Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. mars 2010 Aðalfundurin hjá Róðrar­ sambandinum álegði leygardagin nevndini at fara undir arbeiði at skipa føroyskt landsliðsarbeiði við útriggarum Í mong ár hevur verið tosað um at fáa gongd á føroyskt landsliðsarbeiði í kappróðri, men nú er hetta mál bliv ið munandi meira ítøkiligt. Aðal­ fundurin hjá Róðrarsambandinum samtykti leygardagin at áleggja nevndini at kanna møguleikarnar at skipa føroyskt landsliðsarbeiði við útriggarum. Tað var Róðrarfelagið Knørrur í Havn, sum setti uppskotið fram, og tað var einmælt samtykt, so nú verður væntandi skjøtil settur á hetta arbeiði, sum skal føra fram ímóti, at bestu kvinnur og menn okk ara verða úttikin til at umboða Føroyar í altjóða kapping í útrigg ar­ um. Millum annað kom fram á aðal­ fundinum, at útriggarar ikki eru heilt fremmandir í Føroyum, tí ein er hjá róðrarfelagnum NSÍ, umframt at Knørrur í øllum førum hevur havt ein. Knørrur vísti eisini á, at ein møguleiki fyri venjing er at rógva á føroysku vøtnunum, og felagið held ur tað vera nærliggjandi at kanna møguleikarnar við Sørvágs­ vatni. Av góðum grundum ber ikki til, at føroyskur kappróður bjóðar øðrum av í føroyskum báti, tí tað eru bara føroyingar, ið kappast í slíkum báti. Men Knørrur sigur í sambandi við uppskoti, at hóast eingin ivi um, at føroyskir rógvarar hava kravda kvali­ tetin, so mugu vit hava eitt lands­ liðsarbeiði í teimum bátum, sum verða brúktir í altjóða kapping. Fluttu FM­róðurin til Norðoyastevnu Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya gekk leygardagin umbønini hjá Klaksvíkar Róðrarfelag um at flyta Norðoyastevnuróðurin til 5. juni á møti Tað var eftir áheitan frá Klaksvíkar Róðrarfelag á aðalfundinum í fjør, at FM­róðurin á Norðoyastevnu var ásettur at verða tann 29. mai, men síðani er Norðoya Frítíðar­ og Ítróttarráð komið eftir, at Norðoyastevna verður frá 4. til 6. juni. Víst verður á, at eftir siðvenju frá eina ferð í 30­unum er Norðoyastevna fyrsta vikuskifti í juni. Formaðurin í Róðrarsambandinum, Jan Herman Hansen, mælti tó aðalfundinum til ikki at samtykkja at flyta róðurin, tí hetta var annað árið á rað, at klaksvíkingar høvdu boðað Róðrarsambandinum frá skeivari dagfesting, so róðurin mátti flytast. Helst ætlaði hann, at hetta skuldi verða ein lærupengi til klaksvíkingar. Jórun Høgnesen, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, kærdi tó sína neyð fyri aðalfundinum, og dýraði, at hetta fór ikki at koma fyri aftur við henni sum forkvinnu, og at tey longu høvdu boðað frá, at Norð oyastevna verður fyrsta vikuskiftið í juni komandi ár, og at FM­róðurin verður tá eisini. Aðalfundurin gekk umbønini á møti næstan einmælt – bert formað urin atkvøddi móti. Rógvi FM í barnaróðri Barnaróður verður á øllum sjey FM­stevnunum í ár, men aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum gjørdi leygardagin av, at á trimum av stevnunum skal talan eisini vera um FM­róður hjá børnunum Føroyskur kappróður fær nú í minsta lagi enn eina FM­kapping. Á aðal fundinum hjá Róðrarsambandinum leygardagin var samtykt, at barna róður nú eisini skal skipast í FM­kapping, og at ein bólkur skal arbeiða víðari við hesum uppskoti. Millum uppskotini á aðalfundinum var, at tríggjar av kappróðrar stevnunum í summar skulu vera FM­stevnur hjá børnum. Skotið var upp, at hesar verða Jóansøka, Vestanstevna og Ólavsøka. Eisini var tosað um at býta barnaróðurin upp, soleiðis at tað ikki verður alt ov stórur munur millum tey elstu og yngstu í barnaróðuri – eitt nú sum U12 og U14. Dúgliga var kjakast á aðalfundinum um hetta uppskot. At enda var samtykt, at ein trímannabólkur skal gera reglugerð fyri róðurin og aldursbólkar, umframt uppskot til, hvussu nógvar og hvørjar stevnur talan skal verða um. Síðan verður eykaaðalfundur hildin áðrenn Norðoyastevnu, har endalig støða skal takast til, hvussu barnaróðurin verður skipaður sum FM­róður. Rógvi Landslið í róðri á veg einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum leygardagin tók einmælt undir við uppskotinum frá Knørri um føroyskt landsliðsarbeiði í róðri, sum skal vera í sokallaðum útriggarum Mynd: Álvur Haraldsen