Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2010 Á fundi 10. mars viðgjørdi Vinnuframa­ grunnurin 12 umsókn­ ir, harav sjey vórðu játtaðar. Higartil í ár hevur grunnurin játtað 14 umsóknum við tilsamans 1.187.425 krónum STUÐUL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Stýrið fyri Vinnuframa­ grunnin hevði fund 10. mars 2010. 12 umsóknir um stuðul vóru til viðgerðar, og fingu 7 av hesum játtað­ an stuðul. Tilsamans vórðu 580.425,00 krónur játtaðar. Tað varð á fyrsta sinni játtaður stuðul til nýggju stuðulsskipanina 6.1. – Cleantech. Higartil í ár eru knappar 1,2 milliónir krónur játtaðar úr Vinnuframagrunninum, sum umsitur 5,25 milliónir at lata í stuðuli í 2010. Vinnuframagrunnurin fegnast um stóra talið av umsóknum og fyrispurn­ ingum, ið koma til Vinnu­ framagrunnin, og er hetta í samsvar við ætlanina hjá stýrinum at gera Vinnu­ framagrunnin sjónligari og sostatt atkomiligan hjá íverksetarum og vinnulívi í Føroyum. Stýrið hevur lagt seg eftir serliga at leggja dent á at stuðla sølu og marknaðar­ føring í 2010. • Uttanríkisráðið 54.000 Messuluttøka (Boston Seafood Show) • Guðrun&Guðrun 23.000 Messuluttøka • CoastZone North Atlantic 250.000 Menning av ferðatilboði • Etika 250.000 Sølu­ fremjan í Keypmannahavn • DISM 10.000 Íverksetan – víðkan av kapitali • Lone Grønborg 10.000 Íverksetan – ráðgeving áðrenn byrjan • JPF Invest 10.000 Íverksetan – ráðgeving áðrenn byrjan • Andrias Jacobsen 60.000 Kanningarætlanir • Eivør Management 100.000 Marknaðarføring • Jógvan Andrias Joensen 40.500 Innivist 8 ½ mánað • MP Teknikk 6.750 Inni­ vist 1 ½ mánað • Havbúnaðarfelagið 122.025 Marknaðarføring • MEST 36.000 Messuluttøka ESE Brússell • Orka & Tøkni 215.150 Menning av prototypu – vørumenning Hvør søkja kann Inni á heimasíðuni hjá Vinnuframagrunninum sæst eitt nú hvør kann søkja um stuðul frá grunninum. Reglurnar eru hesar: Studningur sambært stuðulsskipanum grunsins kann einans játtast før­ oyskum fyritøkum. Studn­ ingur kann tó játtast øðrum enn fyritøkum sambært stuðulsskipan 2.1 og 5.1 (sí hesar) og tá talan er um samstarv millum fyritøkur (sí undir "Samstarv millum fyritøkur" til høgru). Við "fyritøku" skal í hes­ um sambandi skiljast jurid­ isk eind ­ partafelag, smá­ partafelag, einstaklinga­ virki (firma) e.a., ið virkar á handilsligum grundarlag. Vanliga verður kravt, at fyritøkan hevur havt veru­ ligt virksemi, ið er við­ komandi fyri verkætlanina, sum studningur verður søktur til. Um studningur verður søktur í sambandi við nýstovnan av fyritøku ella til fyritøku, sum bert hevur verið virkin stutta tíð, kann grunnurin krevja at fáa virkisætlan fyri fyri­ tøkuna, og at øll týðandi viðurskifti hjá fyritøkuni eru greið, herundir leiðslu­ og kapitalviðurskifti. Samstarv millum fyritøkur Um fleiri fyritøkur sam­ starva um eina verkætlan, skal vera upplýst um hetta í umsóknini. Tað er fyritøkan, ið hevur leiðsluna av samstarvinum, ið skal søkja um studning, og sum fær studningin útgoldnan. Fyritøkur kunnu tó eisini velja at lata uttanfyri stand­ andi fyritøku ella felag samskipa verkætlanina og søkja um studning. Um samstarvað verður við útlendskar fyritøkur, kann studningur verða játt­ aður til tann føroyska partin av verkætlanini. Umsóknin skal vera uppsett sambært hesum, men skal eisini lýsa samlaðu verkætlanina. Við at hyggja at listanum yvir lætnar játtanir sæst, at tað í stóran mun eru marknaðarføring og messu­ luttøka, ið grunnurin leggur seg eftir at stuðla. Vinnuframagrunnurin játtað 1,2 milliónir Etika hevur fingið 250.000 krónur til sølufremjandi tiltak í Keypmannahavn, har ein Etika matstova læt upp í síðsta mánað Uttanríkisráðið hevur fingið 54.000 krónur í stuðli at luttaka á Boston Seafood Show, sum er í hesum døgum. Durita í Grótinum umboðar Uttanríkisráðið á messuni