týsdagur 16. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. mars 2010 – Nr. 52 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Bæði í Liverpool og í Ports
mouth er ófriður handan
leik tjøldini. Liverpool er
fán að burtur úr oddanum,
með an Portsmouth er á
gátt ini til at fara á heysin.
Sosial urin var á Anfield, tá
Liverpool vann á botn lið
num Portsmouth
Fyri minni enn tveimum árum síðani
vann Portsmouth FA Cup. Liðið
hevði spælarar sum Glen Johnson,
Jermain Defoe, Sully Muntari, Peter
Crouch, Lass Diarra, Sol Campbell
og Nicko Kranjcar. Í dag liggur Ports
mouth klárt niðast í Premier League,
hevur selt flestu av bestu spælara r
unum og er sett undir umsiting
veg na vánaliga fíggjarstýring.
Upptúrurin hjá Portsmouth byrj
aði, tá serbiski handilsmaðurin,
Mi lan Mandaric, keypti felagið í
1999. Tá spældi Portsmouth í næst
bestu deildini. Árið eftir var um
reppi, at Portsmouth flutti niður í
triðj bestu deildina. Í 2003 tryggjaði
Ports mouth sær rættindi til at spæla
Premi er Leaguefótbólt.
Í januar 2006 keypti Alexandre
Gayda mak felagið. Hann brúkar
nógv ar pengar uppá at styrkja hóp
in. Í 2007 endaði Portsmouth fyri
fyrstu ferð í ovaru hálvu í Premier
League, og árið eftir rukku teir
hæddarpunktinum.
Á
Wembley
vann Portsmouth 10 á Cardiff í FA
Cupfinaluni.
Tó var alt ikki, sum tað skal vera.
Felag ið skifti venjara fleiri ferðir og
seldi flestu av bestu spælararunum.
Eftir fleiri eigaraskifti er støðan tann,
at Portsmouth nú er undir umsiting
og stendur til at missa níggju stig,
orsakað av tí.
Eigarar fyri skotum
Undan dystinum í gjár, deildu limir í
Liverpoolfjepparafelagnum, Spirit
of Shankly, faldarar út. Á forsíðuni
stóð: »Tom og George: Skuld, lygnir
og kovboyarar – ikki vælkomin her,
vísandi til at eigarnir, Tom Hicks og
George Gillett, hava sett Liverpool í
stóra skuld og logið fyri við halds
fólkinum«. Á baksíðuni á faldaranum
stóð ein nærri frágreiðing um, hví
SOS vil hava Tom og George úr
felag num.
Portsmouthviðhaldsfólkini
høvdu í sínum lagi eina stóra plakat,
hvørs boð skapur var at seta spurn a
r tekin við sínar egnu eigarar.
Á vøllinum sást tó einki til
trupuleikarnir hjá Liverpool, meðan
tað sá verri út hjá Portsmouth. Hóast
Ports mouthspælararnir hava fingið
nógv rós í ár fyri at stríðast, so var
einki at síggja til tað í gjár. Liverpool
vann ein lættan 41 sigur, sum væl
kundi verið størri.
Enn er langt upp
Fernando Torre legði Liverpool á
odda um miðjan fyrra hálvleik. Ryan
Babel økti eftir upplegg frá Torres,
áðr enn Alberto Aquilani kom á mál
talvu na. Hetta var fyrsta málið hjá
Aquilani, síðani hann í summar skifti
til Liverpool úr Roma. Í seinna hálv
leiki skoraði Fernando Torres eina
ferð aftrat, áðrenn Portsmouth
mink aði um munin við máli frá Nad
ir Belhadj.
Tað er enn stuðul á Anfield til
Ra fa el Benitez. Fleiri ferðir sungu
Liver poolviðhaldsfólkini navnið á
venjara num.
Hendingin,
ið
hinvegin
lýsti
støðu na hjá Portsmouth best, var tá
teir í seinastu løtu minkaðu um
mun in til 41. Portsmouthvið halds
fólk ini fegnaðust, sum høvdu tey
vunn ið Premier League. Líka mikið,
hvussu illa tað stendur til, so duga
áskoð ararnir í Onglandi altíð at
hug na sær.
Portsmouth stendur ikki til at
bjar ga í Premier League, meðan
Liver pool enn hevur langt á mál, um
liðið skulu enda nummar fýra.
Spurn ing ur in er so, hvussu langt
Ports mouth skal niður, áðrenn vend
kemur í.
Eygleiðarar á skeiði
Um vikuskiftið var fyrireikandi skeið fyri
dómaraeygleiðarar til komandi kappingarár. Tá fingu
eisini fýra eygleiðarar prógv handað, nú teir – sum teir
fyrstu – høvdu verið til próvtøkuroynd eftir nýggjari
skipan. Tað vóru Jógvan Næs, Hans Falkvard Hansen,
Jens Petur Brattalíð og Jónfinn Olsen.
Dómaraeygleiðararnir møtast í hesi vikuni aftur á skeiði
saman við dómarunum.
Skulu heilsukannast
Nú skulu allir fótbóltsspælarar, sum eru við í UEFA
kappingum, kannast av lækna. Tað vil siga, at spælararnir
hjá teimum fýra føroysku liðunum, ið skulu spæla
europeiskan fótbólt í summar, skulu til kanning hjá
kommunulækna, umframt at fáa gjørda eina
hjartakanning. Á myndini er tað Egil á Bø í EB/Streymi, ið
fær hjartað kannað, nú liðið í farnu viku var á
venjingarlegu í Turkalandi.
Alberto Aquilani skoraði
fyrsta mál sítt fyri Liverpool,
tá hann í gjárkvøldið gjørdi
tað til 3-0 ímóti Portsmouth
Mynd: Paul Ellis/Polfoto
Tvey lið við stórum
eigara trupulleikum
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Boðskapurin á hesum skeltunum hjá Liverpool-fjepparunum í
Spirit of Shankly er ikki til at fara skeivur av…
Mynd: Liverpool Echo