Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2010 Friður í Arktis Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, mælir londunum í økinum kring Norðpólin til at setast við samráðingarborðið heldur enn at hugsa um egin áhugamál, nú umstøðurnar í økinum broytast. Á einum fundi í russiska jarðfrøðifelagnum í gjár segði Putin, at Russland hevur rætt til ein part av økinum við pólin, og at landið fylgir reglunum hjá ST og øðrum altjóða samtyktum um viðurskifti á havinum. Um ein góðan mánað heldur Arktiska Ráðið fund í Moskva, og Putin heldur, at tá skulu londini tosa um verandi ósemjur heldur enn at ræða hvør annan, sum hann tók til. Njósnast í Noregi Fregnartænastan hjá norsku løgregluni vil vera við, at 19 lond hava njósnarar í Noregi. Í einari frágreiðing, sum bleiv kunngjørd í gjár, skrivar fregnartænastan, at nógvir av teimum útlendsku njósnarunum eru lógliga í Noregi, og at teir virka sum bindiliður millum Noreg og heimlandið. Hinvegin eru tað eisini nøkur, ið fáast við njósnaravirksemi, men sum alment virka sum diplomatar, tíðindafólk ella vinnulívsfólk. Í frágreið­ ingini stendur, at onnur lond fregnast eisini ímóti norskum áhugamálum uttan fyri Noreg. - Man má hava eitt opið sinni og endurnýggja seg, sigur 67 ára gamli rithøvundurin Hanus Kamban, sum er farin at royna seg sum science-fiction høvundur Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað verður ein heldur øðr­ vísi Hanus Kamban, fólk fara at hoyra á norður­ lendskum tiltaki á uni­ versitetinum í týska býnum Basel 6. apríl. Føroyski rithøvundurin fer nevniliga millum annað at lesa onkra av sínum nýggju science­ fiction søgum, sum koma út í heyst í nýggja savninum Gullgentan. Hanus Kamban hevur arbeitt við nýggja stutt­ søgusavninum síðani í summar, og science­fiction ella vísundaskaldskapur og fantastikkur, sum høvund­ urin nevnir tað, er eitt tema, sum rennur gjøgnum savn­ ið. Onnur tema í savninum eru líðing, pína, kvinnu­ kúgan og pedofeli. Gloymd sjangra Hóast Hanus Kamban er mest kendur fyri sínar realistisku stuttsøgur, er áhugin fyri science­ fiction ikki nýggjur. ­ Longu sum heilt ungur týddi eg onkrar slíkar stuttsøgur hjá Ray Bradbury. Eisini havi eg altíð verið sera hugtikin av søgunum hjá mæta science­fiction skaldinum J.G. Ballard, men eg haldi sum heild, at hendan sjangran hevur verið eitt sindur undirmett. Seinnu árini er science­ fiction tó komin inn aftur í hitan hjá bókmentafrøð­ ingum, vísir Hanus Kamban á. Sjálvandi finst eisini nógv vánaligt í hesi sjan­ gruni, men tey fægstu hava givið sær far um, at tað finnst nógv science­fiction, har skaldsliga støðið er framúrskarandi gott. Júst hvat tað er, sum er so hugtakandi við science fiction, er kanska eitt sindur ringt at seta orð á, heldur Hanus Kamban. ­ Tá eg byrjaði at lesa science­fiction sum heilt ungur, var tað nokk eitt slag av veruleikaflýggjan frá einum gráum gerandisdegi. Og soleiðis bleiv hetta bók­ mentaslagið nokk í stóran mun eisini fatað, also sum ein flýggjan inn í ein annan heim. Seinni eru vit komin eftir, at science­fiction ofta nettupp ikki er ein flýggjan, men snýr seg um okkum sjálvi og okkara tíð. Í øllum førum er hetta eitt slag av skaldskapi, har tú kanst tamba rák og tankar í tíðini heilt har út, har tað varpar eitt ofta sera hvast ljós á okkara tíð. Og í so máta eru søgurnar í Gullgentan eisini eitt slag av kritiskari samtíðarvið­ merking, greiðir Hanus Kamban frá. Men science­fiction søg­ urnar eru eisini ein liður í at endurnýggja seg sum rit­ høvunda, viðgongur hann. ­ Sum rithøvundur er tað umráðandi at koma víðari. Og tað gert tú ikki bara við at taka eina avgerð um, at nú fert tú at gera okkurt nýtt. Endurnýggjan kemur best við at halda sinnið opið, fylgja væl við og ikki minst lesa so nógv, sum tú yvirhøvur fært tíð til av øðrum høvundum, sigur Hanus Kamban. Kamban í Basel Størsta partin av nýggja savninum hevur Hanus Kamban skrivað síðani í summar, tá hann og konan Kirsten Brix fluttu til Freiburg í Týsklandi at vera í eitt ár. Ætlanin var at taka eitt sabbatár, men okkurt hava tey tó gjørt til nyttu. Eisini Kirsten Brix hevur fingist við at skriva ymiskt, millum annað bókmenta­ kritikk, og á norðurlendska tiltakinum 6. apríl í Basel fer hon at greiða frá rákum í føroyskum bókmentum síðani 1980. Umframt søgur úr Gullgentan, fer Hanus Kamban eisini at lesa onkrar yrkingar úr savninum Café Europa. Í Týsklandi er áhugin fyri føroyskum bókmentum rættiliga stórur, og hongur hetta nokk lutvíst saman við týska áhuganum fyri norðurlendskum bókment­ um sum heild, heldur Hanus Kamban. ­ Týskarar hava nokk eina romantiska hugmynd av Norðurlondum, sum nakað serliga eksotiskt. Men eg haldi eisini, at áhugin hongur saman við okkara rótfestu fólkaræðisligu traditión, sum týskarar jú vóru illa royndir av undir nazistunum, sigur Hanus Kamban. 275.000 krónur hevur Kringvarpið bundið seg til at rinda í ár fyri at senda tilfar hjá limum í Rithøvundafelagnum Sáttmáli Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rithøvundafelagið og Kringvarp Føroya hava skrivað undir ein nýggjan sáttmála, sum fyribils kemur at galda fyri alt árið 2010. Nýggi sáttmálin byggir á eina fastprísskipan, sum gevur Kringvarpi Føroya rætt at senda ritverk hjá limunum í Rithøvunda­ felagnum fyri eina fasta árliga upphædd, sum síðan verður goldin høvundunum at verkunum umvegis Rithøvundafelag Føroya. Endamálið við nýggju avtaluni er at gera tað lætt­ ari hjá Kringvarpi Føroya at senda ritverk eftir før­ oyskar høvundar og týðarar og harvið gera skaldskap og rithøvundar nógv sjón­ ligari í føroysku miðlunum. Sambært sáttmálanum bindur Kringvarp Føroya seg til at rinda Rithøvunda­ felag Føroya 275.000 kr í árinum 2010 fyri rættindi, at senda útgivið og upp­ havsrættarliga vart tilfar hjá limum í Rithøvundafelag Føroya. Treytað av at játtanin til Kringvarp Før­ oya hækkar, fer upphæddin upp á 325.000 kr. Miðast skal eftir, at av senda tilfarinum skal 50 prosent vera upprunatilfar og 50 prosent umsett úr øðrum málum. Hartil skulu 60 prosent vera nýinnlisið tilfar og 40 prosent endur­ sendingar. Eitt bókmentaráð við fýra limum, tveimum frá Kring­ varp Føroya og tveimum úr Rithøvundafelag Føroya) skal skipast, at gjøgnum­ ganga og gera tilmæli um sendingar. Reglugerð fyri bókmentaráðið skal gerast í samráð millum partarnar. Hanus Kamban skrivar science-fiction Ætlanin var at taka eitt sabbatár í Týsklandi, men okkurt hava vit gjørt til nyttu, sigur Hanus Kamban, sum er á gáttuni við nýggjum stuttsøgusavni Kvart millión til rithøvundar Nýggja avtalan millum Kringvarpið og Rithøvundafelagið skal gera skaldskap sjónligari í føroysku miðlunum Mynd: Pól Jóhannus Jensen