Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 52 - 16. mars 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Páll Sørensen úr Trongisvági andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygarkvøldið, 57 ára gamal. Maria Jørgensen, fødd Olsen, ættað úr Hvalvík, búsitandi í Rønne á Bornholm, andaðist mikukvøldið, 89 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við grøv hansara, varð hann skírdur halgimenni. Norrønt navn, ið merkir Guð og verndari. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, kona, dóttir, svigardóttir og systir Kathrina Kjærbæk Jensen so brádliga bleiv tikin frá okkum. Tøkk fyri blómur og heilsanir og tøkk til tykkum mongu, sum sendu peningagávu til Henny. Tøkk til Ann Hansen, prest, fyri troystarík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og til Ursulu fyri vakran sang. Og eina serliga tøkk til Báru. Og tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Henny og Derhard Tak Jeg takker af hele mit hjerte alle, som udtrykte deres medfølelse og hjalp os med alt da Elsba Hardlei (Elsba i Skotinum), datter af M. A. Jacobsen døde så pludseligt 5. februar. Tak til alle dem, som fyldte Havnar Kirkju for at deltage i begravelsen og fulgte hende til hendes sidste hvilested. Tak for alle kranse og buketter og personlige og telefoniske hilsner og tilbud om hjælp i forbindelse med begravelsen. Det er håbløst at nævne alle, men specielt vil jeg takke personalet på B 6, Sonja Klein, Beinta, Anna og Petur som arrangede sammenkomsten i Áarstovu efter begravelsen, kokken for hans fiskesuppe, alle dem, som bagte, Susan og Jon Hestoy, Finnur og Ólavur som spillede »What a wonderful world« på kirkens orgel og trompet, da Elsba blev båret ud af kirken. Brynhild for hendes pyntning af kirken. En vidunderlig afslutning på et pragtfuldt og spændende liv, som desværre sluttede alt for tidligt. På familiens vegne Jan 45 og 50 ára føðingardagur Í sambandi við at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón og Elsa Annika Norðskála. 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t-posti til isak@football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. 70 ára føðingardagur Fríggjadagin 19. mars verður Hargin Joensen, Sumba 70 ár. Dagurin verður hildin í heiminum. 70 ára føðingardagur Týsdagin 23. mars verður Jens Erik Rasmussen (Ras) á Toftum 70 ár. Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum fríggjadagin 26. mars frá kl. 19. 95 ára føðingardagur Týsdagin 16. mars verður Johannes Mortensen, trúboðari, Argir, 95 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 17. apríl hava Helga og Jørgin Gleðisheygg Nes, Gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík, kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tey ið vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga frá innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876 Diamantbrúdleyp Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík 26. mars kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleðast saman við teimum hetta kvøld, biðjast siga frá, seinast hósdagin, tann 18. mars, á tlf. 444 332, fartelefon 744 332 ella við telduposti hg.vang@kallnet.fo Brúdleyp Leygardagin 27. mars kl. 12 giftast í Kelduni í Skálafirði, Birita Ingolfsdóttir Heinesen, Norðagøtu og Levi Tróndarson Nybo, Hvítanes. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16. Opið hús verður kl. 21 í Oasuni, Kirkjustrætið 4, Hoyvík, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið. Brúdleyp Leygardagin 27. mars giftast Linda Ziska Jacobsen, Tórshavn og Gunleif Lyngvej Poulsen, Sandvík. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11. Móttøkan verður í Miðlahúsinum í Tórshavn frá kl. 13-15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn mánadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Prógv 9. mars tók Leivur Persson, Hoyvík prógv sum løgfrøðingur (cand.jur. ) á Universitetinum í Keypmannahavn. merkisdagar