leygardagur 29. desember 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 250 - 29. desember 2001
Nr. 250 - 29. desember 2001
17
Brot úr 2001
Sjórøvarar í Vágahavinum
Mars: Boyur hjá útróðrarbátinum Volunteer vórðu
skotnar við fuglabyrsu
Útróðrarbáturin Volunteer av
Toftum kundi komið illa fyri
vestan fyri í seinastu viku.
Meðan línan stóð, hevði
onkur skorið eina boyu oman
av og skotið hol á tríggjar
aðrar.
Jack Højgaard, skipari á
Volunteer, sigur, at hann
ongantíð hevur verið út fyri
slíkum øll tey mongu árini,
hann hevur róð út. Og heldur
ikki hevur hann hoyrt um tað
fyrr.
Hann metir hendingina so
álvarsliga, at hann hevur meldað hetta til løgregluna.
Hann vendi sær eisini til Vaktar- og Bjargingartænastuna
og boðaði frá tí, sum hent var.
Løgreglan í Runavík váttar, at teir hava fingið
fráboðanina og meta málið sum herverk. Av løgreglu-
støðini verður sagt, at teir hava ongantíð havt slíkt mál
fyrr.
Boyurnar, sum hava verið fyri herverki, eru skotnar
við vanligari høglbyrsu. Hol er á boyuni, og høglini
liggja inni í boyuni.
Misnýtsla av stuðli
til heilivág
Apríl: Fólk, ið fáa stuðul til keyp av heilivági frá
almannastovuni, hava funnið ein møguleika at
misnýta henda stuðulin.
Pensiónistarnir rinda tær fyrstu 400 krónurnar av kostn-
aðinum av heilivági í hvørjum ársfjórðingi, meðan
Almannastovan rindar alt omanfyri. Nú hava teir funnið
út av, at tað er snilt at keypa heilivág til fleiri
ársfjórðingar í senn, og soleiðis kunnu pensiónistar spara
pengar.
- Vit merkja tað týðiliga á arbeiðsbyrðini, tá ársfjórð-
ingurin tekur at halla. Fólk koma inn at fylla goymsl-
urnar. Fólk kunnu bunkra heilivág til eitt hálvt ár og
soleiðis leypa tveir ársfjórðingar um, sigur Petur Oluf
Joensen, apotekari í Havn.
Tá fólk leggja undir seg til hálvt ára nýtslu, sleppa tey
undan at keypa heilivág í tveir ársfjórðingar. Soleiðis
sleppa tey eisini undan at gjalda tær 400 krónurnar, sum
tey av røttum eiga at gjalda hvønn ársfjórðing.
Hesa snildi hava fólk, ið hava tørv á nógvum heilivági,
fyri langari tíð síðani funnið útav at nýta til egnan
fyrimun.
Bispur álopin av hakkara
Apríl: Ein telduhakkari breyt inn á heimasíðuna hjá
Føroya Stiftstjórn og misnýtt heimasíðuna hjá
Stiftstjórnini til ymiskt
Fyri stuttum fekk Føroya Stiftstjórn ein hvøkk, tá tey
varnaðust, at alt ruggaði ikki rætt inni á heimasíðuni hjá
teimum á intertetinum.
Ein telduhakkari hevði hakkað seg inn á heimasíðuna
hjá Føroya Stiftstjórn, og út frá hesi heimasíðu hevði
hann gjørt ymiskt, sum er strangliga bannað. Hakkarin
sendi eitt skriv út, har hann nýtti nummar, adressu og
pening hjá Føroya Stiftstjórn, har Føroya Stiftstjórn gav
møguleikan at vinna fleiri mió. kr.
Í skrivinum stóð, at upprættar tú eina konto, og teknar
tú teg sum lim hjá Føroya Stiftstjórn, hevur tú
møguleikan at vinna stórar peningaupphæddir. Hakkarin
hevði eisini lagt ymiskar ónærisligar myndir inn á
heimasíðuna hjá Føroya Stiftstjórn. Hakkarin vildi ikki
gera nakað heilt álvarsamt viðvíkjandi peningastuldri ella
stuldri av privatum tilfari,
men bert at snýta og nýta
heimasíðuna hjá øðrum.
Føroya Stiftstjórn hevur
syrgt fyri, at slíkt ikki
endurtekur seg, og hava
tey nú bøtt um
trygdarviðurskiftini inni á
internetinum. Málið er
Boyurnar, sum hava verið
fyri herverki, eru skotnar við
vanligari høglbyrsu. Hol er á
boyuni, og høglini liggja inni
í boyuni
Onkur gjørdi seg inn á
heimasíðuna hjá bispi
- Eg kann lasta flogførini
sjálvur
Mai: Stjórin á Atlantsflog roknar ikki við, at
flúgvingin hjá felagnum verður avlýst orsaka av
verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum
Flogfar vendi aftur við
sjúkum monnum
Mai: Flogfarið hjá Maersk vendi sunnudagin aftur til
Føroyar, tí nakrir føroyskir sjómenn vóru ógvuliga
illa fyri umborð
Sunnudagin stóð alt løg-
regluliðið, bjargingarliðið
og sjúkrabilar tilbúnir á
flogvøllinum í Vágunum.
Orsøkin var, at flogskip-
arin hjá Maersk hevði
boðað frá, at hann vendi
aftur til Føroyar, tí seks
sjómenn vóru vorðnir
ógvuliga sjúkir umborð.
Flogfarið hevði verið
umleið ein hálvan tíma í
luftini, tá flogskiparin
vendi aftur, tí hann tordi ikki at halda leiðina fram til
Keypmannahavnar við álvarsliga sjúkum monnum
umborð.
Seinni vísti tað seg at vera talan um tveir menn, sum
vóru ógvuliga illa fyri vegna ovurnýtslu av rúsdrekka.
Støðan gjørdist tí ikki so álvarsom, sum fólk vóru
bangin fyri. Báðir menninir vóru fluttir á Lands-
sjúkrahúsið.
Hassjpípa sløddist í
barnagarði
Mai: Spæliplássið hjá Drotning Margrethu barna-
garðinum í Klaksvík er
ótespilig sjón mánamorgnar
Tá starvsfólkini í Drotning
Margrethu barnagarðinum í
Klaksvík koma til arbeiðis
mánamorgnar, vita tey, hvør
fyrsta uppgávan á degnum er.
Tey mugu út á spæliplássið
fyri at kanna, um nakað er
har, sum kann verða til vanda
fyri børnini.
Og vanligt er, at starvs-
fólkini mugu rudda hópin av
fløskubrotum og óruddi av
vegnum, áðrenn tey næstan
100 børnini í barnagarðinum sleppa út at spæla. Fyri
viku síðani funnu starvsfólkini í barnagarinum eina
heimagjørda hassjpípu, sum sløddist á spæliplássinum.
- Vit eru ógvuliga hørm um støðuna, men vit fáa lítið
annað gjørt, enn at heita á ungdómin, um at lata verða
við at fara so illa um spæliplássið hjá okkum, sigur
Marjun Michaelsen, sum er leiðari í barnagarðinum.
Riflukúlur súsaðu um
oyruni
Mai: Tá tveir menn stóðu og prátaðu á støðni í
Kaldbak, lat onkur hinumegin fjørðin knappliga skot
av móti teimum.
- Eg hoyrdi knappliga okkurt súsa framvið okkum, og
síðani brast hol á eina plastiktunnu, ið stóð einar níggju
metrar burturfrá okkum. Nógv vatn var í tunnuni, so tað
sprændi úr holinum frá kúluni, sigur Eyðun K. Vang úr
Kaldbak.
Eini trý skot vórðu tilsamans latin av, upplýsir Eyðun,
ið ikki er sørt skelkaður av hendingini.
Ein annar maður, ið býr har um leiðir, ringdi til
løgregluna og boðaði frá tilburðinum beinanvegin.
Lógarinnar varðmenn komu á staðið, og teir arbeiða nú
við málinum.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at kúlan er send
niður til Danmarkar til kanningar, so staðfestast kann,
hvat skotvápn talan er um. Annars hava teir ikki nakað
ítøkiligt at ganga eftir í hesum málinum.
Ein heimagjørd hassjpípa
varð funnin á spælipláss-
inum í barnagarði
Eitt Maersk flogfar vendi
aftur til Vágarnar við
monnum, sum ikki høvdu
tað gott
Flogferðslan til og úr Føroyum heldur fram hóast verk-
fallið, men helst verður tænastan merkt komandi dag-
arnar.
- Vit rokna ikki við, at verkfallið fær álvarsamar
avleiðingar fyri flúgvingina. Vit ælta at flúgva, hóast talan
kann gerast um seinkingar, sigur Magni Arge, stjóri á
Atlantsflog.
Fólkini, sum lasta flogførini, eru farin í verkfall, men
hetta fer ikki at forða fyri, at flogførini kunnu flúgva. Ein
avleiðing kann vera, at ferðafólkini ikki fáa alt viðføri við,
og at tænastan í sambandi við flúgvingina ikki verður,
sum hon plagar at vera.
- Um tað verður neyðugt, so kann eg lasta flogfarið
sjálvur. Eg eri stjóri og kann gera tað, sum eg havi hug til,
sigur Magni Arge.
Tungan feldi Tobba
Juni: Litríki politikarin
av Glyvrum segði farvæl
til landsstýrissessin eftir
10 buldraligar mánaðir
Politiski heimurin misti í
fyrstu syftu ein av sínum
litríkastu spælarum. Fyrsta
dagin í juni mánaði gav
Tórbjørn Jacobsen sær
sjálvum reytt kort sum
landsstýrismaður og segði
upp.
Nógv er hent síðan
Tórbjrøn varð biðin um at
gerast landsstýrismaður
fyri Tjóðveldisflokkin fyri
10 mánaðum síðan
uttanfyri bøgarðarnar í
Kunoy.
Tórbjørn greiðir frá
avrikunum, aftaná at hann
hevur greitt pressuni frá,
hvussu hann reint formelt
greiddi løgmanni frá
hóskvøldið í faksi, at hann
ikki ynskti at halda fram í starvinum. Stórur dentur
verður lagdur á, at ongin hevur trýst Tórbjørn úr
starvinum.
- Eg havi tikið avgerðina sjálvur, málið hevur ikki
eingang verið viðgjørt í flokkinum, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
-Hetta hevur verið hart, langir dagar, sum hava gingið
út yvir mínir nærmastu. Eg haldi ikki, at hetta hevur
gingið úryvir meg sjálvan, tí mær hevur dámt starvið. Eg
eri harmur um at fara, men her eru ongi tár.
Tórbjørn er farin frá, men hann verður ikki gloymdur
beinanvegin í føroyskum politikki. Hann tók avleið-
ingarnar av síni egnu tungu og løgið skuldi verið, um tað
ikki verður vigað sum nakað manniligt í manna eygum.
-Hetta hevur verið hart,
langir dagar, sum hava
gingið út yvir mínir
nærmastu. Eg haldi ikki, at
hetta hevur gingið úryvir
meg sjálvan, tí mær hevur
dámt starvið, segði Tobbi
Smádrongur fekk fløsku í
høvdið
Juni: Ein føroyskur áskoðari varð tikin av løgregluni
undir landsdystinum millum Føroyar og Jugoslavia.
Hann tveitti eina glasfløsku eftir løgreglumanni, men
rakti ein smádrong í høvdið
Tað var eitt sindur av hooligan dámi yvir landsdystinum
millum Føroyar og Jugoslavia á Tórsvølli.
Almenna áskoðaratalið var 4.371, og flestu av hesum
áskoðarunum skikkaðu sær væl. Men á áskoðarapláss-
unum aftan fyri málið, har trúgvastu føroysku áskoðar-
arnir halda til, vóru tað ikki allir, sum dugdu at uppføra
seg.
Ein maður, sum hevði fingið ov nógv inn um, tveitti
eina glasfløsku eftir einum løgreglumanni, sum gekk
framvið. Fløskan rakti ikki løgreglumannin, men hin-
vegin ein smádrong í høvdið.
Vaktarmaður fann fram til tann seka mannin, og eftir
at hava tingast eina løtu fór løgreglan avstað við mann-
inum, sum er skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
Formaðurin fyri føroyska áskoðarafelagnum, 12.
manni, heldur lítið um hendingina, sum hann eisini var
vitni til.
- Hasin persónurin hoyrdi ikki til okkum, og vit vilja
heldur einki hava við slík fólk at gera. Vit leggja upp til
at hava tað stuttligt, og tað er avgjørt ikki soleiðis, at tað
skal ganga fyri seg, sigur Regin Egholm.
- At ein áskoðari tveitir eina fløsku á slíkum skila-
leysan hátt, má ikki gerast ein vani, og vit kunnu bara
ímynda okkum, hvat hevði hent, um fløskan endaði inni
á vøllinum.
Bitin í andlitið
av óðum hundi
Juni: Fýra ára gomul smágenta úr Vági hevur fingið
stór sár í andlitið, eftir at hon varð bitin av hundi
Ein smágenta í Vági fekk møguleika mein fyri lívið, tá
ein hundur gjørdi seg inn á hana.
Hon var farin út, tá ið ein hundur leyp á hana og beit
hana rættiliga illa í andlitið. Yvirvørrin og pettið upp
ímóti nøsini er illa farið av bitinum. Summi av sárunum
eru nokk so djúp.
Gentan var beinanvegin flutt á Suðuroyar Sjúkrahús,
har skaðin varð kannaður, men har hildu tey ikki, at tað
bar til at seyma, í hvussu so er í fyrstu syftu. Gentan skal
aftur á sjúkrahúsið at verða kannað og at taka støðu til,
hvussu skaðin skal viðgerðast.
Læknarnir hava sagt foreldrunum, at sárini helst fara
at grøðast, men at okkurt arr fer kanska at verða eftir.
Tey vita ikki rættiliga, hvat hendi, tá ið hundurin beit.
Sjálv hevur gentan greitt frá, at tað var ikki tí, at hon
royndi at kela honum, ella tí at hon á annan hátt gjørdi
hundinum nakað, at hann gjørdust óður. Hon hevur greitt
frá, at hundurin kom bara rennandi ímóti henni og beit
uttan ávaring.
Brot úr 2001
Kostar 100 krónur at gjalda
eina krónu
Juli: Innkrevjingin til Barsilsskipanina fekk nógv
skot fyri bógvin, tá arbeiðsgevarar fingu fyrstu
rokningina
Nógv bendir á at Fíggjarmálastýrið er farið eina tonn ov
langt í royndunum at fáa peningin til nýggju
Barsilsskipanina kravdan inn so skjótt og lætt sum
møguligt.
Ein arbeiðsgevari, sum hevur sett seg í samband við
Sosialin, hevur goldið 400 krónur i løn í farna mánaði.
Av hesum skal hann rinda 0,25 prosent til nýggju
Barsilsskipanina. Hetta er samanlagt ein króna í
umtalaða føri.
Hesa krónuna hevur arbeiðsgevarin fingið rokning
fyri, men rokningin ljóðar uppá 101,00 krónur. Orsøkin
er, at omaná ta einu krónuna, sum arbeiðsgevarin skal
gjalda til Barsilsskipanina, skal hann gjalda 100 krónur í
avgreiðslugjaldi. Í rokningini verður gjørt vart við, at
Nýggj trygdartiltøk
á ólavsøku
Juli: Á ólavsøku í ár verður stórur dentur lagdur á at
hava trygdartiltøk, um eitt óhapp skuldi komið fyri,
so trygdin á ólavsøku er í lagi
Jan Christiansen, borgarstóri í Havn, hevur saman við
øðrum á býráðnum lagt størri dent á trygdina á ólavsøku
í ár samanborið við undanfarin ár.
- Tá vælkendi midnáttarsangurin er á skránni, eru
millum 7000 og 10.000 fólk savnað í miðbýnum, og tá
kann ein neyðstøða lættliga koma fyri, sigur Jan
Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Jan Christiansen sigur, at tá so nógv fólk eru trunkað
saman á so lítlum øki, er alneyðugt við trygdartiltøkum,
og at serkøn fólk eru hjástødd, um eitt óhapp skuldi
komið fyri.
- Vit ætla at hava sjúkrabilar til reiðar, og Reyði Kross-
ur verður eisini til staðar. Tað hava vit til ólavsøkuna í ár
mett at vera týdningarmikið, sigur borgarstjórin í Havn
undan ólavsøkuni 2001.
Prædikan fyrireikað í Múla
Juli: Ólavsøkuprædikan í ár verður fyrireikað í Múla.
Hans Eiler Hammer, prestur, býr í eina viku í Múla í
sambandi við útvarpsrøð
Prædikan í dómkirkjuni ólavsøkudag í ár verður helst
merkt av, hvussu tað er at liva á primitivan hátt tætt upp
at náttúruni og uttan samskifti við umheimin.
Presturin, sum skal halda ólavsøkuprædikuna, luttekur
nevniliga í løtuni saman við familiju síni og tveimum
øðrum pørum í Robinson líknandi tiltakinum hjá Studio
Pegasus, um at lívbjarga sær í útdeyðu bygdini, Múla, í
eina viku. Uppihaldið í Múla skal síðani sendast sum
útvarpssending í Útvarpi Føroya í vetur.
- Vit komu til Múla í gjár og skulu vera her í eina viku.
Vit liva á primitivan hátt og skulu sjálv fáa allan mat til
vega. Um eina løtu skal eg út at fiska døgurða, og annars
mjólka vit og taka egg frá hønunum. Hetta er ein nógv
ørðvísi gerandisdagur, og eg rokni við, at hann kemur at
merkja ólavsøkuprædikuna hjá mær, sigur Hans Eiler
Hammer, prestur, í fartelefonini úr Múla.
Mugu hava hurðarnar
stongdar
Juli: Fólk búsitandi í Smærugøtu vilja ikki hava fleiri
sambýli ella bústovnar, har menningartarnað fólk
búgva
Fólk í Smærugøtu í
Hoyvík mótmæla harðliga,
at arbeitt verður við at
keypa eini hús í gøtuni við
tí endamáli, at menningar-
tarnað flyta inn í tey.
Grannarnir vísa á, at
longu nú eru tveir
bústovnar í grannalagnum,
og um henda ætlanin
verður fullførd, so fara
tveir bústovnar og eitt sambýli at liggja innanfyri 75
metrar frá hvørjum øðrum.
Hetta halda grannarnir vera ov mikið. Mark skuldi
verið fyri, hvussu nógvir slíkir stovnar kunnu vera í
sama øki, tí tað er tyngjandi fyri grannalagið. Tí hava
nøkur húsarhald í Smærugøtu tikið stig til eitt skriv, har
tey hava nakrar fyrispurningar og lýsa málið frá teirra
sjónarhorni. Skrivið er sent landsstýrismanninum við
Almannamálum og leiðaranum á Serstovnadeildini. Tey
hava eisini savnað undirskriftir til skrivið.
Hans Eiler Hammer í Múla, har hann tók lut í úvarpsrøð
upphæddin skal gjaldast innan sjey dagar - annars verður
upphæddin innheintað við panting, stendur í rokningini.
- Hatta er láturligt. Høvdu hasar 100 krónurnar farið í
Barsilsskipanina, so hevði eg einki havt ímóti tí. Men eg
havi nógv ímóti at 1 króna fer í Barsilsskipanina og 100
krónur fara i landskassan, sigur arbeiðsgevarin, sum
skuldi gjalda rokningina í seinasta lagi í gjár.
Fólk í Smærugøtu, ið Sosialurin hevur tosað við, siga,
at tey vilja gera vart við trupulleikan, áðrenn húsini eru
keypt, og áðrenn nøkur avgerð er tikin. Soleiðis vóna tey
at sleppa undan, at nakað verður kroyst omanyvir tey.
Tey siga, at fleiri fólk í gøtuni vanliga hava hurðarnar
stongdar, tí tey kenna seg ikki væl við so nógvum
menningartarnaðum í grannalagnum. Tey halda, at slíkir
stovnar skulu spjaðast runt um í Havnini.
Fólk í Smærugøtu mugu
hava hurðarnar stongdar, tí
so nógv menningartarnað
eru í grannalagnum
Sigldi einsamallur
heimaftur til føðilandi
August: 62 ára gamli Erik á Rógvi Hansen sigldi
8.200 sjómíl úr Virginia Beach til Havnar at vitja
skyldfólk
- Tað kundi gerast eitt sindur trivielt, og onkuntíð
hugsaði eg við mær sjálvum, hvat hundan geri eg her -
ja, eg kom enntá upp at skeldast við meg sjálvan.
Tað sigur 62 ára gamli føroyski amerikubúgvin Erik á
Rógvi Hansen, sum er komin til Føroya at vitja á heilt
serligan hátt. Hann sigldi hiðar einsamallur í báti.
- At koma inn í Vestmannasund og sigla framvið
Vestmannabjørgunum var deiligt. Og so stevna inn á
Havnina har eini 2-300 fólk tóku ímóti, og har eg sá
familju, eg ikki havi sæð í nógv harrans ár, var ótrúligt
fyri meg, sigur Erik, ið er vestmenningur av uppruna.
Komandi dagarnar fer Erik at fáa sær eina nógv
tiltrongda hvíld, og so fer hann at taka sær av løttum í
Føroyum næstu vikurnar. Hann hevur ongar ætlanir um
at hetta skal vera seinasta ferð, hann er í Føroyum, men
at hann fer at búseta seg aftur í føðilandinum er lítið,
sum røkist fyri.
- Mær dámar væl í USA, og mær hevur eisini altíð
dámt væl í Føroyum. Men tá eg flutti var tað mest tí at
seg sá nakrar møguleikar har yviri, sum eg ikki hevði
her. Og eg má siga, at tað hevur gingist mær væl har
yviri.
Erik á Rógvi Hansen kom heim at vitja í egnum báti
C
M
Y
K
17
16