Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2001 35 ÍTRÓTTARÁRIÐ Føroyar vinna fleiri gull- merki enn nakran tíð áður á Oyggjaleikunum, men nógv tann størsta partin av hesum syrgir fimleikurin fyri 3. juli GÍ vinnur eisini níggjunda dystin á rað, og seta harvið met í bestu deildini. Ongan tíð hevur eitt lið vunnið níggju teir fyrstu dystirnar í einum kappingarárið. B36 vinn- ur á meistarunum úr VB, og tykist vera einasta liðið, sum kann hótta gøtumenn. Í aðru deild vinnur Skála oddasessin aftur, men sera javnt er. Tvey stig frá nummar eitt nið- ur TB á sætta plássinum. John Arni Nielsen gerst trið- bestur í sterkari danskari talv- kapping. 4. juli Fasti starturin dumpar í Fugla- firði, har tað tók yvir tríggjar tímar at avgreiða FM-róðurin á varmakeldu. Millum óvæntaðu úrslitini eru sigrarnir hjá Sílinum í 5-manna- førum hjá dreingjum og Kvívikingi hjá 8-mannaførunum. 5. juli Kurt Mørkøre kemur nú aftur til KÍ. Fyrsti dysturin hjá landsliðs- manninum fyri barndómsfelagið verður steypafinalan á ólavsøku. Helga Nordendal hevur fram- vegis skaða, og er ivasom til Oyl. 6. juli Farið verður avstað til Oyggja- leikirnar á Isle of Man, og í Sosialinum er stórt innlegg um leikirnar. 10. juli Oyggjaleikirnir eru settir, og sum ein partur av hesum fáa føroysku fótbóltskvinnurnar høvið at heilsa upp á Prins Edvard, áðrenn tær fara undir fyrsta dystin. Hesin endar við føroyskum stórsigri, 11-0. KÍ kvinnurnar skulu til Finnlands at spæla Europa-Cup í fótbólti. GÍ heldur fram við sigurs- røðini, nú farið verður undir seinnu kappingarhálvu, og KÍ verður sent til hús við stórtapi. Finnur Hansson, sum áður hevur verið føroyameistari við Neistanum, fer komandi veturin at spæla hondbólt við H71. Bæði kvinnur og menn vinna sínar dystir í flogbólti á Oyl. Ingibjørg Poulsen verður nummar fýra í kúluvarpi, meðan Heini Hátún er í hálvfinaluni í 200 metrum, og Magni Mouritsen kemur í finaluna á 800 metrum. Í fimleiki eru kvinnurnar 0,1 stig frá at fáa bronsu í liðkapp- ingini. 11. juli Føroysku fimleikararnir eru í øðini. Hóast teir sýndu nógv besta avrikið í liðkappingini, so verður talan tó bert um silvur aftan fyri liðið av Isle of Man. Venjarin rópar hetta fyri snýt. Flogbólturin vinnur aftur tveir tryggar sigrar. Ási Mikkelsen gerst nummar fýra í longdarlopi. Tað sama ger Rógvi Johansen í einkultstart- inum á súkklu. Heini Hátún, Sunnuvá Bjarnastein og Magni Mouritsen kappast øll, men vinna ikki heiðursmerki. Svimjingin fær tvey silvur- merki, meðan fótbóltskvinnurnar buldra víðari. Hesa ferð við 5-0 á Ynos Mon. Í Hvalvík verður róð kapp, og Dreingirnir á Tjaldri, genturarn á Fípuni Føgru, kvinnurnar á Páll Fanga, teir á Nevinum Reyða og Havnarbátinum hava øll mest sum tryggjað sær gullið. FCK hevur gjørt avtalu við Magnus Kihlstedt um, at hesin skal verja málið hjá meistarunum komandi árið. 12. juli Jákup Mikkelsen tosar við norska felagið, Molde, og møguleiki tykist vera fyri einum sáttmála. Samstundis venur Christian Høgni Jacobsen við Esbjerg, har hann vónar at fáa sátmála. Heri Ziska vinnur bronsu í sleggjuvarpi, meðan Erland Poulsen somuleiðis vinnur bronsu í badminton. Í svimjing fremur føroyska sta- fettin eitt mistak, og hetta kostar gullið á 4x50 frí. Framman undan hevur Asbjørn Hansen tó tryggjað Føroyum fyrsta gullmerkið á leikunum. Bæði kvinnur og menn vinna aftur í flogbólti, men kvinnurnar hava óvæntaðar trupulleikar ímóti Guernsey. So gjørdu fimleikararnir bart. Í einstaklingakappingini vinna føroysku menninir alt, og millum annað fær Helgi Winther Olsen ikki færri enn fýra gullmerki. Í bogaskjóting tykist føroyska liðið at stevna beint móti gull- merkjunum. 13. juli Føroyska stafettin kiksar aftur, tá teir verða kolldømir í 4x100 metra blandað. Eivind Eysturoy og Asbjørn Hansen vinna tó silvur í einstaklingakappingum. Í borðtennis vinna Kjartan Eli Hentze og Petur Niclasen bronsu í tvímansleiki, og Kjartan Eli fær í minsta lagi bronsu í einmansleiki, eftir at hann hevur vunnið seg til hálvfinalurnar. Flogbóltsmenninir fáa bank frá Saaremaa, og gerast nummar tvey í sínum bólki. Súkklararnir, Bogi Kristiansen opg Rógvi Johansen, enda beint uttan fyri heiðurs- merkjarøðina. VB fær málleysan javnleik, tá teir á Tórsvølli spæla móti hvíta- russiska Slavia Mozyr. Jákup Mikkelsen hevur gjørt sáttmála við Molde, og skal í dyst um hálva aðru viku. 14. juli Ási Mikkelsen heldur, at skulu Føroyar vinna meira á Oyggjaleikunum, eigur eitt mið- víst elituarbeiði at fara fram heima í Føroyum. Heri Ziska vinur bronsu í klingruvarpið, og tað sama ger føroyska stafettin á 4x100 metr- um frí. Bæði fót- og flogbóltskvinn- urnar vinna gull í tveimum sera spennandi finalum. Í flogbólti gerst úrslitið i3-2, meðan kvinn- urnar við 10 leikarum vinna eftir longda leiktíð. 17. juli IM John Rødgaard vinnur FM í snartalvi. Helgi Winther Olsen fekk sein- asta dagin á Oyl trý heiðursmerki afturat. Føroyska súkkluliðið fær kort- ini eitt heiðursmerki, tá Bogi Kristiansen vinnur bronsu í býar- koyringini. Compound liðið í bogaskjóting vinnur greitt gullmerkini, og í revurve fær liðið bronsu. 18. juli Á Vestantevnu verða fleiri føroya- meistarar funnir. Fípan Fagra, Páll Fangi, Nevið Reyða og Havnarbáturin eru somikið langt fremst, at tey verða ikki tikin. Í Klaksvík er fagnaðurin ovur- stórur, tá tær tríggjar FM-mann- ingarnar koma heim. 19. juli Helgi Winther Olsen, sum varð álvarsliga skaddur stutt undan Oyl, men sum kortini gjørdist stóri sigursharrin, heldur at før- oyskur fimleikur kann mennast nógv meira, um umstøðurnar verða betraðar. 20. juli Statoil kring Føroyar er byrjað, og í sterka feltinum verður tað danin, Anders Michaelsen, sum vinnur prologin. 21. juli Øssur Hansen hevur gjørt avtalu við B93. Toftamaðurin skal spæla við danska felagnum hetta til heystar. Í Statoil kring Føroyar hevur Jannik Petersen lagt seg á odda, men rok stendst av, at summir súkklarar tykjast súkklað sum eitt lið, og endin er, at Rógvi Johansen og fleiri danskir súkkl- arar trekkja seg úr kappingini. 24. juli Bogi Kristiansen vinnur Statoil kring Føroyar, men rokið um Rógva Johansen og hinar Shell- súkklararnar oyðilggur dámin av hesum. Jákup Mikkelsen stendur seg sera væl, tá hann debuterar ímóti Rosenborg. Hjalgrím Elttør royndarvenur í Bolton, har hann droymir um at gera fótbóltin til sítt livibreyð. 25. juli Trætan um Statoil kring Føroyar heldur fram, og tað stendur orð ímóti orði millum partarnar í málinum. 26. juli HB-liðskiparin, Kristina Eyð- bjørnsdóttir, skiftir undan steypa- finaluni til KÍ. 27. juli Ólavsøkan stendur fyri framman, og bæði innan kappróður og steypafótbólt verður nógv gjørt burturúr. 31. juli B36 vinnur steypafinaluna hjá monnum, meðan HB vinnur eftir brotssparkskapping móti KÍ hjá kvinnunum. Regnið fær tó sín part av umrøðuni, tí neyvan er nøkur steypafinala leikt undir slíkum umstøðum. Í kappróðrinum verða Strálan og Tjaldri seinastu FM-vinnarar- nir. Juli: Fimleikurin bjargaði Oyggjaleikunum Helgi Winther Olsen varð hin stóri sigursharrin á Oyl, og einsamallur stóð hann fyri heili sjey av føroysku gullmerkjunum 35 34 Nr. 250 - 29. desember 2001 ÍTRÓTTARÁRIÐ Meistaraheitið hjá FCK og Toda Jónsson var mest sum køvt, tá ein av heim- sins gitnastu ítróttamonn- um vitjaði í Føroyum í juni mánaði 1. juni Ivasamt er, um Christian Høgni Jacobsen verður klárur til lands- dystin móti Sveis, men annars tykjast allir leikarar vera tøkir til uppgávuna. 2. juni Hóast teir eru favorittar, so er Stephané Henchoz hjá Sveis sannførdur um, at talan verður um ein truplan dysti móti Føroy- um. 6. juni Johan Danilsen, sum annars hevur vart málið hjá StÍF, fer komandi árið at spæla við Kyndli. Føroyar tapa tepurt fyri Sveis, tá Alexander Frei í 81. minutti skjýtur einasta málið í dystinum á Svangaskarði. 7. juni HSF boðar frá, at komandi árið verða eingir altjóða dystir á skránni á A-landsliðnum. Fíggjar- liga takið er ov stórt, til at hetta kann gerast á hvørjum ári.ð. 8. juni Føroyska landsliðið tykist tungt, tá teir spæla ímóti Jugoslavia, og úrslitið er ein lemjandi 6-0 ósigur. Eftir dystin heldur Allan Simonsen, at avrikið móti Sveis framvegis sat í beinunum. 9. juni Ivasamt er, um Todi Jónsson verður tøkur til stórdystin móti Brøndby. Vøddaskaðin í lærinum argar framvegis. Talvkongurin, Gary Kasparov kemur til Føroya, og uttan iva er hetta størsta navn, sum nakran tíð hevur vitjað um okkara leiðir. 12. juni Hóast hann bergtekur øll á føroyaferð síni, so verður Kasparov tó við undirlutan, tá 17 ára gamli Hans Kristian Simon- sen úr Kollafirði er hin einasti, sum fær kongin at leggja kongin í simultankappingi, sum Kasparov var partur av. Todi Jónsson er danskur meist- ari. Hóast hann ikki er á vøll- inum, tá FCK tryggjar sær gullið við at vinna á Brøndby, so verður Todi mettur sum ein hin týdningarmesti leikarin á liðnum. Eisini sambært gitna enska venj- aranum, Roy Hodgson. Sam- stundis er greitt, at Herfølge er liðugt í donsku superliguni. Í heimligu kappingini heldur GÍ áfram við sigursgongd sínari. 13. juni Eftir norðoystevnuna er kapp- róðarfepurin av álvara farin at herja í Klaksvík. Nevið Reyða, Fíopan Fagra og Páll Fangi vinna øll sínar róðrar. Í Danmark er hátíðarhald á Rådhuspladsen, har leikararnir hjá FCK verða fagnaðir. 14. juni Todi Jónsson greiðir í drúgvari samrøðu frá, hví júst árið í ár gjørdist so gott hjá FCK. 15. juni FCK staðfestir meistaraheitið, tá teir eisini vinna seinasta dystin á árinum á útivølli móti OB. TV3 sjónvarpsverturin, Jakob Kjledbjerg, greiðir í samrøðu frá, hvussu yrkisleiðin hevur flutt seg úr fótbóltinum til sjónvarpið. 16. juni Julian Johnsson hevur gjørt sátt- mála við Hull í fjórðbestu ensku deildini. Sáttmálin tekur við 4. juli. Meðan flestu feløgini gera klárt til enn eitt umfar í landskapp- ingini, rigga toftamenn grasvøllin á Svangaskarði til. Belgiska Lokeren er mótstøðuliðið í Inter- Toto kappingini. 19. juni B68 javnar í fyrra hálvleiki til 2- 2, men at enda fer luftin úr heimaliðnum, og Lokeren vinnur Inter-Toto dystin á Svangaskarði 4-2. B36 tykist hava fingið ferð á, og vinna 5-0 á KÍ, men GÍ er framvegis á odda eftir sjeynda sigurin á rað. Hesaferð móti NSÍ. Annars er rok í HB, har Uni Arge ikki var á liðnum, tá teir spældu útidyst móti EB/Streymi. Jákup Mikkelsen loysir frá posabandinum, og sigur seg vera illa viðfarnan í Herfølge, har hann nú gevst at spæla. 20. juni Ein uppgerð tykist vera ávegis í kreppurakta KÍ. Starvsnevndin og fótbóltsnevndin eru ósamd um fleiri viðurskifti, og úrslitið er, at fótbóltsnevndin leggur arbeiðið niður. 21. juni Í stórari samrøðu sigur Johan Byrial Hansen, at hóast hann er uppvaksin í Danmark, so kennir hann seg sum føroying, og at hann er errin av at vera á føroyska landsliðnum. 22. juni ÍSB fær 80.000 kr. frá stuðla- felagnu, Í Gøtu hava teir lagt seinastu hond á nýggja graslíkisvøllin, og nú verður farið í gongd við at leggja vøll á í Klaksvík og í Runavík. Venjarin hjá donsku meist- arunum, Roy Hodgson, ætlar sær til Udinese at gearst venjari. KÍ og ÍF skulu spæla steypa- finaluna hjá unglingum. Dysturin skal spælast á Tórsvølli. 23. juni Stóri dysturin um vikuskiftið verður í Havn, har grannarnir bresta saman. Spenningurin gerst ikki minni av, at Uni Arge nú aftur hevur játtað at spæla við HB. Bjarni Wardum hevur gjørt av, at hann fer at spæla við H71 komandi kappingarárið. 26. juni Í seinnu royndini eydnast B68 at fáa stig í Inter-Toto cup, tá utidysturin móti Lokerern endar við málleysum javnleiki. B36 vinnur slagið um høvuðs- staðin, og minkar munin upp til GÍ í tvey stig, men gøtumenn hava ein dyst til góðar. Manslandsliðið í flogbólti til komandi Oyggjaleikir er nú út- tikið. Jákup Mikkelsen hevur enn ikki gjørt av, hvar fótbóltsframtíð hansara liggur. 27. juni Mest sum allir vinnararnir eru teir somu sum á norðoystevnu, tá jóansøkan er á skránni. Bert í 6- mannaførum fyri menn er nýggj- ur vinnari at síggja. Martin Venned úr Klaksvík heldur, at talið av FM-róðrum er alt ov lítið. Í 2. deild í fótbólti er HB nú á odda. Skála er einasta liðið í odd- inum, sum kann flyta upp. 28. juni Tað er nú greitt, at FCK missir bæði venjara og málverja. Roy Hodgson fer til Udinese og Thomas Myhre er ikki sinnaður at halda fram í felagnum. 29. juni Hjalgrím Elttør er stóra hetjan, tá hann skjýtur fimm mál í steypa- finaluni hjá unglingu, KÍ vinnur dystin 7-2. GÍ vinnur útsetta dystin móti B68, og hevur framvegis fult stigatal eftir átta umfør. 30. juni Fótbóltsskúlin hjá FSF er hús- villur í høvuðsstaðnum, har hvørki HB ella B36 hava um- støður at leggja hús til, ta viku- skiftið sum skúlin er á skránni. Juni: Kongurin vitjaði Talvkongurin, Gary Kasparov kemur til Føroya, og uttan iva er hetta størsta navn, sum nakran tíð hevur vitjað um okkara leiðir. Her býður Torbjørn Jacobsen honum at vera vælkomin C M Y K 34