Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2001 33 - Eg havi havt sera ilt við at taka avgerðina. Hjartað hevur verið fyri at spæla við Føroyum, men skilið hevur mær, at akkurát nú átti eg at givið avboð, segði Todi Jónsson millum annað eftir avboðið til landsliðið 1. mei Ætlaði fótbóltslandsdysturin millum Føroyar og Noreg tykist hanga í klønum tráð. FSF økir um umsitingina, og fyrsta dagin skal nýtt starv setast. Í fótbóltslandskappingini tykist HB hava fingið bestu byrjanina, tá teir vinna sannførandi móti B68 á heimavølli. VB, GÍ og B71 vinna eisini sínar dystir. FCK er enn betri fyri í oddinum og Herfølge er verri fyri í botn- inum eftir enn eitt umfar í donsku superliguni. Í Noreg gongur tungt hjá teim- um báðum føroysku leikarunum, og báðir verða teir skiftir út, tá Sogndal tapir 4-1 fyri Lillestrøm. 2. mei Frúgvin úr Sandavági og Argja- báturin fara til Scilly-oyggjarnar, har HM-kappingin í gig-róðri er á skránni. 3. mei FM í badminton hevur verið, og gerast Ingun Hansen og Erland Poulsen best hjá kvinnum og monnum. Tryggingarfelagið Føroyar ger nýggjan sáttmála sum høvuðs- stuðul hjá NSÍ. 4. mei Julian Johnsson er skaddur, men hóast talan er um líknandi skaða, sum fyrr í ár, so er talan ikki um beinbrot. Sponsorsáttmálarnir hjá HB við ávíkavist, Føroya Banka, Shell, Eimskip og Thomas Dam ítrótt verða undirskrivaðir. 5. mei Millum dystirnar hetta vikuskift- ið er klassikarin millum KÍ og HB. 6. mei Kvinnurnar á Frúnni vunnu B- bólkin í gig-róðrinum, meðan Argjabáturin gjørdist nummar 62. VB, HB og GÍ hava framvegis fult stigatal eftir tvey umfør. Størstu vónbrotini eru KÍ og B68, sum enn eru stigaleyst. Í 2. deild hevur Skála lagt bragdliga fyri, og hava teir sum einasta lið fult stigatal. FCK er nú nummar tvey í superliguni. Bert eitt stig aftan fyri Brøndby. Herfølge er eftir vikuskiftið fýra stig frá at vinna seg upp um niðurflytingarstrik- una. 7. mei KÍ-kvinnurnar tykjast fullkomu- liga einaráðandi í bestu kvinnu- deildini, tá tær vinda burtur úr HB. 8., mei Dómsnevndin hjá HSF skal taka støðu til spurningin um niður- flyting úr bestu kvinnudeildini, eftir at Tjaldur hevur kært dómin hjá kappingarnevndini. 9. mei Oddadystur er á skránni í Havn, har GÍ kemur á vitjan hjá HB. 15. mei FM í svimjing hevur verið um vikuskiftið, og nýggi landsliðs- venjarin, Petur Heðin av Fløttu, er alt annað enn nøgdur um tað, sum hann hevur sæð. Breiddin í odd- inum er ov lítil, heldur hann. HB, sum annars hevur verið flúgvandi, er fyri røttum bakkasti. Fyrst tapa teir á heimavølli fyri GÍ, sum nú er einsamalt oddalið, og síðani tapa teir 3-1 fyri B36 í fyrru hálvfinaluni í steypakapp- ingini. Eisini meistararnir úr VB fáa ein hvøkk, tá teir á heimavølli mugu lúta fyri KÍ. Í hinari hálvfinaluni spæla KÍ og NSÍ javnleik í Klaksvík. Kvinnulandsliðið í flogbólti er úttikið, og nú verður farið undir venjingarnar til Oyl, har gullið skal verjast. FCK vinnur føroyingauppgerð- ina móti Herfølge, og halda sostatt stutt tjóður í oddaliðnum úr Brøndby. 16. mei Ståle Solbakken, sum herfyri hevur havt hjartatilburð, boðar frá, at hann gevst við fótbóltinum. 17. mei Sophus Dal-Christiansen verður settur sum venjari hjá neista- kvinnunum til komandi hond- bóltsárið. Fótbóltslandsliðið hevur hópin av skaðum at dragast við. Einir seks av vanliga føstu monnunum hava skaða og tykjast ivasamir til komandi uppgávurnar. 18. mei Oddadysturin hetta vikuskiftið er í Gøtu, har B36 kemur á vitjan hjá GÍ, ið sum einasta lið hevur fult stigatal. 22. mei Herfølge tapti um vikuskiftið, og nú niðurflytingin tykist veruleika- nær, tykist tíðarskeiðið hjá Jákupi Mikkelsen í felagnum samstundis at vera runnið. Jónleif Sólsker hevur gjørt avtalu við Kyndil um, at hann komandi árið skal venja mans- liðið hjá felagnum. Gøtumenn vinna fjórða dystin á rað, tá teir á heimavølli basa B36, og eftir fýra umfør eru teir nú trý stig undan næsta liðnum, sum er HB. Í aðru deild er Skála fram- vegis á odda, tó at bert eitt stig er niður til fimta plássið. Í Danmark eru FCK og Todi Jónsson flúgvandi, men føroyska álopsessið hevur enn ikki tikið støðu til framtíðina á landslið- num. U-18 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum í hondbólti gera seg til at fara av landinum. Bæði skulu luttaka í EM-undan- kapping 23. mei Brøndby tapir óvæntað fyri Lyngby á heimavølli, og nú er FCK oddaliðið í donsku super- liguni. 24. mei Todi valdi við høvdinum og gloymdi hjartað. Soleiðis eru boðini, nú Todi Jónsson hevur boðað frá, at hann ikki verður tøkur hjá føroyska fótbóltslands- liðnum, tað sum eftir er av hesari undankappingini. Kurt Mørkøre er leysur av Sogndal. Norska felagið hevur ikki brúk fyri klaksvíkinginum, nú teir hava keypt Håvard Flo. Helgi L. Petersen er nýggjur á landsliðnum, nú Allan Simonsen hevur tikið út hópin til dystirnar móti Sveis og Jugoslavia. Virgar Hvidbro verður settur sum varaskrivari hjá FSF. 26. mei Pól Thorsteinsson trætast við FSF um bonuspengar fyri sigurin í Luksemburg, og úrslitið er, at hann gevur avboð til dystirnar móti Jugoslavia og Sveis. Fyri Pól Thorsteinsson verður Jón Rói Jacobsen úttikin. KÍ og B36 skulu spæla steypa- finalu á ólavsøku. KÍ sleppur víðari eftir tveir javnleikir móti NSÍ, meðan B36 kemur í final- uni, hóast teir tapa seinnu hálv- finaluna móti HB. 29. mei Tað má vera lagnunnar speisemi, men fáar dagar eftir, at Todi Jónsson hevur givið avboð til landsliðið - av ótta fyri skaðum – verður hann skaddur, tá FCK spælir javnleik móti Lyngby. Í føroysku fótbóltskappingini vinnur GÍ fimta dystin á rað, tá teir basa meistarunum úr Vági, meðan B36 setir met í bestu deildini við at vinna 15-0 á FS Vágum. HB missir takið í oddin- um, tá teir tapa fyri NSÍ í Runavík. Andrass Weihe úr Sørvági gerst hepni vinnarin av eini fótbólts- ferð. Kappingin var partur av fótbóltsblaðnum, sum Sosialurin gav út í mars mánaði. 30. mei Henrik Berthelsen, landsliðsvenj- ari í fimleiki, sigur, at karmarnir hjá føroyskum fimleikarum eru alty ov vánaligir til, at íðkararnir framhaldandi kunnu mennast. 31. mei Teir báðir vandamestu álops- menninir hjá Sveis, Stéphane Chaupisat og Kubilay Türkiylmaz eru ikki við á liðnum, sum nú kemur til Føroya. Talvsambandið boðar frá, at talvkongurin, Gary Kasparov, verður í Føroyum í døgunum, 8.- 12. juni. ÍTRÓTTARÁRIÐ Mei: Todi vendi landinum bakið Hjartað segði Føroyar – skilið nakað annað. Soleiðis ljóðaði yvirskriftin, tá Sosialurin kom á gøtuna mikukvøldið, 23. mei 33 32 Nr. 250 - 29. desember 2001 Ingi Højsted gerst fyrsti føroyingurin í enskum fótbólti, tá stórfelagið, Arsenal, ger sáttmála við 15-ára gamla B36-leikaran 3. apríl Todi Jónsson sigur nú, at hann umhugsar framtíðina á føroyska landsliðnum. Tað er óttin fyri skaðum, nú endaspurturin um DM-heitið fer í gongd, sum er stórsta orsøkin. FCK vinnur hetta vikuskifitð á Brøndby, og nærkast alsamt odd- inum, meðan Herfølge endiliga fær stig, tá teir fáa málleysan javnleik ímóti AB. Manager’in í Hvidovre, Jan Sørensen, heldur, at Óli Johanne- sen telist millum mest undirmettu leikararnar í Danmark. Petur Niclansen og Maria Pet- ersen eru føroyameistarar í borð- tennis. Kyndilsmenn missa silvur- møguleikan, tá teir á heimavølli tapa tepurt fyri VÍF. 4. apríl Uni Arge er á veg heim aftur til føroyskan fótbólt. Fíggjarstøðan hjá íslendska ÍA er ikki nóg góð til at álopsmaðurin kann fáa nøkt- andi sáttmálaviðurskifti. Rógvi Johansen hevur gjørt av, at hann framvegis skal súkkla fyri Cycling Aarhus, hóast onnur feløg hava sýnt áhuga fyri vág- binginum. Lassin Isaksen skal døma A- landsdystin í fótbólti millum Liktenstein og Ísrael. 5. apríl ÍSB hevur fyri fyrstu ferð skipað fyri borðtenniskapping, og eru tá Jógvan Jákup Høj, Unn Morten- sen og Jónsvein Petersen, sum vinna í ymsu bólkunum. Bridge kappingin er nú av, og sum væntað gjørdist liðið hjá Allan Dal-Christiansen føroya- meistari. 6. apríl FM-kappingin fyri einstaklingar í talvi verður í Vestmanna um vikuskiftið, og hóast verandi meistarin, Flóvin Tór Næs, ikki er við, tykist kappingin at verða hin sterkasta nakrantíð. Í Vestmanna gera tey klárt til gullveitslu, nú hondbóltskapp- ingin fer at enda, og bæði kvinnur og menn skulu krúnast sum meistarar. 10. apríl Ivamál hevur tikið seg upp um, hvørt Tjaldur ella Sóljan skulu flyta niður. Liðini eru jøvn í stig- um, men tá Tjaldur ikki møtti til ein dyst í grundspælinum, eiga tær niður, hóast tær hava betri málmun, men í Runavík siga tey, at tey ongan tíð fingu boð um, at tey fóru at tapa viðkomandi dyst- in á pappírinum. VÍF fær endiliga gullmerkini, nú hondbóltskappingin er endað, og so skjótt sum dystirnir sunnu- dagin eru av, verða borð við mati til bæði leikarar og viðhaldsfólk sett fram. Í Danmark gongst væl hjá FCK, og at hini bæði oddaliðini, Silkeborg og Brøndby, spæla javnt, ger sjávlandi ikki støðuna verri. Í botninum er Herfølge far- ið at bíta frá sær. Atli Gregersen spælir fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Randers Freja. Hetta er í næst- bestu donsku deildini. Ingi Højsted verður helst fyrsti føroyingurin í enskum fótbólti. Eftir øllum at døma vil stórfelag- ið, Arsenal, gera sáttmála við unga B36-leikaran. 11. apríl So er sáttmálin hjá Inga Højsted veruleiki. Á tíðindafundi al- mannakunngerð B36, at felagið hevur latið Arsenal spæliloyvið hjá Inga. B68 hevur gjørt avtalu um, at Mortan Hansen er komin til felagið úr barndómsfelagnum, NSÍ. Eisini KÍ fær nýggjan áleypara. Talan er um fyrrverandi jugoslaviska landsliðsleikaran, Alexander Djordjevic. 12. apríl Í Vágunum eru tey í øðini um, at Tjaldur ikki vil flyta niður. Tey siga reglurnar vera púrasta greið- ar, og at HSF ikki kann taka aðra støðu, enn at flyta Tjaldur niður. Fótbóltskvinnurnar úr Klaksvík boðað frá, at tær ætla at vera við, nú UEFA eisini fer at skipa fyri Europa-Cup kapping í kvinnu- fótbólti. Flogbóltsgalla er í Havn, har millum annað ársins leikarar verða funnir. Marina Popovic úr Drátti og Boban Ilic úr ÍF verða kosin sum tey bestu hetta kappingarárið. 18. apríl HSF riggar til aðalfundin, og líkt er til, at fleiri spennandi mál eru á skránni. Millum annað tal av liðum í bestu deildunum, tal av útlendingum og greiðar reglur fyri, hvussu leikarar kunnu skifta millum feløg. John Rødgaard gerst føroya- meistari í talvi fyri einstaklingar. Eyðun Nolsøe verður næstbestur. Hondbólturin hevur sítt galla- kvøld í Vestmanna. Hjá kvinnum verðru Sóley Mikkelsen ársins leikari, meðan Ingi Olsen verður kosin hjá monnum. Bæði spæla tey við VÍF. FCK er nú bert eitt stig frá oddasessinum í donsku superlig- uni. Herfølge fór ósigrað gjøg- num páskirnar, men onnur úrslit gjørdu, at teir kortini dragnaðu í botnstríðnum. Max Rasmussen gerst føroya- meistari í billard. Eisini fyri pør er Max føæroyameistari. Her saman við Eyðun Svalbard. 19. apríl U-20 landsliðið í kvinnuhond- bólti tapir allar dysitrnar, men úrslitini vóru kortini góð í EM- undankappingini, sum varð hildin í Týsklandi. Grand-Prix kappingin í bad- minton er av, og gjørdust tað Guri Poulsen og Erland Poulsen úr HBF, sum vunnu kappingina fyri einstaklingar. 21. apríl Drigið er um fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Dystirnir eru, HB-VB, B68-B36, KÍ-ÍF og NSÍ-GÍ. Todi Jónsson er nú um at koma fyri seg aftur, eftir skaðan hann fekk, tá Føroyar spældu móti Luksemburg. Flogbóltssambandið hevur aðalfund, og millum uppskotini er ein umskipan av kappingini hjá yngru deildunum. 24. apríl Deildirnar verða ikki víðkaðar og tríggir útlendskir leikarar verða framvegis markið. Hetta eru mill- um annað niðurstøðurnar hja aðalfundinum hjá HSF. B36, NSÍ, KÍ og HB eru liðini í hálvfinaluni í steypakappingini. Ikki minst er HB sannførandi, tá teir vinda burtur úr føroyameist- arunum úr VB. Thriathlon verður fyri fyrstu ferð á skránni til Oyggjaleikirnar, og í Føroyum verður nú skipað fyri úttøkukapping. 25. apríl Jakup Mikkelsen og Todi Jónsson eru báðir á einum fiktivum liði, sum Michael Laudrup hevur tikið út fyri Ekstra-Bladet. Leikararnir á liðnum eru allir útlendskir leikarar í donskum fótbólti. 26. apríl Alexander Djordjevic er nú kom- in til Klaksvíkar, har hann ætlandi skal styrkja um álopspartin, sum enn ikki er komin fyri seg eftir at Kurt Mørkøre varð seldur til Noregs. Júst Kurt Mørkøre tykist nú verða skumpaðu enn longur út á beinkin í Sogndal. Felagið sigst hava áhuga í at keypa Håvard Flo. 27. apríl Kvinnurnar fara undir fótbólts- kappinga, og meistararnir úr KÍ fáa eina flúgvandi byrjan, tá tær vinna stórsigur á B36. Róland Waag Dam vinnur silvur í altjóða judokapping. Dart-árið endar við FM-kapp- ing, og fyri einstaklingar gerst Alvin Egholm. 28. april So verður farið undir fótbólts- landskappingina. Fyrsta umfarið er á skránni um vikuskiftið. Apríl: 15 ára gamal føroyingur til Arsenal ÍTRÓTTARÁRIÐ 15 ára gamli Ingi Højsted skrivar sáttmála við Arsenal, og gerst sostatt fyrsti føroyingurin í enskum fótbólti C M Y K 32