Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Nr. 52 - 16. mars 2010 Danski arkitekturin, sum varð sendur til Føroya í 1865, var Jens Vilhelm Dahlerup (1836 – 1907). Hann hevur teknað ein nógvar kendar bygningar í Keypmannahavn og setti sín eyðkenda dám á býin í 1800-talinum. Dahlerup var við í nógv- um ymiskum nevndum og komissiónum. Hann sat í dómsnevndini fyri arki- tektaframsýningina í Phila- delphia í 1876, eins og hann var við til at skipa fyri eini heimsframsýning í Paris í 1878. Hann var m.a. arkitektur hjá Tivoli, har hann m.a. teknaði Pantomimeteatret í Tivoli, eins og hann teknaði Carlsberg Bryggeri í 1880- unum. Hann var eisini við til at tekna Det Kongelige Teater og Hotel d'Angleterre í Keypmannahavn. Dahlerup var ein hátt- virdur arkitektur í síni sam- tíð, og hann fekk eisini nógvar heiðurslønir. -mg Fyri 145 árum síðan: Dahlerup teknaði dómkirkjuna Aftaná bardagan í 1864 millum Danmark og Týskland, tá føroyingar av sínum eintingum og eftir førimuni savnaðu saman fittan peningastuðul til danskar hermenn, var nógv talan um at hjálpa oyggjarfólkunum at reisa dómkirkjuna í Kirkjubø til tøkk fyri teirra góðvilja. Hin danski arkitekturin Dahlerup var í árinum 1865 sendur higar við hesum endamáli, og er omanfyri standandi mynd hansara uppskot til hina fullfíggjaðu dómkirkjuna. Dómkirkjan í Kirkjubø Eitt danskt uppskot til afturreising av Kirkjubømúrinum Tekningin er áhugaverd og eitt hugskot til dagsins arkitektar um hvussu Kirkjubømúrurin kundi sæð út Úr savninum hjá Birgari Johannesen Jens Vilhelm Dahlerup (1836 – 1907) Carlsberg Bryggeri Dahlerup var við til at tekna Det Kongelige Teater Pantomimeteatret í Tivoli