leygardagur 29. desember 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 250 - 29. desember 2001
Nr. 250 - 29. desember 2001
25
NÝGGÁRSGREIN
Gunnleivur Dalsgarð
Árið vit nú leggja afturum
okkum, hevur á mongum
økjum verið hendingaríkt
og ikki sørt baldrut.
Ikki minnst »oljan« setti
sín stóra dám á árið og
orðaskiftið, - kannska finna
vit hana í »nýtslunøgd-
um«,- kannska ikki, men
eitt er tó greitt: hendan
»oljugearingin«
hevur
broytt samfelagshugburðin
nógv, bæði uppá gott og ilt,
ml.a. fyrigykling um ríki-
dømi, men í kjalarvørrinum
av hesum mestsum vón-
leysa støðan á íbúðar- og
barnaansingarøkinum. Álv-
arsmál, sum krevja sín
»mann«.
Á politiska vígvøllinum
gingu bylgjurnar eisini
høgar í 2001,- óvæntað
úrslit av fólkatingsvalinum
og samstundis byrjanin til
»fjallgongu«
uppundir
komandi løgtingsval, við
teimum vanligu útgjarðing-
unum, sum vit eru von við
og
orðavavstrinum
frá
politikkarum um hvussu
vánaliga øll »hini« eru til at
føra skilagóðan politikk.
Vit fáa nú uttan iva eina tíð
við politiskum »útsølutil-
boðum«,- gott?, neyvan!
Á fakfelagsøkinum hevur
2001 eisini verið sera lív-
ligt,- sáttmálasamráðingar,
verkføll, fútarættur o.s.fr.
Fyri okkum í Starvs-
mannafelagnum, kunnu vit
siga, at árið royndist rímu-
liga væl, tá talan er um sátt-
málarnar. Allir eru komnir
uppá pláss og flestu av
teimum við rættuliga ný-
skapandi lønarásetingum.
At hetta eydnaðist, er fyrst
fremst arbeiðsbólkunum at
takka, mannaður av okkara
fólkum og frá mótpart-
inum, sum hava gjørt eitt
miðvíst og stórt arbeiði fyri
at fáa hetta uppá pláss.
Umframt »gomlu« sátt-
málaøkini – Fíggjarmála-
stýrið, Føroya arbeiðsgev-
arafelag (FøroyaTele) og
SEV-, so er sáttmáli nú
gjørdur við flest allar
kommunur í landinum,- 32
í tali. Hesir sáttmálar eru
gjørdir við arbeiðsgevara-
feløgini hjá teimum.
Felagið er sostatt eisini
vaksi í vavi og setur hetta
størri og avbjóðandi krøv
til nevnd og umsiting og at
menna umsitingarførleikan
hjá felagnum, verður tí ein
av høvuðsmálsettningunum
hjá nevndini í komandi
árið.
Men eisini minni huga-
ligar hendingar hava sett
dám á farna árið, vit kunnu
nevna:
ágangurin
frá
politiskum
og
øðrum
síðum, at máa støðið undan
samhaldsfasta samfelag-
num og lata tað uppí hend-
urnar á privatu profitt- og
kraddaraskipanini, skipaða
herferðin frá arbeiðsgevar-
unum – almennum og
privatum- at seta á stovn
arbeiðsrætt í Føroyum,
nýggja »vápni« fútarættur-
in.
Og eisini innan fak-
felagskarmar, hava vit tí-
verri sæð niðurbrótandi
sundurlyndi og er hetta til
lítlan sóma fyri okkum
fakfelagsfólk. Her má vend
koma í !
Men vit fara undir eitt
nýtt ár, við góðum treysti,
har vit fara at gera okkara
til, at samfelagið kann
halda fram og útbyggjast,
sum eitt samhaldsfast sam-
felag, har gott er hjá øllum
at búleikast og at vit alla-
tíðina stríðast móti teimum
kreftum, sum vilja bróta
niður samhaldsfesti í sam-
felagnum!
Vit mugu og skulu eisini
undir, at virka fyri einum
betri áralagi innan fak-
feløgini, bæði í samstarvi
og ikki minnst royndunum
at samskipa feløgini, tí tað
er ein royndur lutur, at vit
eru ov spjadd og ov í mong-
um førum ov smá,- hetta
viknar um megi okkara,
sum vit í grundina eiga og
skulu nýta, eisini í sam-
felagshøpi.
Við tí ágangi og sokall-
aða ráki, sum fakfelags-
rørslan og løntakarar sum
heild í dag verða álopin av,
er avgerðandi neyðugt, at
vit
standa
saman
og
samansjóða okkum betur
og meira enn higartil og
kannska
taka
stig
til
samráðingar
okkara
millum, at skipa okkum í
størri eindir og greiða
»kurlar og knútar«, sum
liggja og forða fyri góðum
samstarvi. Tí eitt er greitt,
at vit hava nógv mál at
stríðast fyri og ímóti, sum
krevur eina samda og væl
skipaða
fakfelagsrørlsu.
Men hetta krevur av okk-
um, at vit hava álit og vísa
virðing fyri sjónarmið-
unum hjá hvørjum øðrum.
Samanumtikið kunnu vit
siga, at fakfelagsørslan
stendur fyri stóru avbjóð-
ingum fyri framman, bæði í
spurninginum at skapa
góðar fortreytir fyri løn-
takaran og verja borg fyri
vunnum rættindum og eis-
ini - og ikki minnst - í
arbeiðnum, at styrkja og
menna okkum innanhýsis í
einum góðum samstarvi og
samansjóðing.
Gott nýggjár!
Farval 2001 – góðan dagin og
vælkomið 2002
Køksmiðstøðin
Brennievni
til vøddar
og
heila
Brennievni
til vøddar
og
heila
Pf. Eysturoyar heilsøla
Tlf. 447400
ð tø
C
M
Y
K
25
24
Vit takka øllum okkara
viðskiftafólki fyri gott
samstarv og ynskja eitt
eydnuberandi nýggjár
STEPHANSSONSHÚS 31 4291