Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 250 - 29. desember 2001 Nr. 250 - 29. desember 2001 23 sum eru gjørdar í sam- ferðslukervið í Kalsoynni, nær tað skal gerast nógv lagaligari at koma til og frá Svínoy, og nær Sandoy og seinni Suðuroy fara at koma uppí, og ikki minst nær tunnil fer at verða gjørdur av Skálafjørðinum og til Havnar. So má tað vera harvið, hvat danir hava hildið, halda og fara at halda um íløgurnar á sam- ferðsluøkinum. Tær eru alneyðugar, um føroyingar heilt skulu koma úr skugg- anum frá tíðini, tá Ommu- didda ferðaðist av Kirkju og til Havnar og til hús aftur. Landið er lítið, og einki eigur at verða spart fyri at gera tað so stórt, sum tað á nakran hátt ber til. Danir kunnu ferðast yvir land eystur til Kina, og teimum nýtist neyvan at brúka krút, tá teir gera vegir. Tí munnu summir teirra hava ilt við at skilja trongdina til og týdningin og kostnaðin av íløgunum í føroyska samferðslukervið. Tey, sum hava ferðast í Svínoyarfirði, Fugloyar- firði, Vágafirði og Suður- oyarfirði í ótepsiligum líkindum, vita, hvat tað snýr seg um. Tey, sum dag og dagliga í familju høpi, vinnuhøpi og í ferðing við og eftir væl- ferðartænastum, fáa gagn av samferðslukervinum, duga ikki at ímynda sær, at tíðin, sum hevur verið, skuldi komið aftur. Spurningurin, hvussu føroyingar skulu fáa sum frægast burturúr stóru íløgunum á samferðsluøk- inum, eigur ivaleyst at verða tikin til nýggja við- gerð. Tá fasta sambandið verður víðari, enn tað er í dag, fer spurningurin at stinga seg upp, hvussu ferðslan skal leggjast til rættis. Skulu almennu ferðamøguleikarnir menn- ast – betri bussar og títtari ferðir – ella skulu møgu- leikarnir hjá teimum privatu gerast betri. Fyri vágafólk og norðoyingar, sum skulu arbeiða í høv- uðsstaðnum og búleikast heilt aðra staðni, fer tað at hava stóran týdning, hvussu umstøðurnar og kostnaður- in av at ferðast fara at verða. Politikararnir skulu taka støðu til tænastustøði og kostnaðarstøði hjá tí al- menna, bensinprísir, olju- prísir, ferðaískoyti, ferða- frádrátt, bummpengar og skattafígging. Serfrøðin og serfrøðingarnir Veruleikin er fasinerandi. Um fimm ár fer tað at bera til hjá gásadalskonuni at seta seg í bilin og koyra til Viðareiðis at keypa. Tað fer at bera til hjá henni, uttan at tað verður neyðugt, at nak- ar annar fer at blanda seg uppí. Akkurát soleiðis sum tað í dag er hjá teimum í miðstaðarøkinum. Tað er stórur munur á ferðingini nú og í framtíð- ini og so at ferðast, tá Ommudidda var í Havn. Tá vóru nógv fólk uppií – bæði í ferðingini og við at hýsa henni og vinkonuni, sum tær ferðaðust suður og norðuraftur. Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, plagar at verða tikið til. Heldur ikki ferðingarketan í Føroyum. Og her er tað, at eingilski sosiologurin Giddens, sum tað varð sipað til í yvir- skriftini, kemur upp í leik- in. Anthony Giddens, sum er føddur í 1938, hevur skrivað nógv, og hann hev- ur skrivað ella verið íblás- arin til sumt av tí, sum tað nú eftir túsund ára skiftið verður undirvíst í sosiologi, eisini í hægru føroysku skúlunum. Tá hann umrøður dyna- mikkin í nýmótans samfe- lagnum, kemur hann inn á álitið og ivan. Á fleiri økjum kenna føroyingar – bæði á Kirkju og serliga í Havnini – rákan frá super nýmótanst samfelagnum. Men samfelagsmynstrið fevnir samstundis heilt aft- ur til gamla bóndasam- felagið, tá tað var rætturin til jørðina, sum gav mátt og veldi. At samferðslukervið nú á døgum er so væl ment, og at raksturin av ferjum, tunnlum, bussum, bilum, ferjulegum og samskifti annars gongur so væl, kemst av serfrøðini og ser- frøðingunum, sum syrgja fyri, at elorka, maskinorka, navigatión, vegir, tunnlar, ferjulegur, kavarudding og alt annað er í lagi, so vit tora at hava álit á tí. Tá Ommudidda gjørdi sína Havnarferð, hevði hon álit á teimum, sum sigldu og fylgdu henni og vinkonuni millum oyggjar og bygdir. Tað bar eisini eina rúgvu av menniskjaligum sambond- um við sær. Nú rokna vit við, at alt er í lagi. Tað gera vit, tí roynd- irnar vísa, at serfrøðin syrg- ir fyri okkum. Tá so streymurin er burtur, vegir- nir ikki verða grivnir ella bógskrúvan ikki megnar nógva vindin, so er alt á gosi. Og tað kemur illa við, tá spurnartekin verða sett við skipanirnar. Ivin ber við sær, at ferðsla og ferðing mest sum steðga upp, og knyklar verða settir í brýr móti ser- frøðini og serfrøðingunum. Ferðingin í luftini seinastu mánaðirnar er mest upp- lagda altjóða dømið um hetta. Men tað kemur eisini fyri, at tað kiksar her á klettunum. Og tað kennist serliga meint, tá kunningin kiksar til teirra, sum eru á ferð og rokna við, at alt er, sum tað eigur at vera. Tíverri kemur tað fyri, at hesi eru tey seinastu at verða kunnað um kiksarar- nar. Veruleikin og veikleikarnir Giddens tosar um, at gongdin hevur við sær, at menniskju gerast fremm- and fyri hvørjum øðrum. Ommudidda hevði sam- band við fólk á Norðtoft- um, í Árnafirði, á Norðoyri, í Klaksvík, í Leirvík, í Gøtu, í Sølmundarfirði, og á Toftum á veg til Havnar. Á veg norður aftur kom hon umframt tey flestu av hesum eisini í hóslag við hoyvíkingar, glyvrafólk, tey á Syðradali, á Húsum, í Kunoy og á Skarði, áðrenn hon og tann, hon var í ferðalagi við, komu aftur í Hvannasund, hagani tær vórðu settar út aftur á Kirkju. Í nútíðini ber tað til at liva, arbeiða og ferðast utt- an at koma í prát við nakað menniskja. Men tað ber bara til so leingi, sum ser- frøðin hevur syrgt fyri, at alt gongur, sum tað skal. Tíbetur gongur tað oftast sum klokkan. Men tað eig- ur ikki at hava við sær, at prátið og hugleiðingarnar undir ferðing, sum áður vóru so týdningarmiklir partar av ferðingini, detta burtur. At hitta og tosa við fólk umborð á ferjunum hjá strandferðsluni er so væl- signað. Tað ræður um at nýta hesar løturnar, meðan tær eru. Tað verður so skjótt, at strandferðsluskip fara at verða sum lundi á jólanátt fyri flestu føroy- ingar. Tað vóru tey eisini, tá Ommudidda fyri knøppum 110 árum síðani gjørdi sína einastu ferð til Havnar. At frágreiðingin um ta ferðina er rammað inn og altíð fer at minna føroyingar á, hvussu stórt skarvslopið í menningini av samferðsl- uni hevur verið, kunnu vit takka Hans Mikael Jacob- sen, sála, fyri. Gott nýggjár. Framhald av síðu 21 Samferðslukervið er nógv broytt síðani ommudid fór til Havnar, men Barsskor er ein av teimum gomlu skipunum, sum framvegis tænir fyri seg F ørja ferð hann kemur út. Henda útgáva er gjørd á ein slíkan hátt, at hon fyllir minst møguligt og tískil skjót at heinta niður. Hetta er gjørt við at grafikkurin er tikin burtur, so einans teksturin er eftir og síðani pakkaður niður. Blaðið er sjálvútpakkandi á telduni og verður lisið við browsara, umframt at møguleiki er fyri, at skriva alt blaðið út. Útgávan er serliga ætlað okkara sjófólki ið hevur atgongd til e-mail umborð á skipinum. Stuðla hevur N gjørligt hjá okkara sj ð hvat hendir - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á C M Y K 23 22