leygardagur 29. desember 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 250 - 29. desember 2001
Nr. 250 - 29. desember 2001
21
C
M
Y
K
Fyri 65 árum síðani –
21. desember 1946 –
hevði Hans M. Jacob-
sen hesa frásøgn í
Dimmalætting. Vit
prenta hana soleiðis,
sum hon var orðað
og skrivað ta ferðina
Ommedidda er gomul nú,
hon er 83 ára gomul, men
enn er hon nokkso fitt, hon
bæði karðar og spinnur og
gongur úti upp í millum.
Rúmt hálvt ár herfyri datt
hon oman, og tá væntaðu
øll, tað fór at verða
hennara endi, men tað var
ikki. Hon hevði verið uppi
á loftinum eftir rokkinum
og stránum, tí hon ætlaði
sær at fara at spinna; men
á veg niður aftur av
loftinum við rokkinum í
aðrarið
hondini
og
stránum í hinari, datt hon
ovast av stiganum og
meiddi seg; men sum fyrr
sagt, enn fæst hon við at
spinna og orkar at ganga
úti. Hon er gomul genta.
Nú er tað kanska onkur, íð
ynskir at vita, hvør henda
ommudidda er, og sjálv-
sagt hevur hon annað
navn; men tað yngra fókið
á Kirkju kallar hana bara
ommudidda, men eldri
fólk í grannabygdunum
vilja komast betri við,
hvør hon er, tá vit nevna
hana Ebba suðuri í Túni.
Hon hevur alla sína tíð búð
á Kirkju í Fugloy.
Eg spyrji Ommediddu,
um hon ofta var í Havn í
sínum yngru árum, men
hon sigur, at hon bert eina
ferð hevur verið í Havn, og
tá var hon 28 ára gomul.
Eg vil nú læta ommudiddi
greiða frá havnarferðini,
hvussu hon ferðaðist til
Havnar og aftur til Fugl-
oyar. Hon sigur soleiðis:
"Tað var mitt um summ-
arið, og ein kona á Kirkju
og eg høvdu lagt ferðalag
til Havnar. Tá í tíðini var
ikki so liðiligt at ferðast úr
Fugloy til Havnar sum nú.
Toftamenn vóru í Fugloy
og ferðaðust, og við teim-
um fóru vit av Kirkju inn á
Norðtoftir. Har lógu vit
nátt; vit gistu "undir Grót-
húsinum" hjá Katrinu í
Depli. Av Norðtoftum
fylgdi Jóanis undir Grót-
húsinum okkum til Árna-
fjarðar. Har fóru vit inn til
Hanus í Glasstovuni, og
hann fylgdi okkum á Svín-
oyagjógv og oman á slætt,
og tá vit vóru komin oman
á slætt, funnu vit sjálvar til
Oyrar. Har gistu vit uppi í
stovu (í Uppistovu). Dagin
eftir førdu Oyramenn okk-
um úr Klakksvík og til
Lorvíkar. Tá vit komu inn í
Bø, fingu vit at vita, at hin
gamli skúlalærarin nettup
var farin til Lorvíkar at
ferðast við konu sínari; tá
vóru vit so harmar, at vit
vóru ov seinar av Oyri at
sleppa í fartin við honum.
Í Lorvík lógu vit so nátt,
og har gistu vit hjá Ólavi á
Toftanesi.
Har var ein sovorðin
rúgva av konufólki saman
komið, tríggjar konur vóru
í húsinum, og kona lær-
aran í Klakksvík, ið var
systur bóndans og ein
dóttur bóndans, ið gift var
á Eiði, vóru komnar at
ferðast. Har afturat vóru
komnar har at taka ímóti
konu lærarans úr Klaksvík
ein systur bóndans og ein
dóttur hansara, sum báðar
búðu í Lorvík.
Dagin eftir fóru vit til
gongu um Lorvíksfjall.
Ein arbeiðskona har í hús-
inum fylgdi okkum upp á,
og so gingu vit einsa-
mallar.
Í Norðragøtu vóru vit
ongastaðni inni, men í
Syðrugøtu fóru vit inn
niðri við Hús, og har vóru
vit settar til borðs í einari
stovu, har merki sóust
eftir, at torðan hevði sligið
niður. So fóru vit aftur til
gongu, og tá íð vit komu til
Solmundarfjarðar, fóru vit
inn hjá einum manni, sum
æt Per. Har vóru vit eisini
til borðs, og so fóru vit
aftur til gongu út til Toftar.
Har hildu vit til á Hellu.
(Tann eldra konan har í
húsinum var systkinabarn
við pápa mín).
Morgunin eftir fór ein
maður av Toftum, ið æt
Jens Kristian, og kona
hansara til Havnar, og so
sluppu vit við í bátin við
teimum. Pól uppi á Hellu á
Toftum, ið eisini var við í
ferðini, fylgdi mær til hús,
har sum eg ætlaði at halda
til í Havn. Beiggi mín
gekk í læraraskúlan, og
hann helt til hjá einari
konu, ið æt Elspa Sofía, og
har gisti eg so átta dagar.
Úr aftur Havn fóru vit so
til gongu niðan til Hoyvík-
ar, og har sluppu vit so í
bátin við Hanusi á Glyvr-
um, ið hevði verið í Hoy-
vík og vitjað abbabørn síni
har. Tá íð vit komu til
Glyvrar, beyð Hanus okk-
um til hús við sær, og har
gistu vit so ta náttina.
Morgunin eftir fóru vit
aftur til gongu, og táið vit
komu til Sølmundarfjarð-
ar, fóru vit inn á gólvið hjá
Peri; tey vóru óføra blíð,
og Per kom at fylgja
okkum ávegis, tá vit aftur
fóru til gongu. So gingu
vit líka til Lorvíkar, og tá
íð vit komu har, ætlaðu
lorvíkingar sær at fara at
dyrgja á Galvinum, og so
sluppu vit í bátin við
teimum; teir settu okkum
upp á land á Galvinum, og
haðani gingu vit so til
Syðradals. Men táið vit
komu til Syðradals, var so
seint, at alt fólkið longu
var farið til songar, og
einki fólk kendu vit har á
plássinum. Eg helt tá við
hina, at tað var beinast, at
vit fóru inn í tey størstu og
prúðastu húsini, sum vit
sóu, tí um vit komu so
seint til fólk at biðja um
hús, hvar trongligt var við
sengur, kundi tað koma
illa við. Vit so gjørdu, sum
eg hevði rátt til. Vit fóru so
inn hjá Óla bónda á
Syðradali, og væl vit vóru
móttiknar.
Vit
søgdu,
hvussu tað bar til, at vit
nettup komu inn hjá
teimum, og konan í húsin-
um helt fyri, at tað var rætt
hugsað av okkum.
Dagin eftir fóru vit til
gongu heim til Húsar, og
haðani sluppu vit til Kun-
oyar við Hanusi á Heyggi,
íð fór at føra konusystir
sína til Kunoyar. Í Kunoy
lógu vit eina nátt; eg helt
til hjá Hans Jákup í Árna-
stovu, og hin helt til í Inn-
arstovu.
Dagin eftir fóru vit til
gongu til Skarðs, Ólavur í
Innarstovu fylgdi okkum.
Vit gingu upp um og oman
aftur
Skarðsgjógv.
Á
Skarði hildu vit til hjá
Jóanis á Skarði; har lógu
vit eina nátt, og dagin eftir
fóru Skarðsmenn norður í
Sund (Hvannasund) til
handils, og við teimum
fóru vit norður í Sund.
Árant á Skarði var ein, íð
fór við; hann kom við
einum leypi av torvi. Hann
segði, at hann skuldi hava
hann við til tinganest til
systurdóttir sína, íð var
gift á Oyrini (Norðdepli).
Í Sundi lógu vit so ta
náttina, og dagin eftir
førdu Sundamenn okkum
til Fugloyar. Og so var m
ín Havnarferð komin at
enda".
Hugleiðingar um
hvussu samferðslan
hevur ment seg í
stórum lopum, og
um onkra styrkina,
sum tíðin, tá
Ommudidda
ferðaðist av Kirkju og
til Havnar, hevði
framum gerandis-
dagin og ferðinginaá
okkara døgum
NÝGGJÁRS-
HUGLEIÐINGAR
Jóannes Hansen
Søgan um Havnarferðina
hjá Ommediddu er sera
áhugaverd á so mangan
hátt, og ein sovorðin søga
fær hugsanirnar at ferðast
skjótt og víða. Tað er Hans
Mikael Jacobsen, sum hev-
ur skrivað. Hann var lær-
aralærdur, og hann var
skrivandi maður. Eftir hann
liggja nógvir sálmar, og
nakrir teirra eru í sálma-
bókini. Sonur hansara, Ják-
up á Fløtti Jacobsen, sum
er
løgreglumaður
í
Klaksvík, gav í 1979 út eitt
savn við tilfari eftir pápan.
Talan er um søgur og
sagnkent tilfar. Bókin eitur
Høvdið uppundan, sum er
heitið á einari av søgunum.
Tað er serliga sermerkt, at
bókin
er
prentað
í
hondskriftini hjá honum,
sum skrivaði.
Hans Mikael Jacobsen
leyk
prógv
á
Føroya
læraraskúla í 1929. Jákup
veit at siga um pápan, at
hann eitt stutt skifti var
vikarur á Tvøroyri fyri
Petur Mohr Dam. Veturin
1929/1930 var hann eitt
skifti lærari í Svínoy, og í
1930 varð hann settur í
starv
í
Fugloy.
Hans
Mikael var bara lærari í
tíggju ár. Í 1940 legði hann
frá sær. Hann hevði fingið
tuberklar. Tá Hans Mikael
búsettist á Kirkju, fór Jó-
hanna Katrina Joensen úr
Hattarvík at halda hús hjá
honum. Tey giftust og
fingu sonin Jákup.
Í 1952 fluttu Hans Mik-
ael, konan Jóhanna Katrina
og sonurin Jákup til Klaks-
víkar. Tey búsettust á
Gørðum. Jákup sigur, at
foreldrini keyptu húsini frá
Kokka Magnusi. Soleiðis
varð Magnus Fuglø nevnd-
ur. Hann fór tá til Grøn-
lands
at
kanna
umstøðurnar
fyri
landbúnaði
í
Suður-
grønlandi. Jógvan Arge
hevur skrivað um hetta í
bókarøðini Teir tóku land,
bind 4. Hans Mikael doyði
6. august í 1960. Hann var
føddur nýggjársdag í 1901.
Ommudidda
Ebba suðuri í Túni, sum
Hans Mikael sigur, var hon,
sum
fugloyingar
allir
nevndu Ommudiddu, var
sambært Tey byggja land 1
hjá Símuni Hansen dóttir
Malenu og Jákup suðuri í
Túni.
Stóri trupulleikin, sum
m. a. hevur havt við sær, at
útoyggjaálitið varð skrivað,
og at útoyggjafelag er sett á
stovn, er, at unga fólkið
støðast ikki á útoyggjunum.
Tær eru um at avtoftast.
Tá Ommedidda var upp á
tað besta, vóru tíðirnar
øðrvísi. Bara eitt av systkj-
unum hjá henni flutti av
oynni. Tað var Gulak Ja-
cobsen, sum var yngstur.
Hann lærdi til lærara og fór
síðani niður at lesa til prest.
Hann varð prestur í Hvalba.
Hini seks systkini búleik-
aðust úti í Fugloy. Men
burtursæð frá Gulaki, var
tað bara hjá einari av systr-
unum,
at
eftirkomarar
spurdust burturúr. Umframt
Ebbu vóru Ólavur og Anna
Sofía ógift. Ein genta,
Olevina Concordia, doyði
ung. Elsti sonurin Pól gift-
ist, men tey vóru barnleys.
Gulak hevði konu av
Nesi, og tey fingu trý børn.
Anna, sum var næstelst av
systkjunum, giftist við Nik-
láa Poulsen norðan úr
Stovu, og tey fingu sjey
børn.
Hans Mikael sigur frá
Ommudiddu, at hon var 28
ára gomul, tá hon gjørdi
einastu ferðina til Havnar.
Sambært Símun Hansen
var hon fødd í 1863. Hans
Mikael Jacobsen sigur, at í
1946 var hon 83 ára gomul.
Hetta passara væl saman,
og tað vil siga, at hon hevur
verið í Havn stutt eftir
1890.
Ikki so øgiliga langt
burtur
Hjá einum, sum fleiri ferðir
um vikuna ferðast um dalar
og fjøll og firðir og sund,
hevði tað ikki borið til at
liva og virka í nútíðarsam-
felagnum undir korunum,
sum tey vóru, tá Ommu-
didda fór til Havnar. Men
tað eru ikki so ógvuliga
nógv ár síðani, at tað fóru
tveir dagar til eina ferð úr
útoyggj og til Havnar og hjá
havnarfólki at ferðast til
bygdirnar eystan Múlan.
Undan at mjólkaforsýn-
ingin í oktober 1967 fekk
Trónd at røkja skálafjarðar-
siglingina og ferjan, sum nú
eitur Ternan 1, kom, var
óhugsandi við styttri ferða-
tíð, um almennu farleiðir-
nar skuldu nýtast. Ternan 1
kom valdagin, 7. november,
í 1970. Fyri ta tíð sigldu
bátarnir hjá pf. Hugo
Gardar um Leirvíksfjørð.
Túrarnir hjá Polaris, Bars-
skor (røkir framvegis sam-
bandið í Kalsoynna!) og frá
miðskeiðis í seksti árunum
Britons Pride og Gardar
(gamla Vesturleið, sum
frammanundan hevði siglt
millum Vágarnar og Havn-
ina) vóru fáir.
Beinleiðis
ferðasam-
bandið millum Klaksvíkina
og Havnina var suðureftir á
morgni og norðuraftur eftir
døgurða við Britons Pride
(sigldi við farmi og fólki
frá 1936 og til eftir at Pride
kom í 1961). Smiril silgdi
kring allar Føroyar, og fram
ímóti sjeyti árunum røktu
eisini Smyrli, sum í 1967
fór av bakkastokki á Tórs-
havnar Skipasmiðju og
seinni fekk navnið Dúgvan,
og Smyril, sum varð keypt-
ur úr Danmark í 1975, sam-
bandið til Klaksvíkar.
Úr Klaksvík og eystur
um slapst við Immanuel.
Sambært Postsøguni hjá
Vilhelm Johannesen setti
Olaf á Stongunum Imman-
uel í sigling við posti, farmi
og ferðafólki í 1916 – ella
eina fjórsðingsøld eftir at
Ommudidda hevði gjørt
sína Havnarferð.
Í 1959 yvirtók Strand-
ferðslan
siglingina
við
nýggja Másanum, sum var
bygdur á Tórshavnar Skipa-
smiðju. Eftir at tunnlarnir
eystur um fjall komu í 1967
hevur ferðin verið ómaka-
leysari, enn hon var framm-
anundan. Tá skuldi leggjast
at í Haraldssundi. So lá
postbáturin úti fyri Múla,
sum vit í heyst hava hoyrt
so nógv um í væl upp-
hugsaðum og áhugaverdum
útvarpssendingum, meðan
fólk, fæ og frakt við lítla
báti varð róð til og frá. Úr
Múla varð farið yvir um.
Undir Leiti vóru viðoyingar
avgreiddir.
Petur Hágberg hevur í
Hugbirtingum eina góða
lýsing av, hvussu tað var, tá
postbáturin legði at. Hans-
ara íblástur man vera frá
1920unum, men umstøður-
nar vóru ikki stóert øðrvísi
fjøruti ár seinni:
"Menn rokast umborð og
á bryggjuni. Dreingir og
hundar
koma
rennandi
oman eftir gøtuni fyri at
vera við til dagsins stór-
hending. Tómir mjólka-
dunkar verða langaðir í
land, meðan menn taka
ímóti fullum dunkum, sum
nokk eru tungir at lyfta, tíat
menninir rodna í andlitin-
um. Okkurt fólk fer í land,
og onnur koma umborð og
veittra dúgliga, táið báturin
fer frá aftur. Hetta hendir
fleiri ferðir", sigur Petur.
Múlin og Múla, Leitið,
Immanuel, Másin, lítli bát-
ur, Olaf og Eliesar í Múla,
Hans Jákup á Brekkumørk
og aðrar viðoyingar, Fríðrik
á Másanum, Dánial Jákup
úti á Oyri, Bei í Búðunum
og Sofus á Dalinum. Tá
hetta kemur fram í hugan-
um, so er tað ikki so langt
burtur, at sjóverkurin hevur
hug at spøkja! Hesir fýra
síðst
nevndu
mannaðu
Másan frá tí at hann kom í
1959 og inntil Ritan og
Ternan, sum tá sigldi fyri
Mjólkaforsýningina, rendu
saman uttan fyri Molan í
Havn í 1968. Tá varð Ritan
vrak, og Másin varð tikin
frá fugloyingum og svín-
oyingum og settur í sigling
um Skopunarfjørð.
Og so varð lagt at í Norð-
depli og á syðru lendingini
í Hvannasundi, har Niels í
Buð stóð klárur at taka
ímóti, áðrenn lagt varð
tvørturum til Svínoyar og
Fugloyar.
Systkinabarnið,
Heri
Joensen, hugleiddi jólaaft-
an so væl um, hvussu tað
kundi gangast við sam-
bandinum til útoyggjarnar.
Tað kundu vera fleiri dagar,
tá tað ikki var klúgvandi,
men ofta var onkur útvegur.
Um tað ikki bar til norðan
fyri og heimanfyri í Svínoy,
so kanska tað gekk í Urðar-
rók ella í Kleivini. Náttúru-
viðurskiftini gjørdu og
gera, at fugloyingar vóru og
eru meiri avskornir, enn
svínoyingar vóru og eru.
Góða sambandið
Tá Hans Mikael Jacobsen
upp undir jól fyri 55 árum
síðani setti frágreiðingina
um
Havnarferðina
hjá
Ommudiddu í Dimmalætt-
ing, hevði ferðasambandið
hjá svínoyingum og fugl-
oyingum eftir tátíðar viður-
skiftum verið gott í nøkur
ár. Umframt Immanuel
mánadag,
mikudag
og
fríggjadag fingu teir vitjan
av bæði Britons Pride og
Streymi.
Frá tí at Kjølbro setti
Britons Pride í sigling við
farmi og fólki í 1936 og
inntil krígsbyrjan, var hon
hvønn mikudag eystanfyri
Múlan. Farið varð av
Klaksvík, eftir at Pride var
komin aftur úr Havnini. Tí
var ofta seint, tá teir komu
til Fugloyar og Svínoyar,
men tað slapst sama dag úr
Havnini og í útoyggjarnar
norðanfyri.
Mjólkaforsýningin átti
Streym. Høvuðsrutan var
úr Havnini og vestureftir,
men fríggjadag sigldu teir
norðureftir. Tá var síðsti
steðgur í Fugloy og Svínoy
og so beinleiðis til Havnar.
Eftir at Streymur og
Britons Pride vóru givin
við hesi siglinini, høvdu
útoyggjafólkini bara Imm-
anuel at dúva uppá. Ferða-
sambandið er títtari nú, enn
tað var, fyri einari hálvari
øld síðani. Tyrlan vitjar
tríggjar ferðir um vikuna,
meiri enn 41 ára gamli og
ótíðarhóskandi Másin vitjar
hvønn dag, og um sumr-
arnar ger hann tríggjar
dagar tveir túrar hvønn
dagin. Men tað er ikki nóg
gott, at fugloyingar og svín-
oyingar ikki fáa leygar-
dagsbløðini fyrrenn mána-
dag. Serliga tá hugsað verð-
ur um, at tá leygardags-
bløðini koma til Svínoyar
og Fugloyar, hava tey í
størsta partinum av landin-
um havt møguleika at lesa í
teimum í meiri enn hálvt
triðja samdøgur!
Bestu íløgurnar
Tá kreppan frá fyrrapartin-
um av hálvfemsunum leik-
aði upp á tað mesta, kom
tað meiri enn so fyri, at
danir fingu varpað yvir seg
og kundu lesa í bløðunum
um, hvussu oyðslutir føroy-
ingar høvdu verið við íløg-
um í samferðsluna. Flestu
føroyingar munnu vera
samdir í, at vegirnir, tunnl-
arnir,
ferjulegurnar
og
hvørt av sínum – fyri at
nýta eina vending hjá Karl
hjá Talisi og Høgna Hoy-
dal! – hava verið vælsign-
ilsir og standa eftir sum
bestu íløgurnar, sum vórðu
framdar í sjeyti og áttati
árunum.
Eysturoyggin og Streym-
oyggin eru vornar eitt øki.
Fyri tredivu árum síðani
var talan um isolerað
bygdaløg, sum høvdu einki
ella bara eitt eiti av vega-
sambandi. Ágóðin av at
bygdirnar vóru grannar á
somu oyggj var evarska
lítil. Tær lógu sum perlur á
einum snóri, og mesta
ferðslan gekk fyri seg –
sum hon gjørdi á døgunum
hjá Ommudiddu – eftir
sjónum.
Nú ber væl til at búgva í
Vestmanna og at arbeiða í
Fuglafirði ella at búgva á
Toftum og at arbeiða í
Havnini ella í Klaksvík.
Um ikki so langa tíð verða
Vágarnar – eisini gásadals-
fólk – og helmingurin av
Norðoyggjunum
knýttar
upp í fasta sambandið.
Spurningurin verður so,
hvussu full nytta skal fáast
burturúr stóru íløgunum,
Havnarferðin
hjá Ommediddu
Havnin áðrenn aldarsskiftið til 1900-talið
Frá Ommudiddu og til samfelagið
hjá Giddens
Hans Mikael Jacobsen
Framhald á síðu 22
C
M
Y
K
21
20