Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2001 31 Føroyar vunnu fyri fyrstu ferð stig á útivølli, tá Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skutu einastu málini í Luksemburg 1. mars Í Runavík riggað tey høllina til, tí árliga stórkappingin í fimleiki skal haldast um vikuskiftið. 2. mars Bæði kvinnur og menn úr Vest- manna økja um leiðsluna, tá tey vinna dystirnar ímóti Kyndli. Samstundis tapa menninir hjá StÍF móti Neistanum, so alt tykist mest sum avgjørt. FSF ger av, at heimadystirnir hjá fótbóltslandsliðnum skulu býtast javn ímillum Svangaskarð og Tórsvøll. 3. mars Stjørnan sigur endaliga farvæl til gullið, tá tær tapa fyri Neistanum í Havn. Allan Mørkøre hevur fingið skaða í fótliðið á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania. 6. mars Vágamenn rigga til, nú fót- bóltsárið nærkast, og aftur í ár verða helst fýra útlendskir leikar- ar at síggja á liðnum. Fótbóltsdómarafelagið hevur havt aðalfund. Nýggir í nevndini eru Erling Eysturoy og Petur Hansen. VÍF-kvinnurnar hølva VB av, tá seinasti avbjóðarin til gullið skal royna seg móti oddaliðnum. Í botninum togar Tjaldur seg upp, tá tær fyri fyrstu ferð vinna landskappingardyst í bestu kvinnudeildini. Bæði Mjølnir og Dráttur vinna í kvinnudeildini sínar dystir við 3- 0, so enn er Dráttur eitt sett frammanfyri. Havnar Telvingarfelag er før- oyameistari. Hetta er greitt, eftir at havnarmenn vunnu dystin á kollfirðingum. 7. mars Óli Holm er nývaldur formaður hjá Vágs Bóltfelag. Norðoya Sparikassi hevur gjørt avtalu um at gerast høvuðsstuðul hjá Ægir. 9. mars Eftir sigurin á Tjaldri eru menn- inir hjá VÍF bert fýra stig frá FM- heitinum. Strandingar á øðrum plássinum eru fullkomuliga upp- steðgaðir, og taptu fyri kollfirð- ingum. 10. mars Fuglfirðingar hava nú møgu- leikan at tryggja sær gullmerkini í flogbólti. Hetta um teir vinna á Mjølni um vikuskifitð. 13. mars ÍF vinnur á Mjølni í Klaksvik, og hava sostatt vunnið greipuni í hesum flogbóltsárinum. Hjá kvinnum tykist avgerðin at bíða til seinasta leikdag. Fýra føroyskar gentur, sum búgva og venja í Danmark, hava ætlanir um at sleppa til HM í sonevndum outriggarum. Talan er bert um stórsigrar í kvinnuhondbólti, har VB, VÍF og Stjørnan øll vinna sannførandi. Ikki minst er talan um sorl í Klaksvík, har Sóljan tapir 41-3. Hjá monnunum heldur VÍF fram- vegis fast, og eru teir nú bert ein sigur frá gullinum. Tosað verður dúgliga í Dan- mark um, at Jákup Mikkelsen er ávegis til FCK. Í fyrsta umfar- inum eftir vetrarsteðgin gerst støðan hjá Herfølge enn truplari, meðan FCK framvegis hevur fatur í oddinum. Í klaksvíkskappingini í fótbólti vinnur HB finaluna á KÍ. GÍ vinnur dystin um triðja plássið á meistarunum úr Vági. Ivasamt er, um John Petersen verður tøkur til komandi lands- liðsuppgávurnar. Unnustan er sett at eiga, samstundis sum lands- dystirnir móti Luksemburg og Russlandi verða leiktir. 14. mars Allan Simonsen hevur tikið landsliðið út, og mong eru bilsin um, at Súni Olsen ikki finst millum nøvnini. Tað ger skaddi Jens Kristian Hansen heldur ikki, meðan Julian Johnsson hinvegin longu er komin seg eftir beinbrot. 15. mars Tosið um John Petersen er steðgað, eftir at genta hansara, Arnbjørg Danielsen, átti ein son. Ljósið vinnur stórkappingina í fimleiki á Hálsi. 16. mars Fyri fyrstu í ár tapir mansliðið hjá VÍF landskappingardyst, og so má gulið bíða til vikuskifitð. Svend Olsen verður valdur til nýggjan formann hjá GÍ. 17. mars Dráttur hevur møguleika at gerast meistari í flogbólti fyri fyrstu ferð. Hetta um tær vinna 3-0 a botnliðnum, Fossanesi. 12. maður boðar frá, at ferða- fólk til dystin móti Luksemburg mugu hava gaggur við. Áskoð- ararnir skulu nevnliga eisini spæla landsdyst. 20. mars Súni Olsen, sum júst er vrakaður til landsliðið, ger bart í Hollandi, har hann er dagsins maður, tá Zwolle vinnur 4-0 á Doordrecht. Dráttur kann rópa seg føroya- meistara, tá tær vinna trygt í Fossanesi í seinasta dystinum á árinum.Mjølnir veðrur nummar tvey, meðan TB fær bronsu- merkini. Hjá monnunum eydnast tað bæði Fram og Fleyr at toga seg upp um Mjølnir, sum sostatt einki heiðursmerki fekk burtur úr árinum. Steypakappingin í fótbólti fer í gongd, uttan at nøkur av teimum stóru sensatiónunum er at hóma. Í hondbóltskappingini vinna klaksvíkskvinnur á VB, og mest sum tryggja sær silvurmerkini. Í botninum vinnur Sóljan óvæntað á Kyndli, og lyfta seg sostatt upp um Tjaldur. Hjá monnunum missir Kyndil eitt fet í silvurstríðnum, tá teir spæla javnt móti KÍF. Todi Jónsson er dagsins maður í Parkini, tá FCK vinnur 2-1 á OB. Samstundis tapir Herfølge fyri AGF, og eru meistararnir nú heilt illa fyri í botnstríðnum. 22. mars FSF tekur avgerð um, at yngstu liðini ikki skulu kappast um nak- að meistaraheitið, men at dent- urin heldur skal leggjast á sosialu samveruna. 23. mars So er VÍF meistarar hjá monnum. Teir vinna heimadystin á KÍf, og nú kann eingin røkka teimum. Í silvurstríðnum vinnur StÍF á Kyndli, so eisini her tykist tað mesta avgjørt. Elsta hondbóltsfelagið í land- inum, Neistin, fyllir 70 ár, og dagurin verður hátíðarhildin í Høllini á Hálsi. 24. mars Úr Luksemburg, har landsliðið er statt, frættist, at enska Premier League-liðið, Bradford, vil hava fatur á Julian Johnsson. Líkt er til, at Jákup á Borg fyri fyrstu ferð sleppur at byrja í týðandi dysti á føroyska landslið- num, og annars er Súni Olsen tilkallaður, eftir at Uni Arge er farin heim við nógvum krími. Uni er annars ikki einasti leikarin, sum er sjúkur, og hetta tykist vera størsta høvuðbrýggið hjá Allani Simonsen undan dystinum. Um- framt Una eru bæði Fróði Benja- minsen og Sámal Joensen í seingini. 27. mars Føroyar vinna 2-0 á Luksmeburg, og vinna sostatt fyri fyrstu ferð HM-undankappingardyst á úti- vølli. Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skjóta føroysku málini seint í dystinum. Lagið er tó ikki gott á øllum í landsliðsferðalagnum, tí heilt tíðliga í dystinum noyðíst Todi Jónsson út við skaða. Landsliðið hevur nú lagt leiðina til Moskva. Her eru trupulleikar at fáa viðførið við av flogvøll- inum, inntil nakrar dollarar skiftu eigara. Trupulleikar eru eisini við innferðarloyvinum hjá Súna Olsen, sum noyðist at bíða í eitt samdøgur. VÍF slær FM-heitið fast, tá teir vinna á Neistanum. Somuleiðis vinnur kvinnuliðið úr Vestmanna á Neistanum. 28. mars Allir mans eru tøkir til lands- dystin móti Russlandi. Eisini Súni Olsen, sum kom eitt sam- døgur ov seint til Moskva. Í FCK er ítróttastjórin, Niels Christian Holmstrøm, alt annað enn blíður um, at Todi Jónsson enn eina ferð er komin skaddur heim eftir landsdyst. 29. mars FSF er sinnað at gera nýggjan sáttmála við Allan Simonsen, men enn er ikki komið nakran veg í samráðingunum í so máta. Tónarnir úr FCK verða alsamt hvassari, og nú siga teir, at FSF ansar ov illa eftir viðkvæmu lær- vøddunum hjá Toda Jónsson. 30. mars Føroyar tapa tepurt í Moskva. 1-0 er endaliga úrslitið, og hóast Allan Simonsen er nøgdur um avrikið, so er hann vónbrotin um, at sensatiónin ikki fekst til høldar. Føroyar eiga annars eitt klárt brotsspark tíðliga í dystinum, men dómarin tigur, tá Vioctor Onopko fellur Jákup á Borg. Annars fór Óli Johannesen sum triði føroyski leikarin upp á teir hálvt hundrað dystirnar. ÍTRÓTTARÁRIÐ Mars: Fyrsti útisigurin Føroyar vinna 2-0 á Luksmeburg, og vinna sostatt fyri fyrstu ferð HM-undankappingardyst á útivølli. Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skjóta føroysku málini seint í dystinum. 31 30 Nr. 250 - 29. desember 2001 Bæði í hond- og flogbólti verða steypafinalurnar avgreiddar, og í báðum førum gerst talan um nakrar minnisríkar dystir 1. februar Í einum rokmiklum dysti tryggjar VÍF sær atgongd til steypa- finaluna hjá monnum, tá teir eisini vinna seinna dystin móti Kyndli. Mótstøðuliðið í finaluni verður StÍF, sum vinnur sín dyst á Neistanum. 2. februar Føroyska fótbóltslandsliðið spæl- ir málleysan javnleik ímóti Svø- ríki. Allan Simonsen er væl nøgd- ur um úrslitið. Tríggir leikarar, Súni Olsen, Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen, fáa sín fyrsta landsdyst. VÍF-kvinnurnar eru eisini í steypafinaluni, eftir at tær vinna trygt á Neistanum. 3. februar 15 ára gamli Ingi Højsted úr B36 fer á øðrum sinni til Onglands, har Arsenal vil hava hann til enn eina royndarvenjing. 6. februar Hjá Stjørnuni hevur ikki gingið nakað serligt í seinastuni, og til dystin á Giljanesi var vanligi venjarin, Rógvi Nielsen, ikki við liðnum. Einki er tó at frætta um nakra uppsøgn av nøkrum slag. Hálvi Klaksvíkingurin, Calix Blak, varð kosin besti spælarin í norskum kurvabólti í februar. Mjølnir tapir móti bæði Fleyr og ÍF í manshondbólti, og hevur nú brádliga mist takið á ÍF í oddastríðnum. Hjá kvinnunum vinna bæði Mjølnir og Dráttur trygt. VB vinnur eisini seinnu hálv- finaluna á Stjørnuni, og er nú í steypafinaluni, har mótstøðuliðið verður VÍF. Í talvlandskappingini eru trý lið nú jøvn í oddinum. Hvalvíkingar, klaksvíkingar og havnarmenn eru púra javnir. 7. februar Longu áðrenn fótbóltskappingin byrjar, verður HB skert. Hans á Lag hevur brotið eitt bein í fótinum. Í Danmark hevur FCK gjørt av at keypa 34 ára gamla Heine Fer- nandez at styrkja um álopið. 10. februar Riggað verður til steypafinalur á Hálsi, har VÍF er favorittur hjá bæði monnum og kvinnum, men hvørki VB ella StÍF hava givið skarvin yvir frammanundan. Í Flogbóltinum verður avger- andi dysturin millum Mjølnir og Drátt á skránni í Klaksvík. 13. februar Sum væntað vunnu VÍF kvinnur- nar steypafinaluna á VB. Úrslitið gjørdist 31-18 til einaráðandi oddaliðið. Hjá monnunum er spenningurin hinvegin stórur, og sera óvæntað verður tað StÍF, sum kann rópa seg steypavinnara, eftir at teir vunnu eina sera spennandi mansfinalu. Dráttur er nú á odda í kvinnu- flogbólti, eftir at tær vunnu oddadystin í Klaksvík. Tað er tó bert settmunurin, sum skilur oddaliðini. Eitt umfar restar í bridge kapp- ingin, men alt bendir longu á, at liðið hjá Allan Dal-Christiansen verður føroyameistari. Í talvkappingini er Havnin núy á odda. Teir vunnu trygt á Hvalvíkingum, meðan Klaks- víkin óvæntað tapti fyri Vest- manna. 14. februar Altjóða dómari kemur til Føroya at døma steypafinalurnar í flog- bólti. Talan er um danan, John Lilhauge. Á komandi aðalfundinum hjá FSF er bert eitt uppskot komið inn, og er hetta um eina broyting í kappingarreglunum. Allan Simonsen hevur boðað frá, hvørjar 20 leikarar hann ætlar at hava við sær á venjingarlegu til Cadiz í Spania. KÍF vinnur trygt á Neistanum í manshondbólti, og lyfta seg har- við eitt pláss upp á stigatalvuni. 16. februar StÍF vinnur trygt á hoyvíkingum, og sleppa sær harvið upp á annað plássið í hondbóltskappingin. 17. februar Steypafinalurnar í flogbólti eru á skránni, og líkt er til, at talan verður um tveir spennandi dystir. Hjá monnunum spæla Mjølnir og ÍF, meðan Mjølnir og Dráttur eru í finaludystinum hjá kvinnunum. B36 hevur gjørt avtalu við nýggja telefonfelagið, Kall, sum skal verða høvuðsstuðul felag- sins. 20. februar Gunnleyg Berg skrivar føroyska ítróttasøgu, tá hon sum fyrsti føroyingurin er við til vinna út- lendska steypafinalu. Hon spælir við íslendsku ÍBV, sum í finaluni vinnur á Haukar. Í hondbóltinum stevna bæði liðini hjá VÍF við fullari ferð móti gullinum. Hjá monnunum er tó stórur spenningur um silvurmerk- ini, har StÍF styrkir sína støðu við at vinna á Kyndli. Flogbóltsfinalurnar eru av- greiddar. Hjá monnum vinnur ÍF tryggan sigur á Mjølni, meðan kvinnufinalan gerst ein sannur gysari. Dráttur var annars á odda 2-0, men klaksvíkskvinnurnar fáa vent dystinum til egnan fyrimun. Róðrarsambandið hevur sett sær fyri at fáa greiðu á, hvussu langir kappróðrarbátarnir kunnu verða, og fleiri feløg fáa boð um at stytta sínar bátar. Føroyska unglingalandsliðið í talvi fær tvey heiðursmerki við sær úr Íslandi, har kappast hevur verið í NM. Fótbóltskvinnurnar hjá Før- oyum skulu á komandi Oyggja- leikum spæla ímóti Isle of Man, Ynos Mon og Cayman oyggj- arnar. 21. februar Føroysku flogbóltsútisetarnir í Frederiksberg standa seg væl, og hava tær enn møguleika at koma við í endaspælið. B36 leggur fram ein ársrokn- skap, sum vísir heilar 700.000 kr. í yvirskoti. 22. februar Peter Schmeichel gevst á danska fótbóltslandsliðnum. Hann hevur ikki longu orku til krevjandi uppgávurnar, sigst. 23. februar VÍF kvinnurnar eru fyri stórum missi, tá Nicoleta Radu brýtur beinið í dysti móti Neistanum. VÍF megnar tó at vinna ein tepran sigur. Í Havn eru Tjaldurskvinn- urnar um at skapa eina sensatión, men mugu tó taka til takkar við javnleiki móti Kyndli. Mansliðið hjá vÍF tykist at vera í einum lítlum aldudali, men megna kortini at vinna tepran sigur á Neistanum. FM fyri einstaklingar í talvi skal avgreiðast í Vestmanna. Hetta hevur Talvsambandið gjørt av. 27. februar Kvinnurnar hjá Fossanesi fáa fyri fyrstu ferð stig í meistaradeildini, tá tær vinna 3-1 á útivølli móti Fleyr. Yngru hondbóltsleikararnir spæla steypafinalur í Havn. Havnin vinnur á Klaksvíkini í talvi, og liggja nú trygt á odda, tó at einki enn kann sigast at vera avgjørt. Tjaldursmenn eru um at koppa strandingum, men dysturin endar tó javnur, 28-28. 28. februar Altljóða fótbóltssamgongan, FIFA, setir í verk nýggjar reglur, sum millum annað viðføra, at bólturin kann flytast fram, um spælarar ikki halda frástøðuregl- una, tá fríspark skal takast. Leiðarin á Fragd og Fimi, Jana Eidesgaard Thomsen, heldur, at føroysk ítróttarfólk gera alt ov lítið við styrkisvenjing. ÍTRÓTTARÁRIÐ Februar: Mánaðurin hjá finalunum Flogbóltsfinalum hjá kvinnum gerst ein sannur gysari. Dráttur var á odda 2-0 móti Mjølni, men klaksvíkskvinnurnar fingu vent øllum á høvdið og vunnu dystin C M Y K 30