týsdagur 16. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2010
15
Málið snýr seg um ein rætt,
sum fólkaræðið gevur okkum:
Vel ein góðan politikara, so
hevur tú ávísa ávirkan á,
hvussu samfelagið verður
skipað. Tú hevur at kalla
onga ávirkan, men hetta er so
tann møguleiki, tú hevur.
Spurningurin er: hvørja
ávirkan hevur tú, tá ið tú
IKKI sleppur at velja tann á
ting, sum tú vilt hava á ting?
Ella uppaftur verri: hvussu
stóran skaða gert tú, tá ið tú
ferð eftir ferð velur »skeiv«
fólk inn á ting, tí tú ongan
annan valmøguleika hevur?
Er nakað at siga til, at so nógvir
vánaligir politikarar hava sitið á
tingi millum ár og dag, tá ið vit
ikki geva okkum sjálvum
møguleikan at velja tey bestu?
Og hvussu mangan hendir
ikki júst tað, tá ið tú ert búsettur
í lítlum, politiskt øskukøldum
valdømi?
Tað er sum at vinna í
happadráttinum bæði at búseta
seg á bygd og sleppa at velja
fólk inn á ting, sum eiga at
sleppa at sita har. Skipanin, ið
var, bant ov nógv okkara polit
isku evni og kraft niður. Eitt
valdømi loysti hesar óneyðugu
bindingar og gjørdi okkara lítla
land nógv størri og politiskt
sterkari.
Ávirkanin var eyðsýnd: fólk
valdu øðrvísi. Fleiri breyð
politikarar vórðu ikki valdir
innaftur. Nýggj fólk sluppu
framat.
Tey, sum fólkið vrakaði,
komu inn gjøgnum bakdyrnar,
sita nú aftur á tingi og virka nú
fyri at skrúva tíðina aftur,
binda okkum niðuraftur, tí á
tann hátt eru teir betur tryggj
aðir.
Flestu fólk við teimum bestu
førleikunum og teimum bestu
útbúgvingunum búgva í Havn.
Tann politiska skipanin skal
tryggja, at so fá teirra, sum til
ber, sleppa framat at brúka
førleikan. Tey SKULU koma
av bygd.
Er nakað at siga til, at bestu
heilar landsins ikki koma
aftur?
Vit hava eina politiska skip
an, sum virkar fyri at
avmarka, hvussu nógv skal
fáast burtur úr heila og
útbúgvingarkapasitetinum í
Havn.
Á sama hátt sum vit smíða
lógir, sum tryggja, at vit ikki
bryggja tað besta ølið, vit
kunnu bryggja í landinum,
smíða vit lógir, sum forða fyri
at meira enn eitt vist av før
leikanum í Havn verður brúktur
í tinginum. Hvussu forbannað
smalur kann maður verða?
Í Tinginum hevur verið
trúttað niður í fólk, at nú var
Havnin nóg væl stuðlað – Ikki
gera íløgur í landsins besta
studentaskúla – ger íløgur úti á
bygd – úrslitið í dag er, at
flaggskipið er um at verða
stongt, tí tað hevur fingið alt ov
lítlan pening til røkt og nýgerð.
Høvuðsborgin er soppafongd
og pínliga ótíðarhóskandi.
Landsins frægastu ungu heilar,
tey, sum um nøkur ár skulu
koma aftur til okkara sum
búskaparfrøðingar og læknar og
havfrøðingar, hava ringastu
skúlakor orsøkin er politisk
skeiklað raðfesting. Flott!
Landssjúkrahúsið hevur ikki
ráð at senda síni starvsfólk á
skeið, tí peningurin skal verða
javnaður út á trý sjúkrahús. Øll
trý húsini ana, og eingin fær
nóg mikið. Flott!
Hetta er sama sjúka sum tá ið
hvør bygd hevði sítt flakavirki
við tí úrslitið, at øll fóru á
húsagang, tí tað var ikki nóg
mikið av fiski til øll.
Hetta var ørskapur, og hesin
ørskapur hevur bara borið til, tí
vit høvdu eina skeiva valskipan.
Hví var politisk semja um at
brúka 1 milliard til eitt hol til
Sandoynna oman á gøluna og
upptakið við Gomlurætt og
brølaraframhaldssøguna í
Skopun, samstundis sum vit
hava ikki ráð at geva krabba
sjúkum optimal kor, ikki hava
ráð at venja fólk uppaftur, sum
hava
fingið álvarsligan løst, ikki
hava ráð at hava skúlarnar
dagførdar, ikki hava ráð at reka
eitt landsbókasavn?
Svarið var einfalt: tí at tríggir
flokkar kappaðust um at fáa ein
politikkara av Sandoynni á ting.
Teir eru bíligir í atkvøðutali á
Sandoynni, men garparnir av
Sandi kostaðu okkum skatt
gjald arum í hesum føri ½
milliard hvør, og við valskip
anini kundu teir trýsta ørskapin
ígjøgnum. Við allari virðing
fyri teirra bjarta intelligensi,
við allari virðing fyri teirra
statsmansevnum og politiska
tevi, so kenni eg meg sann
førdan um, at vísdómur teirra
Páls og Gerhards er ikki tað
verdur hálva milliard pr. stk.
heila.
Besta tekin um, at Edmund
Joensen veruliga skilti, hvat tað
er, at vera landspolitikari, er, at
allir teir, sum sleppa inn á ting,
grundað á lyfti um ikki
at vera landspolitikarar men
bara forlongdir armar hjá
ávísum bygdum ella
kommunum, er, at teir koma
bak á bak fram nú og tosa um
tann órætt, bygdunum verður
fyri.
Píniliga avdúkingin er, at
annar sannleiki kemur fram í
goraganginum: nú hava
politiskt at sær komin bydarfólk
endiliga fingið tað frælsið,
teimum altíð hevur longst eftir
frælsið at velja tey, tey veruliga
vilja hava á ting, og ikki bara
onkran við politiskum ambi
tiónum og kanska ikki sam
svarandi evnum, sum hevur
búsett seg í nánd av teimum.
At fara aftur til fleiri valdømi
nú er at gera hetta lítla landið
nógv minni enn tí tørvar at
vera. Tað fer at taka demokrat
iska rættin frá okkum at fáa tey
fólk inn á ting, vit vilja hava at
sita har og fer at taka seinasta
dropan av politiskari motivatión
frá fólki.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
tíðargreinin
Jonhard Mikkelsen
Tíðargreinin
Rætturin at velja tann, tú
veruliga vilt hava á ting
Íkast til kjakið at varðveita Føroyar sum eitt valdømi
– Í Tinginum hevur verið trúttað
niður í fólk, at Havnin hevur
fingið nóg mikið, og tí skulu
íløgur ikki gerast í landsins besta
studenta skúla – gerið heldur
íløgur úti á bygd. Úrslitið er,
at flagg skipið er um at verða
stongt, er soppafongt og pínliga
ótíðarhóskandi, heldur Jonhard
Mikkelsen
– Hví var politisk semja um at
brúka eina milliard krónur til
eitt hol til Sandoynna? Við allari
virðing fyri Pálli og Gerhardi, so
kenni eg meg ikki sannførdan um,
at vísdómur teirra er verdur hálva
milliard pr. stk., sigur Jonhard
Mikkelsen