia í HM-undankappingini. 25. august Runavíkingar eru í øðini. Teir vita als ikki um dystarflytinginga av dystinum millum NSÍ og HB, men fáa bert boð umvegis fjøl- miðlarnar. HB tapir dystin móti Grazer AK í Eysturríki við fýra málum móti ongum, og GÍ gerst fjórða føroyska liðið í ár, sum fær europeiskt stig. Teir spæla javn- leik, 1-1, á Tórsvølli móti jugo- slaviska FK Obilic. 28. august Í NSÍ kenna teir seg illa viðfarnar av kappingarnevndini hjá FSF. Ikki fyrr enn seinnapartin fríggja- dag fingu teir boð um dystar- flyting, sum viðvíkti dystinum móti HB um vikuskifitð. Krzystof Popczynzki fer kom- andi árið at spæla við GÍ. Í landskappingin er leingi líkt til, at GÍ skal yvirtaka oddasessin frá B36, men í seinastu minutt- unum koppar alt. VB javnar ímóti GÍ, meðan B36 við 10 monnum fær vent 0-1 til 2-1 á útivølli móti FS Vágum. Í aðru deild hevur ÍF veruliga fingið ferð á, og á heimavølli vinna teir 6-0 á TB. Í donsku superliguni hevur Brøndby fingið bestu byrjanina, men FCK tykist nú at koma fyri seg. Í Noreg er Jákup Mikkelsen vorðin fastur maður á beinkinum hjá Molde. 29. august FSF dømir HB at rinda NSÍ 10.000 kr. í endurgjaldi, aftur fyri at dysturin millum liðini verður fluttur, men í HB vilja tey als ikki góðtaka hetta. Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at Skála skal vinna kæruna um dystin móti HB, men HB kærir úrskurðin til dóms- nevndina. 30. august Føroyski landsliðshópurin savn- ast til dystirnar móti Luksmburg og Russlandi. NSÍ og HB spæla málleysan javnleik í Gundadali. Høvuðs- hendingin í dystinum er, tá Jó- hannis Joensen fær eitt reytt kort, sum hann sjálvur skýrir sum láturligt. ÍTRÓTTARÁRIÐ August: Heimsmet til Heidi Heidi Andreasen ger aftur um seg, Hon setir heimsmet á 200 metra blandaðari svimjing, og samstundis fær Esther Hansen bronsu í somu kapping C M Y K 36