Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 250 - 29. desember 2001 Nr. 250 - 29. desember 2001 19 Føroyar søgdu Maritu farvæl August: Sólstrálurnar leitaðu sær fram undan skýggjunum og náttúran vísti seg frá síni bestu síðu, tá 1.300 fólk fylgdu Maritu Petersen, løgmanninum í svørtu tíð Føroya, til gravar Vakrari kundi løtan ikki vera, tá Marita Petersen, fyrr- verandi løgmaður Føroya, varð fylgd sína seinastu ferð her á fold. Mitt í allari sorgini hendan lívsins heystardag leitaði sólin fram millum skýggini og heilsaði blídliga fyrr- verandi løgmanninum, konuni, mammuni, ommuni, systurini og vinkonuni farvæl. Eisini tey avvarandi fingu ein uggandi og lívsgevandi koss av sólstrálum við á vegnum í teirra sváru sorgarstund. Longu hálvan tíma áðrenn sjálva jarðarferðarguðstæn- astuna var stóra Vesturkirkjan so mikið full av fólki, at tú mátti leita, fyri at finna tær sess. Og talan var heldur ikki um nakra vanliga jarðarferð. Tú fekst sjón fyri søgn longu ávegis til Vesturkikjuna meira enn hálvan tíma undan jarðarferðini. Fólkini, tú møtti á leiðini í somu ørindum, sum tú, vóru løgmaður, landsstýrismenn, fyrrverandi løgmenn og landsstýris- menn, tingmenn og embætisfólk umframt øll tey vanligu fólkini, ið stóðu Maritu nær. Eisini danska stjórnin hevði sent eina seinastu heilsan, umframt, at danski ráðharrin, Ole Stavad, var komin til jarðarferðina sum alment umboð fyri donsku stjórnina. Eymar upplýsingar leka út August: Telduvirus, sum er í umfari í Føroyum, sendir av sær sjálvum dokument av telduni út til fólk, sum standa í adressubókin Eitt herviligt telduvirus, sum er í umfari á internetinum, kann hava við sær serstakliga óhepnar støður fyri før- oyskar fyritøkur og virki. Um virusið, sum gongur undir navninum W32/ Magistr@MM, kemur í telduna, tekur tað skjøl, sum liggja á telduni, og sendir tað út til fólk, sum standa í adressubókini í postforitinum. Hetta ger, at upplýsingar verða sendar fólki, sum einki hava við tær at gera, og er talan um fyritøkur og virki, kunnu eymar upplýsingar skjótt leka út. Sosialurin hevur fingið eitt teldubræv, sum er sent frá einum føroyskum virki. Í brævinum verður greitt frá einari nýggjari framleiðsluverkætlan, sum virkið ætlar sær í holt við, og fíggarligar upplýsingar, sum hvørki eru ætlaðir blaðnum ella serliga nógvum øðrum fólki, eru í hesum góða brævi. Tað er ikki virki sjálvt, sum hevur sent teldubrævið út, men virusið, sum er komið í teldurnar á virkinum. Upplýsingar liggja ikki í einum viðheftum fíli, men í sjálvum tekstrútinum, og tí kunnu øll lesa tær uttan at fáa virusið. Sterkur maðurin á B5 August: Sterki litavin, Zydrunas Savickas, kom illa fyri, tá hann luttók í Atlantic Giant á ólavsøku. Knøini vórðu illa skadd, og hann endaði á Landssjúkrahúsinum Zydrunas Savickas úr Litava er ein metur og hálvfems sentimetrar til longdar, og vektin liggur um 150 kilo. Hesin stóri maður kom illa fyri á ólavsøku, tá hann tók lut í kappingin Atlantic Giant, sum er fyri sterkar menn. Skaðin hendi, tá hann luttók í Millwalk, sum er ein grein í kappingini. Hann veit ikki reiðiliga at siga, hvussu skaðin hendi, men hann metir tað vera sannlíkt, at hann er gliðin, og hetta hevur eftir øllum at skatt knøini illa. Kanningar á Landssjúkra- húsinum skuldu seinni vísa, at tað var spongin, sum gongur úr knænum oman í beini, sum er slitnað báðu megin við. Hetta er ein sera sjáld- samur skaði, og skyldast hesin skaðin mestir ovurløðu. Risin roknar við, at tað fer at taka honum eitt ár at koma fyri seg aftur, men hann ætlar sær aftur til Føroya at kappast. Til arbeiðis við broytingum í skjáttuni August: Mikkjal Helmsdal tekur nú við stjórastarvinum í Sjónvarpi Føroya. Hann ætlar at broyta bæði bygnað og sjónvarpsskrá Sjónvarpið hevur fingið nýggjan stjóra. Tann 37 ára gamli Mikkjal Helmsdal, sum seinastu 4 árini hevur verið leiðari á Nordens Institut á Álandi, setti seg í heita stólin, har ein blandingur av stórum krøvum, men tilsvarandi lítlari játtan, bíðaði honum á einum stovni, sum javnan er í andglettinum. Uppgávan hjá nýggja stjóranum er líka einføld sum hon er krevjandi og torfør. Hann skal fáa Sjónvarp Føroya at virka betur enn stovnurin hevur gjørt seinastu nógvu árini, og tað er við góðum treysti at tann júst heimaftur flutti Mikkjal Helmsdal fer í gongd. - Eg komi fyrst og fremst við einum opnum sinni at seta meg inn í hvussu stovnurin virkar í dag. Og so komi eg eisini við einari ætlan um at arbeiða miðvíst við bygnaðinum ta fyrstu tíðina. Eg ætli mær at umskipa Sjónvarpið innanhýsis, soleiðis at tilfeingið í stovninum verður brúkt meira miðvíst enn tað verður í dag, sigur Mikkjal Helmsdal. Ætlanirnar hjá nýggja stjóranum eru nógvar og í stóran mun ítøkiligar. Tað einasta, sum nýggi stjórin við vissu ikki ætlar, er at halda fram eftir sama leisti, sum Sjónvarpið hevur virkað eftir seinastu árini. Tað var ein stórsligin jarðarferð, tá føroyingar søgdu farvæl til Maritu Petersen Risastóri litavin kendi seg væl á B6, hóast hann var keddur um álvarsliga knæskaðan 15 ára gamal stungin við knívi September: 14 ára gamal drongur framdi grovan harðskap móti einum 15 ára gomlum, sum mátti leggjast undir skurð á landssjúkrahúsinum og misti sjónina í øðrum eyganum Leygarnáttina fekk løgreglan í Havn fráboðan um grovan harðskap, sum var framdur við knívi. Drongurin varð beinanvegin lagdur undir skurð á landssjúkrahúsinum, har hann var undir læknahond í tríggjar tímar. Hann hevur fingið álvarsamt mein, tí álopið hevur verið ógvusligt. Fyrst varð drongurin stungin í vinstra eygað, og hann hevur mist sjónina. Eygað er ógvuliga illa farið, sigur Thorvald Lützen, ið er pápi drongin, sum varð álopin. Síðani varð hann stungin einaferð í økslina og tvær ferðir í tjúkkan. Jakkin ber eisini merki eftir knívinum, sum ikki er komin ígjøgnum. Konsert var í badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið, og tað er her tilburðurin er farin fram. Álopið er framt beint frammanfyri pallinum, og tað var ein durðavørur, sum varnaðist tilburðin og legði seg ímillum. Sum skilst so var stríðsmálið millum dreingirnar ikki nakað álvarsamt, men onkur lítil ósemja. Eingin drepur teg í Føroyum Eini nýgift hjún úr Chicago valdu eitt heldur óvanligt land at vitja, tá tey fóru á brúdleypsferð. Valið fall á - Hetta er ræðuligt September: Fólk eru skelkað, og tey vilja hava hevnd fyri hesi ræðuligu álop, sigur Magnus í Brekkunum, sum er búsitandi nærindis New York Kring alt USA vóru fólk skelkað av umfatandi yvirgangsatsóknini, og eisini føroyingar, sum eru búsitandi í USA, merktu avleiðingarnar av álopunum. - Alt steðgaði upp, handlar, bankar og almennir stovnar lótu aftur, og fólk fóru heim frá arbeiðið, eftir at álopini vóru gjørd. Hetta var ein ræðulig hending, og fólk eru skelkað, sigur Magnus í Brekkunum. Hann hevur síðani november mánað búð í lítla býnum, Brookhaven, sum liggur beint uttan fyri Philadelphia. Tað eru einir tveir tímar at koyra til New York, og Brookhaven liggur eisini nærindis staðnum í Pensylvania, har eitt flogfar datt niður. Magnus arbeiðir sum elektrikari, men hann hevði frí frá arbeiði týsdagin - Tá eg tendraði sjónvarpið í morgun, var tað óveruligt at síggja, hvat var hent. Tað er ikki tað sama at frætta slíkt, tá tú býrt í Føroyum, og nú tá tú býrt mitt í tí, sigur Magnus í Brekkunum - Fólk eru ill, og tey krevja hevnd fyri hesi álopini. Kenni eg forsetan rætt, so fara tey eisini fáa tað. Eg stúri bara fyri, at alt kann fara ov vitt. Føroyar, og nú túrurin er liðugur, eru tey als ikki ónøgd Seamus og Marna Harmey vórðu gift hin 20. mai í ár. Tey valdu at bíða eitt sindur við teirra brúdleypsferð. Tá tey so skuldu fara avstað, so var eftir at velja staðið, og valið fall á Føroyar, hóast tey einki tilknýti hava til okkara oyggjar. Tey eru úr stóra amerikanska býnum Chicago, sum føroyingar kanska kenna frá kurvabólti ella frá heitinum sum "the windy city", ið als einki hevur við veðrið at gera. Tá tey komu til Føroya 22. august og fóru avstað fyrst í september. Vitjanin í Føroyum hevur tikið tey kring oyggjarnar, og tey hava eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Í allar mátar eru tað góð orð, ið tey bæði hava at bera oyggjunum. Sum Seamus eisini tekur til, so er ein stórur munur millum Chicago og Føroyar: People don’t try to kill you in the Faroe Islands. Mest skakandi hendingin í árinum var helst yvirgangs- átsóknin í USA Brot úr 2001 Jutta av Tvøroyri heiðrað í Svøríki November: Jutta Kjærbeck tekur sær av foreldrum í Göteborg-økinum, sum bráddliga missa eitt barn í ferðsluni ella av ólukku. Og fyri hesa tænastuna er hon heiðrað í Svøríki Jutta Kjærbeck, sum er fødd og uppvaksin á Tvøroyri, varð í farnu viku útnevnd hetja í Svøríki av Göteborgs Minnes- fond. Jutta Kjærbeck er útbúgv- in sjúkrasystir og jarðarmóðir, og hevur halgað alt sítt lív til børn og avvarðandi teirra. Í nógv ár var hon leiðari á bráðfeingismóttøkuni á Östra Sjúkrahúsi í Göteborg. Har sá hon tørvin á eini serligari hjálp til foreldur, sum bráddliga missa eitt barn í ferðsluni ella av ólukku. Tí hevur hon skapt sokallaða göteborgskamodellið á Östra sjúkrahúsinum, sum hevur størstu bráðfeingismóttøku av børnum í Norðurlondum. - Eftir mínum tykki dugdi sjúkrahúsið ov illa at vísa umhugsni og atlit yvir fyri foreldrum, sum bráddliga missa eitt barn. Eg havi mist tvey børn, so eg veit, hvussu tað kenst, sigur Jutta Kjærbeck við Göteborg Posten seinasta mikudag. Jutta Kjærbeck greiðir frá, at sambandið millum hana og tey avvarðandi ikki altíð heldur fram at vera professiónelt. Nógv vinarløg eru knýtt og mangan hittast tey aftur seinni, tá ið nakað er fráliðið og undir betri umstøðum. - Tað kemur fyri, at eg verði biðin um at verða gumma, tá ið hesi foreldrini, sum hava mist, fáa eitt barn afturat. Eisini verði eg onkuntíð biðin um at vera við á føðistovuni, tá ið ein mamma, sum hevur mist eitt barn, skal eiga. Brot úr 2001 Føroyingur læt lív í flogvanlukku Oktober: 27 ára gamli Eiler Sonni Danielsen var við í SAS flogfarinum, sum datt niður í Milano. Hann arbeiddi sum flogterna hjá SAS Flogvanlukkan í Milano sunnudagin setti eisini síni spor í Føroyum. Mánadagin bórust tíðindi úr Italia, at ein føroyingur eisini var millum tey 118 fólkini, ið lótu lív í syndarligu flogvanlukkuni. Talan er um havnarmannin Eiler Sonna Danielsen. Eiler Sonni Danielsen arbeiddi sum flogterna hjá SAS, og hann var til arbeiðis henda lagnutunga dagin. Eiler Sonni búði við familjuni í Føroyum inntil einaferð fyrst í nítiárunum, tá hann saman við familjuni flutti til Danmarkar at búgva. Foreldrini hjá Eiler eita Bjarni og Sofía Danielsen, og hann átti eisini ein systir, ið æt Beinta. Familjan býr í Strib á Fyn. Eiler búði í Keypmannahavn, men hann hevði júst keypt hús á Lollandi. Hann var ógiftur. Tóku heimahjálpina men sendu rokningina Oktober: Ein 80 ára gamal pensjónistur á Tvøroyri misti heimahjálpina, tí hon varð spard burtur, men kortini er gjald fyri heimahjálp drigið frá pensjónini Daniel Jacob Smidt Jensen á Tvøroyri er rættiliga argur inn á tað almenna. Hann sigur bart út, at hann hevur mist álitið á almennari umsiting. Hann er 80 ára gamal og kreftirnar eru ikki longur sum tær, tær hava verið. Tí hevur hann fingið heimahjálp at vaksa gólvini fyri seg, annars klárar hann nógv sjálvur. Hann fær heimahjálp tvær ferðir tveir tímar um mánaðan. - Tá ið heimahjálpin var her í her í juni mánaða, gjørdi hon meg varugan við, at hon kom ikki aftur, fyrrenn í september. Hon segði, at tað skuldi sparast og at eg tí onga heimahjálp fór at fáa í summarfrítíðini í juli og í august. Men tá ið hann so fær pensjónina seinast í juli mán- aða, verður hann illa við. Tí í uppgerðini stendur, at Almannastovan hevur drigið 172 krónur av pensjónini fyri heimahjálp. Tað sama hendir í august mánaði. Daniel Jacob Smidt Jensen sigur, at tað er nógv fyri, at slík mistøk skulu henda. Tað vóru eisini tey sjálvi, sum tóku heimahjálpina og tí átti slíkt ikki at komið fyri. Orsøkin til mistakið segðist verða ein stirvin telduskipan. Vápnaður maður legði eftir tingmanni Oktober: Vápnaður maður komin inn í løgtingið, sum heldur til í útvarpinum, og hann legði eftir tingmanni, sum kom niður av røðarapallinum. Hóskvøldið varð tingarbeiðið avbrotið. Orsøkin var, at ein vápnaður maður var komin inn í tingsalin og fór eftir einum tingmanni, sum kom niður av røðarapallinum. Maðurin hevði vápn í hondini. Tað vóru tveir kalvapilkar, sum vóru eini 17 sentimetrar til longdar. Í endanum vórðu fýra húkar sveisaðir fastir í pilkin, so tað var eitt vandamikið vápn, um tað varð nýtt til tað skeiva endamálið. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur greitt frá, at hann sá mannin koma inn í útvarpshøllina, har ting- manningin heldur til. Hann setti seg nær hjá honum, tí hann sá vápnið, hann hevði í hondini, og landsstýris- maðurin við fíggjarmálum hevði varhugan av, at maðurin hevði ætlanir um at leypa á. Báðir fólkatingsliminir ruku November: Hvørki Óli Breckmann ella Jóannes Eidesgaard vórðu afturvaldir til fólkatingssessirnar Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin fóru við fólkatingssessunum á valinum. Fólkaflokkurin og Javn- aðarflokkurin misti sínar menn, og serliga Fólkaflokkurin hevði eitt vánaligt val. Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal vórðu vald í Fólkatingið, men tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum í fyrstu syftu skal røkja sessin hjá Høgna Hoydal, tí Høgni situr í landsstýrinum. Oljan er her November: Føroyskt oljufelag var við í samtakinum, sum fann olju á føroyska landgrunninum Lagnunnar speisemi skuldi tað verða eitt føroyskt oljufelag, sum varð við til at finna fyrstu oljuna við Føroyar. Fyri teir umleið 2000 føroysku partaeigararnar í olufelagnum Atlants Kolvetni er tað einki minni enn ein kollvelting, at júst teirra felag skuldi vera fyrsta oljufelagið saman við øðrum at finna olju við Føroyar. - Hetta er næstan ov gott at vera satt. Einasta føroyska oljufelag finnur olju í sínum fyrsta brunni. Hetta vísir meira enn nakað annað, at Atlantic Petroleum valdi rætta samtakið at fara upp í. Hetta er sera áhugavert fyri teir 2000 partaeigararnar, ið hava sett pening í felagið. Atlantic Petroleum verður eitt fyridømi fyri hvussu farast skal fram tá bygt verður upp nýtt vinnuligt virksemi, sigur Kjartan Hoydal, nevndarformaður í føroyska oljufelagnum. Emma bukar Britney Desember: Í Føroyum hava altjóða poppdrotningar og - kongar ongan kjans ímóti M’as Blues Band Babu babu babu babu babu babu. Soleiðis ljóðar niðurlagið í best umtókta sanginum í landinum í løt- uni. Tað er M’as Blues Band, sum spælir, og tey hava tikið øll á bóli. Síðani fløgan við Emmu og teimum kom á gøtuna fyri 10 døg- um síðani, hevur fløgan gingið sum heitt breyð. Sangirnir hava verið at hoyrt hvønn tann einasta dag á útvarpsrásunum. Og eisini á dansi- støðum kring landið sigst, at sangurin Babu er tað stóra hittið millum ungfólk. Nú skal sangurin royna seg á hittlistanum hjá Útvarpinum, 15 teimum bestu, og tað verður neyvan nakar, sum verður bilsi- n, um sangurin rýkur í topp. Tað er óvanligt, at ein føroysk fløga fær slíka móttøku og vinnur so nógv fram eftir so stuttari tíð. Jóannes Jakobsen hevur skipað allar partarnar av arbeiðnum við fløguni, og hann er ovfarin av góðu móttøkuni. - Tá tú nærkast endanum av slíkum arbeiði, fært tú vanliga eina hóming av, hvat tað kann blíva til. Eg hevði væntað, at fólk fóru at taka væl ímóti fløguni, men eg hevði ikki væntað slíka móttøku, sum fløgan hevur fingið, sigur hann. Herbergið er fult Desember: Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn hevur havt 2000 gistingar í ár, og tað er fullsett hvørja nátt. Tað eru fleiri heimleys í Havnini. Tey flestu hava rúsdrekka ella rúsevnistrupulleikar, og tey hava ongastaðni at búgva. Tí stovnaði Frelsunarherurin eitt herberg á vári í 1998, og tað hevur víst seg, at stórur tørvur er á einum slíkum herbergi, tí tey heimleysu hava ongastaðni at fara. Herbergið letur upp klokkan tíggju á kvøldið og steingir aftur klokkan tíggju á morgni. Her fáa gestirnir fjálgar sengur at liggja í og um dagin er møguleiki hjá teimum at fáa okkurt til matna. Flestu gestirnir í herberginum eru menn. Tó hendir tað av og á, at kvinnur eisini finna leiðina inn í herbergið. - Fleiri av teimum heimleysu hava sovið her, síðani vit lótu upp fyri fýra árum síðani, sigur Niels Edvard Olsen, sum saman við tveimum øðrum starvsfólkum arbeiðir á herberginum. Seinastu tíðina hevur herbergið fingið stuðul frá bæði landi og kommunu. Hetta er tó bara til lønir til starvsfólkið, og stuðulin røkkur ikki heilt til hetta. So skal eisini gjaldast fyri mat og annað. Frelsunarherurin má tí hava stuðul frá privatum fólki, og grundarlagið undir virkseminum umframt almennan stuðul er innsavningin í jólabússunum, ið standa í handlum kring landið. Tí vónar hann, at fólk fara at taka væl undir við hesi innsavning. Eiler Sonni Danielsen arbeiddi sum flogterna hjá SAS, og hann var til arbeiðis henda lagnutunga dagin So gjørdist tað greitt, at føroyingar eiga olju í undirgrundini Í tí ein tingmaður var liðugur við sína røðu, reistist vápnaði maðurin og helt leiðina yvir ímóti tingmann- inum. Karsten, ið er løgreglumaður, fekk steðgað manninum, og løgreglan varð boðsend. Maðurin varð handtikin og tikin oman støðina til avhoyringar. Maðurin varð fyrst afturhildin, og fríggjamorgunin varð hann avhoyrdur. Eftir avhoyringina varð hann leyslatin aftur. Vápnið, sum tann óði maðurin hevði við sær í tingsalin - Eftir mínum tykki dugdi sjúkrahúsið ov illa at vísa umhugsni og atlit yvir fyri for- eldrum, sum brádliga missa eitt barn, sigur Jutta Kjærbeck Tórbjørn Jacobsen lovaði undan valinum, at hann ætlaði at siga sína hjartans meining á Fólkatingið um føroyska fullveldisynskið. Sjálvstýrisflokkurin hevði vánaligt val, og nýggi formaðurin í flokkinum, Sámal Petur í Grund, fekk lutvíst fáar atkvøður. M’as Bues Band var heitasta navnið í føroyskum tónleiki í desember mánaði C M Y K 19 18