mikudagur 17. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 53 - 17. mars 2010
Hagtøl fyri útflutn
ingin fyri januar vísa,
at meðan nøgdin er
minkað í stórum,
er virðið á útflutta
fiskinum tað sama
ÚTFLUTNINGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Uppgerðin hjá Hagstovuni
fyri inn- og útflutning í
januar í mun til sama mánað
í fjør vísa, at meðan samlaði
fiskavøruútflutningurin
minkaði heili 11.852 tons,
svarandi
til
46%,
var
útflutningsvirðið hinvegin
hitt sama.
Í virði eru tað serliga
skeljafiskur og uppisjóvar-
fiskur, ið eru minkað nógv
í virði, men talan er um
ávikavist smáar nøgdir og
bíligan fisk. Í virði er
útflutningurin av skeljafiski
í januar minkaður við 8,2
milliónum krónum, úr 9,7
niður í 1,5 milliónir krónur.
Tað svarar til 84%.
Fyri uppisjóvarfiskin er
talan um eina minking í
virði frá 37,6 niður í 15,5
milliónir krónur, ið er eitt
fall á 59%. Annar fiskur og
fiskaúrdráttir minka eisini í
virði úr 21,2 niður í 16,4
milliónir krónur, svarandi
til 23%. Eisini innan bólkin
flundrufiskur er talan um
eina lítla minking, úr 10,6
niður í 9,8 milliónir krónur,
svarandi til 8%.
Hinvegin síggja vit eina
lítla øking í útflutningsvirð-
inum á bornfiski, úr 112,9
upp í 115,5 milliónir krón-
ur, og tað svarar til 2%.
Bjargingin liggur í økta
útflutningsvirðinum á ali-
fiski, ið økist úr 59,6 upp í
92,9 milliónir krónur. Tað
svarar til eina øking á 56%.
Samlaða virðið á fiska-
vøruútflutninginum
øktist
frá januar 2009 til januar
2010 úr 251,5 upp í 251,6
milliónir krónur, ið er ein
øking, ið ikki verður skrá-
sett sum øking í prosentum.
Útflutningurin av bólki-
num aðrar vørur minkaði
7,2 milliónir krónur niður í
14,5 milliónir, ella 67%,
meðan
útflutningur
av
skipum vaks úr 12 upp í
190 milliónir krónur –
svarandi til1483%.
Nógv færri tons
Um hugt verður at út-
flutninginum í tonsum, er
støðan ein heilt onnur. Bara
innan alifisk er tonsatalið
størri í januar í ár sammett
við í fjør. Talan var um eina
øking í tonsatali 182, úr
2437 upp í 2619, svarandi
til 7%.
Allir aðrir høvuðsbólkar
innan fiskavørur eru mink-
aðir í tonsum. Størsta prosent-
vísa minkingin er fyri skelja-
fisk, sum minkar 97%, úr
741 niður í 22 tons. Men
eisini bólkurin uppisjóvar-
fiskur minkar í stórum, úr
10.961 tonsum niður í 2.989
tons. Tað svarar til 73%.
Tølini fyri flundrufisk
eru smá, men eisini innan
tann bólkin minkar útflutn-
ingurin í tonsum, úr 373
niður í 217 tons, ella 42%.
Eisini fyri botnfisk er talan
um eina minking, úr 6.882
niður í 5.182 tons, og tað
svarar til 25%.
Eisini í bólkinum annar
fiskur og fiskaúrdráttir er
talan um minking, úr 4.611
niður í 3.124 tons. Tað er
ein munur á 1.487 tons,
svarandi til 32%.
Samlað er talan um eina
minking í útflutningi av
fiskavørum á 11.852 tons,
úr 26.005 niður í 14.153
tons. Tað er ein minking í
prosentum á 46.
Men hóast hesa stóru
minkingina í tonsatalinum,
er útflutningsvirðið ikki
minkað, og tað merkir, at
fiskaprísurin er munandi
hægri í januar í ár sammett
við januar í fjør.
Verða skipini tald við í
útflutningsvirðið er talan
um eina øking í útflutn-
inginum frá januar 2009 til
januar í ár upp á 163,6
milliónir krónur, svarandi
til heili 57%.
Innflutningurin
minkar
Uppgerðin hjá Hagstovuni
umfatar eisini innflutningin
í januar í ár sammett við
januar í fjør.
Talan er um stóra minking
og stóra øking í ymsu bólk-
unum, men samanlagt er tal-
an um eina minking á 6%.
Størstu
minkingina
í
prosentum finna vit innan
bólkin skip og flogfør, men
upphæddirnar
eru
sera
smáar. Talan er um eina
minking upp á 82%, men í
virði
er
minkingin
úr
600.000 krónum niður í
100.000 krónur.
Bólkurin til hav- og land-
búnað minkar eisini nógv,
úr 16,6 niður í 8,6 milliónir
krónur, svarandi til 48%.
Áhugavert er, at meðan-
brennievni minkar úr 71,6
niður í 58,4 milliónir krónur
– tað er 19% - so er inn-
flutningurin av bilum øktur
í januar í ár sammett við
januar í fjør úr 3,0 upp í 6,8
milliónir, svarandi til 126%.
Sum sæst er talan tó um
lutfalsliga smá tøl.
Næststørstu økingina í
innflutningi í prosentum er
í
bólkinum
rávøra
til
fiskavirking, sum veksur úr
4,7 upp í 10,5 milliónir
krónur. Tað er ein øking
upp á 123%.
Áhugavert er eisini, at
bólkurin til beinleiðis húsar-
haldsnýtslu
minkar.
Har
fluttu vit inn í januar 2009
fyri 86,1 millión, meðan
virðið í januar í ár er minkað
niður í 81,1 millión krónur.
Tað er ein minking á 6%.
Samanlagt er innflutn-
ingsvirðið í januar í ár 260,8
milliónir, meðan samlaða
útflutningsvirðið er 448,8
milliónir krónur – íroknað
ein útflutning av skipum á
190 milliónir krónur.
Tað sæst á heimasíðuni
hjá Hagstovuni.
Nøgdin minkað – virðið tað sama
Meðan útflutningurin stendur í stað í virði, er
innflutningurin minkaður í januar í ár sammett
við januar í fjør. Eitt nú er bólkurin beinleiðis
húsarhaldsvørur minkaður 6% í innflutningi – tað
vil siga matvørur, millum annað
Mynd: Jens Kristian Vang
Uppsagnir hjá Shell
Niðurlendska oljufelagið Royal Dutch Shell
kunngjørdi í gjár, at felagið ætlar at siga 2.000
starvsfólkum upp hetta til árslok 2011. Herfyri
kunngjørdi felagið, at 1.000 fólk skuldu sigast upp
sum lið í einari stórari bygnaðarbroyting, men nú
er talið broytt til 2.000. Einki verður sagt um, hvør
verður uppsagdur. Peter Voser, forstjóri, sigur við
fjølmiðlarnar, at málið hjá leiðsluni er at skarva
eina milliard dollarar av rakstrarútreiðslunum
longu í ár og at spara á leið tað sama næsta ár.
Vár í Hong Kong
Vanliga gleða fólk seg til, at veturin fær ein enda, og at
várið skal taka við, men tað er ikki allastaðni, at øll eru
líka fegin um várið. Sum eitt nú í Hongkong. Har hevur
várið ofta nógvan mjørka við sær, og hann kann vera so
mikið tjúkkur, at at bara tey hægstu háhúsini stinga
uppúr. Tann tjúkki mjørkin darvar harafturat ferðsluni
bæði á landi og sjógvi og ikki minst í luftini. Hong Kong
er týðandi samferðsludepil, men tá vármjørkin liggur,
noyðast nógv flogfør at brúka floghavnir aðrastaðni, og
stór farmaskip liggja uttanfyri og bíða eftir betri sýni.