leygardagur 29. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2001
15
Bara ein hernaðar-
myndugleiki í Føroyum
Januar: Donsku myndugleikarnir kunngjørdu, at alt
hernaðarvirksemi hjá teimum í Føroyum verður flutt í
Mjørkadal
Tað verður ofta hildið, at hernaðarligt virksemi gongur
fyri seg í tí dulda. Tað gera tað eisini ofta, men tá donsku
myndugleikarnir gjørdu av, at alt teirra hernaðarliga
virksemi í Føroyum skuldi flyta saman, hildu teir ein
tíðindafund fyri føroysku pressuni.
Russi mundi gjørt av við
Smyril
Januar: Tað var um reppið, at Smyril rendi saman við
einum russiskum trolara beint út fyri molan í Havn
Tað var maskinorkuni og skjóta atburði skiparans fyri at
takka, at túrurin við Smyrli av Drelnesi til Havnar
týsmorgunin 16. januar ikki endaði við einari vanlukku.
Tá Smyril nærkaðist Molanum við 72 ferðafólkum
umborð og skuldi til at sneiða inn um, kom brádliga ein
russiskur trolari undan Norrönu, sum lá ytst við Molan.
Trolarin sneiddi beint út fyri Smyril, sum enn hevði
nógva ferð á.
- Eg gjørdist ógvuliga kløkkur, tá eg sá russiska
trolaran. Støðan var álvarsom, og gjørdi eg tí av at sláa
bakk og snara beinan vegin, greiddi Pauli Larsen, skipari
á Smyrli, frá eftir hendingina.
Pauli Larsen metti, at fjarstøðan millum Smyril og
russiska trolaran var umleið 300 metrar, tá hann sló
bakk.
- Tað tekur tó eina løtu, frá tí, at tú slært bakk, til eitt
skip fer at bakka. Men tíbetur hevur Smyril góða
maskinorku, og tí eydnaðist tað okkum at koma undan.
Var Smyril komin longur inn, áðrenn skiparin upp-
dagaði russiska trolaran, var tó ikki vist, at tað hevði
eydnast at bakka og sneitt undan. Smyril hevði tá verið
so nær grótkastinum, at vandi hevði verið fyri, at valið
hevði staðið ímillum at rent saman við trolaranum ella
inn í grótkastið.
Brot úr 2001
Klaksvíkingur røddi ímóti
rasismu í Bergen
Februar: Kurvabóltsstjørnan og hálvi føroyingurin
Calix Blak helt í farnu viku røðu, tá 5000 fólk í
Bergen mótmæltu óhugnaligum rasistiskum drápi í
Noregi
Norska samfelagið er
skakað av drápinum á
unglingin Benjamin
Hermansen, sum verður
sagt at verða eitt rasistiskt
dráp.
Mótmælisgongdir hava
verið kring alt Noregi, har
fólk gjørdu vart við, at tey
góðtóku ikki slíka harðliga
framferð í norska sam-
felagnum.
Í Bergen vóru eini 5000
fólk við í eini stillari
kyndlagongu í miðbýnum,
og umframt borgarstjóran í
Bergen røddi myrka
kurvabóltsstjørnan Calix
Blak Ndiaye, sum hevur
føroyska mammu og brúkti stóran part av barnaárunum í
Klaksvík.
- Hetta hava verið nakrir syrgiligir dagar, men um vit
standa saman, eru vit sterk, segði Calix millum annað í
síni røðu til tey mongu fólkini.
Calix Blak er mest lovandi kurvabóltsspælarin í
Noregi, og í januar mánaði var hann valdur besti spæl-
arin í norsku kappingini.
Mamman er úr Klaksvík og pápi hansara úr Senegal,
og seinastu árini hevur Calix búð saman við familju síni
í Bergen.
- Eg varð biðin um at halda eina røðu í sambandi við
kyndlagongdina, og tað mátti eg siga ja til. Hetta er eitt
ógvuliga týðandi mál, sigur Calix á góðum føroyskum
norðanmáli.
Gongur strúkandi hjá TeleF:
Fær 30 nýggjar kundar um
dagin
Februar: Tað hevur gingið nógv betur enn væntað,
sigur Billy Hansen, stjóri í nýggja telefelagnum TeleF
»Tú skuldi skift«, sigur TeleF í lýsing, sum fyri góðari
viku síðani varð send til øll húsarhald í Føroyum. Og
eftir hetta lýsingarátak hava fleiri valt henda útbjóðaran
av teletænastum.
Fyrsti kappingarneytin hjá Føroya Tele hevur havt eina
strúkandi byrjan. Góða byrjanin hevur sjálvt tikið starvs-
fólkið hjá TeleF á bóli, tí tey høvdu ikki væntað at undir-
tøkan fór at vera so góð beinanvegin.
Felagið byrjaði alment at taka ímóti nýggjum kundum
14. desember, men ferð kom ikki á, fyrr enn TeleF hevði
sett lýsingarátakið í verk fyri góðari viku síðani, og
síðani lýsingarnar hava eini tredivu valt at skifta til TeleF
um dagin.
- Vit eru stak væl nøgd við byrjanina, og nú nærkast
kundatalið teimum trý hundrað. Okkara mál er at náa
túsund kundum innanfyri tann næsta mánaðin, sigur
Billy Hansen, stjóri.
Skjótt fer tað triðja telefelagið at bjóða seg fram á
marknaðinum. Tað er felagið Alnót, sum enn ikki hevur
loyst frá landi.
Billy Hansen heldur, at tað var ein fyrimunur hjá
teimum at vera fyrst at taka kappingina upp við Føroya
Tele.
- Eg haldi avgjørt, at tað er ein fyrimunur at vit eru
fyrsti kappingarneyti hjá Føroya Tele, tí so eru vit fyrst
at fáa fatur á teimum, sum høvdu ætlað sær at skift
frammanundan. Tað verður torførari at fáa tey at skifta
frá okkum til ein triðja, sigur stjórin í TeleF.
(Seinni í árinum løgdu Tele F og Alnót, sum gjørdist
til Kall, saman í eitt felag, blðm.).
Nú tosa deyv í fartelefon
Februar: Við at senda stutt skrivlig boð gjøgnum
fartelefon hava tey deyvu fingið eitt nýtt og ómetaliga
hent samskiftisamboð
Tað eru ikki bara ungir skúlanæmingar, sum veruliga
hava tikið SMS-boðini til sín. Eisini tey deyvu hava
varnast henda nýggja samskiftishátt og brúka hann nógv.
Maria Ellefsen er deyv og er eisini formaður í Deyva-
felagnum. Hon hevur havt fartelefon í næstan eitt ár, og
hon sigur, at síðan hon fekk henda møguleikan, er
hennara persónliga frælsi økt nógv.
- Eg kann nú í størri mun velja sjálv, hvønn eg seti
meg í samband við, og hvønn eg vil samskifta við. Sum
deyvur hevur tú ikki altíð so stóra ávirkan á slík
viðurskifti. Eg kenni meg ikki so bundna at øðrum
longur, sigur Maria.
Fyrr var tað ofta so, at onkur mátti ringja fyri Mariu,
tá hon skuldi seta seg í samband við onkran vin ella
arbeiðsfelaga. Hesum ræður hon meira sjálv yvir nú enn
áður.
- Ofta var eg noydd at brúka foreldrini sum millumlið,
tá eg skuldi lata boð frá mær, og tað er ein stórur lætti at
sleppa frá hesum. Nú sendi eg boðini beinleiðis til
viðkomandi við telefonini. Soleiðis kann eg hava mítt
privatlív privat, leggur Maria læandi afturat.
Næmingar landa Næraberg
Februar: Skúlastjórin í Ósáskúlanum í Klaksvík gav
45 næmingum frí í tveir dagar, so teir kundu landa
Næraberg
Tá Næraberg kom aftur av túri í ES sjógvi suðuri móti
Írlandi, var stórur flokkur av skúlanæmingum í Klaksvík
til reiðar at landa skipið.
Veiðan hjá Næraberg verður løgd upp hjá Northern
Fish Cold Storage í Klaksvík, og tað er umráðandi fyri
reiðaríið, at skipið verður landað sum skjótast, so tað
kann sleppa aftur til fiskiskap.
Tí var samband millum Ósáskúlan og reiðaríið um at
fáa skúlanæmingar at veita eina hjálpandi hond. Stund-
um stendur á at fáa nóg mikið av fólkið, um arbeiðast
skal í fleiri vaktum.
Stjórin í Ósáskúlanum játtaði, at eini 45 næmingar í 9.
flokki skuldu sleppa til arbeiðis.
- Eg rokni við, at næmingarnir kunnu læra nógv av
hesum døgunum. Hetta er eitt áhugavert samstarv, sum
sjálvandi ikki skal misbrúkast, sigur Símun Petur Hjelm,
stjóri í skúlanum við Ósánna.
Skúlanæmingunum í Klaksvík dámdi væl at sleppa til arbeiðis
Calix Black vaks upp í
Klaksvík, men er nú kendur
kurvabóltsspælari í Noregi
Fekk bóltin aftur úr Íslandi
Mars: 10 ára gamli Andrias, sum býr í Saltangará,
fekk um dagarnar ein pakka úr Íslandi. Í pakkanum
var ein bóltur, sum Andrias misti á sjógv í Føroyum
fyri meira enn fimm árum síðan
Bólturin hjá tí nú 10 ára
gamla Andriasi Troest
Hansen úr Saltangará fór á
sjógv fyri hálvumsætta ári
síðan og varð burtur. Men
nú er hann afturkomin. Av
Norðurlandinum í Íslandi.
Tey vóru familjuútferð í
Dali, tey hjá Andriasi. Og
smádreingirnir spældu
bólt, sum teir eru vanir.
Ter brúktu bóltin hjá
Andriasi, sum mamman
hevði verið so fyrivarin at
skriva navn og telefonnummar á, um han skuldi blivið
burtur.
Men tað hjálpti bara einki, tá hann fór á sjógv í Dali
og rak til havs, hildu tey.
Men fyri umleið einum mánað síðan ringdi telefonin
hjá Andriasi og teimum. Úr Íslandi. Ein kona fortaldi
teimum, at tey høvdu ein bólt, sum Andrias átti. Og tey
vildu fegin senda bóltin aftur til Føroya.
Tað gingu nakrir dagar, so kom bólturin í einum
pakka. Saman við einum korti, sum vísir, hvar hann er
funnin og einum lokalblaði, har maðurin, sum fann hann,
hevur greitt frá hesum bóltinum.
Andrias saman við bóltinum,
sum hann fekk aftur úr
Íslandi
Har greiddu teir frá, at Flyvestation Torshavn í
Mjørkadali og Færøernes Kommando við Hoyvíksvegin
verða løgd saman til eina støð, sum kallast Færøernes
Kommando, og hon skal halda til í Mjørkadali.
Jesper Dinesen varð samstundis alment settur sum
leiðari av nýggja danska myndugleikanum í Føroyum,
Færøernes Kommando í Mjørkadali, meðan Erik Præste-
gaard, sum hevði leiðslan í Mjørkadali, verður
starvsfólkaleiðari.
Hóast tað alment varð boðað frá samanleggingini í
januar, so verður sjálv samanleggingin ikki framd fyrr
enn komandi ár. Ætlanin er, at hølini við Hoyvíksvegin
standa tóm á sumri í 2002.
Í januar vóru 107 fólk knýtt at teimum báðum støð-
unum, men tá samanleggingin er framd, verða bara 80
fólk á støðini. Av hesum eru eini 10 sivil.
15
14
Nr. 250 - 29. desember 2001
Brot úr 2001
2001
Eyðun Klakstein
2001 gjørdist eitt minniligt ár - bæði fyri tað góða og tað ringa. Mest
skakandi hendingin í árinum var helst yvirgangsatsóknin í USA, sum
hevði við sær veruligt kríggj í Afghanistan. Heimsbúskapurin varð
ávirkaður av hesum, og eisini heima hjá okkum merkist ófriðurin og
tað, sum kom í kjalarvørrinum.
Tað vóru eisini hendingar á heimaliga pallinum, sum vóru minni-
ligar. Ein av teimum var, at eftir 10 mánaðir segði Tórbjørn Jacobsen
seg frá sum landsstýrismaður. Hann hevði gjørt veruliga vart við seg
hesar mánaðir, og tá fólkatingsvalið so var hildið, fekk hann dygga
undirtøku og endaði á fólkatingið, har eingin góð søga er at siga um
hann enn. Men fyri framman bíðar 2002.
Fyrrverandi løgmaður, Marita Petersen, sum við stórum dirvi stýrdi
Føroyum í svárastu krepputíð her á landi, doyði. Føroyingar vóru eisini
uppi í, tá eitt SAS flogfar datt niður í Italia.
Hetta var eisini árið, tá onkur breyt inn á heimasíðuna hjá bispi.
Teldusníkar eru gerandiskostur á internetinum, og nú helt onkur, at
tíðin var komin til at arga bisp.
Á næstu síðunum hava vit savnað nakrar av søgunum frá 2001. Her
er ikki talan um nakað fullfíggjað yvirlit, men heldur brot úr árinum.
Og tað eru ikki altíð tær mest týðandi politisku søgurnar, sum eru
tiknar við, men heldur eitt fjøltáttað úrval av tí, sum føroyingar tókust
við í árinum.
Tobbi, terror og teldusníkar
Sosialurin letur upp
redaktión í Norðoyggjum
Januar: Endamálið við hesi nýggju deildini í Norð-
oyggum er at koma meira víða kring landið og at gera
Sosialin meira sjónligan uttan fyri miðstaðarøkið
Fríggjadagin 26. januar lat Sosialurin upp deild í
Klaksvík.
Sosialurin hevði framman undan havt blaðfólk í
Klaksvík í eina tíð, men í januar gjørdi blaðið av, at tað
varð lagt veruligt grundarlag undir eina sjálvstøðuga
redaktión, sum burturav skuldi hava til uppgávu at røkja
tíðindaflutningin úr Norðoyggjum.
Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, segði, at blaðið
leingi hava arbeitt við hesum ætlanum.
- Nú tøknifrøðin er so framkomin, er tíðin komin til
gera ætlanina til veruleika. Í hesum sambandi hevur
blaðið eisini innrættað seg væl og fingið til vega ta mest
nýtímans útgerðina, segði hann.
Jan Müller vísir annars á, at tað er ikki av tilvild, at
Sosialurin hevði valt Norðoyggjar til hesa fyrstu veruliga
redaktiónina uttan fyri høvuðsstaðin.
- Fyri tað fyrsta er Klaksvík næststørsti býurin í land-
inum, og harnæst eru Norðoyggjar eitt av okkara mest
týðandi fiskivinnuøkjum.
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, hongur skelti upp
í Klaksvík
Suðuroyingar í øðini
Januar: Politikarar, vinnulív og fólk í Suðuroy vóru
vónbrotin, tá Suðuroyggin varð útilokað frá at fáa
útgerðarhavnina til oljuvinnuna
Suðuroyingar vóru alt annað enn fegnir, tá oljufeløgini
gjørdu av, at útgerðarhavnin til oljuvinnuna skuldi verða
í Runavík ella Havn.
Hóast nógv tosaðu fyri, at útgerðarhavnin skuldi
leggjast í Suðuroy, so hevði politiski myndugleikin lagt
upp í hendurnar á oljufeløgunum at gera, hvar
útgerðarhavnin skul verða. Og tey lótu ikki Suðuroynna
sleppa at bjóða upp á hesa havn. Tað skuldu Runavík og
Ólóglig gengransking
í Føroyum
Januar: Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, varð
meldað til fútan fyri at hava tikið blóðroyndir frá
føroyingum til gengransking. Neyðugu loyvini frá
vísindasiðseminevndini vóru ikki fingin til vega til
hesar royndir
Í januar mánaði kundi
Sosialurin bera tey boðini,
at virdi týski granskarin
Ulrike Steuerwald varð
meldað til løgregluna fyri
ólógliga gengransking í
Føroyum.
Ulrike Steuerwald hevur
arbeitt í Føroyum í fleiri
ár, men starvast nú í
Hannover í Týsklandi.
Hon var farin undir at
kanna sjúkuna vødda-
svinn, og granskingin
skuldi fara fram á University
Hospital í Nijmegen í
Hollandi.
Hetta var gjørt í samstarvi við foreldur at børnum við
sjúkuni. Familjulimir hjá sjúklingum vórðu spurdir, um
teir høvdu hug at lata blóð til granskingina, og tað stóð
fólki frítt at velja. Tey, sum vildu vera við, skuldu møta
upp á Landssjúkrahúsinum, har royndirnar vórðu tiknar.
Høgni Djurhuus, formaður í vísindasiðseminevndini,
segði við Sosialin, at nevndin ikki hevði fingið nakra
umsókn til hesa granskingina hjá Ulrike Steuerwald, og
tískil fyrilá heldur eingin góðkenning frá nevndini.
- Tað, sum nevndin fyrst og fremst hevur í huganum,
tá støða verður tikin til umsóknir, er, at granskingin
kemur øllum samfelagnum til góðar. Endamálið er, at
samfelagið fær ágóðan av granskingini. Annað av
aðalmálum okkara er, at blóðgevarnir eru tryggir. Teir
skulu hava ta neyðugu upplýsingina um granskingina
áðrenn, segði Høgni Djurhuus.
Nógv kjak stóðst av hendingini, og næstu tíðina
viðgjørdu flestu av føroysku fjølmiðlunum málið
Ulrike Steuerwald varð
meldað til løgregluna
Tá SMS boð gerast ein
plága
Januar: Fyritøkur og onnur hava fingið ein nýggjan,
ókeypis og sera ómakaleysan hátt at marknaðarføra
seg, nevniliga við at senda lýsingar sum SMS boð.
Í januar mánaði fingu at kalla allir føroyskir fartele-
fonfelagar fingið eini SMS boð, har ein konsertfyrireikari
lýsir við, hvar atgongumerki til konsertina kunnu keypast,
og hvussu nógv tey kosta. Og undan býráðsvalinum í fjør
fingu mong eisini SMS boð við áheitan frá einum valevni
í Havn um at velja seg.
Men hesin dreymurin hjá lýsaranum um ein nýggjan og
bíligan hátt at lýsa við kann lætt gerast ein marra hjá
móttakaranum, tí eingin føroysk lóg verjir fartelefon-
felagar frá ágangandi lýsarum.
- Einki juridiskt liggur til hindurs fyri hesum slagi av
marknaðarføring, men tað stríðir ímóti teirri grund-
hugsjón, sum kemur fram í til dømis teirri donsku
marknaðarføringslógini, um at fólk skulu hava møguleika
at siga nei takk til at fáa lýsingar, sigur Jógvan Thomsen,
stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum.
Tað er lætt umvegis serlig forrit at senda SMS boð til
nógvar fartelefonir í senn.
Havnin gera.
- Stóri brølarin var, at løgtingið ikki gjørdi av, at
útgerðarhavnin skuldi verða í Suðuroy, helt Henrik Old,
tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
- Tað undrar meg stórliga, at Suðuroyggin ikki so frætt
sum sleppur at bjóða upp á útgerðarhavnina, segði hann.
- Hetta er ein keðilig støða, men soleiðis kann tað
enda, tá tú telvar við teimum stóru, helt Flemming
Mikkelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Føroyskur brævbjálvi fyri
30.000 krónur
4. januar: Tað kann verða eitt gott hugskot at goyma
brævbjálvar, tí eftirtíðin lønar slíkum sera væl
Nógvur peningur kann vera at fáa, um tú hevur okkurt
gamalt og áhugavert bræv liggjandi í óruddinum á loft-
inum. Onkur hevur í øllum førum gjørt kubbi við at selja
eitt gamalt føroyskt bræv á uppboðssølu á Børsen í
Keypmannahavn.
Talan var um ein brævbjálva, sum varð sendur til
Føroya Banka í Tórshavn tann 23. januar 1919. Brævið
varð eisini sent úr Havnini, og frímerkini høvdu tá eitt
virði á 22 oyru.
Tað, sum samlarar halda vera áhugavert við brævinum,
er, at tvey av frímerkjunum er skrødd.
- At frímerkini eru skrødd vísir, at hetta brævið ikki er
gjørt til samlarar, men at tað veruliga hevur verið í brúki.
Hetta er orsøkin til, at tað hevur so stórt virði. Tá í tíðini
vóru tað bara Føroya Banki og handilsmenn, sum fingu
hesi 2 oyru frímerkini, sigur Suni Vinther, frímerkja-
savnari, sum var til staðar á uppboðssøluni.
Brævbjálvin varð seldur fyri 30.000 krónur.
- Tað eru nógv fólk, sum halda, at eitt skrætt frímerki
ikki hevur nakað virði, men ein skal ongantíð tveita
nakað gamalt burtur, uttan at onkur serkønur á økinum
hevur hugt at tí fyrst, sigur Suni Vinther.
Í Føroyum er áhugin fyri filateli ikki serliga stórur. Á
vanligum fundum hjá filatelistfelagnum møta eini tíggju
fólk hvørja ferð, men felagið hevur eini 25 limir.
C
M
Y
K
14