leygardagur 29. desember 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 250 - 29. desember 2001
Nr. 250 - 29. desember 2001
27
NÝGGÁRSGREIN
Eyðun Elttør,
landsstýrismaður
Tað er enn einaferð tíð at
lýta aftur á eitt hendingaríkt
ár.
Tvey tey seinastu árini
havi eg sagt, at hetta var
árið, sum veruliga mark-
eraði byrjanina til eina før-
oyska oljuvinnu. Í 1999
varð markið millum Før-
oyar og Stórabretland á-
settt, og vit kundu fara und-
ir at fyrireika fyrsta loyvis-
umfar, í 2000 vóru fyrstu
loyvini veitt, og vit gleddu
okkum til fyrstu boriúrs-
litini, og í ár varð staðfest,
at føroyska undirgrundin
goymir týðandi mongdir av
kolvetni.
Allar hesar hendingar og
fleiri undan teimum hava
havt stóran týdning fyri
menningina av eini før-
oyskari oljuvinnu. Frá tí at
fyrsta
Oljuráðleggingar-
nevndin varð sett í 1992 og
fram til í dag, hava tað
hvørt ár verið tikin týðandi
stig á vegnum fram móti
leitiboringunum í summar.
Boringar og úrslit
Tað var við stórum spenn-
ingi, at vit fylgdu boring-
unum, fyrst hjá Statoil, síð-
ani BP og til seinast hjá
Amerada Hess. Um vit
hyggja at royndunum hjá
okkara
grannalondum,
kann tað bara javnmetast
við hugmóð at vænta, at
fyrstu boringarnar á einum
nýggjum øki skuldu stað-
festa kolvetni í stórum
mongdum. Kortini lósu vit
dagligu
frágreiðingarnar
frá oljufeløgunum við á-
grýtni. Hóast fyrstu brunn-
arnir bara vístu spor av kol-
vetni,
var
tað
týdningarmikið
at
fáa
váttað, at føroyska undir-
grundin hevði eina virkna
kolvetnisskipan. Gleðin var
stór, tá Amerada Hess boð-
aði frá, at olja og gass var
funnið í týðandi mongdum.
Úrslitið
hjá
Faroes
Partnership hevur ikki bara
stóran týdning fyri feløgini,
sum eru við í Faroes
Partnership, men eisini fyri
hini feløgini, sum eru
virkin á okkara leiðum, og
ikki minst fyri Føroyar sum
oljuøki. Helst er rættast at
siga, at úrslitið hevur týd-
ning fyri alt Atlantsmótið,
tí heldur ikki bretsku megin
landgrunsmarkið hava úrs-
lititini verið alt ov góð
seinnu árini.
Faroes Partnership fann
olju og gass nakað djúpri
enn upprunaliga væntað, og
gerst tí neyðugt hjá olju-
feløgunum at fara aftur til
arbeiðsborðið fyri gjølla at
kanna teirra ætlanir enn
einaferð. Seismiskar tulk-
ingar skulu nú samanberast
við boriúrslitini, og síðani
verða leitimyndlarnir rætt-
aðir
tilsvarandi.
Hóast
jarðfrøðiligu viðurskiftini á
mangan hátt eru átøk, vísa
úrslitini í summar, at vit
ikki treytaleyst kunnu flyta
leitimyndlarnar vestan fyri
Hetland yvir á føroyskt øki.
Í
2001
hava
bæði
myndugleikar, oljufeløg og
føroyska
vinnan
skula
prógvað,
hvørt
tey
megnaðu uppgávuna, sum
tey høvdu fingið. Eg haldi,
tað hevur gingið heilt væl.
Sjálvandi
eru
ymisk
viðurskifti, sum høvdu
kunna verið betri. Soleiðis
vil tað helst altíð verða.
Hugsa vit um, hvussu nógv
arbeiði restaði í, tá loyvini
vórðu veitt 17. august
2000, eiga tey rós uppi-
borið, sum hava lagt orku í
at tryggja, at oljufeløgini
sluppu til verka í summar.
Her er ikki bara talan um
oljumálastýrið, men eina
rúgvu av øðrum myndug-
leikum eisini, bæði før-
oyskum og donskum.
Vinnuluttøka
Fyri stuttum var ein ráð-
stevna í Norðurlandahús-
inum, har mett varð um
virksemið í summar, serliga
við atliti at vinnuligu úr-
tøkuni. Hóast partar av
vinnuni funnust at olju-
feløgunum fyri ikki at nýta
føroyskar vørur og tænastur
í nóg stóran mun, haldi eg,
at eftirmetingin sum heild
var positiv.
Atfinningarnar frá vinn-
uni verða sjálvandi tiknar í
álvara, men lat meg sam-
stundis gera púra greitt - tí
talan tykist vera um eina
afturvendandi misskiljing -
at tað ikki er eitt avgjørt
krav, at oljufeløgini skulu
brúka føroyskar vørur og
tænastur. Loyvini krevja, at
oljufeløgini geva føroysk-
um fyritøkum veruligar
møguleikar at bjóða seg
fram. Beinleiðis at krevja,
at føroyskar fyritøkur skulu
við í oljuvirksemið, bara tí
tær eru føroyskar, hevði
neyvan gagnað fyritøkun-
um sum frálíður. Ein vardur
heimamarknaður
skapar
neyvan fyritøkur, sum eru
kappingarførar á markn-
aðum uttanfyri Føroyar.
Sambært leitiloyvunum
skulu
oljufeløgini
lata
Oljumálastýrinum eina frá-
greiðing um føroyska lut-
tøku. Eftir tað fara vit at
meta um, hvørt oljufeløgini
hava livað upp til treytirnar
í loyvunum. Oljumálastýrið
hevur ferð eftir ferð lagt
dent á, at virksemið í
leitiskeiðnum fór at verða
avmarkað. Kanska hava
vónirnar hjá føroysku vinn-
uni verið í so stórar til ar-
beiðið, sum fór at spyrjast
burtur úr virkseminum
fyrsta árið.
Samfelagsárin
Ein av uppgávunum, sum
liggur fyri framman, er at
kanna, hvørja ávirkan ein
møgulig oljuvinna kann fáa
á okkara samfelag. Eg havi
hildið fast um, at tað ikki er
neyðugt at gera árinskann-
ingar, áður enn staðfest er,
um olja í rakstrarverdum
nøgdum finnist í undir-
grundini. Eg haldi fyri ein
part, at tað enn er ov tíðliga
at gera slíkar kanningar,
mest tí vit ikki vita, hvørjar
oljupolitiskar
avgerðir
verða tiknar í sambandi við
Í ár funnu vit oljuna
Framhald á næstu síðu
NÝGGÁRSGREIN
Gunnar Hoydal, formaður í
rithøvundafelagnum
Væl færri føroyskar bøkur
komu út hetta farna árið.
Forløgini
hava
víst
á
óvissuna,
sum
broytt
mannagongd
í
útgávu-
stuðlinum hevur havt við
sær, og aftan á tað stóra
framstigið í fjør, tá ið
Mentanargrunnur Landsins
fyrstu ferð kundi geva
listafólki arbeiðsfrið við
starvslønum eitt munandi
tíðarskeið, tykist stígur at
vera
komin
í.
Tann
vøksturin, sum var ætlaður,
so at arbeiðsumstøðurnar
hjá okkum einaferð um
nøkur ár kundi samanberast
við tær, sum eru til dømis í
Íslandi og Grønlandi, varð
av ongum, og tann langt
síðani fráboðaði mentanar-
politikkurin,
ið
orðast
skuldi, varð jólatrøll aftur í
ár.
Tó vóru meira enn so
glottar, og allir føroyskir
rithøvundar mundu gleðast
um ta stóru undirtøkuna,
sum báðar stuttsøgukapp-
ingarnar fingu. Í alt komu
inn 80 stuttsøgur, eitt tal, ið
sigur nakað um hugin og
tørvin, sum er hesi árini at
geva
kenslum
skap
í
orðum. Teirra millum var
ein nýggjur høvundur, sum
glógvaði í báðum kapp-
ingunum, Marjun Kjelnæs
eitur hon, og tað er einki at
ivast í, at frá hesari keldu er
meira væntandi tey kom-
andi árini.
Ein onnur Marjun gjørdi
stórliga vart við seg í
árinum. Kanska er hon bara
brunnur enn, men eingin
ivast í, at hon fer at renna
og brenna um fá ár. 16.
november 2001 er dagur,
sum fer at verða skrivaður í
landsins søgu. Eftir eitt
drúgvt
tíðarskeið,
har
Føroyar hava verið flot-
oyggjar og latið seg lokka
og ræða í ymsar ættir, fingu
tær fast í botn, bæði so og
so, og tað verður hjá kom-
andi rithøvundum at geva tí
orð, hvat hetta fer at hava
við sær fyri lív og kenslur,
góðar sum ringar, í hesum
landi.
Eg man ikki vera einasti
rithøvundur, sum nú verður
spurdur eftir einum orða-
skifti, hvussu alt verður, og
hvat vit eiga at gera, serliga
fyri at verja móti hóttanum
frá hesum nýggja og ó-
kenda. Til tað er at siga, at
tað hava verið so nógvar
broytingar tann seinasta
mansaldurin, til dømis við
sjónvarpinum í hvørjari
stovu, at hendan avbjóðing-
in man ikki vera størri enn
aðrar, tvørturímóti tykist
her at hava verið fyrireikað
sjáldsama væl, bæði í fyri-
siting og í fjølmiðlum. Har-
til kemur at listafólk liva av
avbjóðingum í fjølbroyttum
og skiftandi ljósi. Men
kortini er tann kjarnan eftir,
sum so nógv hava víst á, tá
ið tey eru spurd um oljuna:
Okkara mál er okkara eyð-
kenni, tað mugu vit fram
um alt fara væl við og ansa
væl eftir.
Einki er so týðandi fyri
tað livandi málið sum
virkin
og
fjølbroyttur
skaldskapur. Tað er ikki
nóg mikið at varðveita
málið, málið skal skapast
alla tíðina og hvønn dag.
Hetta er sjálvt verkevnið
hjá føroyskum rithøvund-
um. Tí er tað umráðandi, at
rithøvundar at fáa ums-
tøður at arbeiða við før-
oyska málinum. Eingin í
allari verðini ger tað fyri
okkum. Tað ger eingin
brunnur Marjun, men bara
keldan, sum eitur so.
møguligar framleiðsluætl-
anir. Vit vita ikki, um tað
verða ein ella fleiri olju-
leiðir, sum verða bygdar út,
og vit kenna heldur ikki
støddina á teimum, og vit
hava ikki tikið støðu til,
hvar oljan skal førast í land.
Hetta eru faktorar, sum
hava avgerandi týdning
fyri, hvørt oljuvinnan fær
stóra ella lítla ávirkan á
okkara samfelag.
Ein kanning, sum verður
gjørd nú, uttan omanfyri
nevndu vitan, verður í stór-
an mun hypotetisk og
kanska misvísandi - hon
verður
bygd
á
ymisk
scenario, har gitt verður um
fleiri
týðandi
faktorar.
Hóast eg havi hesi fyri-
varni, vil eg mæla til, at ein
árinskanning verður gjørd í
næstum. Høvuðsgrundin
er, at tað sýnist sum um, at
alt fleiri fólk eru ótrygg, tá
hugsað verður um, hvat
henda nýggja, stóra, altjóða
vinna kann føra við sær.
Tað er okkara uppgáva at
kunna um og kanska eisini
avmystifisera hesa vinnu.
Øll
samfeløg,
eisini
okkara, eru í støðugari
broyting. Ein oljuvinna vil
kanska skunda undir nakrar
av hesum broytingum, men
eitt vælvirkandi, nútímans
samfelag
sum
okkara
verður neyvan rent um koll
av eini nýggjari vinnu.
Oljufeløgini, sum vilja
arbeiða á okkara land-
grunni, skulu greitt hava at
vita, at tað eru vit, sum seta
treytirnar
fyri
virk-
seminum, og tað skulu vit
m.a. gera til tess at tryggja,
at vit ikki missa okkara
samleika í kjalarvørrinum
á hesi nýggju vinnu.
Gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Marjun og Marjun
Framhald av síðu 27
C
M
Y
K
27
26
Øllum okkara viðskiftafólki
ynskja vit eitt gott og
eydnuberandi nýggjár og
KPMG
KPMG
statsaut. revisorar Sp/f
tel. 343434 · fax 343435
kpmg@kpmg.fo
www.kpmg.fo