týsdagur 16. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2010
17
viðmerkingar
Millum 10 og 20 sethús í
Havn og aðrastaðni í land
inum verða í dag brúkt til
smáar stovnar, sum allir
tæna einum góðum enda
máli, men teir kundu verð
ið riknir enn betri og
bíligari í einum størri sam
anløgdum stovni, sum varð
bygdur og innrættaður til
endamálið.
Trivnaðarnevnd Løg
tingsins var hósdagin í
farnu viku á vitjan hjá
stovnum undir Nærverk
inum, sum liggja í Tórs
havn. Talan er um smáar
bústovnar fyri fólk við
ymiskum sertørvum, har
millum 4 og 5 fólk búgva á
hvørjum stovni.
Ein ógvuliga áhuga verd
ur túrur, har Trivnaðar
nevndin fekk staðfest, at
hesir stovnar verða riknir
og umsitnir av sera dugna
ligum og eldhugaðum
starvsfólkum, sum gera eitt
sera gott arbeiði.
Kortini stendur serliga
ein spurningur eftir, tá ið
ein hevur vitjað so nógvar
smáar stovnar: Fær
landskassin tann best og
bíligast møguliga raksturin
við so smáum og spjaddum
stovnum og eru umstøð
urnar hjá búfólki og starvs
fólki nóg góðar?
Órationelt við
smáum stovnum
Eingin ivi er um, at hvør
einstakur av hesum stovn
um hava sína egnu søgu,
har teir eru settir á stovn
vegna ein tørv í samfelag
num, og soleiðis hava vit
so við og við fingið ein
stovn fyri og annan eftir,
sum allir hvør sær tæna
einum týðandi og neyðug
um endamáli, sum er at
vera um tey sum hava ser
ligan tørv í samfelagnum.
Men hetta frítekur tó ikki
okkum, sum varða av
lands kassanum at hugsa
um og gera tað, vit kunnu,
fyri at gera tænsturnar enn
betri, samstundis sum
meira verður fingið fyri
hvørja skattakrónu – tað er
hetta, sum liggur til grund
fyri hesum hugsanum
mínum.
Við verandi bygnaði
hava vit í dag eitt rímiliga
høgt tal av atskildum
húsum, sum hava við
ym isk sløg av búfólkum og
brúkarum at gera. Hetta
ger, at meðan eitt hús
kanska er fult og haraftrat
hevur brúk fyri onkrum
plássi aftrat, so hevur eitt
annað okkurt pláss til
avlops, men tú mást taka
altlit tey sum eru á stovnin
um, tí hvør stovnur er
ætlaður og skúlaður til at
taka ein ávísan sertørv. Ein
skeiv samanseting av
brúkarum er óheppin.
Hetta er nátúrligt og
ringt at umgangast, av tí at
húsini liggja so spjadd,
sum samstundis eisini ger,
at talið av t.d. náttarvaktum
er lutfalsliga stórt – tað fær
ikki verið øðrvísi við ver
andi bygnaði.
Samanumtikið er niður
støðan, at hóast hvør
stovn ur ger eitt sera gott og
týðandi arbeiði, so er hesin
rakstrarháttur samanlagt
ikki tann bíligast møguligi,
tí hann er órationellur og
óliðiligur – tú fært ikki
samkoyrt nakað sum helst
millum so spjaddar bygn
ingar.
Givið er, at ein slík støða
ikki verður broytt í skjótari
vend, men verður rætt
atborið, eigur tað ikki at
vera ómøguligt – heldur
ikki fíggjarliga – at leggja
hesi viðurskifti heilt um.
Fleiri samanbygdir
serstovnar í einum
Eingin ivi er um, at rætta
loysnin er, at landið – í
sam ráð við serkunnleikan á
hesum øki – letur byggja
ein samanbygdan stovn,
har fleiri av verandi ser
stovnum verða undir sama
taki, men tó í neyðugan
mun atskildir, so teir
ym isku brúkararnir vera
fyri seg um tørvur er á tí.
Stovnurin kann hóskandi
verða samansettur av 4 til
6 geirum, har pláss er til
812 brúkarar í hvørjum.
Ein slíkur samanlagdur
stovnur letur upp fyri
rakst rarligum vinningi,
sum ikki er gjørligur í dag.
Fyri tað fyrsta kunnu vakt
ar skipanirnar á stovn unum
samstarva og í ávísan mun
samkoyra, og harumframt
letur hetta eisini upp fyri at
“læna” hølir frá hvørjum
øðrum, tá ið ein brúkara
bólkur veksur og tí krevur
fleiri hølir, sum kanska eru
til avlops hjá onkrum øðr
um bólki.
Eingin ivi er um, at ein
slík bygging gevur mun
andi rakstrarligar sparing
ar, uttan at hetta gevur eina
verri tænastu – kanska
tvørturímóti, tí starvs fólk
ini fáa jú fleiri møguleikar
at samstarva og stuðla
hvørjum øðrum tvørtur um
brúkaramørk.
Verandi stovnar liggja,
sum nevnt, allir í bygdum
umhvørvi, sum eisini er
hóskandi og gevur bestu
møguleikar, tá ið farið
verður út, tí slíkir stovnar
eiga at hava møguleikan at
integrerast í eitt býarlív.
Ein slíkur stovnur eigur tí
eisini at verða staðsettur í
bygdum umhvørvi, uttan tó
at siga, júst hvar ein slíkur
stovnur skal liggja.
Tað eru ivaleyst stovnar,
har umstøðurnar tala fyri,
at ein ikki skal leggja hesar
saman við øðrum, og smáir
stovnar fara uttan iva fram
haldandi at hava sítt pláss í
okkara samfelag, men
samstundis eigur hetta ikki
at forða okkum í at kanna
hendan møguleikan fyri
samskipan av fleiri smáum
stovnum, sum í dag verða
riknir sjálvstøðugt, tí teir
eru spjaddir kring um í
Havnini og runt um í
landinum.
Tað umgongst ikki, at
ein bygging kostar eina
ella aðra upphædd í sjálv
ari íløguni, men samstund
is er vert at hava í huga, at
byggingin í hesum føri
lutvíst kann verða fíggjað
við sølu av teimum bygn
ingum, har stovnarnir í dag
halda til. Her er í fleiri
førum talan um sethús í
Havn, sum hava rímiliga
høgt søluvirði.
Eg síggi fleiri fyrimunir í at leggja
smáar stovnar saman
formaður í Trivnaðar
nevnd Løgtingsins
Jákup
Mikkelsen
Um Javnaðarflokkurin
heldur, at sjómenn skulu
hava minni, og alment lønt
hava meir, so er tað ein
ódámlig javning, har lagt
verður eftir einum lítlum
bólki av fólki, nevniliga
teimum uml. 800 sjófólk
inunum.
Javnaðarflokkurin hevur
skotið upp lønarsteðg í tvey
ár. Hetta váttar Eyð gunn
Samuelsen í grein og
Fólkaflokkurin tekur undir
við hesum, men mælir
samstundis til, saman við
røð av øðrum tiltøkum yvir
næstu fimm árini, at fáa
hallið á fíggjarlógini
burtur.
Lønarsteðgur á almenna
arbeiðsmarknaðinum er
ikki at taka nakað frá
nøkrum, men bert at geva
somu løn, tvs øll á al menna
arbeiðs marknað inum fáa
tað sama í løn næsta ár sum
í ár.
At avtaka sjómans skattin,
er at hækka skattin hjá
sjómonnum, tvs at sjómenn
fáa minni.
Um javnaðarflokkurin
heldur at sjómenn skulu
hava minni og alment sett
hava meir, so er tað ein
ódámlig javning, har lagt
verður eftir einum lítlum
bólki av fólki, nevniliga
teimum uml. 800 sjófólk
unum.
Sjófólkið hevur ikki havt
lønarsteðg seinnu árini,
men lønin er minka mun
andi í fiskivinnuni. Hjá
summum fiskimonnum er
lønarinntøkan minka við
50%. Hetta mátti Eyðgunn
Samuelsen, sum býr í
Klaksvík vita. Og so royna
at taka meir frá teimum
álvaratos hvat hugsar
javnaðarflokkurin fyri sær?
Tá byrðar skulu berast, er
best at fleiri bera, ikki bert
ein bólkur. Um skatt urin
hjá sjófólki verður
óbroyttur og lønin hjá
alment settum óbroytt,
verða báðir bólkar við
gjørdir líka.
Er tað satt sum summi
siga, at Javnaðarflokkurin
altíð er har sum pengarnir
hjá hinum eru?
At summi hava sera ilt av
skattafrádráttin hjá
sjómonnum er torført at
skilja. Allir føroyingar, sum
arbeiða í útlandinum hava
ein frádrátt í skattin um, tað
verið seg hond verkarar,
sjófólk undir NIS og DIS
o.s.fr.
Um fólk í almennum
starvi fer arbeiðsørindi av
landinum, fær persónurin
uml. 400, kr skattafrítt fyri
hvønn dag í útlandinum.
Um fólk hava langt at
koyra til arbeiðis letur
landskassin ein koyristuðul
og er tað neyðugt at búgva
á arbeiðsstaðnum, fæst
stuðul fyri dupult húsar
hald.
Sjófólk, sum arbeiða á
sjónum fáa eisini ein
frádrátt. Yvirhøvur er talan
um, at vit øll fáa frádrátt
ella stuðul um vit arbeiða
langt frá okkara heimi
Øll okkara grannalond
geva eisini sjómanna frá
drátt. Í Danmark fáa
sjófólk ein skattafrádrátt
uppá 56.900 kr. Í Norra er
sjómanafrádrátturin 30%,
men í mesta lagi 150.000
norskar. Í Føroyum er
sjómannafrádrátturin 14%,
men í mesta lagi 67.000.
Vanliga vilja vit saman
bera okkum við granna
londini og tá tað kemur til
sjómannafrádrátt, so er tað
ikki nakað serføroyskt.
løgtingsmaður
Jákup
Mikkelsen
Sjófólk fyri skotum
Vel meg og meg
og meg
Tvey ár við einum valdømi var nokk. Føroyingar tola
ikki ov stórt frælsi, og fólkaræðið skal aftur avmark
ast til, at vit mugu velja grannan, pápabeiggjan ella
onkran lokalan á staðnum.
Ikki var gamalt at bakka fram. Men spurningurin,
hvussu Føroya Løgting skal mannast, og hvussu vit
lóggeva og stýra her á landi, er allatíðina aktuellur.
Tó undrar tað meg, at vit framvegis mala í tí sama.
At ongin hevur torað at hugsa tankan, at latið fólkið í
Føroyum fingið meira enn bert ta einu atkvøðuna!
Í nógv ár hava vit, tá talan er um onkrar hissini
felagsskapir, sett nógv nøvn upp á listar og krossað
av fyri fleiri av fólkunum Tað kann tykjast løgið og
bakvent, at vit sleppa at atkvøða upp á tríggjar ella
kanska fimm persónar, tá tað lokala fótbóltsfelagið
hevur aðalfund, men tá Føroya Løgting skal veljast,
og oman fyri hundrað skilafólk í mánaðir skriva, røða
og argumentera fyri, hvussu samfelagið skal skipast,
so skal bert ein krossur setast.
Tey flestu vita, hvussu trupult tað er at velja fólk
og flokkar inn á ting. Summi velja við hjartanum, og
onnur meta um møguleikarnar hjá honum ella henni
at fáa atkvøður og gera seg galdandi í politikki. Nógv
kenna seg noydd at velja familju og vinfólk, og nøkur
royna at forbarma seg yvir ein starvsfelaga, sum av
eini ella aðrari orsøk er endaður á einum lista.
Spurningar og spekulatiónir flúgva í luftini. Fer
fólkið at savnast um tann nýggja og lovandi kandi
datin í bygdini, ella er tað rættasta at lata floksfor
mannin í Havn fáa atkvøðuna? Skulu kvinnur velja
tað sama sum maðurin, ella skulu tær standa saman
um at fáa sítt egna kyn betri umboðað á tingi? Skulu
ung velja ung? Fiskimenn fiskimenn? Havnarfólk
havnarfólk? Fólk í samkomum fólk í samkomum?
Skulu vit velja sum bygdin, húsið og familjan altíð
hevur gjørt?
Jú, eg havi roynt tað sjálvur. Nærum hvørjaferð tað
hevur verið val. Tað hava altíð verið fleiri, sum eg
kundi ynskt mær at valt, men tað er rættuliga
avmarkað, hvat ein kann gera við bert tí einu
atkvøðuni. Gamaní, so ber til at atkvøða ymiskt í
sama húsi, men tá gerst uppaftur meiri smábýtt við
atkvøðunum...
Eg havi heldur hug at halda, at ein skipan, har hvør
veljari fekk meira enn ta einu atkvøðuna, hevði
viðført eina meiri uppiborna umboðan og kvalifi
seraða samanseting av fólkavaldum í Føroyum.
Ivaleyst hevði tað havt eina jaliga ávirkan á politiska
kjakið og arbeiðslagið millum valini. Tingfólk høvdu
ikki í sama mun átt og arbeitt fyri sínar egnu veljarar,
tí hvør einstakur borgari í samfelagnum slapp at seta
fleiri krossar á valdegnum.
Í dag er stórur partur av stemmunum mestsum
oyramerktar, og nógvastaðni kring landið eru
forholdini smá og ágangurin eftir atkvøðuni stórur.
Kvinnur mugu stríðast fyri at rætta upp á tað vanbýti
teimum er fyri á tingi. Fólk í útjaðaranum stúra fyri
síni umboðan í framtíðini. Atkvøður verða tíðum
keyptar fyri tænastur og gylt lyfti. Spurningurin er,
um politisku hugsjónirnar og ábyrgdin at virka fyri
øllum samfelagnum, ikki høvdu vaksið í takt við, at
atkvøðutalið hevði verið trífaldað til einar 100.000
atkvøður? Og hevði fólkaræðið mist nakað, um
borgararnir í landinum sluppu at velja trý úr sama
flokki, ella kanska uppaftur meira spennandi: Helenu
Dam á Neystabø, Jastrid Gullaksen og Sjúrð Skaale,
hóast hesi umboðaðu ymiskar flokkar.
Tað kann vera, at fólk í øðrum londum ikki seta
fleiri krossar, tá hesi velja sínar politikarar. Men í
heiminum rundanum okkum kunnu fólk í størri mun
velja eftir egnu bestu sannføring og hugsjónum, enn
at skula taka fyrilit til familjubond, lokalitet og
samkomur.
Fólkaræðið er dýrabært, og tað er umráðandi, at vit
skipa soleiðis fyri, at kvinnur og menn á bygd og í bý
fáa ávirkan á øll samfelagsviðurskifti. Ikki minst í
einum landi, har politikarar tosa við fleiri tungum, er
tað næstan neyðugt við fleiri atkvøðum um rokni
stykkið skal ganga upp.
steintór
rasMussen