Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 52 - 16. mars 2010 viðmerkingar – álit í málinum um at fíggja skilaleysa ABC- politikkin. Sjálvandi er undirritaði greið ur yvir átrokandi støðuna í fíggjar- og búskaparstøðu landsins gjaldførisviðurskiftunum viðvíkjandi, og at tørvur er á lántøku, fyri at gjalda áhaldandi hall lands kass- ans, er hvørs mans vitan. Hinvegin hevur minnilutin ongan leiklut havt í polit- isku tilgongdini til fíggjar- ætlaða hallið hjá landinum í 2010, minnilutin atkvøddi av somu orsøk ímóti gald- andi fíggjarlóg, táið atkvøtt varð fyri jól í fjør, og tí ber ikki til at taka undir við lántøku til fígging av halli, sum ein ongan lut og als onga ábyrgd eigur av. Tí er einasta logiska rationale, at minnulutin atkvøður ímóti løgtingsmáli no. 113/2009: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan. Fíggjar- og búskapar- politikkurin og serstakliga fiskivinnupolitikkurin, sum rikin er síðani fyrra ABC- samgongan tók við heima- stýrisvaldinum í 2004, fyrst undir javnaðar- og síðani undir sambands- leiðslu, kundi ikki elva til annað enn verandi støðu. Størsti trupulleikin er tó, at viðmerkingarnar í umbøn- ini, um undirtøku fyri lántøkuni, geva greiða ábending á, at sitandi lands stýrið als onki hevur skilt av veruligu støðuni landið stendur í. Ábend- ingar eru um, at ætlanin er at lána seg fram til búskap- arligt ragnarrok, heldur enn at gera tað politiska skiftið, sum neyðugt er, skal hugsingur vera um, at koma uppá turt áðrenn væl er. Føroyum tørva ein búskaparmálaráðharra. Í øðrum londum stendur hesin fyri strategiska poli- tikkinum, táið tað snýr seg um at tryggja framtíðina hjá tjóðini nakað inn í eina annars ókenda framtíð. Í hvussu er so langt sum búskaparligu træðrirnir megna at toyggja seg. Fíggjarmálaráðharrin, soleiðis sum hetta starvið verður praktiserað í Føroyum í løtuni, og hesi árini síðani 2004, CHE- samgongan undantikin, er ikki annað enn ein gemen- ur bókhaldari, sum bara staðfestir politiska hug- sjónarloysið í turrum tøl- um, táið ólukkurnar eru hendar. Ein politiskur kompostkassi ella eitt politiskt ruskílat. Eftir tað er bara kanossagongdin í tingið eftir, fyri at fáa nóg nógvar ignorantar, at taka undir við at fíggja negativu saldo´ina. Viðmerkingarnar í upp- skotinum geva greiðar ábendingar um, at upp- skotsstillarin onki hevur skilt av fíggar- og búskap- arstøðu landsins. Alterna- tivi møguleikin er, at hann í greiningini roynir at halda hondina yvir vanstýringini tey árini, hann sjálvur sat við landsins leiðslu. Líka- mikið hvør orsøkin er, so animera viðmerkingarnar til, at ringa skilið heldur fram eftir hesa lántøkuna, og at teymaleysa kring- ekjan bara heldur á at mala, sum um onki var hent. Um eitt ár sita somu fíggjarnevndarlimir enn einaferð sum ryssur yvir deyðum fyli, við somu umbøn um fígging, av einum nýggjum halli fyri eitt nýtt fíggjarár, uttan at tey, sum hava fingið um boðandi ræðið frá fólkinum, hava tikið nøkur stig til at venda kaotisku gongdini í fíggjar- og búskapargeira landsins. Vit standa nú yvir leivdunum frá neoliberal- istiska stjórnarlagnum síðani 2004, bálið er slóknað og brandakolið burtur, táið ekstrema høgrafraktiónin í Fólka- flokkinum fekk fult og heilt ræði yvir heima stýr- inum, samsvarandi reto- rikkinum frá sjeyti- og áttatiárunum. Gallións- figurarnir vóru týdningar- og viljaleysir í hesum prosjektinum, sum var sett á lunnar samsvarandi politikkinum, sum stungin er út í kortið í búskapar- ligum reaktorum í USA, ið nú hava elvt til allar sorgar leikirnar, har eitt land fyri og annað eftir er fallið, øll sum domino- leikur í einum yvirskip- aðum niðurgangsspæli. Landsstýrismaðurin sigur, at heimsumfatandi lágkonjunktururin hevur rakt Føroyar, at húsarhald- ini hava skert nýtslu sína munandi, ikki minst av vørum við høgum avgjaldi, og at fyritøkur hava mink- að nógv um íløgur sínar. Samanumtikið verður staðfest, at ”skuldin fer at vaksa rættiliga nógv” og at rentuútreiðslurnar harvið fara at vaksa. Tað er ikki hómingur av politikki í viðmerkingunum um, hvussu landsstýrið ætlar at koma landinum burturúr áhaldandi skeivu gongdini. Uppsummerandi sigur uppskotsstillarin bara, at politiskt átøk skulu til, og at hann saman við vápna- brøðrum sínum ætlar at vera komin burturúr ringa skilinum um 3-5 ár. Onki boð finst í við- merkingunum, tíansheldur í dagsins politikki, um annað enn tað, at seinra ABC-samgongan ætlar at fara við rákinum við sløktum politiskum motori, og síðani mega kreppa og kreditorar taka um endan, táið umboðandi fólkaræðið enn einaferð er komið á ørmundarhús í Føroyum. Tað er eitt bíligt trikk, at geva heimsumfatandi lágkonjunkturinum skyld- una fyri ringu støðuna hjá landshúsarhaldinum. Føroyar munnu vera ímill- um tey londini, sum eru minst ávirkað av heims- umfatandi fíggjar- og síðani búskaparkreppuni, tó so, at fallið í fiska prís- inum á marknaðum okkara togaðu skeiva vegin frá heystinum í 2008 og eitt ár fram. Størri trupulleikin er, at vit ongan fiskivinnu- politikk hava rikið, sum nú er orsøkin til, at nøgdirnar vit hava at selja keyparum okkara eru søguliga lágar, og hartil vera mettar sum discount vørur, táið vit ikki hava megnað at roytt okk- um sjálvi úr merkantilu miðøldini, táið tað snýr seg um altjóða fatanina, ið liggur aftanfyri burða- dygga hugrákið. Táið lands stýrismaðurin gremur seg um minkandi nýtsluna hjá borgarum landsins, sum nú er orsøkin til minkandi inntøkur land- sins, so fellur hetta aftur á hann sjálvan og hansara løgmanstíð, táið Fólka- flokkurin orkestreraði ”minimalstatin”. Trygga skattainntøkan varð sveipað av politiska pall- inum, og nú skuldu MVG- inntøkur og avgjøld finansi era almenna húsarhaldskassan, sum aftur skuldi fíggja týdn- ingarmestu vælferðar tæn- asturnar, ið eru sjálvsagdar í einum siviliseraðum vælferðarsamfelag. Úrslitið er, sum vit væntaðu og vístu á frá byrjanini, at inntøkuskiftið frá og við 2004 er ein alt ov veikur sjuntur, til tað, at regulera grundstøðið undir einum nýmótans vælferðar sam- felag. Minnilutin gjørdi greiði fyri síni støðu til hesi mál í fíggjarlógarálitinum í desember í 2009. Ein strikumynd í álitinum vísir greitt, at politisk støða skal takast til, hvussu vaksandi gapið í landshúsarhaldinum skal fyllast skjótast gjør- ligt, áðrenn vit viljaleys reka út í eina nýggja skuld- ar fellu, og líða rentu deyð- an, har fíggjarligu vælind- ini krympa spakuliga fyri mortes. Ongin politisk viðgerð var í fíggjarnevndini um fíggjarlógaruppskotið seinasta heyst. Minnilutin varð desavoueraður og meirilutin settur undir útinnandi umsiting. Úrslitið varð, at raksturin hækkaði við 127 mió. kr. í mun til uppskotna karmin, sum parlamentarisk trygd annars var fyri í Ólavs- vøkupakkanum. Íløgurnar lækkaðu við 137 mió. kr. Løgtingið varð sett út av spælinum, landsstýrið, sum átti upprunauppskotið, brúkti ein meiriluta í tinginum, sum proforma stempul, til at trýsta eitt nýtt ófyrireikað uppskot ígjøgnum, sum galdandi fíggjarlóg í verandi ári. Demokratiska undirskotið, sum bræddi seg upp ígjøg- num politiska sjóvarmálan, táið ein stórur meiriluti í parlamentinum bráðliga fór at ganga í takt, sambært dirigentstokkinum hjá útinnandi valdinum, stimbrar ikki undir áskoðanina um, at hetta regime fer at taka betri partar fyri seg, fyrrenn fíggjar- og búskaparliga ruinin liggur fyri fótum teirra. Seinastu dagarnir á politiska pallinum hava enn einaferð prógvað, at flokkarnir við valdinum um hendur, sita fyri valdsins sakir, og at teir hanga saman í tómu dogm- uni um at vera samdir um onki. Strikumynd sambært almennum roknskapum og samtyktari fíggjarlóg fyri 2010: Alternativið: Eitt siðaskifti krevst í føroyskum politikki, skal búskaparliga sjálvsmagn- andi skeiva gongdin steðg- ast, og balansarnir í lands- húsarhaldinum fáast á rætt kjøl aftur. Eksperimentið í 2004, samsvarandi neolib- eralu sjokkdoktrinini, er skammlopið og søga. Gapið, illustrerað á striku- myndini omanfyri, skal fyllast skjótast gjørligt. Hetta gerst í stuttum við at tálma almennu útreiðsl- urnar, trimma sektorin allan, skjótast tilber at fáa skil á stovnsrøktina og fiskivinnupolitikkin og at reka ein ekspansivan vinnupolitikk annars. Støða skal eisini takast til tilmælini frá Búskapar ráð- num, sum í summum førum eru brúkilig, og í øðrum førum eru ástøði, ið ikki kann konverterast til politiskan veruleika í Føroyum. T.d. er umrødda bunkringaravgjaldið illa umhugsað. Føroyar høvdu eftir tað verið einasta landið á klótuni, sum legði avgjald á bunkringar, og kreativiteturin í flotanum hevði sjálvsagt havt tað við sær, at hesin sigldi yvir á Eysturlandið at bunkra, ella, at Reiðarafelagið leigaði sær ein tangabát, sum støðugur lá á feltinum, og leskaði illa á holdum komna flotan við neyðuga brennievninum. Ognar- skattur er non grata í Før- oyum, hjá øllum flokkum, hetta er at gera seg inn á fólk, sum hava goldið skattin einaferð av fænum, ið er brúkt til íløgur teirra. Eitt transaktióngjald kann tó umhugsast. Eitt hækkað arvagjald er heldur alterna- tivið. Peningaliga skiftið ímillum ættarliðini er eisini ein ideologiskur spurn- ingur at taka støðu til, men veruleikin er, at Føroyar hava ímillum lægstu arva- gjøld í heiminum, tí er hetta ein sjuntur sum heldur kann skrúvast rætta vegin landshúsarhaldinum til frama. Tilfeingisgjaldið, soleið- is, sum tað er skotið upp í búskaparfrágreiðingini, er verri enn onki. Embætis- menn í metropolinum mega ikki fáa frælsa atgongd til hesar sjuntar- nar, annars verður hetta gjaldið eitt at vápnunum, sum veikir politikkarar snúgva sær til, táið tað leikar á í kringumstøð un- um. Tilfeingisgjaldið má skipast samsvarandi upp- skotinum hjá Tjóð veldin- um um Tilfeingisbúð, har tað er vinnan sjálv, innan- vert lóg- og kunn gerðar- givnar ásetingar, sum ásetir tilfeingisgjaldið samsvar- andi marknaðarligu kring- umstøðunum. Ráðini frá frøðingunum mega kjakast ígjøgnum í eini hug- sjónarligari bráðpannu, tí ástøðin verður ongantíð annað enn grundarlagið undir politiskum telv- ingum, ið eru elvdar av ideologiskum rensli. Har- fyri er upphæddin ikki ræðandi, tað ræður bara um at finna konsensus um alternativið, sum kompen- serar fyri tí sum verður desavouerað í málsgongd- ini. Samanumtikið tekur undirritaði ikki undir við uppskotinum, hóast væl vitandi um, at tørvur er á upphæddini á eina milliard og og tríati mió. kr., fyri at blóðið kann renna í samfelagsins æðrum fram til árskiftið 2010/11. Hetta er ein meginreglulig støða, sum tekur støði í tí veru- leika, at minnilutin onga ávirkan hevur havt á orsøkina til tørvin, og tí ikki atkvøddi fyri fíggjar- lógini og harvið hallinum í landshúsarhaldinum í 2010. Tórbjørn jacobsen Lána vit okkum út á sjógv? Teimum ungu skal man ikki lurta eftir, tey hava ikki vísdóm, sum vit gomlu. »Ungdómur og vísdómur fylgjast sjáldan at«, heldur Katrin Dahl seg vita í lesarabrævi tann 12. mars 2010. Katrin Dahl gitir seg fram til, hví tey ungu í Huxa meina tað tey siga og heldur at tey annars skulu hugsa seg um, áðrenn tey tosa. Sic!! Nakað soleiðis grund- gevur Katrin Dahl, fyrr ver- andi royndur politikkari, í lesarabrævinum fyri sínum sjónarmiði um, at kirkja og statur ikki skulu slítast frá hvør øðrum. Katrin Dahl er ikki einsa møll um at nýta henda argumentatións- teknik, sum populert kall- ast »karaktermorð«, og sum snýr seg um at loypa á og niðurgera avsendaran ístaðin fyri at lurta og við- gera evnið. Eitt gott kjak gevur møguleika fyri at partarnir kunnu gerast klókari, men tað ger slík útsøgn sum henda hjá Katrini Dahl ikki. Hvørki tey ungu ella onnur sum lesa lesarabræv hennara gerast klókari av hesum skrivi hennara. Og Katrin sjálv tykist fyri langari tíð síðani at hava tikið støðu í málinum, hevur lukkað av og man vera trupul at náa við orðum. Soleiðis tykist í hvussu er út frá málburði hennara og mátanum hon svarar hesum útspæli aftur. Í einum góðum konstruktivum kjaki skilir tú persón og evni frá hvør øðrum. Hetta er eitt skúladømi um tað øvugta. Vi alene vide... Turið Debes HenTze