týsdagur 16. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 52 - 16. mars 2010
Grandma’s
Basement,
sum arbeiða við nýggjari
útgávu, spæla á Summar
Festivalinum í august.
Framfýsni
bólkurin
Grandma’s Basement, sum
spælir
popprock
við
humori,
verður
við
á
Summar Festivalinum í ár.
Grandma’s Basement er
tónleikabólkur úr Klaksvík,
sum bæði hevur spælt
sangir inn og havt væl
eydnaðar
framførslur
á
palli.
Grandma’s
hevur
nøkur fá ár á baki, men teir
hava langt síðani gjørt vart
við seg við sangum sum
Bangna Beistið, Minnini,
Dansurin og Getze.
Nú arbeiðir bólkurin við
fyrstu útgávuni, sum skal
koma út í summar.
Sangirnir hjá bólkinum
eru argandi, erligir og
stuttligir. Teir syngja um
nakað av tí, sum teir uppliva
í gerandisdegnum, og tað
verður gjørt við einum
skálkabrosi.
Grandma’s
Basement
spældi á Summar Festi
valinum í fjør, og tann
framførslan lukkaðist so
væl, at fyrireikararnir hava
sent boð eftir bólkinum at
spæla aftur í ár.
Kjallarabólkur
á festival
Tíðindaskriv
Vinnuhúsið
Mikudagin 24. mars frá kl.
12.00
til
16.30
skipar
Ferðavinnufelagið
fyri
ferðavinnudegi
á
Hotel
Hafnia.
Ferðavinnufelagið,
ið
varð sett á stovn í 2008,
hevur nú tikið stig til at
savna ferðavinnuna til ein
dag, har vinnan fær møgu
leika at hittast til prát og
ymiskar framløgur.
Dagurin er ætlaður øllum
teimum, sum á ein hvønn
hátt starvast innan ferða
vinnuna, ella veita tænastur
til hesa í vinnuligum saman
hangi. Ein nýtist ikki at
verða limur í Ferðavinnu
felagnum fyri at taka lut á
degnum, men tað fer at bera
til at tekna seg sum lim á
staðnum.
Dagurin verður í ár hildin
á Hotel Hafnia í Havn, og
byrjar kl. 12.00 við stand
andi buffét. Úr skránni
kunnu nevnast framløgur
frá Atlantic Airways og
SmyrilLine
um
teirra
marknaðarføring.
Eisini
kemur umboð úr Uttan
ríkisráðnum, at greiða frá
um teirra átøk, og hvussu
tey hugsa at marknaðarføra
Føroyar.
Seinni
verður
eisini lagt upp til
kjak.
Skráin leggur eisini
upp
til,
at
tað
eru møguleikar
til
nógv prát millum
innsløgini, soleiðis
at tey sum virka í
ferðavinnuni, kunna
koma hvørjum øðr
um við, deila hug
skot
og
kanska
menna nýggj tilboð
og annað.
Í hesum døgum
fer innbjóðing út,
til tey sum eru
limir í Ferðavinnu
felagnum, men eisini onnur,
sum ikki eru limir, hava
møguleika at verða við.
Tilmelding fer fram við at
venda sær til Vinnuhúsið
telefon: 309900 ella tpost:
industr y@industr y.fo
merkt: Ferðavinnudagurin.
Kostnaðurin fyri tiltakið
er 300 krónur fyri hvønn
luttakara og freistin at boða
frá luttøku er mánadagin
22. mars.
Ferðavinnufelagið vónar,
at allir partar, sum starvast
við ferðavinnu í Føroyum,
seta sær tíð av til dagin.
Ferðavinnudagur á Hotel Hafnia
Tíðindaskriv
Felagið Føroyskir Peningastovnar
Seinastu dagarnar hava Føroya Banki og
Eik Banki sent ávísum kundum brøv, har
teir biða um dagførdar upplýsingar um
bústaðin. Norðoya Sparikassi og Suðuroyar
Sparikassi hava fingið til vega hesar
upplýsingar við kundasamrøðum og hava tí
ikki sent kundum brøv.
Kundar hjá peningastovnunum hava
spurt, hví hetta verður gjørt. Orsøkin er,
at nýggj kunngerð um kapitaldekning er
komin í gildi í Føroyum. Broyttu reglurnar
hava við sær, at verandi mannagongd í
sambandi við at virðisáseta sethús í
Føroyum ikki er nøktandi.
Í framtíðini verða sethús virðismett eftir
einum
hagfrøðiligum
myndli,
ið
nýtir upplýsingar frá peningastovnunum
um eitt nú søluprís, byggiár, matrikul
nummar og búvídd sum grundarlag. Funnið
verður við hesum upplýsingum fram til
marknaðarvirðið
á
teimum
einstøku
bústøðunum í ymsu økjunum.
Fíggjareftirlitið og
Fíggjarmálaráðið
hava fyribils góðkent hesa mannagongd.
Nú nýggi útrokningarhátturin verður
mentur,
dagføra
peningastovnarnir
bústaðarupplýsingar hjá teimum kundum,
har skrásetingar um bústaðin ikki eru
nøktandi. Vónandi kann hetta verða gjørt í
besta samstarvi millum peningastovnarnar
og kundarnar.
Peningastovnarnir heinta
upplýsingar um bústað
Eyðbjørn Jacobsen/SF
Tjóðveldi skipar fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í annaðkvøld
klokkan 19:30. Evnið er, um børn okkara fara ov seint ella ov
tíðliga í skúla
kJakFUndUr
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Vit hoyra ofta, at børn aðrastaðni fara í skúla, langt áðrenn okkara børn fara í
skúla. Fólkaskúlalógin sigur, at í Føroyum skalt tú í skúla í tí kalendaraárinum
tú fyllir 7 ár. Men, hvat er tað, sum ger, at okkara børn skulu so seint í skúla í
mun til onnur lond, spyr Tjóðveldi, sum í annaðkvøld skipar fyri kjakfundi í
Miðlahúsinum í Havn um evnið.
Hvat meinar sálarfrøðin, hvat meina lærarar og pedagogar og feløgini, og
hvat meinar tú um hetta evni? Er tiðin búgvin at gera broytingar, og er tað
neyðugt?
Við pallborðið koma at sita:
• Heri Kragesteen, sálarfrøðingur
• Jónleif Johannesen, lærari og skrivari í Føroya Lærarafelag
• Annika K. Joensen, Leirvík, lærari og lesivegleiðari
• Jógvan Philbrow pedagogfelagið
• Maud Wang Hansen, pedagog, Tórshavn
• Tony Strøm, Hoyvík, lærari og lesivegleiðari
Annita á Fríðriksmørk verður orðstýrari.
Kjakfundur um at
koyra børn fyrr í skúla