mikudagur 17. mars 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 53 - 17. mars 2010
Brynja seg
til útlendska
marknaðin
Gongst sum nevndin ætlar,
verður Føroya Banka navnið
skjótt »en saga blot«
Føroya Banki boðar
í morgun frá, at teir
ætla at leggja eitt upp
skot um navna broyt
ing fyri aðal fundin,
sum verður lættari hjá
útlendsku kundunum
at fáast við
NAVNABROYTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Meira enn 100 ára gamla
Føroya Banka navnið fer nú
í søguna.
Leiðslan í bankanum fer
á aðalfundinum at skjóta
upp, at bankin skiftir navn
frá Før oya Banka til Bank
Nordik – stavað við norður
lendskari stavseting.
Tað hevur víst seg, at vit
hava rent okkum inn í eitt
sindur av einum trupulleika
við Føroya Banka nav n i
num uttanlands. Kundar
okk ara í hin um norða n
londunum hava ein ávísan
trupul leika at sameina seg
við navnið, og tí hava vit
gjørt av at skjóta upp fyri
aðal fundi num, at vit broyta
navið til Bank Nordik – ella
bara Nord ik í dagligari talu,
sigur
Janus
Petersen,
forstjóri í Før oya Banka.
Frá at hava verið ein før
oysk ur peningastovnur við
eini meiri enn 100 ára
gamlari søgu hevur bankin
nú
samsvarandi
altjóða
strate gi bankans ment seg
til at vera ein norðurlendskur
fígg ingarstovnur. Í februar
mán aði keypti bankin 12
deild ir í Danmark og Grøn
landi frá danska Sparbank,
og í fjør keypti bankin eitt
íslendskt tryggingarfelag.
Sostatt er ein týðandi partur
av samlaða virksemi bank
ans nú uttan fyri Før oy ar.
Í
tíðindaskrivi
sigur
bank in, at deild bankans í
Keyp mannahavn
hevur
seinastu árini virkað undir
navni num Føroya Bank.
Roynd ir og kann ingar hava
víst, at fleiri av við skift a
fól k unum hava kent seg
fremm and við hetta navn.
Við skiftafólkini og starvs
fólkini í nýkeyptu deild
unum í Danmark og Grøn
landi hava tikið sera væl
ímóti nýggja eigaranum,
men eisini her hevur ein
ávís óvissa verið staðfest
við víkjandi verandi navni
bank ans.
Altjóðagerð
Økta
virksemi
bankans
uttan lands
er
beinleiðis
or søk in til, at avgerð nú er
tik in í leiðsluni at broyta
navn ið til BankNordik.
Frá at hava verið ein
før oyskur banki burturav,
eru nú 55.000 av kundum
bankans uttan fyri Føroyar,
með an vit hava 25.000
kund ar her heima. Tað er
fyrst og fremst fyri út
lendsku kundarnar skuld, at
vit nú skjóta upp at broyta
navn ið á bankanum til
Bank Nordik, sigur Janus
Pet er sen.
Hann viðgongur, at tað
kann liggja ein ávísur vandi
í at strika Føroya Banka
navn ið, og tað var eisini
uppi av venda, at varðveita
gamla navnið í Føroyum.
Tað er ein vandi í, at
før o y ingar fara at hava ilt
við at venja seg við nýggja
navn ið, men tað varð hildið
at verða ov tvørligt at bank
in hevði fleiri nøvn. So
vón andi fara eisini før oy
ing ar skjótt at venja seg við
Bank Nordik, sigur Janus
Peter sen.
Hann vísir á, at sermerki
bankans og vælvirkandi
graf is ki samleikin verða
ikki broytt.
At seta navnabroytingina
í verk krevur eina broyting
av viðtøkum bankans. Upp
skot
nevndarinnar
um
navna broyting verður tískil
lagt fram á ársaðalfundi
bank ans
til
støðutakan.
Árs aðal fundur
bankans
verð ur mána dagin tann 29.
mars 2010 á Hotel Før
oyum.
Neyðugt er sjálvandi, at
aðal fundurin góðkennir eina
navnabroyting, men tað er
neyvan orsøk at hal da, at
fund urin fer at ganga ímóti
til mælinum frá nevndini.
AðAlstjóri til
UttAnríkisráðið
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum
í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu
leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum.
Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri føroysku Uttanríkistænastuna.
Økið fevnir um altjóða politisku og altjóða rættarligu
viðurskifti Føroya, luttøku í millumtjóða og altjóða
felagsskapum, handilspolitisku viðurskifti við onnur lond,
menningarhjálp, útflutningsframa og ferðavinnu og at menna
umdømi Føroya í altjóða høpi.
Høvuðsuppgávur:
· leiða og samskipa arbeiðið í ráðnum
· samskipa og fyrireika uppgávur í omanfyri nevndu málum
· Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisøkið
· ábyrgd av samráðingum við onnur lond og altjóða
felagsskapir innan virkisøkið
· Aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til
Førleikakrøv
kravt verður, at umsøkjarin hevur útbúgving á master stigi frá
lærdum háskúla og leiðsluroyndir frá almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum. somuleiðis verður kravt, at umsøkjarin
hevur góðan málsligan førleika og hollan kunnleika til
føroyskt, enskt, danskt og norðurlendskt mál.
Viðgerðin av umsóknum tekur støði í leiðsluprofilinum
hjá Uttanríkisráðnum, sum sæst á heimasíðuni hjá
løgmansskrivstovuni (www.tinganes.fo).
Setanarviðurskifti
starvið er tænastumannastarv, starvsheitið er aðalstjóri og
er flokkað í 39. lønarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig
viðbót uppá 4.906,02 kr. Viðbótin er ikki eftirlønargevandi.
setanarøkið fevnir um Uttanríkisráðið, stovnar undir tí,
løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. tænastustaðurin
er í løtuni Uttanríkisráðið. tann, ið settur verður í starvið, skal
tola at verða fluttur í onnur leiðandi størv í Uttanríkisráðnum.
nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjuna
Hanusardóttir, løgmansstjóra, tlf. 55 10 30.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og
møgulig viðmæli skulu stílast til løgmann og sendast
løgmansskrivstovuni, Marjuni Hanusardóttir, løgmansstjóra,
postsmoga 64, 110 tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 18.
mars kl. 12. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
sansir.fo
lØGMAnsskriVstOVAn
Prime Minister’s Office
Vit DrAGA EinA línU · Vit sEtA skYnsEMi í HásÆti · Vit ViljA VitA · Vit BrótA slóð
Uttanríkisráðið er eitt av stjórnarráðunum í landsfyrisitingini, sum veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger
hugskot til veruleika. landsfyrisitingin er fremst í nýskapan, arbeiðslagi og samskifti. landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum situr
fyri altjóða politisku og altjóða rættarligu viðurskiftum Føroya, luttøku í millumtjóða og altjóða felagsskapum, handilspolitisku
viðurskiftum við onnur lond, ferðavinnu, útflutningsframa og menningarhjálp og at menna umdømi Føroya í altjóða høpi.
Grønland umhugsar IWC
Sleppa grønlendingar ikki at veiða 10 kúlubøkur um árið,
fer landið at taka seg burtur úr Altjóða Hvalaveiði
nevndini IWC. Ane Hansen, landsstýrismaður í
veiðimálum, sigur við KNR, at landsstýrið er í ferð við at
kanna, um NAMMCO kann fáa størri avgerðarrætt, so
felagsskapurin eisini kann loyva londum at veiða
stórhval. Tað kann NAMMCO ikki sum er, men bæði
Noreg og Kanada hava tikið undir við at geva
felagsskapinum ta heimildina. Tí fer Ane Hansen at
venda sær til tey bæði londini um málið, sigur KNR.
Vinnutól seld av landinum
Tá kreppan í Íslandi tók seg upp í 2008, fekk hon beinan
vegin stóra ávirkan á byggivinnuna, og gongdin var tann
sama í fjør. Tað hevur millum annað havt við sær, at ein
rúgva av vinnutólum eru farin av landinum hesi bæði árini.
Ein kanning hjá ídnaðarfelagnum vísir, at í 2008 fóru 1.368
vinnutól úr Íslandi, og at talið kom heilt upp í 2.248 í fjør.
Ídnaðarfelagið sigur, at heldur hendan gongdin fram, verða
eingi vinnutól eftir í landinum, tá búskaparstøðan fer at
batna aftur. Felagið vil tí hava myndugleikarnar til at seta
fleiri arbeiði í gongd.