Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2001 29 Føroyska hondbóltslands- liðið hjá monnum byrjar árið við landsdystum móti trimum tjóðum, og móti Sveis er um reppið, at Føroyar skapa eina sensatión 3. januar Árið byrjar við lutakasti um hálvfinalurnar í Coca-Cola kapp- ingini. Hjá kvinnum hittast VÍf- Neistin og Stjørnan-VB. Hjá monnum eru tað VÍF-Kyndil og Neistin-StÍF. 4. januar Riggað verður til hondbólts- landsdyst. Rumenia kemur á vitjan. Daniel Rápa, sum sjálvur hevur leikt saman við fleiri av rumensku leikarunum, sigur, at rumenar eru í ferð við at byggja nýtt lið upp, men at teir ivaleyst verða ein stórur biti hjá før- oyingum. 5. januar Landsliðsvenjarin, Palli Joensen, sigur seg kenna lítið til komandi mótstøðuliðið, men heldur, at tað eisini kann verða til okkara fyrimun, at rumenar kenna eins lítið til okkum. Áki Olsen er annars ivasamur til dystin, meðan Bjarni Wardum er vónbrotin um, at hann í evstu løtu er sáldaður frá hópinum. 6. januar VB vninur uttan stórvegis hóva- sták útidystin móti Sóljuni í bestu kvinnudeildini. Í talvi ger John Arni Nielsen vart við seg, tá hann í sterkari kapping í Keypmannahavn fær javnelik móti amerikonskum stór- meistara. 9. januar Hondbóltslandsdystir vórðu leiktir móti Rumenia um viku- skiftið. Rumenia vinnur báðar, 36-23 og 27-16, men samanlagda niðurstøðan er tó, at føroyska avrikið var heiðurligt. Eisini landsliðsvenjarin, Palli Joensen, er nøgdur, hóast okkurt sjálvandi kann betrast til komandi viku- skifti, tá Sveis kemur á vitjan. Menninir hjá ÍF og kvinnurnar hjá Mjølni tyggja sær luttøku í steypafinaluni, tá tey vinna Mjølnir-kappingina í flogbólti. FSF boðar frá, at árliga fundurin við feløgini verður hild- in 20. januar Pauli Jarnskor fer komandi kappingarári at venja ÍF, sum skal royna at vinna sessin í 1. deild aftur. Í EB/Streymi gera tey av, at Bergur Magnussen eisini verður venjari, nú felagið skal royna seg bestu fótbóltsdeildini. Eisini í Vági verður hugsað um fótbólt. Her hevur Marek Wierzbicki gjørt avtalu við VB fyri komandi árið. Fótbóltslandsliðið er farið und- ir fyrireikingarnar til árið, og Allan Simonsen hevur tikið 20 mans út til fyrstu venjingarnar. Tjaldur hevur fingið samband við tveir útlendskar leikarar aftur- at, sum skulu styrkja um bæði hondbóltsliðini, og koma hesi væntandi til Føroya en av fyrstu døgunum. Klaksvíkingar vinna stórsigur á Havnini í talvlandskappingini, og eru nú saman við kollfirðingum á odda í bestu deildin. Kendi danski ítróttaskrivarin, Per Høyer Hansen, doyr. Hann gjørdist 59 ára gamal. Hondbóltskvinnurnar hjá VB enda eina strævna hondbóltsviku, tá tær vinna útidystin ímóti Neist- anum. 10. januar B36 hevur gjørt avtalu við Andrzej Pacek, um at pólending- urin skal spæla við árstalsfelag- num komandi kappingarárið. Neistin styrkir um mansliðið. Danin, Rune Møller, er komin til landið, og skal spæla við liðnum í vár. 11. januar Í viðtali við Sosialin sigur nýggi formaðurin í fótbóltsnevndini hjá KÍ, Karl Birgir Isaksen, at tað í størri mun verður áhugin, og í minni mun pengar, sum skulu vera drívmegin hjá KÍ. Venjaraspurningurin hjá kynd- ilskvinnunum verður endaliga avgreiddur. Lotte Sørensen hevur áður verið upp á tal, og nú er so avgjørt, at hon verður leikandi venjari. Á svenskari heimasíðu kann lesast, hvørjar leikarar Allan Simonsen hevur tikið út til landsdystin móti Svøríki. Eisini hóast fyrstu landsliðsvenjingar- nar enn ikki hava verið. Allan Simonsen sigur tó, at listin hjá svium als ikki er nøkur endalig úttøka. 12. januar HB hevur havt aðalfund. Árs- úrslitið var eitt hall upp á 200.000 kr., men hetta er á leið tað, sum roknað varð við, sigur leiðslan. Gunnar Mohr gevst annars sum formaður, meðan Birgir Eng- hamar verður nýggjur formaður. Hondbóltslandsliðið riggar til dystirnar ímóti Sveis, sum við ósigri fyri Litava er komið illa frá byrjanini í undankappingini. 13. januar ÍF vinnur bæði mans- og kvinnu- dystin í flogbólti, tá fuglfirðingar vitjað hjá Fleyr, og hjá monn- unum líkjast fuglfirðingar nú spakuliga einum avbjóðara til Mjølnir. 16. januar Føroyska hondbóltslandsliðið spældir ein branddyst, tá teir tapa tepurt, 24-27, fyri Sveis í lands- dystinum leygardagin. Hetta kostar tó nógvar kreftir, og Sveis vinnur stórsigur, 35-18, í seinna dystinum. Í flogbóltinum er mest sum komið á mál í grundspælinum, har bert ein dystur restar hjá monnum. Mjølnir er annars greitt á odda hjá monnunum, eftir at teir søktu Fram um vikuskiftið. Hjá kvinnum er Mjølnir somuleiðis á odda, men her í harðari kapping við Drátt. Stjørnan er í Vági til dyst móti VB, men trý korter undan dyst- inum vita tær framvegis ikki, um nýggi leikarin, Simona Dziugyte, kann spæla við. Spæliloyvið verður tó útflyggjað í evstu løtu, men VB vinnur kortini dystin við fimm málum. Kvinnurnar hjá VÍF vinna seinata dystin í grund- spælinum, og hava fult stigatal, nú farið verður undir endaspælið. Í Talvkappingini er Klaksvíkin nú á odda. Teir vunnu greitt móti Vestmanna, samstundis sum koll- firðingar taptu fyri Havnini 17. januar Tað tykist sannlíkt, at steypa- finalan í fótbólti skal spælast á ólavsøku, men fyrst skal spurn- ingurin viðgerðast á fundinum millum FSF og feløgini, sum verður um vikuskifitð. Komandi kappingarár verða nýggjar reglur settar í gildi í hondbóltskappingini. Herfølge hevur selt áleyparan, Thomas Christensen, til eitt týskt felag. 20. januar Í Klaksvík vinnur VÍF oddadystin í kvinnuhondbólti móti Stjørnuni. Undirhaldandi dysturin endar 24- 19 til vestmenningarnar, sum nú hava sett mest sum beina kós móti gullmerkjunum. 23. januar UEFA boðar frá, at nýggj krøv verða sett teimum, sum ætla at luttaka í europeisku fótbóltskapp- ingunum. Verða krøvini ikki link- að, tá talan er um smærri lond, er føroyska luttøkan í hesum í álvasligum vanda. Mansliðið í hondbólti spælir seinastu dystirnar í hesum umfarinum. Litava vinnur ávíka- vist 25-17 og 19-21. Litavar vinna við hesum undankappingar- bólkin, og spælið, sum teir sýndu, var avgjørt eisini tað besta, sum vit vóru vitni til í hesum um- farinum. Í flogbóltskappingini er bert ein dystur á skránni, tá Fleyr vinnur mansdystin ímóti SÍ. Jákup Mikkelsen avsannar, at hann er ávegis til FCK, so sum tað annars hevur verið skrivað. Hann sigur søguna vera gott dømi um, hvussu søgur kunnu blíva til í fjølmiðlaheiminum. Havnion nærkast Klaksvíkini í talvkappingini, har tað nú eru tvey stig á muni í oddinum. VB vinnur báðar sínar dystir í kvinnuhondbólti um vikuskiftið, og hava sostatt fingið eina góða byrjan upp á endaspælið. 24. januar Jákup Mikkelsen hevur saman við málmansvenjaranum hjá Her- følge skeið fyri føroyskum venj- arum. 25. januar Julian Johnsson hevur brotið beinið. Hann er tí ikki við á landsliðsferðini til Svøríki, og er ivasamur til dystirnar móti Luksemburg og Sveis. 26. januar StÍF vinnur trygt á Neistnaum, og hevur mest sum annan fótin í steypafinaluni hjá monnum. Har verður VÍF eftir øllum at døma mótstøðuliðið, eftir at teir vundu burtur úr Kyndli. Hjá kvinnunum vinnur VÍF tepurt á Neistanum, sum aftur hevur Katrin á Neystabø á liðnum. 30. januar Súni Olsen er nýggi maðurin í landsliðshópinum, sum Allan Simonsen hevur tikið út til landsdystin ímóti Svøríki. Mjølnir-kvinnurnar vinna oddadystin móti Drátti, og tykjast nú at luka gull. Í hondbóltinum minkar spenn- ingurin, eftir at Stjørnan vinnur á VB í Vági. Herfølge sigur seg nú vilja selja Jákup Mikkelsen. Pengar skulu í kassan sigst úr Danmark. 31. januar Føroyska U-21 landsliðið í hond- bólti fyrireikar seg til undankapp- ingina, sum verður í Eysturríki. Januar: Manslandsliðið heiðurliga byrjan ÍTRÓTTARÁRIÐ Fyrstu mansdystirnir í nýggja landsliðstíðarskeiðnum hjá hondbóltinum vórðu leiktir í januar. Rumenia vinnur báðar, 36- 23 og 27-16, men samanlagda niðurstøðan er tó, at føroyska avrikið var heiðurligt 29 28 Nr. 250 - 29. desember 2001 C M Y K 28 Árskiftið 2001/2002 Við takksemi fyri samstarvið í 2001, ynskja vit øllum viðskiftafólki okkara eitt gott nýggjár við vón um eitt eydnuberandi ár 2002. Britt, Beinta, Winnie, Bent, Simona, Sigrid, Tummas Pauli, Jón Tór, Jógvan Páll, Henning, Eyð, Niels, Jákup Alberg, Oscar, Vagn, Johnny, Susann og Jon