Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 250 - 29. desember 2001 NÝGGJÁRSGREIN Jóannes Eidesgaard, floksformaður Úti í heimi hevur farna árið verið merkt av ófriði, ótryggleika og ótta, og tí- verri ber ikki til at siga, at útlitini fyri komandi árið eru av teimum bestu. Hetta er ein veruleiki, sum eisini er viðkomandi fyri okkum og uttan mun til, hvat vit annars halda, so ávirkar alt hetta okkara gerandisdag. Yvirgangsatsóknir og kríggj er fruktin av tí ónda, og tí skal tað vera mín vón, at tikið verður um rótina av tí, sum elvir til at menn- iskjað vísir seg frá sínari negativu síðu. Ongin ivi er tí um, at órættvísa býtið millum ríka og fátæka part- in av heiminum og spenn- ingur millum trúarsløgini er ein av høvuðsatvoldun- um. Her heima hevur nú skjótt farna árið aftur verið merkt av, at vit hava verið vælsignað við fiskiríki- dømi og høgum fiskaprís- um og harav skaptum bú- staðartrupulleikum. Hóast byrjandi tekin um trupulleikar í alivinnuni og í fiskivinnuni, so eru út- litini fyri vøkstur framvegis góð. 2001 fer uttan iva at verða mint fyri árið, har føroyingar raktu við olju. Hetta skapar møguleikar, men eisini avbjóðingar, og nú mín vón er, at vit framhaldandi fara at bera okkum eins skilagott at, sum vit higartil hava gjørt. Annars hevur farna árið verið merkt av nógvum ósemjum á arbeiðsmarkn- aðinum og í politiskum høpi. Gloymda fólkaat- kvøðan í mai var væl sakt- ans endabresturin á upp- runaligu fullveldisætlanini. 2001 fer at verða mint fyri at vera árið, har út við 400 mió. kr. vórðu skornar burtur av okkara inntøkum. Frá at hava glæsilig fíggj- arlig útlit, skulu vit nú aftur liggja og togast um hall og niðurskurðir. Eingin í samgonguni hevur enn hugsað um, hvørjar avleiðingar verða, um høvuðsvinnan verður fyri afturstigum, sum ann- ars tíverri er ein søguligur veruleiki. 2002 verður valár. Tað í sjálvum sær letur upp fyri ávísari optimismu. Veljarin fer enn einaferð at hoyra um mongu politisku ætlan- irnar, ymisku flokkarnir fara at borðreiða við, men við støði í føroyska veru- leikanum verður hann neyvan tikin av fótum. Mín vón fyri 2002 skal vera, at vit fáa ein politiska meiri- luta, sum fer at seta fólk- sins viðurskifti í fyrstu røð. Viðurskiftini, sum eru her rundan um okkum og sum hava týdning fyri okkara lív og trivna. 2002 verður eisini árið, tá Føroya Løgting kann há- tíðarhalda 150 ár, síðan tað varð endurreist. Vónandi kunnu vit politikarar í okkara yrki geva okkara aldagamla løgtingi eina heiðurliga gávu við po- litiskum avrikum. Vegna Javnaðarflokkin og meg sjálvan vil eg ynskja øllum føroyingum burturi sum heima eitt gott nýggjár við tøkk fyri farna árið. Við nýggjársleitið Tað var eitt afturstig fyri fólkaræðið í Føroyum, at fólka- atkvøðan varð avlýst í mai. Tað er ein av- bjóðing fyri fólka- ræðið í Føroyum, at oljan er funnin. Komandi ár fer at prógva, at fólkaræðið í Føroyum fer at vinna kortini. Og við tjóðarfrælsinum taka vit eisini okkara stig til, at fólkaræðið kann vinna í heiminum í hesi øldini NÝGGJÁRSGREIN Høgni Hoydal Heimurin rópar eftir fólka- ræði. Heiminum tørvar samfeløg og lond, har menniskju kunnu liva eitt gott og ríkt lív við virðum, ið røkka longur aftur enn dagin í gjár og longur fram enn dagin í morgin. Ein friðarligur og rætt- vísur heimur má byggjast á samfeløg við samhalds- festi. Har hvør hevur mest møguliga ávirkan á sín egna gerandisdag og sítt egna samfelag. Har hvør kennir ábyrgd mótvegis næstanum og ættarliðunum sum koma. Allar hesar møguleikar hava vit í Føroyum. Og tá vit um skamma stund traðka út í heimin sum fræls tjóð, hava vit nógv at takka fyri og nógv at geva. Framburður við ongum rættvísi Ongantíð áður hevur mannaættin framleitt so nógv materielt ríkidømi. Ongantíð áður hevur heim- urin verið so neyvt bundin saman við tøkni og flutn- ingsmøguleikum. Ongantíð áður hava verið so fáar forðingar fyri, at veruligt fólkaræði kann blóma í heiminum. Har hvør tjóð hevur somu rættindi og verður vird sum aðrar. Har hvørt menniskja hevur somu rættindi at skapa sítt egna lív og hevur mest møguliga ávirkan á sítt egna samfelag og sín egna gerandisdag. Tað sama varð sagt og vónað av mongum, tá heimurin traðkaði inn í 20. øld. Tøknin og vísindin og framleiðslan fóru at skapa ein friðarligan og rættvísan heim, hildu mong. Men 20. øld gjørdist blóðugasta øld í heimssøguni. Hon hýsti kríggi, hatri og órættvísi millum tjóðir og menn- iskju, sum enn í dag eru orsøkir til nýggjar bar- dagar, kúgan og sorg. Og tíverri er 21. øld byrjað á júst sama hátt. Við kríggi og blóði og ótta. Kvinnur, børn og ósek lata lív fyri gerðir hjá einstak- lingum og løgnum rørslum. Tá fyrstu steinurin er kastaður og ósek hava latið lív, er tann ónda ringrásin byrjað, sum ger tað so trupult at fyrigeva og byrja av nýggjum. Støðan tykist óloysilig. Bert fólkaræði kann skapa frið Men vit vita øll, at tað er bert fólkaræði og eitt rætt- víst býti av heimsins virð- um, sum kann skapa ein friðarligan heim í hesi øldini. Heimurin framleiðir nóg mikið av mati, vitan, tøkni og brúkslutum til øll heimsins fólk - høvdu vit bert viljað og dugað at býtt virðini rættvíst. Heimurin kann framleiða uttan at dálka og niðurpína fólk og náttúru – um vit lata fólkaræðið og ikki blindar kreftir stýra okkum. Skal henda øldin ikki gerast blóðugari enn farna øld, so er bert ein loysn: Veruligt fólkaræði. At fleiri tjóðir og samfeløg gerast fræls og fáa ábyrgd fyri síni egnu menning. So tað ikki fremvagis eru peningavald og hernaðarvald við ongum andliti, sum stýra framtíð- ini hjá einstøku samfeløg- um og halda teimum í skuldarhafti ella vápna- hafti. Í løtuni verða trupul- leikarnir í heiminum loystir á skræðuni – við øktum hernaðarvaldi og øktum peningaligum hafti. Men tað skapar bert nýggjar krúttunnur, ið kunnu bresta hvørja løtu. Okkara ábyrgd í heiminum Men hevur tað nakað við okkum at gera í Føroyum, spyr so onkur? Ja, tað hevur alt við okk- um at gera. Vit hava í Føroyum fing- ið og hava skapt okkum møguleikar, sum ikki eru teimum mongu beskorin. Vit hava okkara mentan og okkara virðir, sum eru grundarlag fyri at skapa eitt gott samfelag og eina frælsa tjóð millum heim- sins tjóðir. Okkara land liggur mitt í heimsins ríkasta nattúrutilfeingi. Vit kunnu heysta fruktirnar av teimum trøum, sum náttúran letur vaksa – uttan at skræða trøini upp við rót ella dálka vakstrarum- hvørvið. Vit hava nógv at geva heiminum. Vit eru dømi um eina tjóð, har vit skilja okkara avmarkingar mót- vegis náttúruni og mótvgeis hvørjum øðrum. Vit eru dømi um eina tjóð, har vit hava kenslurnar og virðini við og kunnu skoða ígjøg- num okkara samfelag. Vit kunnu síggja, hvar tey materiellu virðini varða skapt. Vit vita, at eitt sam- haldsfast samfelag er einasti háttur at skapa tryggleika og rættvísi fyri øll. Vit kunnu ikki blunda og lata fólk detta burtur- ímillum í samfelagnum. Grundin er laðað – nú resta húsini Vit standa í dag við øllum møguleikum á hondini. Tað hevur ongantíð gingið betur í samfelagnum búskapar- liga, nú vit ikki hava brúkt danskan blokkstuðul. Hetta er ikki nøkrum til- vildarligum politikarum fyri at takka. Hetta er øllum tykkum fyri at takka, ið hava arbeitt og stríðst fyri at fáa endarnar at røkka saman gjøgnum kreppuna og sum hava trúð uppá framtíðina – hóast allar ómegdarprædikur frá leiðandi fólki í landinum. Tit hava laðað og stoypt grundina til eitt sjálvstøð- ugt og sjálvberandi sam- felag. Nú er greitt at byggja eini góð, haldgóð og rúmlig hús á trygga grund. Tað krevur nógv av okk- um: At vit veruliga fara brúka okkara orku til at at skapa javnbjóðis møguleikar fyri okkara ungu við betri útbúgvingarmøguleikum. At vit betra møguleik- arnar hjá barnafamiljum at støðast og hjá føroyingum at koma heimaftur á klett- arnar. At vit byggja okkara dag- stovnar, skúlar, eldrarøkt og almannaverk á eitt nógv tryggari støði. Tað krevur, at vir fáa skil á okkara umsiting av fiski- ríkidømi, aling og at vit leggja alla orku í at umsita okkara oljuríkidømi til frama fyri alla tjóðina. Her er ov mikið at brúka okkara fólkaræði til, um vit ikki aftur skulu lata okkum kollrenna av ábyrgdarloys- inum. Fólkaræðið vinnur Tað var eitt afturstig fyri fólkaræðið í Føroyum, at fólkaatkvøðan varð avlýst í mai. Tað er ein avbjóðing fyri fólkaræðið í Føroyum, at oljan er funnin. Komandi ár fer at prógva, at fólkaræðið fer at vinna kortini. Og við tjóðarfræls- inum taka vit eisini okkara stig til, at fólkaræðið kann fara at vinna í heiminum í hesi øldini. Við hesum míni bestu ynski um eitt gott nýggjár til allar føroyingar. Fólkaræðið fer at vinna kortini 2001 2001 2001 2001 2001 20 2001 20 2001 00 2001 0 2001 01 2001 C M Y K 13 12